mikudagur 20. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 74 - 20. apríl 2005
– Eg havi ongantíð
sæð fjølmiðlarnar
sum eitt statsveldi.
Eitt statsveldi hevur
heilt aðrar skyldur,
enn fjølmiðlarnir
hava – og fjølmiðlar
hava aðrar skydur
enn eitt statsveldi
hevur, segði Hans
Engell, stjóri á danska
Ekstrablaðnum á
fyrsta trapputingin-
um í miðlahúsinum
hjá Sosialinum í
Vágsbotni í Havn
leygardagin
TRAPPUTING
Niels Uni Dam
Miðlahúsið í Vágsbotni
legði hart fyri, tá tveir av
bestu
kjakmonnum
í
danska fjølmiðlaheiminum
leygarkvøldið hildu trappu-
ting. Føroysk fjølmiðlafólk,
stór og smá, og onnur
áhugað, vóru savnað í
hugnaligu hølunum í Vágs-
botni fyri at hoyra hesar
navnframu harrarnar. Men
eisini fyri at uppliva hetta
nýbrotið í føroyskum kjaki.
Ábyrgdarblaðstjórin Jan
Müller greiddi frá tankan-
um handan trapputingið, at
skapa størri og betri kjak í
føroyska
samfelagnum.
Ætlanin er at hesar kjak-
løtur skulu verða millum
ein og hálvan annan tíma til
longdar. Pallborðslutakar-
arnir hava framløgur, og
møguleiki er hjá áhoyrar-
unum at seta spurningar.
Hans Engell legði fyri
við at siga, at hann ongan-
tíð hevði sæð fjølmiðlarnar
sum eitt statsveldi. Eitt
statsveldi hevur heilt aðrar
skyldur enn fjølmiðlar, og
fjølmiðlar hava aðrar skyld-
ur enn eitt statsveldi. Hann
vísti á, at sjálvt um Javnað-
arflokkurin eigur Sosialin,
so er tað ikki Sosialurin,
sum situr í samgongu.
Fjølmiðlar hava skyldu at
finnast at, um t. d. eldra-
røktin er av ov lágari
góðsku, ella um sjúkrahús-
ini ikki eru nóg góð. Men
fyri tað noyðist fjølmiðla-
fólkið ikki at finna spar-
ingar, sum kunnu fíggja
eina betri eldrarøkt ella
sjúkrahús.
Public Servic er
týdningarmikið
Georg Metz var samdur í,
at fjølmiðlar ikki eru eitt
statsveldi. Men metti, at
fjølmiðlar kanska eiga at
verða tiknir við í eina
nýggja grundlóg. Hetta fyri
at tryggja óheftar fjøl-
miðlar. Fjølmiðlar hava
sera stóra ávirkan, og
alneyðugt er at tryggja sær,
at teir kunnu virka frítt. Her
eru public service miðlarnir
sera týdningarmiklir, og
eiga at verða varðveittir.
Public Service noyðist ikki
altíð at undirhalda, og eigur
ikki at lata seg kroysta av
marknaðarkrøvunum.
Public Service eigur so ikki
at undirhalda naivt.
Øssur Winthereig spurdi,
um Georg Metz veruliga
helt, at Public Service
noyddist at vera so smalt.
Hann helt ikki, at arbeiðið
hjá Public Service miðlun-
um gjørdist lættari av, at
mentanarelitan setti krøv
um, at tey skuldu senda
smalt tilfar.
Georg Metz segði, at
sjálvt smá hyggjaratøl sum
t. d. 50.000 í Danmark eru
høg tøl, talan er um nógv
fólk. Public Service hevur
eisini skyldu at vísa fólki
sendingar, sum tey ikki
vistu, at tey vildu síggja.
Sonny Smith spurdi, um
Public Service ikki var
vorið nakað diffust.
Georg Metz svaraði, at
Public Service í Danmark
var í upploysn, Anders
Fogh Rasmussen hevur
sagt: »Vit eru troytt av
smaksdómarum«. Hetta er
fjas, tí øll siviliserað sam-
feløg brúka fakfólk til at
ráðgeva sær.
