hósdagur 21. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 75 - 21. apríl 2005
– Vit hava fingið at
vita, at nýggi Smyril
verður liðugur í sein-
asta lagi 15. oktober,
vit fara at gera alt, vit
kunnu fyri at fáa
hann fyrr, sigur
Jógvan við Keldu
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggi Smyril verður liðug-
ur í seinasta lagi 15. okto-
ber.
Tað hevur landsstýris-
maðurin í innlendismálum,
Jógvan við Keldu, nú fing-
ið at vita frá skipasmiðjuni
í Spania, sum smíðar skip-
ið.
Men hann hevur eisini
fingið at vita, at hetta er tað
allar seinasta, at skipið
verður liðugt, og at tað er
sannlíkt, at nýggi Smyril
kann handast føroyingum
eitt sindur fyrr enn tað.
Jógvan við Keldu bað
fyrr í ár skipasmiðjuna
áseta ein nýggjan dag fyri,
nær nýggi Smyril kundi
leverast.
Men hann legði sera stór-
an dent á, at hendan nýggja
tíðarætlanin helt.
Tað gjørdi hann av ring-
um royndum, tí áður hevur
skipasmiðjan gjørt fleiri
tíðarætlanir fyri, nær nýggi
Smyril verður liðugur, men
ongi av teimum hevur hild-
ið.
Upprunaliga skuldi nýggi
Smyril verða liðugur 12.
oktober í fjør. So var dagur-
in settur til 1. desember og
síðani til seinnapartin í
apríl.
Men ongar av hesum
tíðarætlanum hildu og tað
støðuna vildi landsstýris-
maðurin ikki koma í eina-
ferð afturat.
Hesuferð kravdi hann tí-
skil at fáa eina tíðarætlan,
sum skipasmiðjan var full-
vís í, at hon kundi halda.
Útfrá hesum hevur skipa-
smiðjan nú boðað frá, at
nýggi Smyril verður liðug-
ur 15. oktober.
Tað fekk eg at vita á
fundi við leiðsluna á skipa-
smiðjuni í Spania seinna-
partin týsdagin, sigur Jógv-
an við Keldu í telefonini úr
Spania.
Á Spaniaferð síni hevði
Landsstýrismaðurin eisini
fund við framtaksgrunnin,
SEPI, sum eigur skipa-
smiðjuna, sum byggir Smy-
ril og har fekk hann eisini
greitt honum frá álvaranum
í málinum og at Smyril
skuldi av røttum vera liðug
í oktober í fjør.
– Men eg gjørdi honum
eisini greitt at eg fegnaðist
um gongdina í málinum
síðani ovasti stjórin í IZAR
sjálvur tók byggileiðsluna á
seg.
Fara at skunda undir
Nú er so greitt, at nýggi
Smyril meiri enn eitt ár
seinkaður.
– Hetta er ikki nøktandi
fyri okkum og vit fara at
gera, hvat vit kunnu fyri at
fáa fatur á skipinum áðrenn
tað, sigur Jógvan við
Keldu.
Hann sigur, at tað hevur
alstóran týdning at fáa skip-
ið áðrenn veturin byrjar av
álvara so at manningin fær
vant seg við skipið ímeðan
veðrið enn er hampiligt.
Landsstýrismaðurin hev-
ur eisini fingið at vita, at
tað er ikki ósannlíkt, at
nýggi Smyril kann verða
liðugur fyri tað tíð.
– Tað er eisini greitt, at
vit fara at strongja fyri at
royna at fáa nýggja Smyri
lidnan áðrenn 15. oktober.
Tað er ein spurningur,
sum Jógvan við Keldu nú
fer at umrøða saman við
landsstýrinum.
– Stjórin á sponsku
skipasmiðjuni hevur veitt
okkum fulla vissu fyri, at
15. oktober er avgjørt tað
seinasta, skipið verður lið-
ugt.
Orsøkirnar til seinking-
arnar hava verið, at stórir
trupulleikar hava verið á
skipasmiðjini. Eitt skifti
var vandi fyri at hon læt
aftur og tí vóru verkføll í
heilum.
Komið heilt annað
skil á
Jógvan á Lakjuni sigur, at
tá ið hann yvirtók Strand-
ferðsluna seint seinasta
summar frá landsstýris-
manninum í vinnumála-
ráðnum, føldi eg, at vit
vóru á einum vegamóti
hvat nýggja Smyrli við-
víkti, sigur Jógvan við
Keldu.
Skipasmiðjan, sum bygg-
ir Smyril, er við í IZAR
skipasmiðjusamtakinum,
sum tilsamans fevnir um
einar 9-10 skipasmiðjur.
