mikudagur 20. apríl 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Forsølan
byrjar
miku-
dagin
Mikudagin
fer
FSF
undir at selja atongu-
merki til landsdystin á
Tórsvølli millum Før-
oyar og Írland.
Á skrivstovuni hjá FSF
verður upplýst, at øll
forsølan av atgongu-
merkjum fer fram á
h e i m a s í ð u n i ,
www.football.fo. Tað vil
við øðrum orðum orð-
um siga, at um forsølan
er nóg stór, so ber ikki
til at fáa fatur á at-
gongumerkjum
aðrar
vegir
undan
dystar-
byrjan.
Samstundis verður
sagt, at tey í Fótbólts-
sambandinum royna at
ansa eftir, at bílegging-
arskipanin ikki verður
misnýtt. Eitt nú verða
atgongumerkjum bert
seld føroyingum um-
vegis alnetið, og er ill-
gruni um, at keypt verð-
ur til írar umvegis før-
oyskar strámenn, tekur
FSF sær eisini rætt til at
eftirhalda
atgongu-
merkjunum.
-jm
Føroya
Marsjur
March-nevndin
hjá
ítróttarfelagnum
í
Mjørkadali hevur í tíð-
indaskrivi sagt frá, at
sonevndi Færø-March
2005
verður
kristi
himmalferðardag, t.e.
hósdagin 5. mai.
Talan er um ein gongu-
túr, sum er á leið 15
kilometra langur, og
verður lagt til brots frá
Keypsamtøkuni í Høvík
kl. 12. Ætlandi verða
luttakararnir í Mjørka-
dali kl. 16.
Talan er hvørki um til-
melding ella kostnað,
verður sagt í tíðinda-
skrivinum. Tey, sum
vilja vera við, skulu
bara møta í Hoyvík und-
an fráferðini.
-jm
Nr. 74 • týsdagur • 20. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Áskoðararnir verða ikki
trupulleikin
Hóast tað í Sjónvarp-
inum mánakvøldið
varð sagt, at tað fór at
skapa risa trupulleik-
ar, tá írskir fótbólts-
áskoðarar koma til
Føroya, so halda tey í
FSF, at hetta er at yv-
ir-reagera. Talið verð-
ur helst væl lægri enn
tey 4.000, heldur aðal-
skrivarin hjá FSF
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Sjónvarpið bar mánakvøld-
ið tey tíðindi, at tað kundi
roknast við á leið 4.000 út-
lendskum áskoðarum, tá
írska
fótbóltslandsliðið
kemur á vitjan 8. juni.
Bæði frá myndugleikum
og ferðafyriskiparum varð
mett, at hetta kundi skapa
alstórar trupulleikar, men á
FSF-skrivstouvni halda tey,
at málið kanska er sligið
nakað stórt upp.
- Fyrst og fremst er at
siga, at tað undir ongum
umstøðum verða 4.000 at-
gongumerki
til
írskar
áskoðarar. Írska Fótbólts-
sambandi fær 115 atgongu-
merki til sínar VIP’arar
v.m., og hartil eru vit so
komin ásamt um, at vit lata
írum 813 atgongumerki at
selja sínum áskoðarum,
sigur Ísak Mikladal, aðal-
skrivari hjá FSF.
Og hann leggur dent á, at
hetta talið ætla tey í FSF at
halda. Sum tað framgongur
aðrastaðni á síðuni, so
tilskilar FSF sær rætt til at
afturhalda atgongumerkj-
um, um illgruni er um, at
hesi eru ætlað írskum
áskoðarum.
Talið verður lægri
Og tá talan fellur inn á tey
4.000, sum vórðu nevnd í
Degi og Viku mánakvøldið,
so tykist aðalskrivarin ógvu-
liga ivasamur um, hvørt
hetta talið fer at halda.
- Tað kann væl vera, at
tað eru somikið nógv, sum
vilja sleppa til Føroya at
hyggja at dystinum. Men
nú almennu boðini um at-
gongumerkini koma út, so
rokni eg við, at tað helst
verða nógv, sum setast aft-
ur. Sambært teimum upp-
lýsingum, sum vit hava
fingið, so plagar írska FA
bert at selja atgongumerki
til nakrar fastar sam-
starvsfelagar. Hesi geva
samstundis boð um, at tað
er ikki møguleiki at fáa at-
gongumerki aðrar vegir, og
so verða tað helst fleiri,
sum fara at setast aftur,
heldur Ísak Mikladal.
