Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2005 19 Oljuprísurin hevur verið hækkandi síð- ani seinastu tíðina, og prísurin er í dag umleið 70% hægri enn fyri tveimum árum síðani. Hetta følist í búskapinum, serliga í vinnugrein- um, sum brúka nógva olju, í trolfiskiskapi, flogferslu, í elverkum sum brúka dieselolju, og í vanligari bilkoyr- ing OLJUPRÍSUR, BÚSKAPUR OG VALUTA Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Tó er hetta ikki so kollvelt- andi sum í sonevndu "olju- kreppum" fyri 25-30 árum síðani. Fyrsta kreppan var í 1974. Tá reyk prísurin upp við næstan 200%. Og í 1979 kom tað næsta sjokk- ið, og prísurin fór upp við umleið 160%. Men í mun til støðuna fyri 20-30 árum síðani er heimsbúskapurin lutfalls- liga nógv minni bundin at oljuni. Nógv lond hava lagt um frá olju til kol, vind, vatn ella atomorku. Fram- leiðslan er minni orku- krevjandi pr. vørueind. Bilar koyra longur uppá liturin av benzini. Hús er væl betri bjálvaði í dag. Og oljuprísurin hækkar ikki hesaferð, av tí at útboðið minkar (Opec-lond av- markaðu søluna), men heldur tí at eftirspurning- urin er vaksandi. "Super-spike" ella hvat? Sum umtalað her á Vinnu- síðunum, 6. apríl 05, vænt- ar amerikanska felagið Goldman Sachs, at tann núgaldandi høgi prísurin uppá $50-55 fyri tunnuna kanska sum ein "super- spike" hækkar til umleið tað dupulta um stutta tíð. Høvuðsorsøkina søgdu teir vera, at eftirspurningurin í USA og Kina, bæði olju- innflytandi lond, hava stór- an búskaparligan vøkstur. Hetta pressar prísin upp, tí oljulondini fáa ikki í bræði sett framleiðsluna upp, og haraftrat er kapaciteturin á raffineringsvirkjunum fult út í nýtslu. Onnur halda tó prísin í løtuni vera merktan av spekulatión. Tekin, sum ganga ímóti einum framhaldandi vøkstri í oljuprísinum, eru millum onnur, at olju- nýtslan í Kina ikki veksur við somu fer sum fyrr, hetta skrivar "The Economist" 160405. Og Opec-londini hava hækkað framleiðslu- kvotuna við 500.000 tunn- um/dag, og vilja kanska hækka hesa kvotu enn meir. Annað er, sum oljuserfrøð- ingar leggja dent á, at prís- urin á ymsum marknaðum, spot-prís og mánaðarprís, í løtuni gevur eina mynd, sum plagar at boða frá prísfalli. Og so sigur John Snow, sum er amerikanskur fíggjarmálaráharri, at hann væntar, at oljuprísurin fer at vera høgur "for some time." Stagnatión og arbeiðs- loysi nógvastaðni í Europa Búskapurin í Europa stend- ur mest sum í stað, og í euro-økinum er arbeiðs- loysið høgt. Tað sýnist sum at størru londini hava óvan- liga trupult við at fáa hetta keðiliga tal niður. Mynd 1 vísir hvussu støðan er í dag, samanborin við støðuna fyri einum ári síðani. (Tøl- ini eru fyri februar/mars í 2004 og 2005) Og vert er at undirstrika, at bæði Týsk- land, Frankaríki, Italia og Spania, sum hava eitt fólka- tal uppá ávikavist umleið 80, 60, 60 og 40 milliónir, hava eitt arbeiðsloysi uppá umleið 10%. Poland, sum er nýggjur limur í ES, liggur tó ovast við einum arbeiðsloysi uppá ca. 18%. Hetta, saman við tí høga oljuprísinum, hevur fingið ymsar búskaparstovnar, eitt nú IMF, Internationala Valutagrunnurin, at seta forsøgnirnar um búskapar- liga framgongd í Europa niður til 1,6% fyri árið. Men eisini í heiminum sum heild hava teir skrivað vøkstin niður við næstan einum procenti. Arbeiðsloysið vaksið nógv mest í Føroyum Í Føroyum er arbeiðsloysið, sambært Hagstovuni, hækkað úr 3,3 upp í 4,5%, sum er ein lutfalsliga stórur vøkstur. Men tað er vanligt við stórum sveiggjum i smáum búskaparligum økj- um "Twin deficits" í USA minka ikki Annars hevði USA eisini í februar eitt mánaðarligt hall á handilsjavnanum uppá $61 milliardir, sum er ein stórur vøkstur í mun til januar. So enn sæst eingin bati í hesum parti av "the twin deficits", sum grund- leggjandi merkja tann amerikanska búskapin. Hin parturin er hallið á lands- húsarhaldinum, sum í tíðini hjá Bush bara er versnað ár um ár. Men so leingi sum lond, grunnar og penga- sterkir einstaklingar keypa amerikansk virðisbrøv, so kunna amerikanarar fíggja hetta stóra undirskot. Rentumunur til fyrimuns fyri USA Valutakursurin, lutfallið millum Euro og Dollar, mynd 2, hevur hesa vikuna ikki víst nakran kláran tendens. Seinasta mánaðan hevur kursurin ligið millum 1, 28 og 1,30. Tað tykist, sum at uppá stutt sikt eru veikleikar bæði í Europa og USA. Tað sum valutamark- naðurin hevur lagt dent á seinastu vikurnar, er ikki lítli vøksturin í Europa ella "twin deficits" í USA. Men heldur hevur munurin í stuttu rentuni, sum verður sett av ávikavist ECB, Europeiska Centralbank- anum og The Federal Reserve hjá amerikanarum. Í Europa er henda rentan hildin ógvuliga stabilt uppá 2,0% meðan tann ameri- kanska er farin uppeftir við fjórðings procenti umleið annan hvønn mánað, til 2,75%. Hetta ger tað profitabult at hava pengar standandi til amerikanska rentu, og hetta styrkir í løtuni dollaran. Og hetta hevur so, sum myndin vísir, verið høvuðsgongdin í 2005. Høgi oljuprísurin í dag virkar ikki sum fyri 30 árum síðani