– Eg metti, at tað var sera
stóran týdning at koma á tal
við ovastu leiðsluna fyri alt
samtakið, men ta lá ikki
fyri hjá stjóranum at hitta
meg á fundi fyrrenn í feb-
ruar í ár.
Jógvan við Keldu sigur,
at teir høvdu ein sera góðan
fund og hann heldur at eftir
hendan fundin kom verulig
gongd á málið.
– Avtalan var, at hann
skuldi fara aftur til Spania
at gera støðuna upp við-
víkjandi nýggja Smyrli og
kann eftir, akkurát, hvussu
málið lá. Tá ið tað var klárt,
skuldi hann boðsenda okk-
um á fund at gjøgnum
ganga alla byggingina og tá
skuldi hann eisini koma við
eini nýggjari tíðarætlan.
Sjálvur átók hann sær
ovastu leiðsluna fyri nýggja
Smyrli og fekk sær nýggja
byggileiðslu afturat sær.
– Tað tykist sum um at
rættilig gongd er komin á
arbeiðið síðani hann tók
leiðsluna í egnar hendur og
seinastu tíðina hava 450
fólk arbeitt umborð á
nýggja Smyrli alt samdøg-
urið, so nú gongur skjótt
framá við byggingini.
Tað næsta sum hendir er,
at umboð fyri sponsku
skipasmiðjuna og lands-
stýrið seta seg saman at
gera eina fíggjarliga upp-
gerð yvir byggingina fyri at
fáa greiði á, at nýggi Smyril
skal kosta, tá ið dagbøtur,
rentur, seinka byggitíð og
alt er tikið við.
Jógvan við Keldu sigur,
at hann nú hevur boðið
ovasta stjóranum fyri IZAR
til Føroyar í summar at
geva landsstýrinum eina
frágreiðing um støðuna.
– Tað er heilt skilligt, at
síðani ovasti stjórin á skipa-
smiðjuni tók málið í egnar
hendur, er heilt annað lag
komið á byggimálið og tað
kunnu vit ikki annað enn
fegnast um.
– Samstundis hava vit
gjørt greitt, hvussu stóran
dent vit leggja á at dygdin í
skipinum er í lagi og tað
hava okkara egnu teknikar-
ar, sum hava eftirlit við
byggingini, siga, at talan er
um eitt dygdarhandverk.
Tað hevur verið frammi,
at nógv brek og lýti vóru
við nýggja Smyrli tí bygg-
ingin var so illa frágingin,
men alt tað er rættað nú.
– Í so máta er onki at
finnast at longur, sigur
Jógvan við Keldu.
Leggja trýst á fyri at
fáa nýggja Smyril skjótari
Á ógvuliga fjøl-
mentum limafundi
hjá sjúkrarøktar-
frøðingunum var
ongin ivi um at
nevndin hevur fulla
undirtøku
UMLEGGINGAR Á
FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit hava fingið fulla
undirtøku fyri tí, vit hava
stríðst fyri í sambandi við
ætlaðu umleggingarnar á
føðideildini á Landssjúkr-
ahúsinum.
Tað var greitt eftir lima-
fund í Felagnum Føroysk-
ir Sjúkrarøktarfrøðingar
seinnapartin týsdagin.
Ikki færri enn yvir 200
sjúkrarøktarfrøðingar
vóru møttir á fundinum
tað gjørdi hetta til ein hin
fjølmentasta limafundin í
felagnum í langa tíð.
Eitt endamál við fund-
inum var at viðgerða
aktuellu støðuna á føði-
deildini.
– Tað var ongin ivi um,
at nevndin í Felagnum
Føroyskir sjúkrarøktar-
frøðingar
fekk
fulla
undirtøku síni sjónarmið
í sambandi við at ætlanin
er at umleggja føðideild-
ina, sigur Jana H. Dals-
gaard, forkvinna í fel-
agnum.
Sostatt
tóku
limir
okkara fult undir við, at
tað kann ikki góðtakast,
at ein ljósmóður verður
leiðari fyri sjúkrarøktini
á føðideildini og tað
kann heldur ikki góð-
takast, at ljósmøður yvir-
taka
sjúkrarøktina
á
føðideildini, sigur Jana
H. Dalsgaard.
Fingu fulla undirtøku í
stríðnum um føðideildina
Tað er ongin ivi um, hvat limirnir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar halda um
umleggingarnar á føðideildini
Nýggi Smyril verður liðugur í allarseinasta lagi 15. oktober, men tað eru vónir um, at tað verður
áðrenn tað. Teir, sum hava eftirlitið við byggingini fyri okkum eru samdir um, at talan er um eitt
dygdar skip, sigur Jógvan við Keldu