mikudagur 20. apríl 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 20. apríl 2005
17
kki fjórða statsveldið
fjølmiðlafólkini vóru undir
formannsvalstríðnum.
Georg Metz segði, at
eingin ivi er um, at útsjónd
hevur nógv at siga, og at
Stauning t. d. ongantíð
hevði verið valdur nú á
døgum.
Seta dagsskránna
Ekstrablaðið, har Hans
Engell er blaðstjóri, verður
ofta ákært fyri at verða ov
nærgangandi. Men Hans
Engell var stoltur av, at
blaðið seinasta árið hevur
haft 40 forsíðir, sum hava
sett dagsskránna, og skapt
kjak. Hann nevndi dømið
um ein borgarstjóra, sum
hevði brúkt pening ætlaður
teimum heimleysu til at
ferðast saman við konuni
fyri. Ekstrablaðið hevur
harafturat júst vunnið eina
rættarsak, aftan á at tey
hava avdúkað, at reinleika-
krøvini ikki vórðu hildin á
donskum svínaslátursvirkj-
um.
Hans Engell segði, at
orsøkin til, at teir megna at
liva upp til krøvini um
óheftan tíðindaflutning, og
eru við til at seta dags-
skránna er teirra fíggjarliga
orka. Ekstrablaðið er tað
danska tíðindablaðið, sum
hevur stórst yvirskot. Hetta
fíggjarliga rásarrúm tryggj-
ar ímóti óneyðugum trýsti.
Hann vildi verða við, at
Ekstrablaðið setti dags-
skránna í so stóran mun, at
sjálvt Georg Metz las
blaðið av og á. Georg Metz
segði, at hann lesur Ekstra-
blaðið hvønn dag. Men, at
hann onkrar dagar, angrar,
at hann ger tað.
Okkurt frá
kommununi
Georg Metz greiddi frá, tá
hann var blaðstjóri á In-
formation. Blaðið hevði 50
ára hátíðarhald, og hann var
í Aalborg og helt røðu.
Aftan á røðuna fór hann inn
í eina kiosk og bað um In-
formation. Tann ungi mað-
urin handan diskin sá heilt
ørkymlaður út og spurdi,
um tað var okkurt komm-
unan gav út? Information
hevur ikki tí somu slag-
kraftina, sum Ekstrablaðið,
men hevur alíkavæl týdn-
ing.
Øssur berjist ímóti
kapitalismuni
Øssur Winthereig spurdi,
um privatar fjølmiðlafyri-
tøkur høvdu nakran møgu-
leika at vera objektivar, tí
teir altíð skuldu vísa eitt
yvirskot.
Hans Engell svaraði, at
Øssur berjist móti kapital-
ismuni allastaðni, bæði í
Føroyum og í Danmark.
Men at man ikki kann tosa
um bløð, sum verandi góð
forrætning. Sjálvt tey bløð-
ini sum vinna pening, vinna
so lítið, at tað ikki er fíggj-
arliga nøktandi. Blaðútgáva
er ringt business. Men bløð
eru týdningarmikil fyri
samfelagið, og tí gongur
tað. Eingin nevnd fer at
blanda seg í objektivitetin,
tí hann er ov týdningar-
mikil.
Eyðun
Andreassen
spurdi, um Hans Engell og
Georg Metz, hondina á
hjartað, ongantíð høvdu
tikið vinnulig atlit ella atlit
til nevndarformannin, tá
teir valdu tíðindaflutning.
Hans Engell segði, at tað
hevði hann ikki. Hetta varð
lýsingadeildin av og á
ónøgd við. Men hetta hevur
eitt figgjarliga sterkt blað
ráð til. Nevndin hevði
heldur ikki funnið upp á at
blandað seg.
Georg Metz segði, at
hann einaferð hevði havt
ein nevndarformann, sum
eisini var formaður í einum
pensiónsfelag. Tá fegnaðist
hann um, at hann ikki hevði
fakliga kunnleikan til at
skriva eina grein um pen-
siónskassar.
Skeivur maður
pedofilur
Ekstrablaðið tapir sambært
Hans Engell ikki longur
serliga nógvar rættarsakir,
men sjálvandi henda feilir.