Trupult at síggja
trupulleikan
Júst hetta við fótbólts-
hugaðum
útlendingum,
sum leita sær til Føroya,
hevur ofta verið nevnt sum
eitt týðandi ískoyti til
føroyska ferðavinnu.
Tað er eitt sjónarmið,
sum tey flestu helst eru
samd í, og tað tykist eisini
at arga aðalskrivaran nak-
að, at hetta nú skal gerast til
ein trupulleika.
- Um so er, at talan verð-
ur um 4.000 áskoðarar – og
tí rokni eg ikki við - so er
hetta framvegis ikki meira,
enn tað eru á ólavsøku ella
festivalum av ymsum slag.
Tá gongur tað fínt, so eg
dugi ikki at síggja, hví hetta
nú skal gerast til ein stóran
trupulleika.
- Júst írsku áskoðararnir
eru eisini víðurkendir kring
allan heim fyri siðiligan og
høviskan atburð. Tað er jú
eisini vanligt, at áskoðarar
úr báðum legum hittast –
nevnliga fyri at talan skal
gerast um vinarlag heldur
enn kríggj, staðfestur aðal-
skrivarin.
Og heldur ikki dugir
hann at síggja nakrar stór-
vegis trupulleikar í tørvandi
gistingarmøguleikunum,
sum hava verið nevndir.
- Nú eri tað sjálvandi ikki
eg, sum fyriskipi nakrar
ferðir. Men sum eg havi
skilt tað, so verður tað fyri
ein stóran part galdandi, at
áskoðararnir koma sama
morgun, sum dysturin skal
spælast. Stórur partur fer
eisini beina leið á flogvøllin
sama kvøldið, og restin fer
so á Hotel Føroyar, sum jú
stendur at kalla tómt, tá
bæði føroyska og írska
landsliðið fara av hotellin-
um, tá dysturin er á skránni.
- Men lat okkum nú
síggja. Um einar tvær til
tríggjar vikur eri eg vísur í,
at ein nógv greiðari mynd
er um at tekna seg, og so
ber betri til at siga, hvørjum
roknast skal við, sigur altso
Ísak Mikladal at enda.
Tað er jú eisini vanligt, at áskoðarar úr báðum legum hittast – nevnliga fyri at talan skal gerast
um vinarlag heldur enn kríggj, sigur Ísak Mikladal, sum ikki roknar við nøkrum stórvegis
trupulleikum av einum nýggjum írskum landnámi í Føroyum
HB og B36 skulu
bæði hava fimm
heimadystir fyrstu
níggju umførini, og tí
kemur GÍ á vitjan í
miðvikuni
UPPTAKT
Jákup Mørk
Nakað annað er so tað, at
hetta eisini sampakkar væl
við ferðina hjá HB til Ís-
lands,
har
teir
skulu
kappast um Atlantssteypið
við íslendska FH.
Men áðrenn tosast skal
um hetta, so vilja tey í HB
koma ordiliga á rættkjøl
aftur í landskappingini, har
byrjanin hjá liðnum ikki
hevur so nógv meira enn
næstbest. Sigurin á TB
seinast lyfti tó liðið nakað,
og kann talan aftur gerast
um trý stig hesaferð, fer tað
av álvara at líkjast.
Til dystin hevur HB á
leið sama fólkið tókt, sum
teir høvdu seinast. Tað
merkir, at hvørki Heine
Fernandez ella Vagnur M.
Mortensen enn eru tøkir, og
so er spurningurin, hvussu
álopsparturin fer at síggja
út hesaferð. Har var Hans á
Lag í óvandum leikluti
seinast, men við einum
máli og øðrum naskum
royndum kom hann tó heilt
væl frá hesum.
Hjá GÍ fegnast teir um, at
tað sunnudagin eydnaðist at
koma á talvuna, og so er
spurningurin, hvat fæst
burturúr dystinum hesa-
ferð. Allir teir, sum vóru í
Vági,
eru
aftur
tøkir
hesaferð, og hartil er Kaj
Ennigarð nú aftur tøkur,
eftir at hann sat leikbann av
sær seinast.
HB-GÍ:
Skipanin má ganga upp