Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 73 - 19. apríl 2005 Undanvindurin, sum fuglfirðingar higartil hava havt, datt burt- ur, tá ið B36 sum eitt ódnarveður setti seg á miðvøllin ÍF-B36 Jóannes Hansen ÍF er ikki longur ósigrað. Tað syrgdu teir í B36 fyri sunnudagin. Uppskriftin var einføld. Mikkjal Thom- assen og serliga Ingi Høj- sted, ið var so mikið upp- settur, at tað var mest sum ov mikið av tí góða, høvdu væl meiri tyngd, enn teir á sentrala miðvøllinum hjá heimaliðnum í Fuglafirði høvdu. Bæði í stríðnum á jørðini og í luftini. ÍF tóktist ikki trívast nakað serligt, tá ið mót- støðumenninir vóru ágang- andi og kompromiðleysir. Talan varð ongantíð um serliga samanhangandi fót- bóltsspæl. Heldur var talan um nógvar nærdystir og hart stríð um returbóltarnar, og í tí stríðnum var B36 omaná. Fuglfirðingar tóktust ikki hava nóg gott tak á vøllin- um, um tað ber til at siga tað soleiðis. Teir gloymdu at skipa seg, sum teir áttu at havt gjørt á heimavølli. Ov nógvir høvdu ov nógv fok- us á bóltinum og eltu hann ov nógv. Tað bar við sær, at onnur øki lógu tóm, og at mótstøðumenninir fingu ov stórt rásarúm. B36 megnaði betri at dekka vøllin, B36 hevði størri tyngd, og teir vístu størri stríðsvilja. Fyrstu lítlu løtuna tóktist tað sum um, at heimaliðið ætlaði sær at halda fram við tí, sum teir higartil høvdu fingið góða úrstøku butur- úr. Men tað var skjótt, at tað varð gerandisdagur hjá teimum, og kanska var ein orsøkin, at teir — sjálvandi ikki tilvitað - undan upp- gerðini høvdu armarnar ov ovarlaga. Teir tóktust ikki sinniliga tunaðir til so skrappan lút, sum tann teir í B36 høvdu til teirra. Gestirnir høvdu umskipað liðið. Tað vóru teir noyddir til, tí miðverjin og liðfor- maðurin, Pól Thorsteinsson, var sjúkur. Fróði Benjamin- sen, sum næstsíðsta sunnu- dag var í álopinum, var hesa ferð í miðverjuni saman við Herbert í Lon Jacobsen. Fyrstu tríggjar fjórðingarnar av tíðini megnaðu teir at halda fuglfirðingum frá uppløgdum málmøguleik- um. Onkrar hissini royndir vóru úti frá, men tær vóru oftast óneyvar, og Jákup Mikkelsen, sum aftur hesa ferð var sera tryggur í mál- inum, varð ikki settur á stórvegis royndir. Avgerandi løtan Tá ið ein hálvur stórur tími var farin, hevði B36 havt fleiri upplagdar møguleik- ar, og tá høvdu teir skorað tey bæði málini, sum vóru orsøk til, at útisigurin í 2. hálvleiki ongantíð var í vanda. Tað, sum eftir var, gekk fyri seg eftir teirra treytum. Hesa ferð var Óbi frá fyrsta bríksli undir liðini á Allani Mørkøre í B36 álop- inum, og teir báðir saman við miðvallaranum í vinstru, Eyðuni Højgaard, møguleikar at gera mál, uttan at tað eydnaðist. Tá ið stórt korter var farið, vóru álopsspælarar- nir meistarar fyri fyrra mál- inum. Eftir framlegging frá Mikkjali Thomassen streyk Allan Mørkøre ígjøgnum í høgru og legði innfyri málið, har Óbi við handara stólpan stýrdi bóltinum í málið til 1-0 B36 leiðslu. Eina ferð afturat eydnað- ist tað at fáa bóltin í málið aftanfyri Allan Joensen, sum var komin fyri seg eftir løstin, sum hann fekk á Skála næstsíðsta sunnudag. Tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum, tá ið Kenneth Jacobsen sendi bóltin í málið. Støðan stóðst eftir frísparksinnlegg frá Mikkjali Thomassen úr høgru. ÍF verjan megnaði ikki at beina bóltinum so langt burtur, at vandin var av, og so smekkaði vong- verjin í høgru til. B36 var frammanfyri 2-0, og ÍF megnaði ikki at svara aftur. Heimatrýst Kenneth Jacobsen varð rik- in av vøllinum miðskeiðis í 2. hálvleiki orsaka av mein- ingsleysari sparking av mótstøðumanni næstan á miðjum vølli. Tá ið fugl- firðingar vóru ein fleiri á vøllinum tóktist tað sum um, at eitt