Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 73 - 19. apríl 2005 Hans á Lag, HB: - Ein góð kensla Sunnudagin slapp Hans á Lag á fyrsta sinni at royna seg sum áleypara á besta liðnum hjá HB. Hans hevur altíð, bæði í vaksnamannadeildini og í ungdómsárum, spælt í verjuni, men Heine Fern- andez hevði gjørt av, at Hans møguliga var loysn- in upp á álopstrupulleik- arnar hjá HB. Spurdur hvussu tað kendist at spæla sum áleypari, sigur Hans á Lag: - Tað var ein góð kensla. Um eg ikki kann brúkast í verjni, so er tað í fínasta lagi, at eg kann spæla í álopinum, helt Hans skemtandi fyri. - Eg haldi, at vit skaptu nógvar møguleikar, og vit áttu helst at fingið fleiri mál, men tað týdningar- miklasta er, at vit fingu øll trý stigini, sigur Hans á Lag. - Vit vistu, at TB fór at liggja aftarlaga á vøllin- um, og tað var ongin ivi um, at tað fór at verða ein trupul uppgáva, og tí eru vit væl nøgdir við dystin, sigur Hans á Lag at enda. -tn Óli Johannesen, TB: - Eingin skandala Liðskiparin hjá TB, Óli Johannsen, helt eftir dyst- in móti HB, at tvøramenn saktans kundu verða nøgdir við sítt avrik, hó- ast teir taptu dystin. - Vit vóru nógv skerdir til hendan dystin. Predrag Zivkovic hevði leikbann, og harafturat eru Búi Mortensen, Jón Johannsen og Alexander Jovevic ant- in skaddir ella sjúkir, greiðir Óli Johannesen frá. - Vit vistu, at hetta fór at verða kanska tann trupl- asti útidysturin á árinum, og tí kundu vit bara yvir- raska í Gundadali móti HB, heldur Óli Johannsen. Hóast TB nú er aftast í Formuladeildini við tveimum stigum, so held- ur Óli Johannesen ikki, at tað er nøkur skandala. - Vit eitt lítið sindur av hepni høvdu vit seks stig, og sum heild hevur byrj- anin upp á kappingarárið ikki verið so galin hjá okkum. Tað vísir seg eisini, at øll liðini kunnu taka stig frá hvøjrum øðr- um, so vit skulu nokk koma longur upp á stiga- talvuni, sigur landsliðs- skiparin at enda. tn Føroyameistararnir úr HB tryggjaðu sær sunnudagin trý kær- komin stig, tá ið teir vunnu ein tryggan sigur á uppflytarun- um úr TB í Gundadali FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo HB hevði fyri neyðini at tryggja sær øll trý stigini, tí greipuvinnararnir hava ikki havt eina serliga góða byrj- an upp á kappingarárið í Formuladeildini, og tí var neyðugt við einum sigri, um havnarliðið ikki full- komiliga skuldi missa sam- bandið til oddin. Skerdir tvørámenn Tað var eitt skert TB-lið, sum var komið á vitjan hjá HB í Gundadali. Predrag Zivkovic fekk reytt kort síðsta dyst, og í sama dysti fekk Alexander Jovevic ein skaða, sum gjørdi, at hann ikki kundi verða við móti HB. Fyri at gera ilt verri bleiv veteranurin Jón Jo- hannesen skaddur undir venjing leygardagin, og náttina til týsdagin gjørdist Búi Mortensen sjúkur, so teir báðir vóru heldur ikki við í trupla útidystinum. Venjarin hjá HB, Heine Fernandez, hevur alment borið fram, at HB hevur manglað ein málskorara í ár, og Heine hevur havt nógv høvuðbrýggj av, hvussu álopsstrupulleikin skuldi loysast, og sunnu- dagin var ein roynd at loysa trupulleikan gjørd. Tá ið HB-liðið gjørdi seg klárt at byrja dystin, vóru tað nógvir áskoðarar, ið gløddu við, tá ið tey sóu, at undir liðini á Jákupi á Borg í álopinum stóð vanligi verjuleikarin Hans á Lag. Endamálið við at seta Hans í álopi var óivað at fáa ein mann, ið er sterkur í luftini, at taka dystin upp við tær báðar kempurnar í miðverj- uni hjá TB, Óla Johannesen og Ace Petrovic, og harvið fáa lagt nakrar bóltar fyri føturnar á viðleikarunum har frammi á vøllinum. Verjumúrur Tað var heimaliðið, sum hevði greiða leikliga yvir- vág frá fyrsta bríksli, men liðið hjá TB var ógvuliga væl skipað, og tað gekk striltið hjá HB