hósdagur 21. apríl 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 75 - 21. apríl 2005
Fuglafjørður:
Mold og
flag verða í hesum døgum
grivin oman av grund-
stykkinum í Fuglafirði, har
nýggja deildin hjá Spari-
kassanum skal byggjast.
Útgrevsturin byrjaði týs-
dagin í farnu viku, og hesa
vikuna var ætlanin, at
spreingiarbeiðið
skuldi
byrja, skrivar heimasíðan
hjá Sparikassanum.
Jan Mohr, byggimeistari
úr Fuglafirði, hevur høv-
uðsarbeiðstøkuna
um
hendi, og tí stendur hann
eisini fyri at byggja bygn-
ingin.
Tíðarætlanin, sum í løt-
uni liggur á borðinum, vís-
ir, at flytast kann inn í
nýggju sparikassadeildina í
Fuglafirði við ársenda.
Tá tann nýggi bygning-
urin verður liðugur fara
bæði kundar og starvsfólk í
Fuglafirði at fáa munandi
betri umstøður í einari
nýmótans deild.
Arkitektafelagið “Arki-
tektar 99” við Johan Laksa-
foss hevur teknað bygning-
in.
sb.
Spaki settur í nýggja sparikassan
Teir eru byrjaðir at grava út fyri nýggja Sparikassanum í Fuglafirði, og verður hann liðugur við ársskiftið
Mynd: Jens Kr. Vang
Tubbak: Hesi seinastu tvey
árini hevur innflutningurin av
sigarettum verið serliga stórur
tann seinasta ársfjórðingin.
Nakað minni varð innflutt
av sigarettum í 2004 enn árið
undan. Í 2003 vóru innflutt 70
tons av sigarettum og í 2004
minkaði talið niður í sløk 65
tons. Sum nevnt, var bæði ár-
ini ein serliga stórur innflutn-
ingur tann seinasta ársfjórð-
ingin.
Innflutningurin av sigarett-
um í síðsta ársfjórðingi hevur
árini frammanundan 2003 lig-
ið um 15 tons. Men bæði í
2003 og 2004 fór innflutn-
ingurin upp á 25 tons seinasta
ársfjórðingin, vísa tøl frá Hag-
stovuni.
Meðan innflutningurin árini
frammanundan hevur verið
javnari alt árið, hevur hesi
seinastu tvey árini verið stórur
munur á ársfjórðingunum. Tað
sýnist, sum handlarnir skunda
sær at innflyta sigarettirnar, tí
teir vænta at politiska tosið um
avgjøld fer at dýrka vøruna.
Í 2003 var sami stóri vøkst-
ur í sigarettinnflutningi sein-
asta ársfjórðingin, tí avgjalds-
hækkingar vóru í væntu. Men
tá kom løgtingsval í vegin fyri
lógaruppskotinum og tí kom
eingin avgjaldshækking.
Hesa ferð raktu handlarnir
kortini beint, tí nú er av-
gjaldshækkingin komin í gildi,
men nú hava handlarnir inn-
flutt stóran part av ársnýtsluni
seinasta
ársfjórðingin
við
lægra avgjaldinum.
sb.
Fráboðanir um avgjøld
ávirka innflutningin