Hví er týdningarmikið
Metz segði, at øll kundu
skriva, at tvey flogfør rendu
á nøkur háhús í New York.
Men tað áhugaverda og
týdningarmikla er, hví tey
rendu á háhúsini. Men alt
ov nógvir fjølmiðlar eru
heilt ókritiskir og fáast ikki
við, hví hetta hendi.
Ov fittir fjølmiðlar
Hans Engell hugleiddi um
fjølmiðlarnar í Norðan-
londum livdu upp til sínar
skyldur. Hann helt, at sum
heild vóru fjølmiðlarnir ov
fittir. Politikkarar, flokkar,
virkir og stovnar hava øll
spindoktorar og kunningar-
fólk, sum liva av at villleiða
fjølmiðlafólk.
Umleið
helvtin at fjølmiðlaútbú-
num fólki livir av at vill-
leiða hina helvtina, og hetta
eydnast ofta væl.
Einki journalistiskt
fak
Georg Metz umrøddi hetta
sama »spinnið«. Hann helt
tað vera rættuliga ræðandi.
Sjálvt um fjølmiðlaútbúgv-
ingarnar
gerast
alsamt
betur, so berjast fjølmiðla-
fólk eitt hart stríð. Fyrr var
talan um eitt »journalistisk
fak«, men nú er hetta av-
loyst av einum miðlaum-
hvørvi.
Fjølmiðlafólk
skifta millum miðlar og
fyritøkur og aftur til miðlar.
Hann nevndi, at fjølmiðla-
fólk t. d. skiftu frá Informa-
tion til eitt annað blað,
víðari í sjónvarpi, síðani til
eitt sodavatnsvirkið sum
kunningarfólk, til spindokt-
arastarv hjá einum politikk-
ara, til blaðstjóra á BT og
til endans blaðstjóra á Se og
Hør. Tá hann so viðmerkti,
at hann ikki hugsaði um
nakran serstakan, flentu
fólk. Núverandi blaðstjórin
á Se og Hør, Henrik
Qortrup, passar væl til lýs-
ingina.
Georg Metz metti hetta
verða ein stóran trupul-
leika. Ung fjølmiðlafólk
kunnu kenna seg kroyst til
ikki at verða nóg kritisk. Tí
tey kunnu missa møgu-
leikan fyri einum starvið í
framtíðini. Hetta er sam-
bært Metz tað mest ræð-
andi:
At
fjølmiðlarnir,
gloyma at hyggja kritiskt at
sær sjálvum.
Vakurleiki er
størsta dygdin
Leif Láadal spurdi, hvussu
fjølmiðlarnir skuldu hyggja
at støðum sum tí í danska
Javnaðarflokkinum.
Har
óroynda, men vakra Helle
Thorning Schmidt vann á
roynda Frank Jensen. Har
man velur vakurleika fram
um
dugnaskap.
Hans
Engell helt ikki, at tað var
so svart og hvítt í hesum
málinum. Hetta hevði líka
nógv at gera við, at Helle
Thorning-Schmidt er nýtt
blóð, meðan Frank Jensen
er eitt kent andlit. Flokkur-
in hevur tapt tvey val á rað,
og tí vilja fólk hava broyt-
ing í.
Men Helle Thorning-
Schmidt hevði sjálv sagt
Hans Engell frá, at hon var
kløkk av, hvussu ágangandi
Fjølmiðlarnir eru ik
– Fjølmiðlarnir skulu finnast at, um eitt nú eldrarøktin er av ov vánalig, ella um sjúkrahúsini ikki eru nóg g
ella sjúkrahús, heldur Hans Engell, blaðstjóri á Ekstrablaðnum. Georg Metz var samdur í, at fjølmiðlar ikki
fyri at tryggja óheftar fjølmiðlar. Fjølmiðlar hava sera stóra ávirkan, og alneyðugt er at tryggja sær, at teir k