Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 19. apríl 2005 25 Nøgdir um spælið Seinni málskjúttin hjá EB/Streymi, Gert Han- sen, helt eftir dystin sunnudagin, at hetta mundi vera besti dystur- in, sum teir hjá EB/- Streymi høvdu spælt í ár. - Vit royna hesaferð at spæla bóltin niðan, og fyri tað nógva eydnast tað eisini heilt væl. Vit fáa eisini spælt okkum fram til nakrar møgu- leikar, sum væl kundu givið størri úrtøku. Men eftir steðgin koma tit undir stórt trýst. Orkaðu tit ikki meira? - Jú, tað haldi eg. Men vindurin darvaði nakað, soleiðis at vit komu at liggja ov langt afturi, og so verður trupult at vinna seg niðan. Um sín egna leiklut í seinna málinum helt Gert, at hann hevði rakt bóltin væl. - Tá eg skori, so plagar tað at vera við høvdin- um, og so var eisini hesaferð. Hasin bólturin sat bara akkurát, sum hann skuldi, staðfesti Gert, sum annars helt, at javnleikurin var í lagi. - Sjálvandi skal man helst vinna á heimavølli. Men sum dysturin gekk, so haldi eg kortini, at vit skulu vera nøgdir um eitt stig, staðfesti hann at enda. -jm alt ov langt var frá fremstu ketuni til tí næstu. Seinasta korterið tóktist tó, sum fekk heimaliðið um rætta endan. Kanska vóru runavíkingarnir um at verða møddir, og tá teir nú fingu møguleikan, so megnaði EB/Streymur at spæla seg til fleiri kjansir. Ikki minst kundu innskifti Leif Niclasen við eitt lítið sindur av hepni koppað dystinum til fyrimuns fyri heimaliðið, men í tveimum førum stóð Jens Martin Knudsen á júst rætta staðnum. Júst leikluturin hjá royna málverjanum kann tykjast at gerast sera týdningar- mikil hjá NSÍ í ár. Higartil hava teir í ov lítlan mun sýnt veruligt flótandi fót- bóltsspæl, og tá er umráðandi við einum sterkum skansa, tá spælið ikki koyrir. Í so máta mundi dysturin hjá EB/Streymi kennast frægari sunnudagin. Men tað kostar, tá mistøk verða framd í verjupartinum. Og skal liðið upp, so er neyð- ugt at fáa hesi mistøkini burtur úr spælinum. Dreymafinalan Ársins FA-Cup finala verður ímillum arva- fíggindarnar Arsenal og Manchester Uni- ted. Hetta gjørdist greitt, eftir at bæði liðini vunnu trivalig- ar sigrar í hálvfinal- uni um vikuskiftið FA-CUP Stefan í Skorini stefan_skorini@hotmail.com Enska steypakappingin fer at enda við einum sonnum braki á Millennium Stadu- im tann 21. mai. Hvørki Sir Alex Ferguson ella Arsene Wenger hava dult fyri, at teir nú leggja størst dent á FA-Cup kappingina, eftir at Chelsea so at siga hevur tryggjað sær meistara- heitið. Hetta er møguleikin hjá báðum feløgum at bjarga einum annars miseydnað- um kappingarári. Bæði lið- ini máttu lúta í 1/8-finalun- um í Champions League, og meistaraheitið er uttan- fyri eygsjón. Arsenal basti Blackburn Arsenal vann ein greiðan 3- 0 sigur á Blackburn. Men tað var ikki fyrr enn móti endanum, at Arsenal endi- liga tryggjaði sær sigurin. Blackburn spældi sera hart, og fleiri gult kort vóru á lofti. Arsenal megnaði tó at basa Blackburn-liðnum. Robert Pires legði Arsenal framum fyri steðgin, og Robin van Persie sló sigur- in fastan við tveimum mál- um í teimum seinastu min- uttunum. Eingin ivi hjá United Manchester United møtti Newcastle United í hinari hálvfinaluni. Tað var ong- antíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. United vann ein uppibornan 4-1 sigur. Ruud van Nistelrooy, ið ikki hevur spælt upp til sítt besta seinastu tíðina, legði United framum eftir inn- legg frá Ronaldo. Scholes økti um munin, tá hann setti høvdið á enn eitt innlegg frá Ronaldo. Nistelrooy skoraði til 3- 0, áðrenn Shola Ameobi minkaði til 3-1. Ronaldo beindi tó allan iva til viks, tá hann skoraði til 4-1. Newcastle mátti klára seg uttan Lee Bowyer og Kier- on Dyer, ið báðir eru leik- bannaði eftir ein bardaga teirra millum í dystinum ímóti Aston Villa. Hetta hevði í veruleikanum við sær, at álopsspælið hjá Newcastle gjørdist alt ov tannleyst til at nerva sterku United verjuna. Liðformaðurin hjá New- castle, Alan Shearer, misti harvið enn ein møguleika at lyfta eitt steyp fyri New- castle. Hann hevur eftir níggju ár í Newcastle enn ikki vunnið nakra kapping, og nú yrkisleiðin fer at líða móti endanum, røkist einki fyri, at hesin dreymurin skal gerast veruleiki. Ruud van Nistelrooy fekk loksins gongd á málskjótingina aftur, tá Manchester United vann seg fram til FA-Cup finaluna Mynd: Reuters