týsdagur 19. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 19. apríl 2005
23
Megnaðu
ikki at
mynda
ÍF miðvallarin
Høgni Zachariassen
ásannar, at hetta var
ikki tað, sum teir
høvdu ætlað, og
hann gevur eitt nú
tendringini skuld-
ina
ÍF
Jóannes Hansen
- So hava vit roynt at tapa
í Formula deildini.
Tað er fyrsta staðfest-
ingin, tá ið ÍF miðvallarin
og ein tann mest eyð-
sýndi spælarin higartil í
hesum kappingarárinum,
Høgni Zachariassen, ger
status eftir 2-0 tapið
ímóti B36.
- Í sovornum førum er
tað upp til okkum at
mynda spælið á heima-
vølli. Tað megnaðu vit
ikki, tá ið teir vóru so
tættir í okkum, og so
tykist tað sum um, at
tendringin ikki verður
tann, sum tað er alneyð-
ugt, at hon er. B36 spælir
seg til fleiri møguleikar,
enn vit megna, og tað er
ikki so nógv at siga til, at
teir vinna. Men um vit
høvdu dugað betur at
gjørt
nyttu
burturúr
møguleikunum, sum vit
fingu, tá ið teir høvdu
mist ein mann, so kundu
vit kanska havt fingið eitt
stig.
Hvussu fer hetta at
kennast í hesi vikuni?
- Tað er nú, at vit skulu
vísa, hvør dugur er í okk-
um. Vit skulu til Runa-
víkar. Teimum vunnu vit
báðar dystirnar ímóti í
fjør, og eg haldi, at tað er
týdningarmikið, at vit
reisa okkum aftur bein-
anvegin. Vit vistu, at vit
eina ferð fóru at tapa. Tað
var spell, at tað var á
heimavølli, og at vit
kanska eiga stóran lut í tí
sjálvir, men soleiðis var
tað, og nú mugu vit
leggja hetta afturum okk-
um og hava fokus á næstu
uppgávuni, heldur ÍF
miðvallarin.
Trýstið
tikið
burtur
GÍ venjarin heldur,
at avrikini seinastu
ferðirnar hava lagt
upp til, at teir
skuldu havt fingið
fleiri stig enn tey
trý, sum GÍ hevði
við av Vágseiði
GÍ
Jóannes Hansen
GÍ venjarin, Krzystof
Popczynski, fjalir ikki
yvir, at hann var ógvuliga
lættur, tá ið hann í nógva
vindinum
seinnapartin
sunnudagin fór av vøllin-
um, sum var fyrsti heima-
vøllurin hjá honum, tá ið
hann fyri seks árum síð-
ani kom til Føroya.
- Tað kann skjótt gerast
ónd ringrás, tá ið stig ikki
fáast burturúr, hóast av-
rikini hava verið góð. Í
fyrsta umfarinum spældu
vit illa ímóti EB/Streymi,
og tá høvdu vit ikki uppi-
borið at fáa nakað burtur-
úr. Ímóti KÍ og serliga í
Fuglafirði haldi eg, at vit
vóru óhepnir. Eg var í
hvussu so er nøgdur við
avrikini, og hesa ferð var
eg nøgdur bæði við av-
rikið og úrtøkuna, sigur
Popczynski, sum setti seg
sjálvan á vøllin, tá ið
seinna umfarið var gott
og væl hálvrunnið.
Roknar tú nú við, at tað
fer at venda hjá tykkum?
- Tað hevur í hvussu so
er stóran týdning, at vit
komu á stigatalvuna. Tað
tyngir, tá ið einki fæst
burturúr, og tað lættir, tá
ið tað gongur væl. Nú
skulu vit í Gundadal at
spæla ímóti HB, og vit
halda, at vit hava góðan
møguleika at fáa stig og
kanska at vinna ímóti
teimum, heldur GÍ venj-
arin, sum rósar sínum
monnum fyri at hava víst
góðan hugburð í Vági.
