mikudagur 20. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 74 - 20. apríl 2005
Mentanarhúsið í
Fuglafirði livdi enn
einaferð upp til heitið
sum besta konsert-
stað í Føroyum.
Frálíkir føroyingar og
garrvillir norðmenn
skiftust um at berg-
taka og tónlistarliga
rúsa
UMMÆLI
Niels Uni Dam
Gåte vitjaðu Føroyar á
seinasta G-Festivali. Tey
borðreiddu har við eini av
betru
framførslunum
á
einum annars framúr festi-
vali. So vónirnar vóru
rættuliga stórar áðrenn kon-
sertina. Eisini hini nøvnini
vóru spennandi á pappír-
inum. Lama Sea og Makrel,
sum hava verið millum
jaligastu upplivingarnar í
Prix Føroyar kappingini og
so Knút Háberg Eystur-
stein. Eg hevði ongantíð
hoyrt Knút solo, so tað var
ikki minnið spennandi.
Áðrenn konsertin byrj-
aði, legði DJ Switch tónleik
á.
Glaður poppur
Men endiliga byrjaði Knút
Háberg Eysturstein, og
hann var framúrskarandi.
Havi sæð hann í Marigold,
Marys Baby og í Gestum,
uttan at hann veruliga
hevur víst sína gávur.
Hann er ein føddur front-
figurur. Hevur eina góða
rødd, eina Roy Orbisons-
liga útstráling og øðiligar
gávur at skriva penan og
glaðan popp við einum ser-
føroyskum
eygnabráði.
Tankarnir fóru beint til
Martin Joensen. Hetta tó
uttan, at løgini mistu sítt
Knútleika.
Enn vóru ikki so nógv
komin á konsert, men tey
sum vóru har livdu væl við
í framførsluni. Knút og
bólkurin hjá honum spældu
løg av fyrstu fløguni hjá
honum, og okkurt nýtt.
Framførslan av lagnum »Í
hesi nátt« var ordiliga góð.
Nýggja lagið »Spark«, var
øðiliga stórsligið og besta
av nýggju løgunum. Meðan
stilla lagið »Slip away« ikki
heilt var líka fangandi sum
restin av tilfarinum. Ein
kontritolking av lagnum
»Shine« av fløguni, var
eisini eitt hæddarpunkt.
Seinasta lagið »Roads«,
var ein blandað uppliving,
fyrsta løtan var øðiliga
einkisigandi, til endin byrj-
aði. Spakuliga vaks larmur-
in av ljóðførunum til Óljóði
at enda, var sum ein veggur
av ljóði. Ein kraftmikil endi
á einari glaðari framførslu.
DJ-Switch skrúvaði aftur
diskotekstónleikin hart frá,
og salurin tømdist skjótt.
Tey yngstu vóru verandi
inni, og nøkur av teimum
dansaðu.
Blaðungar gentur
Makrel vóru næstir á pallin,
og salurin fyltist skjótt
aftur. Makrel eru vorðnir
eitt stórt navn í Føroyum.
Flokkurin av blaðungum
gentum framman fyri pallin
vísir, at áskoðarafjøldin er
broytt. Frá at vera stuttligir
rokkarar, eru Makrel farnir
egnar vegir. Tónleikurin er
eitt slag av ótrúliga sterkum
og vøkrum rokktónleiki.
Gittarleikarin
Rasmus
Rasmussen er so ótrúliga
gávuríkur. Man ivast onga
løtu í, hvussu stóran týdn-
ing hann hevur fyri bólkin.
Men allir hinir hava eisini
ment seg, og mest av øllum
hava teir ment seg sum
bólkur. Framførslan av
instrumentala
lagnum
»Press Escape« av »Makrel
stinkar«, vísti, hvussu nógv
bólkurin hevur ment seg.
Hóast eg eigi »Makrel
stinkar«, og havi hoyrt
lagið fleiri ferð, hevur tað
ikki sagt mær nakað serligt.
Men spælt av nýggja
Makrel, var tað framúrskar-
andi.
Devilska lagið Beelsebub
av Wonderland fløguni
ljóðaði meira devilskt enn
nakrantíð fyrr, og vakur-
leikin í Euphoria gjørdist
enn vakrari sammett við
devilskapin sum var. Eisini
var framførslan av lagnum
Wonderland framúr.
Leygarkvøldið gjørdust
Makrel fyrstu ferð nummar
eitt á 15 teimum bestu við
lagnum
Forever
and
Beyond. Hetta man vera
besta lag, sum teir hava
gjørt. Tí gjørdist lagið ein
sera passandi endi á eini
framførslu, sum rørdi og
bergtók. Makrel høvdu
allan salin við sær.