Her er eitt tað ringasta
dømið, tá Ekstrablaðið her
fyri hevði skrivað um ein
pedofilákærdan mann, og
høvdu sett eina mynd av
einum sjónvarpsverti, sum
æt tað sama sum tann
ákærdi á forsíðuna. Engell
segði, at í sovorðnum før-
um er neyðugt at fara beint
út at biða orsaka og seta
umbering í blaðið. Sjón-
varpsverturin varð sjálv-
andi bæði skakkur og illur,
og tað var sjálvandi eisini
væl skilligt.
Manglandi
sjálvkritikkur
Jóanes
N.
Dalsgaard
spurdi, um fjølmiðlafólk
ikki áttu at verða meira
sjálvkritisk. Hann helt, at
hvørja ferð onkur fanst at
einum fjølmiðlafólki ella
teirra arbeiðshátti, so fór
antin fjølmiðlafólki ella
onkur á miðlinum í bløðini
við einum verjuskrivi.
Hans Engell segði, jú, tað
er alneyðugt at fjølmiðlar
eru sjálvkritiskir, og á
Ekstrablaðnum verður ikki
sett svar til lesarabrøv, sum
eru kritisk ímóti blaðnum.
Ikki uttan so, at manglandi
svar tykist forhánisligt. Í
mest møguligan mun skal
kritikkarin fáa síðsta orð.
Hans Engell greiddi frá,
at tvey fjølmiðlasamtøk
eiga 90% av donsku tíð-
indabløðunum, og hetta er
ein trupulleiki, tí sjálvt um
bløðini í einum samtaki
finnast at hvør øðrum, so er
kritikkurin ongantíð ordi-
liga naskur.
Manglandi fjølbroytni
Hans Engell helt, at tað er
sera hugvekjandi, at øll tey
størru donsku bløðini eru
antin sosial liberal, ella
borgarliga liberal. Hóast
Javnaðarflokkurin enn er
næststørsti flokkur í Dan-
mark. Í ES málinum er enn
løgnari, hóast helvtin av
donsku veljarunum ætla
sær at siga nei í ES at-
kvøðugreiðsluni, so við-
mæla øll dagbløðini eitt ja.
Luitjen
Apol
spurdi,
hvussu eitt óheft blað kundi
viðmæla ja ella nei í eini
ES atkvøðu. Hans Engell
segði, at blaðið hevði mein-
ingar, so tað var ikki óheft á
tann hátt. Men hevði ikki
skyldu til at siga ja ella nei,
hetta var ein umhugsað
avgerð, á hendan hátt var
blaðið óheft.
Hittust aftur
Hetta var fyrstu ferð, at
Luitjen Apol og Hans
Engell hittust síðan fyri 19
árum síðan, tá Luitjen Apol
og onnur friðarfólk steðg-
aðu táverandi danska verju-
málaráðharranum
í
at
sleppa inn í Tinganes. Hans
Engell segði, at hann
mintist væl hendingina, og
at táverandi løgmaður Atli
Dam, hevði verið illa við av
støðuni.
Tá hálvur annar tími var
liðin var fyrsta trapputingið
av.
Vit
kunnu
bara
við
spenningi bíða eftir næsta
tingi.
góð. Men fyri tað noyðast fjølmiðlafólk ikki at finna sparingarnar, sum
tz var samdur í, at fjølmiðlar ikki eru eitt statsveldi. Men metti, at
ølmiðlar hava sera stóra ávirkan, og alneyðugt er at tryggja sær, at teir
Georg Metz lívbjargar sær
sum fyrilestrarhaldari og
rithøvundur. Harumframt
skrivar hann klummir og
leiðarar á danska tíðinda-
blaðnum Information.
Metz hevur drúgvar
royndir úr fjølmiðlaheim-
inum, og hevur áður verið
blaðstjóri á Information
og redaktionschef á TV-
avisen.
Georg Metz
Hans Engell er ábyrgda-
rblaðstjóri á Ekstrablað-
num. Harumframt er hann
vanligur viðmerkjari á
sjónvarpsrásini DR2. Hans
Engell fór eftir fleiri ár
sum fjølmiðlafólk upp í
politikk. Hann var m.a.
ministari í Schlüther-
stjórnini.Tá Poul Schlüth-
er fór frá, gjørdist Engell
floksformaður hjá Kon-
servativa Fólkaflokkinum.
Hann tyktist sum eitt gott
boð til starvið sum
forsætisráðhárri. Eitt
kvøldið á veg heim í bili
rendi Engell í fyllskapi á.
Hann fór beint frá sum
floksformaður, og skjótt
eisini burturúr politikki.
Hans Engell