týsdagur 19. apríl 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 73 - 19. apríl 2005
Missa
leiðsl-
una
Hóast tað var í seinna
hálvleiki, at NSÍ royndi
at trýsta EB/Streym, so
helt Christian Høgni
Jacobsen eftir dystin, at
teir skuldu vera betri
nøgdir um fyrru trý
korterini.
- Eg haldi, at har var ov
lítið spæl hjá okkum
eftir steðgin. Tað er nak-
að av vindi, og tá tú so
spælir við longum bólt-
um niðaneftir, verður
tað ofta trupult at fáa
nakað burturúr.
Men at tit hava so stóra
yvirvág, uttan verulga
at skapa møguleikar,
ber tað ikki boð um trup-
ulleikar í spælinum?
- Tað kanst tú kanska
siga. Vit eru í øllum før-
um ikki nóg dugnaligir
til at finna álopsspælar-
arnar. Tað var kanska
størsti trupulleikin hesa-
ferð, og tann trupulleik-
an hava vit eisini havt
fyrr.
Um spælið í dystinum
helt Christian Høgni
annars, at hann og lið-
felagarnir enn einaferð
høvdu
sveiggjað
ov
nógv ígjøgnum dystin.
Men hann legði sam-
stundis dent á, at hetta
er nakað, sum teir
kunnu arbeiða seg burt-
urúr.
- Tað er kanska tað, at
vit eru nakað bangnir
fyri at vinna. Fáa vit
nakrar sigrar, so fer tað
helst at verða betri. Í
dag eru vit til dømis
framman fyri tvær ferð-
ir, og tá skalt tú helst
vinna ein dyst. Men
hinvegin, so høvdu teir
eisini sínar kjansir, so
javnleikurin var kanska
á leið.
-jm
NSÍ átti trýstið, men
bestu møguleikarnir
fullur tó til vertirnir,
tá EB/Streymur
sunnudagin tók ímóti
NSÍ
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast talan var um tvey lið
sum heldur enn fegin vildu
hava stigini, sum spælt varð
um, so máttu bæði EB/-
Streymur og NSÍ taka til
takkar við javnleikinum
sunnudagin. Ein javnleikur,
sum kanska ikki er nøkur
vanlukka, men sum hin-
vegin heldur ikki lyfti liðini
nakað serligt á talvuni.
Royndu at spæla
Vertirnir hava fyrstu umfør-
ini fingið fleiri atfinningar
fyri, at teir ikki hava spælt
nóg væl fótbólt, men heldur
hava valt at standa í verju-
støðu og sparka langt.
Kann vera, at partur av
hesum atfinningum ikki
hava verið heilt rímiligar,
og í øllum førum tóktist
tað, sum vildi liðið aftur-
vísa hesum uppáhaldinum.
Frá fyrsta bríksli varð roynt
at halda bóltin á jørðini, og
heldur geva sær tol og
stundir at pilka mótstøðu-
verjuna.
Og størsta partin av fyrra
hálvleiki eydnaðist hetta
eisini sera væl. Eisini hóast
tað mundi koma sum vátur
vøttur, tá gestirnir brádliga
løgdu seg á odda.
Hjá NSÍ var greitt, at liðið
kanska var skert í meira
lagi. Í øllum førum gav tað
trupulleikar á bakkinum, at
Sjúrður Jacobsen ikki var
klárur eftir skaða, og fleiri
ferðir
skaptu
vertirnir
vandastøður við kvikum
uppspæli í síðunum. Tað var
eisini eftir eitt slíkt, at út-
javnandi málið kom. Bárður
fekk bóltin eftir langt skift,
og tá hann ikki fekk skotið
sjálvur, trillaði hann aftur til
Hans Paula Petersen, sum
hølvaði bóltin inn.
Trupulleikar við at
bíða
Málið var kanska ein
ábending um, at NSÍ ikki
eru nóg sterkir til at fara í
bólthavaran, tá teir eru í
verjustøðu. Fleiri ferðir
bakkaðu teir heilt langt
undan skotsterku og –glaðu
gestunum, og tað mundi
eisini kostað ta einum ferð-
ina. Ivaleyst vilja tey hjá
heimaliðnum vera við, at
bólturin var innan fyri
strikuna, tá Pacek smekk-
aði upp undir tvørtræið,
men floytan segði einki, og
so sluppu runavíkingarnir
við skrekkinum.