VB-GÍ 0-1 (0-1)
Gøtumenn komu á talvuna
Jónreid Dalheim
skoraðí fyri fyrstu
ferð í landskapping-
ini, og vágbingar
noyddust enn eina
ferð at staðfesta, at
tað er trupult hjá
teimum á heimavølli
ímóti Eysturoynni
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Vágbingar hava tað trupult
á heimavølli ímóti feløg-
unum úr Eysturoynni. Tað
varð enn eina ferð staðfest
sunnudagin. Í fyrsta umfar-
inum var ÍF í Vági, og tá
fingu teir - á sama hátt sum
teir gjørdu í steypakapp-
ingini - við 1-0 sigri fulla
úrtøku.
Sunnudagin var GÍ í
Vági, og teir fingu fulla
úrtøku. Ímillum vitjanina
av fuglfirðingium og gøtu-
monnum høvdu vágbingar
roynt seg ímóti bæði klaks-
víkingum og havnarmonn-
um, og báðu ferðirnar fingu
teir væl burturúr. 1-1 í
Klaksvík og 1-0 sigur og
harvið full úrtøka ímóti trí-
faldu meistarunum.
Líkindini
vóru
einki
serlig. Ivasamt var, um tað
yvirhøvur bar til at spæla.
Tað vóru teir ógvuliga iva-
samir um sunnumorgunin,
men eftir døgurða tóku teir
avgerð um, at dómarabólk-
urin og gøtumenn skuldu
ikki fara norður um aftur í
øllum rullinum, uttan at teir
høvdu roynt seg á vøllinum.
Gøtumenn høvdu nógva
vindin undan í 1. hálvleiki.
Tað bar illa til at fáa skipað
fótbóltsspæl í lag, men báð-
ir partar royndu. Bólturin
var fyri tað mesta á tí part-
inum av vøllinum, sum
vágbingar vardu, og onkrar
vandamiklar støður stóðust
í VB brotsteiginum.
Tá ið fyrra umfarið var
knappliga hálvrunnið, fekk
GÍ málið, sum í síðsta enda
vísti seg at hava virði av
trimum stigum. Einsamalla
málið skoraði miðvallarin í
høgru, Jónreid Dalheim,
sum fyri tað mesta plagar at
vera á beinkinum, men sum
hesa ferð hevði fingið
møguleikan millum teir
fyrstu ellivu. Hetta var
fyrsta málið hjá Jónreid í
landskappingini.
Málið stóðst eftir upp-
spæl í vinstru og innlegg.
VB verjan royndi at beina
bóltinum burtur, men teir
vóru so óhepnir, at teir
løgdu hann eitt sindur út
um brotsteigin og mitt fyri,
har bæði Sámal Joensen,
sum aftur hesa ferð var
annar av álopsspælarunum,
og Jónreid Dalheim vóru
púra blankir. Jónreid takk-
aði fyri tilboðið og sendi
bóltin í málið dygst úti við
stólpan.
Ferðin ikki stór
Eftir steðgin hevðí heima-
liðið vindin undan. VB
hevði bóltin nógv meiri,
enn gestirnir høvdu, men
tað eydnaðist teimum ikki
at fáa mál.
Næst við at javna var
fyrrverandi GÍ spælarin,
Símun Samuelsen. Mið-
vallarin í vinstru hjá VB
sendi bóltin í tvørtræið
aftanfyri Hall Hansen.
VB hevði fleiri aðrar
royndir, men tað var sjáld-
an, at GÍ maðurin noyddist
at strekkja seg. Heldur var
tað
soleiðis,
at
vágbingarnir vóru óneyvir
og sendu uppum og fram-
við málinum.
Tá ið VB fyri tveimum
vikum síðani var í Klaks-
vík, illneitaðust klaksvík-
ingar um, at VB í 2. hálv-
leiki dugdi so væl at taka
tað heilt róligt, tá ið teir
skuldu avgreiða deyðbólts-
støður. Tá var ferðin lítil,
tað
gagnaði
gestunum
mest, og teir á heimaliðn-
um skúmaðu, so tað gekk
út yvir teir sjálvar.
