mikudagur 20. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 74 - 20. apríl 2005
- Tað verður serliga
flakavinnan, sum
kemur at kenna sviðan
av, at tann stóri upsin er
burtur av grunnunum.
Tí haldi eg, at tað
ongantíð er ov skjótt at
fáa prógv fyri, hvat er
vorðið av tí stóra
upsanum, sigur
royndur upsaskipari,
sum heldur, at
myndugleikarnir
beinanvegin eiga at seta
eygleiðarar umborð á
teir stóru
svartkjaftatrolararnar
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast nógv er til av smáum
upsa – ja, so nógv, sum
kanska ongantíð áður, er
tað ein sannroynd, at tann
stóri upsin at kalla er burtur
av Føroyaleiðini.
- Eg meti, at støðan er so
álvarslig, at verandi gongd,
har upsin alsamt gerst
smærri og smærri, kemur at
ganga útyvir okkara flaka-
vinnu.
Hetta sigur ein royndur
skipari, sum í mong ár
hevur fiskað upsa undir
Føroyum.
Minkar framvegis
Hann vísir á, at upsin seina-
stu árini bara er vorðin
smærri og smærri, og einki
bendir á, at gongdin er við
at venda.
- Eg haldi, at upsin
minkar framvegis. Í bløð-
unum hevur onkur sagt, at
tað eru orsøkir í náttúruni,
sum eru atvoldin til gongd-
ina, men her eri eg slett ikki
samdur.
Skiparin heldur, at tað
einasta rætta, er, at mynd-
ugleikarnir seta eygleiðarar
umborð á teir stóru svart-
kjaftatrolararnar fyri at
staðfesta – ella avsanna –
um tann stóri upsin ávísar
tíðir av árinum endar í stóru
trolunum hjá hesum skip-
um.
Hann heldur, at neyðugt er í
minsta lagi við tveimum
ella trimum eygleiðarum
umborð á einum tílíkum
skipi, um haldgóð prógv
skulu fáast fyri, hvussu
veruliga støðan er.
- Eru tríggir eygleiðarar
umborð, kunnu teir ganga
vakt 8 tímar í part hvørt
samdøgur, og tá fáa vit eina
haldgóða mynd av støðuni.
Tá ið nøgdirnar eru so
stórar, gongur alt skjótt fyri
seg, og tí kann vera torført
at síggja, hvussu skilið er,
um eftirlit ikki er alt sam-
døgnið. Tað verður eingin,
sum missir nakað, um hesi
viðurskifti verða kannaði,
men her kann vera nógv hjá
okkum at vinna.
Hann heldur, at hugskot-
ið um at krevja rist í hesi
stóru svartkjaftatrolini, er
Skipari rópar varskó: Støðan við
NÝBYGNINGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskiskipaflotin í Norð-
oyggjum gjørdist ein ný-
bygning ríkari, tá ið nýggi
og snotuligi Varðin legði til
bryggju í góðveðrinum í
Hvannasundi
seinasta
fríggjadag.
Vit prenta nakrar myndir
frá løtuni, tá ið Varðin
stevndi inn á Hvannasund
og frá móttøkuni, ið skipað
varð fyri.
Seinni fara vit at skifta
orð við eigararnar av hes-
um nýggja Varða, sum vón-
andi verður eigarum og
manning til stóra gleði.
Vit takka Norðlýsinum
fyri lán av myndum.
Ein nýggjur Varði – úr stáli