týsdagur 19. apríl 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 19. apríl 2005
27
Claus
sá gult
Coventry er fram-
vegis omanfyri nið-
urflytingar strik-
una, men vandin
fyri at flyta niður er
ikki burtur, tí fjar-
støðan til strikuna
er bara tvey stig
ENGLAND 1. DEILD
Jóannes Hansen
Claus Bech Jørgensen
tykist rættuliga at hava
vunnið seg aftur, eftir at
skaðin, sum hann fekk á
Kypros í oktober, oyði-
legði fyrra partin av
kappingarárinum
hjá
honum.
Hesa ferð var hann
millum teir fyrstu ellivu,
tá ið Coventry hevði vitj-
an av Wolverhampton.
Claus var á vøllinum,
inntil tað restaði eitt kort-
er. Tá varð hann skiftur
út, kanska eisini ti at hann
hevðí tiltuskað sær eitt
gult kort og harvið var í
vanda fyri at verða rikin
av vøllinum, um hann
eina ferð aftur at hevði
sæð gult.
Í Coventry kendu teir tað
eftir dystarlok sum um
teir høvdu vunnið eitt
stig, meðan gestirnir iðr-
aðu seg um, at teir høvdu
tapt tvey stig. Coventry
javnaði til 2-2 í síðstu
løtu.
Fremsta liðið niðanfyri
strikuna hevur 46 stig,
meðan Coventry hevur 48
stig. Sostatt er Coventry
framvegis í vanda fyri at
flyta niður.
Eftir stuttan skaðasteðg var
Claus Bech Jørgensen aftur
á liðnum hjá Coventry um
vikuskiftið
Bolton hóttir nú Everton
Einki av fýra teimum
fremstu liðunum
spældu í Premier
League hetta viku-
skiftið vegna FA-Cup,
men bardagin um 4.
plássið heldur fram,
og nú er tað Bolton,
ið er tann nærmasti
kappingarneytin hjá
Everton í dystinum
um Champions Lea-
gue pláss komandi
kappingarár. Í botn-
inum kempa fýra lið
framvegis ein harðan
dyst um at sleppa
undan niðurflyting
PREMIER LEAGUE
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com
Orsakað av hálvfinalunum
í FA-Cup vórðu bert seks
dystir leiktir í Premier
League hetta vikuskiftið.
Eyguni vórðu nú vend
ímóti botnstríðnum og tí
fjórða og seinasta Cham-
pions League plássinum.
Liverpool skuldi royna at
halda dampinum uppi eftir
bragdið ímóti Juventus
mikukvøldið.
Liverpool
spældi seg tá ímóti øllum
oddsum fyri fyrstu ferð í
hálvfinaluna í Champions
League. Men leygardagin
kom grái gerandisdagurin
aftur til Anfield, tá liðið
ikki megnaði at fáa trý stig
ímóti Tottenham, ið tískil
koyrdi grús í maskinaríið
hjá Liverpool.
Sviin Erik Edman legði
Tottenham framum heilt
tíðliga í dystinum, og hetta
gjørdi ikki uppgávuna hjá
teimum reyðu lættari. Beint
fyri steðgin javnaði spani-
ólin Luiz Garcia, ið veru-
liga hevur víst sítt virði á
Liverpool-liðnum seinastu
tíðina.
Hetta gav heimaliðnum
blóð á tonna til seinna hálv-
leiki, men bert tíggju min-
uttir eftir steðgin kom
Tottenham aftur framum.
Hesuferð við málið frá
Robbie Keane. Nú skuldi
Liverpool aftur stríðast í
mótbrekku restina av dyst-
inum.
Stutta løtu seinni fær
Liverpool brotsspark, og
tað skuldi Steven Gerrard,
ið ikki spældi við í seinna
dystinum ímóti Juventus,
taka sær av, men hann sendi
skotið framvið málinum.
Tveir minuttir seinni fekk
Liverpool tó útjavnandi
málið, og tí stóð Sami
Hyypia fyri.
Hóast Liverpool legði
stórt trýst á Tottenham-
málið ta seinastu løtuna
eydnaðist
ikki
at
fáa
sigursmálið, og nú sær tað
sera svart út hjá teimum
reyðu úr Liverpool viðvíkj-
andi luttøku í Champions
League komandi ár.
