mikudagur 20. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 20. apríl 2005
23
Hvør skal
hitta FCM
Í Danmark verða
seinnu hálvfinalur-
nar í steypakapp-
ingini spældar
mikukvøldið
DONG-CUP
Jákup Mørk
Spurningurin er eina-
mest, hvørt tað skulu
verða FCK ella Brønd-
by, sum skulu hitta FC
Midtjylland í finaluni.
FCM vann í fyrru hálv-
finaluni tryggan 4-0 sig-
ur á Horsens og Johan
Byrial Hansen, og tí er
lítið at ivat í, at teir
longu hava meira enn
annað beinið í finaluni.
Spurningurin er so,
hvat mótstøðuliðið skal
vera í Parkini kristi
himmalferðardag.
Í
fyrru hálvfinaluni vann
Brøndby 1-0 á FCK, og
tí hava teir fyrimunin.
Hinvegin vann FCK
trygt á teimum gulu, tá
tey bara fýra dagar
seinni hittust í superlig-
uni. Avrikini í vár hava
eisini verið betri hjá
hvítu leyvunum enn
gulu kappingarneytun-
um, og so er spurningur-
in, hvørt teir eisini klára
at venda hesi uppgávuni.
-jm
Tritathlon
nevndin
heldur fram
Mikudagin hevði Føroya
Triathlon Felag, stytt
FTF, aðalfund. Á fundin-
um stóð millum annað
nevndarval á skránni, og
tók øll nevndin við aftur-
vali. Nevndin er nú skip-
að við Evaldi Rasmus-
sen
sum
formanni.
Gunnar Dahl Olsen er
næstformaður,
Eli
Christiansen,
kassa-
meistari og Beinir Rasm-
ussen er skrivari. Tiltaks-
limir eru Kári Simonsen
og Jákup Johansen.
Á fundinum varð annars
semja um, at krøvini fyri
luttøku á Oyggjaleikum
framvyir skulu herðast.
Framyvir verður kravt, at
íðkarar, sum ynskja at
vera við, hava ávísar
royndir innan ítróttina,
og eisini kann FTF seta
kravtíðir, áðrenn luttøka
verður góðkend.
Næsta kappingin hjá
Triathlon
felagnum
verður annars nú miku-
kvøldið, tá 1/8-triathlon
er á skránni. Talan er um
opna kapping, og skulu
luttakarar møta í svimji-
høllini í seinasta løtu kl.
18.30.
-jm
Hóast bæði B36 og KÍ
í farnu viku kæru
dómin hjá FSF um
vantandi spæliloyvi
teirra, so munnu vón-
irnar um ein broyttan
dóm ikki vera tær
heilt stóru
SPÆLILOYVI
Jákup Mørk
Eftir at tað týsdagin um
døgurðaleitið stóð greitt, at
bæði KÍ og B36 vórðu
dømd at tapa sínar dystir í
kappingini um løgmans-
steypið, gekk ikki long tíð,
áðrenn kærur um málið
vóru ávegis til dóms-
nevndina.
Tað man vera litil ivi um,
at bæði feløgini hava sæð
tað sum sína skyldu, at fáa
dómsnevndina at hyggja at
málinum. Kanska ikki so
nógv, tí tey rokna við ein-
um broyttum dómi, men
kanska heldur, tí á hendan
hátt verður seinasti møgu-
leikin troyttur.
Løgfrøðin er longu
eftirspurd
Tá kært verður til dóms-
nevndina, so er vanligt, at
nevndin fyrst og fremst
tekur støði í teirri viðgerð,
sum málið hevur fingið í
kappingarnevndini.
Og
bara hetta í sjálvum sær ber
helst boð um, at tað er
ógvuliga lítið sannlíkt, at
feløgini fáa viðhald í sínum
kærum.
Tað man vera sjáldan, at
eitt einstakt mál hevur fing-
ið somikið drúgva og helst
eisini gjølla viðgerð í kapp-
ingarnevndini, sum málið
um spæliloyvini hjá KÍ og
B36. Ikki færri enn fýra
ymsar frágreiðingar liggja
sum grund fyri úrskurðin-
um. Ein frá feløgunum, ein
frá fyrisitingini, ein frá
kappingarnevndini og ein
ein løgfrøðislig. Ikki minst
hendan seinasta er nakað
óvanlig, og bendir tí á, at
málini eru kannað at kalla
til botns, áðrenn úrskurður-
in varð gjørdur.
KÍ vil endurskoða
dómin
Tá kæra verður send FSF,
so ber illa til at fáa hendan
útlýggjaðan til miðlarnar,
men sum skilst, so er talan
um tvær heilt ólíkar kærur,
sum verða sendar.
Í tíðindaskrivinum, sum
KÍ lat fjølmiðlunum varð
staðfest, at felagið helt
revsingina als ikki standa
mát við misbrotið, og at fel-
agið tí vil hava dómsnevnd-
ina at viðgera málið av
nýggjum. Hartil hevur KÍ
biðið um innlit í sjálva
málsviðgerðina, men tað
má tó metast sum sera iva-
samt, um teir fáa atgongd
til hetta.