at koma til teir heilt stóru møguleikar- nar. Tvørámenn arbeiddu hart, og hvørja ferð at HB hevði bóltin, flutti TB alt sítt fólk aftur um bóltin, soleiðis at HB rendi seg í ein sannan verjumúr, tá ið teir royndu at fara fram eftir vøllinum. Nærkaðist HB brotsteigin- um hjá TB, var verjan hjá tvørámonnum fyri, og ikki minst var tað liðskiparin hjá TB, Óli Johannsen, ið var dugnaligur til at rudda burt av vandaleið. HB hevði tó nakrar møguleikar, og longu tá ið 10 minuttir vóru leiktir, var um reppið, at heimaliðið legði seg á odda, men royndin hjá Hans á Lag brast í tvørstongina. TB kom nú eitt sindur meiri við í dystin, og nakað eftir royndina hjá Hans á Lag á tvørstongina, hevði Olivur Abrahamsen hjá TB eina góða skotroynd, sum Bárður í HB-málinum tó ikki hevði stórvegis trupul- leikar av. Tá ið ein hálvur tími var leiktur, hevði heimaliðið ein risa møguleika at leggja seg á odda, men hóast teir fýra ferðir royndu seg úr heilt stuttari fjarstøðu, eydnaðist tað ikki teimum at fáa bóltin framvið einum vælleikandi Predrag Mark- ovic í TB-málinum. Stutt eftir henda møgu- leika var enn einaferð vandi á ferð í TB-brotsteiginum, men Jákup á Borg skeyt upp um úr fimm metra fjarstøðu. Tá átti TB-málverjin helst fríspark frammanundan. Tað vísti seg, at neyðugt var at fáa ein verjuleikari framvið, áðrenn tað skuldi eydnast hjá HB at fáa hol á. Johannus Joensen fór fram eftir vøllinum, spældi bandaspæl við ein liðfelaga og slapp á henda hátt inn um verjuna hjá TB nakað úti í vinstru síðu av brots- teiginum. Ístaðin fyri at royna sjálvur valdi Johann- us at leggja tvørtur um til ein púra leysan Hans á Lag, sum hevði lætt við at langa bóltin í netið til 1-0, bert ein minutt fyri hálvleik. Einvegis ferðsla Í veruleikanum avgjørdi HB dystin við málinum hjá Hans á Lag beint fyri hálv- leik og við einum máli, sum kom beint eftir hálvleik. Tað málið kom, tá ið góðir fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Ein bóltur var sendur høgt innfyri heilt inn í mál- teigin hjá TB, har fyrst Rúni Nolsøe og síðani Hans á Lag stútaðu á tvør- træið, áðrenn bólturin datt fyri føturnar á John Hera Dam, sum setti hann í netið til 2-0. Tvørámenn vóru ónøgdir við, at málið ikki var kolldømt fyri rang- støðu, og at síggja til høvdu teir grein í sínum máli. HB hevði bóltin tað mesta av tíðini í seinna hálvleiki, og tað var ógvu- liga sjáldan, at tað vóru boð eftir HB-verjuni. Tað bleiv 3-0, táið seinni hálvleikur var hálvrunnin. Jákup á Borg sendi eitt inn- legg úr høgru síðu, og inni í brotsteiginum var Óli Jo- hannesen so óheppin, at hann beindi innlegginum í egið mál. Óli var tó eisini vanda- mikil í hinum endanum, tí tað var hann, sum fýra min- uttir fyri leiklok pyntaði um úrslitið, tá ið hann skoraði eftir eitt fríspark úr vinstru síðu. Trý kærkomin stig Hesaferð hevði Tór-Ingar Akselsen Hans á Lag sum nýggjan álopsmakkara HB-TB 3-1(1-0) 1-0 Hans á Lag 45. 2-0 John Heri Dam 50. 3-0 Sjálvmál 66. 3-1 Óli Johannesen 87. HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Johannis Joensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joen- sen – Tór-Ingar Akselsen(83. Svenn Jacobsen), Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, John Heri Dam(71. Rókur av Fløtum Jespersen) – Jákup á Borg, Hans á Lag(71. Páll M. Joensen) TB: Predrag Markovic – Mortan Enni, Ace Petrovic, Óli Johannesen, Birgir Rasmussen – Allan Poul- sen(80. Niklas Ludvík), Einar Petersen, Daniel Ny- arko, Olivur Abrahamsen – Hallur Christiansen(85. Magni Vest), Emanuel Larby Gul kort: Tór-Ingar Akselsen 25., Jákup á Borg 63., Hallur Danielsen 87., Kári Nielsen 90. – Emanuel Larby 59., Niklas Ludvík 80. Dómari: Dagfinn Olsen FAKTA UM DYSTIN