Bolton leyp framum
Bolton gjørdi sær dælt av,
at Liverpool snávaði á
heimavølli, og leyp framum
við einum sigri á Charlton.
Venjarin Sam Allardyce
hevur gjørt eitt framúrskar-
andi arbeiði í felagnum,
eftir at liðið flutti uppaftur í
Premier League fyri nøkr-
um árum síðani. Nú berjist
liðið fyri luttøku í Champi-
ons League, og tað hevði
eingin roknað við.
Jay-Jay Okocha legði
Bolton framum sjey min-
uttir inn í dystin frá brots-
sparksblettinum. Miðskeið-
is í fyrra umfari javnaði
Francis Jeffers tó fyri
heimaliðið, og 1-1 var
eisini hálvleiksstøðan.
Tað er óivað lagnunnar
speisemi, at tað júst gjørdist
senegalesarin El-Hadji Di-
ouf, ið skoraði sigursmálið
fyri Bolton. Diouf er nevni-
liga útlæntur frá Liverpool
til Bolton, og nú skorar hann
málið, ið sendir Bolton
framum Liverpool.
Diouf hevði ikki eydnuna
við sær í Liverpool, og
hann var eisini innbland-
aður í fleiri hendingar, ið
høvdu við sær, at Liverpool
vildi sleppa sær av við
Diouf. Men nú hevur hann
skorað átta mál fyri Bolton,
og hann er toppskjútti hjá
liðnum í ár. Tað má vera
sparing eftir reyv hjá Liver-
pool, um Diouf nú fer at
hjálpa Bolton til eitt pláss í
Champions League.
Tað er tó enn Everton, ið
liggur best fyri. Við einum
dysti færri liggur liðið tvey
stig frammanfyri Bolton og
trý stig frammanfyri Liver-
pool.
Norwich iðrar seg
Í botninum vóru fleiri sera
avgerandi dystir hetta viku-
skiftið. Bæði tey næstaft-
astu, Crystal Palace og
Norwich, liðini møttust á
Selhurst Park, og tað gjørd-
ist ein málríkur dystur.
Crystal Palace legði seg á
odda við máli frá Joonas
Kolkka tíðliga í dystinum,
men við tveimum málum
frá Dean Ashton var Nor-
wich frammanfyri í steðg-
inum.
Og
tá
Leon
McKenzie skoraði til 3-1,
trúðu tey flestu, at Norwich
fór at ogna sær sigurin.
Men soleiðis skuldi ikki
ganga. Crystal Palace bardi
seg innaftur í dystin, og við
málum frá Micheal Hughes
og Andrew Johnson fekk
heimaliðið ein kærkomnan
javnleik. Hetta var møgu-
liga tann avgerandi løtan
hjá Norwich í hesum kapp-
ingarárinum, og møguleik-
arnir eru ikki góðir hjá
botnliðnum. Síðsta viku-
skiftið vunnu teir á Man-
chester United, og tað
kundi tí verið líkt til, at teir
nú settu endaspurtin inn,
men tá tað ikki eydnast at
verja eina 3-1 leiðslu røkist
lítið fyri, at liðið fer at
lívbjarga sær.
Southampton misti
trygga leiðslu
Southampton liggur fram-
vegis undir niðurflytingar-
strikuni eftir 3-2 tapið fyri
Aston Villa á heimavølli.
Hetta var ein sera dyggur
smeitur fyri liðið frá suður-
strond Onglands, tí Sout-
hampton
var
nevnliga
frammanfyri 2-0 í steðg-
inum.
Teir báðir áleypararnir
Peter Crouch og Kevin
Phillips høvdu lagt heima-
liðið framum 2-0 eftir bert
einum korteri, og tað sá út
til, at Southampton fór at
fáa ein kærkomnan sigur.
Men so var ikki. Innan-
fyri tjúgu minuttir í seinna
hálvleiki hevði Aston Villa
vent einum 2-0 tapi til ein
3-2 sigur. Fyrst minkaði
Charlton Cole um munin,
áðrenn Nolberto Solano og
Steven Davies løgdu gestir-
nar framum.
Southampton liggur tískil
framvegis til niðurflyting,
eitt stig aftanfyri West
Bromwich Albion, ið hevur
ein dyst til góðar.