DJ-Switch
megnaði
skjótt at tøma salin, og mest
tey sera fullu og tey yngstu
vóru verandi inni. Heldur
ikki nú dansaðu serliga
nógv. Men hetta broytti ikki
lagavalið hjá unga plátu-
vendaranum.
Hoppiball
Gåte var næsti bólkur á
pallin, og meðan ljóðið av
introiðini hjá Gåte brakaði
fyltist salurin. Fólk trokaðu
seg fram ímóti pallinum.
Frá fyrstu tónunum Gåte
spældi, var salurin á gosið.
Sjáldan hava so nógv fólk
hoppað so leingi í Fugla-
firði. Tann sum hoppaði
mest, var tó gittarleikarin í
Gåte. Eg havi ongantíð sæð
eitt fólk leikað so illa í, og
hann spældi frálíkt á gittar
meðan hann gjørdi tað.
Trummur, bassur, violin,
gittar og ein ótrúlig sang-
rødd.
Onkuntíð
spælir
violinleikarin keyboard, og
onkuntíð syngur bassleik-
arin eitt sindur. Men sam-
anumtikið er konseptið hjá
Gåte líkt tí hjá Týr. Løg við
íblástri úr gomlum vísum,
spæld av einum rokkbólki,
ikki so nógv roks. Sang-
røddin hjá Gunnhild er ein
av størstu styrkjunum hjá
bólkinum. Hetta vita tey
væl av, og byggja tí løgini
upp kring hennara rødd.
Hetta hevði tíanverri við
sær, at fyrstu nógvu løgini
tykstust heldur einstáttað
fyri hendan ummælaran. Tá
hugsað verður um, hvussu
væl Clickhaze dugdu at
gera løg við íblástri úr vís-
um og kvæðum spennandi
og fjølbroytt, so høvdu
Gåte nógv at læra.
Men sum rokkkonsert
var einki at klaga um.
Áskoðararnir kókaðu, sum
eg ongantíð havi upplivað
fyrr. Miðskeiðis í konsert-
ini fór sangarinnan av pall-
inum í tvey løg. Violin
gjørdist
høvuðsljóðføri.
Gåte
spældi
rokkandi
spælimannstónleik,
sum
hevði fingið Kristian Blak
til at trampað í gólvið. Nú
kom vend í konsertina.
Løgini gjørdust betur og
eitt sindur meira fjølbroytt.
Eg var tó ikki rivin líka
nógv við av hesari fram-
førsluni sum av Makrel.
Gåte spældu fleiri eyka-
løg, og takkaðu fyri eina
fantastiska uppliving.
Lama Sea settu
punktum
DJ Switch tømdi síðan
aftur salin, og tíanverri fyri
seinasta bólkin Lama Sea,
valdi meirilutin ikki at
koma inn aftur. Lama Sea
settu punktum á kvøldið.
Teir spældu sín deiliga
glaða modernaða rokktón-
leik. Eg haldi, at tann
spæligleðin, sum bólkurin
hevur, smittar illa. Hóast
flestu áskoðararnir vóru
móðir aftan á eitt langt
rokkkvøld, fingu Lama Sea
smílini fram á varrunum.
Teir eyðkendu klædning-
arnir vóru hongdir í skápið.
Tað var rættuliga keðiligt, tí
konseptið manglaði okkurt.
Tað tyktis ikki líka gjøgn-
umført. Vónandi verða
klædningarnir funnir fram-
aftur til næstu konsert.
Tá Lama Sea vóru lidnir,
tók DJ Switch aftur yvir.
Nú gekk betur, nógv dans-
aðu og tey sum vóru eftir
tyktust at hugna sær.
Eg fór til Havnar.
Vox Pop í
Mentanar-
húsinum
Heðin, 27 ár úr Havn
Mær dámdi væl kon-
sertina. Makrel vóru
feitir. Gåte var feitt,
fantastiskt og læruríkt.
Tað er sum at hava
gingið við Hestaklapp-
um og so fáa teir tiknar
burtur. Hatta var ein
gjøgnumførd upptraðk-
an. Beint í gronina. Tú
mást dáma tað ella ikki.
Ofta
eru
konsertir
hampiligar, fólk vilja
heldur vera hampulig
enn ring. Vilja ikki
fornerma. Men man vil
nógv
heldur
vera
fornermaður enn líka-
glaður.
Carla, 19 ár úr Gøtu
Eg helt konsertina vera
ordiliga góða. Serliga
Makrel og Gåte. Sein-
asta lagið hjá Knút var
ordiliga gott. Lama Sea
er altíð gott.
Durita, 18 ár úr Havn
Mær dámdi ordiliga
væl. Gåte var best og
Knút
var
næstbest.
Síðstu tveir minuttirnir
hjá Knút vóru heilt
ótrúliga góðir. Eitt ótrú-
liga gott kvøld.
Á dett lív!