hósdagur 21. apríl 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2005
3
Landsbókasavnið
mátti lúta fyri einum
privatum bókasaml-
ara í kappingini um at
fáa hendur á handrit-
inum til skaldsøguna
"Den yderste tid" eftir
William Heinesen,
hóast bókasavnið
bjóðaði tvífalt tað,
sum serfrøðingarnir
hjá uppboðssøluni
mettu handritið vera
vert
Rúnar Reistrup
Keypmannahavn:
Við
120.000 krónum og boð-
um um at bjóða upp á
handritið til skaldsøguna
"Den yderste tid" eftir
William Heinesen, varð
føroyski sendimaðurin í
Keypmannahavn, Trygg-
vi Johansen, sendur ør-
indi í býin týskvøldið
vegna Føroya Lands-
bókasavn. Leiðin gekk
oman í Bredgade, har
uppboðssølan
Bruun-
Rasmussen heldur til.
Hetta kvøldið var partur
av stóru bókasamlingini
hjá Bjarne Saxhof á sølu-
skránni,
harímillum
handrit og bøkur eftir
William Heinesen.
Skaldsøgan "Den yder-
ste tid" varð í síni tíð
vrakað
av
forlagnum
Levin & Munksgaard og
varð heldur ikki útgivin
seinni, tá William Heine-
sen gjørdist ein viður-
kendur høvundur í Norð-
urlondum og helst hevði
havt lætt við at fingið
skaldsøguna útgivna, um
hann vildi.
Áhugin fyri júst hesum
handritinum var tískil
sera stórur undan upp-
boðssøluni, og tað sást
aftur á prísmetingini, sum
serfrøðingarnir hjá Bruun
-Ramussen høvdu sett til
40-50.000 krónur. Ein av
áhugaðu keyparunum var
Landsbókasavnið, sum
hevði fingið pening til
vega bæði frá Menta-
málaráðnum og privatum
sponsorum til at ogna sær
handritið fyri, og sum nú
bert kundi bíða eftir at
hoyra hvussu leikur fór.
Fínir harrar og
bókormar
Inni í uppboðssøluhølun-
um í Bredgade sóust fólk
stima inn stutt áðrenn
klokkan fimm, tá sølan
varð sett at byrja. Fínir
vælklæddir italienskt- og
enskttalandi harrar, stoltir
antikvariatseigarar
og
forsagdir bókasamlarar í
fótformaðum skóm sótu
hvør í sínum lag og
granskaðu uppboðssølu-
skránna eina seinastu
ferð, áðrenn tann ungi
auktionarius setti upp-
boðssøluna.
Tá uppboðssøluleiðar-
in kom til fjúrtandu bók-
ina í uppboðssøluskránni,
sum var handritið til
"Den yderste tid", vóru
fleiri hendur á lofti til
fyrsta boðið, sum ljóðaði
á 40.000 krónur. Prísurin
fór skjótt upp til 45, 50,
55 og upp til 60.000
krónur.
Har
steðgaði
streymurin av boðum
eina løtu.
Men so kom glið á aft-
ur boðini, og upphæddin
kom skjótt upp á 100.000
krónur.
Nú
prísurin
gjørdist so høgur vóru
bara tveir áhugaðir keyp-
arar
eftir.
Boðið
á
100.000
krónur
átti
Tryggvi Johansen vegna
Landsbókasavnið, men
her mátti føroyski sendi-
maðurin gevast, tí um-
framt sjálvan kostnaðin
skulu 20 prosent latast
uppboðssølufyritøkuni.
110.000 ljóðaði boðið
stutt eftir, og so varð rópt
fyri fyrstu, aðru og triðju
ferð, áðrenn hamarin
dukaði í borðið og segði
frá, at William Heinesen
kom ikki til Føroya í hesu
syftu.
- Vit eru eitt sindur
skuffaði, tí vit hildu at vit
høvdu ein rímiligan kjans
við teirri upphæddini,
sum vit høvdu til reiðar.
Tað hevði verið øgiliga
áhugavert at fingið hend-
ur á hasum handritinum,
sigur Marjun Patursson,
settur Landsbókavørur.
Landsbókasavnið eigur
einki handrit hjá William
Heinesen. Tí var tað
eisini spell fyri bókasavn-
ið, at Bruun-Rasmussen
valdi at seta tvey onnur
handrit hjá høvundanum,
nevniliga til tey bæði
útgivnu yrkingasøvnini
"Arktiske elegier"
frá
1921 og "Høbjergning
ved havet" frá 1924, á
skránna beint áðrenn
handritið til "Den yderste
tid".
- Vit satsaðu uppá at
fáa handritið til "Den
yderste tid" so vit kundu
ikki brúka av pengunum
til at keypa eitt av hinum
handritunum, sigur Marj-
un Patursson.
Hini bæði handritini
hjá William Heinesen
vórðu seld fyri ávikavist
35.000 og 15.000 krónur.