Ein spurningur, sum tó
hevur verið at hoyrt sum
seiglívaður slatur kring
málið, er, at kÍ ikki var so
heilt óvitandi um, at spæl-
ararnir ikki høvdu loyvi at
spæla í dystinum móti
Fram. Sum skilst, so hava
klaksvíkingar undan dyst-
inum verið í samband við
fuglfirðingar um spæli-
loyvini hjá Karstin Joensen
og Høgna Madsen, sum
báðir skiftu frá ÍF í vetur.
Tað ber sjálvandi illa til at
skjalprógva, at so er, men
tað styrkir neyvan sakina
hjá KÍ, um slík tíðindini
ganga.
B36 við nýggjum
grundgevingum
Hjá B36 er talan helst um
eina heldur øðrvísi kæru.
Felagið vil ikki upplýsa
annað, enn at tey halda seg
hava eina góða søk, men
sum skilst á øllum brøgd-
um, so hevur felagið reist
spurningin, hvørt Eyðun
Højgaard nakrantíð var
leysgivin frá felagnum.
Hesin spurningurin er
settur, tí leysgevingin bygg-
ir á teldupost millum táver-
andi samskiparan í B36 og
FSF, og altso ikki á vanligu
skjølini, sum plaga at verða
nýtt í slíkum førum.
Sum vit áður hava nevnt,
so má tað tó metast sum
sera ivasamt, hvørt dóms-
nevndin fer at broyta
áskoðan av hesum ávum.
Teldupostur er jú vorðið eitt
alsamt vanligari samskiftis-
amboð seinnu árini, og
Eyðun Højgaard er neyvan
einasti leikarin, sum er
leyslatin við hesum skjal-
prógvi. Eisini hóast grein
15 í kappingarreglunum
staðfestir
at
galdandi
loyvisbræv
skal
latast
kappingarnevndini
við
átekning frá felagnum.
Fer dómsnevndin at geva
B36 viðhald í hesum, so er
vandi fyri, at talan verður
um øgiliga fløkju viðvíkj-
andi spæliloyvum. Sambært
teimum upplýsingum, sum
vit hava fingið, so er als ikki
óvanligt, at spæliloyvi verða
avgreidd umvegis teldupost,
og tí kann roknast við
reinum ruðuleika á økinum,
um B36 fær viðhald í sínum
páhaldi.
Nýtt spæliloyvi við
flyting
Og hartil er eisini annað
fyrilit, sum talar ímóti, B36
yvirhøvur kann fáa viðhald
í kæru síni. Tí hóast dóms-
nevndin skuldi komið til ta
støðu, at spælarin ikki er
leyslatin frá B36, so skuldi
hann kortini havt endur-
nýggjað spæliloyvið, tá
hann flutti til Føroya.
Grein 18, 2 í kappingar-
reglunum staðfestir, at: »
Føroyingur, sum hevur fast-
an bústað uttanlands, kann
fáa loyvisbræv til at leika í
Føroyum, tá váttan sam-
bært grein 17, stk. 3 fyri-
liggur.«
Og av grein 17,3 fram-
gongur, at útlendskur leik-
ari bert kann fáa loyvis-
bræv, um váttan frá út-
lendska fótbóltssambandin-
um fyriliggur um, at leikar-
in er leysgivin. Tann váttan-
in var eftir øllum at døma
hjá DBU, men B36 hevði
ikki biðið um hesa, og tí er
einki nýtt spæliloyvi út-
skrivað.
Als ikki so prinsipielt
Og at enda kundi so eisini
verið viðmerkt, at hóast
drúgvu viðgerðina, sum
málið hevur fingið, so er
talan kanska als ikki um so
prinsipielt mál, sum tað
hevur verið gjørt til. Reglan
hevur altíð verið tann, at
uttan spæliloyvi kanst tú
ikki spæla. Gert tú tað, so
hevur liðið tapt dystin.
Júst hetta var eisini
høvuðsgrundgevingin hjá
FSF í úrskurðinum. Nevn-
liga at spæliloyvini eru ein
fundamentalur partur av
føroysku fótbóltsskipanini.
Og skal nakað prinsipielt
takast út frá úrskurðinum,
so má tað væl verða tann
veruleiki, at týdningurin av
spæliloyvunum varð stað-
festur.
Dómsnevndin broytir
neyvan nakað
Sveisara-
bóltur og
Pilates-
venjingar
Komandi vikuskifti verð-
ur skeið í Føroyum, har
áhugað hava møguleika
at fáa frálæru í venjing
við sonevndu Swiss-bólt-
unum, umframt at talan
eisini verður um venj-
ingar innan pilates-háttin.
Bæði Swiss-bólt og Pila-
tes venjingar hava vunnið
alt størri frama runt allan
heim seinastu tíðina, og
er talan um venjingar,
sum hóska seg til íðkarar
á øllum støði. Bæði hjá
teimum, sum vanliga ikki
røra seg so nógv, og hjá
elitu-ítróttarfólki.
Tað er Hanna Dalsgarð,
sum stendur fyri skeiðun-
um hetta vikuskiftið, og
hon hevur longu drúgvar
royndir innan hetta. Nakr-
ar ferðir áður hevur hon
verið í Føroyum í undir-
vísingarørindum, og eis-
ini hevur hon í eitt fimm-
ára skeið búleikast í Ong-
landi, har hon virkaði
sum instruktørur.
Síðani hon flutti aftur til
Danmarkar, hevur Hanna
virka sum instruktørur í
Danmark.
,