Tað slapp EB/Streymur
eisini, tá Christian Høgni
Jacobsen var um at verða
fyrstur á innleggi úr vinstru,
men tann bólturin sneiddi
sær beint framvið málinum.
Tað gjørdi hann so ikki, tá
vertirnir beint undan steðg-
inum fingu sær enn ein
blund, soleiðis at NSÍ kundi
skora eftir deyðbóltsstøðu.
Nakað sum annars tykist
eyðkenna øll tey lið, sum
Trygvi Mortensen hevur
fingist við seinnu árini.
NSÍ trýsti uttan vekt
Eftir steðgin skifti dysturin
fullkomuliga ham. Nakað
av vindi hevði verið eftir
vøllinum, tó at heta ikki
darvaði spælinum nakað
serligt, men runavíkingar
høvdu so lítla lotið í ryggin
eftir steðgin.
Um tað var hetta, sum
gjørdi munin, skal vera
ósagt, men tað vóru gestir-
nir, sum sótu á snøgt sagt
øllum. Teir royndu støðugt
at trýsta spælið oman móti
EB/Streyma málinum, og tó
at talan sera sjáldan gjørdist
um veruligar møguleikar.
Hinvegin var heimaliðið
kanska tað vandamiklara,
og tað eydnaðist eisini at
javna eftir kanska besta
álopið í dystinum.
Og so stóð NSÍ fyri tí
nógva næsta hálva tíman
ella har á leið. Við einum
ótroyttiligum
Helga
L.
Petersen sum drívmegin á
miðvøllinum, varð at kalla
hvør tann einasti nærdyst-
urin vunnin, og hjá EB/-
Streymi fekk verjan ikki
gjørt nógv annað enn at
sparka burtur. Snøgt sagt tí
Málini
0-1: Ikechukwu
Onyema, 10.
Eingin vandi tykist vera
á ferð, tá NSÍ sendir
bóltin inn í brotsteigin,
men tá Pacek ikki fær
beint bóltin burtur,
stendur Ike brádliga púra
blankur og kann pota
bóltin í netið.
1-1: Hans Pauli
Samuelsen, 17.
Millum mongu perlurnar,
sum Hans Pauli hevur
sent í kassan, man hend-
an avgjørt teljast millum
tær bestu. Bárður Olsen
leggur út frá til Hans
Paula, sum meddar
bóltin beint í málhornið.
Jens Martin fekk kanska
blunkað eina ferð við
eygunum, men so heldur
ikki meira.
1-2: Christian Høgni
Jacobsen, 45
Vertirnir snorksova, tá
NSÍ fær fríspark, og so
gongur tað skjótt fyri
seg. Christian Høgni fær
bóltin stungnan innum
verjuna, og tó at Gunnar
fær hondina á bóltin, so
fær hann ikki forðað fyri
málinum.
2-2: Gert Hansen, 52.
Uppspælið er eftir
bókini, tá Hans Pauli
fyrst vinnur bóltin, fyri
síðani at renna seg
leysan í síðuni. Innleggið
er neyvt, og so kann Gert
í fullari ferð stúta bóltin
niður í málhornið.
EB/Streymur-NSÍ 2-2 (1-2):
Samdust á Mølini
EB/Streymur - NSÍ 2-2 (1-2)
0-1: Ikechukwu Onyema, 9.
1-1: Hans Pauli Samuelsen, 18.
1-2: Christian Høgni Jacobsen, 44.
2-2: Gert Hansen, 52
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Ólavur Poulsen,
Andrzej Pacek, Egil á Bø, Jóhann á Stongum -
Bárður Olsen, Gert Hansen, Marni Djurhuus, Hans
Pauli Samuelsen - Sonni L. Petersen (Leif Nicla-
sen, 77.), Sorin Anghel.
GK: Hans Pauli Samuelsen, 76.
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Dánial Hansen, Einar Hansen (Jónstein
Petersen, 61.) - Gert Langgaard, Helgi L. Petersen,
Jústinus R. Hansen, Andy Olsen (Debus Danielsen,
77.) - Ikechukwu Onyema, Christian Høgni Jacobsen
GK: Einar Hansen, 15., Jústines R. Hansen, 58.
Dómari: Oddmar Andreasen. Kom sera væl frá
uppgávuni. Meint positivt, so legði tú nærum ikki
til merkis, at nakar dómari var á vøllinum
FAKTA UM DYSTIN