William
Heinesen
kom ikki
til landið
Eldradagurin í Klaks-
vík seinasta vikuskifti
gjørdist ein sera
hugnaligur dagur fyri
teir meir 150 pen-
sjónistarnir, sum
tóku lut. Og fyri
onkran gjørdist hetta
eisini er serliga
minniríkur dagur
ELDRADAGUR
Anna V. Ellingsgaard
Myndir: Bárur Lydersen
Okkara eldru liggja ikki á tí
latu síðuni. Eftir morgun-
matin á árliga eldradeg-
num, sum hesuferð varð
hildin í Ósáskúlanum í
Klaksvík, stóð morgunfim-
leikur á skránni. Og so var
bara um at koma upp úr
stólinum og fylgja við fim-
leikalærarinnuni, Katrin Ja-
cobsen, sum gjørdi tað
bæði stuttligt og avbjóð-
andi at fáa blóðið at renna
eitt sindur skjótari. Heilsan
má sigast at hava staðið
ovaliga á ynskjunum hjá
teimum eldru fyri dagin, tí
næst á skránni var Elisa-
beth Akursmørk, økonoma,
sum tosaði um, hvussu um-
ráðandi tað er við heilsu-
góðum matvanum eisini á
eldraárunum.
Hittust eftir 60 ár
Ymisk onnur evni vóru
eisini á skránni, men fyrst
og fremst snúði dagurin seg
um at geva teimum eldru
ein møguleika at hittast og
hugna sær saman við ein-
um góðum práti. Sum vera
man, vóru tey fleiri, ið ikki
høvdu hitt hvønn annan
leingi, og sum gleddu seg
til at taka tráðin uppaftur
frá seinast, tey vóru saman.
Sum nakað heilt óvanligt
hittust tvær kvinnur hendan
dagin fyri fyrstu ferð, hóast
tær hava skrivað saman í
meir enn 60 ár. Og tað
komst ikki av, at onnur búði
uttanlands.
Nei,
báðar
búgva í Føroyum, onnur í
Klaksvík og onnur á Toft-
um, men av onkrari orsøk
høvdu tær ongantíð hitt
hvørja aðra. Tá so Klaks-
víksdáman
kendist
við
navnið á hinari á tekningar-
listanum, hugsaði hon, at
nú skuldi tað vera. Hon
ringdi til Toftadámuna og
spurdi, um hon mintist eitt
bræv, hon hevði sent henni
í einum bláum brævbjálva í
1932. Jú, Toftadáman mint-
ist, og so varð avrátt, at
Klaksvíksdáman
skuldi
halda brævið á lofti, tá
Dúgvan kom til Klaksvíkar
á eldradegnum. Uttan iva
eru tær komnar at kenna
hvørja aðra sera væl gjøg-
num mongu brøvini, men
eftir klemmunum og smíl-
unum har á ferjuleguni í
Klaksvík at døma høvdu
tær báðar framvegis nógv
at tosa um.
Nýggj vinfólk
Tað var Landsfelag pen-
sjónistanna og Pensjónista-
felagið Hugnin í Klaksvík,
sum skipaðu fyri eldradeg-
num í Klaksvík leygardag-
in. Dagurin er eitt árligt
afturvendandi tiltak, sum
Landsfelagið tekur stig til
saman við lokalu eldrafe-
løgunum. Soleiðis ferðast
dagurin til ymsar bygdir
kring landi, men ein fastur
táttur er stóra pensjónista-
veitslan, sum verður hildin
í Havn eina ferð um árið.
Tá plaga eini 300 pensjón-
istar at koma saman til eina
góða máltíð, felagssang,
røður og hugnaliga sam-
veru. Mikkjal á Bergi, for-
maður í Eldrafelagnum
Hugnin, sigur, at tey eldru
gleða seg avbera nógv bæði
til veitsluna og til eldra-
dagin, har tey flestu eftir-
hondini hava fingið nógv
nýggj vinfólk og kenningar.
Umframt ymisk tiltøk
fyri eldri, skipar Hugnin
eisini javnan fyri útferðum
í Føroyum. Seinast gekk
leiðin til Gásadal, har buss-
urin hevði fingið loyvi at
koyra í gjøgnum tunnilin til
bygdina, har borðreitt varð
við kaffi og køkum. Hesin
túrurin gjørdist eitt heilt
serstakt upplivilisi fyri tey
eldru, sum ikki høvdu
væntað, at tey nakrantíð
fóru at fáa møguleikan at
vitja í Gásadali, nú tey vóru
komin sum mikið til aldurs.
Virkið Landsfelag.
Mikkjal á Bergi er eisini
limur í nevndini í Landsfe-
lagnum, sum er eitt sera
virkið felag. Felagið um-
boðar tey lokalu eldrafe-
løgini yvir fyri myndug-
leikunum í ymsum viður-
skiftum,
sum
viðkoma
teimum eldru borgarnum.
Eitt nú hevur felagið júst
gjørt eina avtalu við eina
røð av handlum og gisting-
arhúsum um pensjónista-
avsláttur heilt upp til 25 %
á ymsar vørur og tænastur.
Hetta er ein skipan, sum
leingi hevur verði heilt
vanlig í londunum rundan-
um okkum, og hendan fyri-
munin eiga tey eldru í Før-
oyum eisini at hava, heldur
Mikkjal á Bergi.
Tey eldru hugna sær
Eldradagurin byrjaði við
einum hugnaligum práti
afturvið rundstykkunum
Árligi eldradagurin er eitt serliga gott høvi at hitta vinfólk og kenningar aftur
Eini 150 pensjónistar úr Norðoyggjum og aðrastaðni úr Føroyum vóru komnir at taka lut í
stóra eldradegnum í Klaksvík leygardagin