mál skuldi koma afturat. ÍF slepti í verjupart- inum, tá ið teir royndu at leggja trýst á, og teir høvdu tríggjar góðar møguleikar. Í hinum endanum var fleiri ferðir um reppið, at Óbi, sum var einsamallur á toppinum, eftir at Allan Mørkøre var farin aftur á vongverjan í høgru, gjørd- ist púra blankur, men hann varð hvørja ferðina veittr- aður rangstaddur bara eitt sindur frammanfyri mið- strikuna. Bartal Eliasen og Magni á Lakjuni gjørdust báðir leysir í vinstru, men báðir kiksaðu, tá ið Jákup Mikk- elsen leyp út ímóti teimum. Bartal lyfti bóltin dygst framvið handara stólpan- um, og Magni lyfti bóltin upp um málið. Tað kendist sum um, at ÍF skjótt kundi havt tikið seg upp á javnt, um teir høvdu fingið hol á beinanvegin, eftir at B36 hevði mist ein mann, men teir fingu ikki bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen. Størsta ÍF møguleikan fekk innskifti Sylla ikki so langt undan dystarenda. Eftir frísparksinnlegg úr høgru var hann púra blank- ur stutt úr handara stólpan- um, men honum eydnaðist ikki at fáa fótin á bóltin. ÍF-B36 0-2 (0-2): ÍF megnaði einki móti B36 tyngdini Hóast hann ikki er av størstu monnum, so gav Ingi Højsted øgiliga tyngd í B36-mið- vøllin, og tað var avgerandi fyri dystargongdina Mynd: Jonhard Hammer ÍF-B36 0-2 (0-2) 0-1: Óbi 19. 0-2: Kenneth Jacobsen 35. Dómari: Páll Augustinussen ÍF: Allan Joensen - Eyðolvur R. Petersen, Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, John Thomsen - Hanus Eliasen (Fritleif í Lambanum, 46.), Símun Eliasen, Høgni Zachariasen, Rúni Elttør (Sylla D. Arned, 60) - Gunnar Nielsen (Atli Petersen, 78.), Magni á Lakjuni Gult kort: Fritleif í Lambanum, Símun Eliasen B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Santos - Bergur Midjord, Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen (Bárður H. Joensen, 75.), Eyðun Højgaard - Allan Mørkøre, Óbi Gult kort: Óbi, Ingi Højsted, Bárður H. Joensen Reytt kort: Kenneth Jacobsen 70. FAKTA UM DYSTIN Vongverjin, sum skor- aði týdningarmikla 2- 0 málið, var undir taki, tá ið liðfelagarnir vóru í síðsta stríðnum fyri at verja leiðsluna B36 Jóannes Hansen B36 spælararnir vóru ovur- fegnir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Teir høvdu í tjúgu minuttir verið undirmannaðir, og onkra ferðina hevði staðið á. Ein tann fegnasti mundi Kenneth Jacobsen vera. Hann hevði tíggju minuttir undan hvíldini skorað kanska vakrasta málið, sum hann yvirhøvur hevur gjørt í bestu deildini, og mið- skeiðis í 2. hálvleiki hevði hann fyri fyrstu ferð nakr- antíð í bestu deildini sæð reyða kortið. - Eg rakti bóltin sera væl, og tað var fínt at síggja hann fara í málið til 2-0 leiðslu. Undan ferðini til Fuglafirðar høvdu vit kanska verið nøgdir við ikki at tapa, men eftir dystarlok haldi eg, at tað var í lagi, at vit fingu øll stigini. Ætlanin hjá okkum var at vera tættir í teimum og at vera avgjørdir í nær- dystunum, og tað eydnaðist væl, staðfestir Kenneth Jac- obsen. Í 2. hálvleiki varð hann rikin av vøllinum, tí dómar- in metti, at hann hevði sparkað í beinini á Magna á Lakjuni. - Tað er ikki so nógv at siga til útvísingina. Eg sparkaði, eftir at dómarin hevði bríkslað. Kanska vóru vit irriteraðir inn á, at hann ikki hevði bríkslað, tá ið Bergur Midjord varð hildin. Ætlanin var at sparka bóltin, sum var mill- um beinini á Magna, men í staðin rakti eg Magna, og so sá tað sjálvandi væl meiri ógvusligt út, enn eg hevði ætlað. Tað varð ein stórur ruðuleiki aftaná, og tað hevur verið sagt, at onkur slóð meg, men eg varð ikki raktur, staðfestir Kenneth Jacobsen, sum rósar liðfeløgunum fyri, at teir megnaðu at halda tørn, hóast ÍF royndi at trýsta. Kenneth uppi og niðri