Tað verður ein harður
kampur ímillum Norwich,
Crystal
Palace,
Sout-
hampton og West Brom-
wich Albion, men bert eitt
teirra sleppur undan niður-
flyting.
Aðrastaðni spældu Pourt-
smouth og Birmingham ein
málleysan
javnleik,
og
Fulham og Manchester
City leiktu eisini javnt 1-1.
Úrslit, Premier League
16. apríl
Charlton-Bolton
1-2
Crystal Palace-Norwich
3-3
Fulham-Manchester City
1-1
Liverpool-Tottenham
2-2
Southampton-Aston Villa
2-3
Birmingham-Portsmouth
0-0
Trý tey ovastu fingu
fult, og serliga varð
lagt til merkis, at FCK
megnaði at stríða seg
til fulla úrtøku í
Århus
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað gongur væl hjá FCK.
Hesa ferð vóru teir í Århus,
og tað eydnaðist at fáa fulla
úrtøku. FCK vann 2-1, eftir
at FCK í 1. hálvleiki hevði
lagt seg á odda 2-0, áðrenn
heimaliðið
stutt
undan
hvíldini minkaði um mun-
in.
Málskjúttar hjá FCK
vóru Álvaro Santos og
Hjalte Bo Nørregaard, sum
enn eina ferð skoraði av
brotsteigar markinum, og
sum er toppskjútti hjá FCK.
Hjalte var liðformaður, tí
miðverjin og liðformað-
urin, Bo Svensson, var
skaddur. Í gjár varð gjørt
ikki so lítið burturúr í Dan-
mark, at tað framvegis er
ógreitt, um Hjalte fer at
halda fram í FCK ella ikki.
Sáttmálaskeiðið
verður
runnið 30. juni, og miðvall-
arin krevur meiri í løn, enn
teir í FCK vilja bjóða hon-
um. Umboðsmaður hjá
Hjalta Nørregaard er Ulrik
le Fevre. Tað navnið komast
tey við, sum minnast Vejle
og Borrussia Mönchen
Gladbach og danska lands-
liðið í seksti og sjeyti ár-
unum.
Álvaro Santos setti hælin
undir flatt skot eitt sindur
úr vinstru frá Magne Hos-
eth. Eftir steðgin kom
Zuma ikki á vøllin, tí hann
var eitt sindur skaddur, og
tá ið 2. hálvleikur var tíggju
minuttir gamalur, loysti
Peter Møller Álvaro Santos
av.
FCK spælararnir vóru
troyttir, eftir at teir høvdu
brúkt tríggjar dagar mitt í
vikuni upp á ferðina til
Tróndheim og strævna upp-
gerð í Royalu kappingini
ímóti Rosenborg. Tað var
neyðugt at stríðast eyka, tá
ið AGF hevði minkað um
munin og í 2. hálvleiki
fleiri ferðir var um reppið
at fáa útjavnandi málið.
Nógv varð tosað um AGF
málið, sum Mortan Ras-
mussen skoraði við nev-
anum.
Trýstið á FCK var stórt
undan ferðini til Århus, tí
leygardagin hevði Brøndby
loyst torføru uppgávuna til
fulnar í Viborg. Har vunnu
teir gulu og bláu 2-0, og
harvið er greitt, at Viborg,
sum er á fjórða plássinum,
neyvan
hevur
nakran
møguleika at vinna heið-
ursmerkir.
FCM
er
framvegis
nummar trý. Teir vunnu 3-1
í Herfølge, sum er undir
niðurflytingar
strikuni
saman við FCN. Í Farum
megnaðu hvørki heimaliðið
FCN ella OB at skjóta mál.
Hvørki av hesum liðunum
hevur síðani vetrarsteðgin
megnað at vinna, og í OB
krevja viðhaldsfólkini, at
venjararnir báðir missa
høvdið.
AaB og Esbjerg vóru
partar av málleysum javn-
leiki leygardagin, og í
Silkeborg
vóru
teir
á
heimaliðnum vónbrotnir,
meðan gestirnir úr Randers
vóru hjartans fegnir um 2-
2. Tá ið tað var hálvleikt
bendi alt á, at Silkeborg,
sum var á odda 2-0, skuldi
vinna øll stigini.
Toppurin líkist sær sjálvum