Júst soleiðis var tað í
Vági sunnudagin. Men
hesa ferð var tað GÍ, sum í
2. hálvleiki nýtti gomlu og
væl kendu uppskriftina á
útivølli. GÍ málverjin, Hall-
ur Hansen, sá gult fyri at
draga tíðina út, og vág-
bingar vóru ørkymlaðir, so
tað kanska gekk út yvir
teirra egna avrik.
Sum 2. hálvleikur leið
flutti VB fólkið longri fram
á vøllin, og gøtumenn løgdu
størri dent á verjupartin.
Súni Olsen var einsamallur
á toppinum, og tað kundi
tókst sum um, at eitt mál fór
at koma, men VB megnaði
ikki at bróta ígjøgnum, og
so vóru gøtumenn nøgdir
við tepra og sera týdningar-
mikla sigurin.å
VB venjarin heldur, at
gongdin og úrslitini
vísa, at teir hava tak á
verjuspælinum, og at
tað er málskjótingini,
at tað er heilt galið við
VB
Jóannes Hansen
Tað er eyðsýnt á støðutalv-
uni, hvør stóri trupulleikin
hjá okkum er. Í teimum
fýra ferðunum, sum vit
hava roynt okkum í lands-
kappingini, hevur stóri
trupulleikin verið at skjóta
mál.
Hetta er staðfestingin hjá
VB
venjaranum,
John
Christensen, tá ið hann ger
viðmerkingar til avrikið og
úrslitið á heimavølli ímóti
GÍ.
-Vit kundu havt vunnið
allar fýra ferðirnar, og vit
kundu eisini havt tapt allar
fýra ferðirnar. Marginalir-
nir verða so smáir, tá ið tað
gongur soleiðis. Tá ið tú
ikki fært mál sjálvur, so
rakar tað meint, tá ið mót-
støðuliðið skorar eina ferð,
og tað mugu vit rokna við,
at teir fara at gera viðhvørt,
sjálvt um verjuskipanin
riggar heilt væl hjá okkum,
heldur John Christensen.
VB hevur fingið trý mál
ímóti sær. ÍF og GÍ hava
skorað í Vági, og KÍ fekk
mál í Klaksvík, tá ið teir
gjørdu
nyttu
burturúr
óneyðugum brotssparki.
Hvat ætla tit at gera við
henda trupulleikan?
- Vit fara at venja so mið-
víst, sum vit hava gjørt hig-
artil. VB hevur teir útlend-
ingarnar, sum hava loyvi at
spæla við, og tað er iva-
samt, um tað finnast góðir
málskjúttar, sum ikki longu
spæla. Eg havi álit á teim-
um, sum eru á liðnum, og
eg veit, at teir gera teirra
besta. Í felagi vóna vit, at
tað næstu ferð verður nóg
mikið.
Vit mugu fáa gongd í málskjótingina
VB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Jónreid Dalheim 19.
Dómari: Georg N. Rasmussen
VB: Bjarni Johansen — Mortan úr Hørg, Anders
Sørensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø (Jón K
Poulsen, 88.) — Poul N. Poulsen, Evrad Ble, Milan
Culic, Símun Samuelsen — Nenad Zivanovic, Dan
Djurhuus
Gult kort: Kári í Lágabø, Evrad Ble
GÍ: Hallur Hansen — Hans Pauli Petersen, Atli
Gregersen, Robert Rzeczycki, Hanus Jacobsen —
Jónreid Dalheim (Sam Jacobsen, 89.), Símun Louis
Jacobsen (Krzystof Popczynski, 69.), Sámal Joen-
sen, Poul Henning Jacobsen — Súni Olsen, Poul
Arni Jacobsen (Áslakur R. Petersen, 79.)
Gult kort: Poul Arni Jacobsen, Símun Louis Jacob-
sen, Hallur Hansen
FAKTA UM DYSTIN