Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 21. apríl 2005 5 Nú skal staðfestast í hvønn mun dálking- arevni í náttúruni ávirka heilsustøðuna hjá føroyingum. Tað vísir seg, at talið av føroyingum við parkinson-sjúkuni er dupult so stórt sum í grannalondum okkara SJÚKUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Parkinson: – Í mong ár havi eg helst havt parkinson sjúkuna – t.v.s. at eyðkenn- ini hava verið har í eini 15 ár, áðrenn eg fekk endaliga dómin. – Men á heysti hetta árið byrjaði eg at merkja broyt- ingar í likami mínum: Tað gjørdist trupult at skriva við høgru hond, bæði við kúlu- penni og á knappaborðið við telduna. Vakra hond- skrift mín hvarv, og tað gjørdi meg sera keddan. – Og ikki minst: Eg sum áður hevði verið ein frálík- ur badmintonspælari, tapti nú móti spælarum, eg ikki hevði droymt um áður. Soleiðis skrivar ein mað- ur, sum fyri nøkrum árum síðani fekk staðfest hesa sjúkuna. Hann hevði gingið við sjúkuni í fleiri ár, áðr- enn hon av álvara rakti hann. Hesin danin dugdi ikki at siga, hví hann hevði fingið sjúkuna. Men tað er júst hetta, sum Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu hevur sett sær fyri at kanna tey komandi árini. Fyri 10 árum síðani gjørdi neurologurin, Lene Wermuth ein kanning um hetta sama, og nú kunnu so úrslitini av hesum báðum kanningunum samanberast. Henda kanningin, sum nú skal gerast innan arv og umhvørvi, hevur sum enda- mál at kanna títtleikan av hesi sjúkuni í Føroyum. Í hesum sambandi eru fleiri hundrað brøv send út til fólk, sum kunnu hava hesa sjúkuna. – Vit vita í øðrum kann- ingum, at títtleikin av før- oyskum parkinson-sjúkl- ingum er dupult so stórur sum í grannalondum okk- ara. – Vit vita ikki hví, og tí ynskja vit at fáa nøkur tøl og nakrar kanningar gjør- dar, soleiðis at vit kunnu samanbera hesi við onnur lond, sigur Pál Weihe, sum saman við Ph.D-lesandi Mariu Skaalum Petersen stendur fyri kanningini. Fegið felag Í samband við hesa kann- ingina hava Pál og Maria eisini verið á fundi við fel- agið hjá teimum, sum hava hesa sjúkuna í Føroyum. Hesin fundur við før- oyska Parkinsonfelagið varð hildin týsdagin, og tá greiddu tey frá um kann- ingina og hvat úrslitið skal brúkast til. – Hetta var ein sera positivur fundur. Tey vóru sera fegin um kanningina, tí tey nú líkasum fáa eina kenslu av, at onkur er sum hevur áhuga í teirra sjúku, sigur Maria. Felagið hevur sjálvandi eisini áhuga í at vita, hvussu nógv hava hesa sjúkuna í Føroyum, og ynskja somuleiðis eina betri fatan av, hví fólk fáa parkinson-sjúkuna. Kanningin er eisini fíggj- að av danska Parkinsonfel- agnum, sum á heysti 2004 lat 300.000 kr. til gransk- ingarætlanina. Fleiri tilburðir Fyri 10 árum síðani varð ein líknandi kanning gjørd í Føroyum. Tá var tað neuro- logurin, Lene Wermuth, sum stóð fyri hesi kann- ingini. Henda kanningin vísti, at títtleikin í Føroyum var rættiliga høgur: Fyri hvørj- ar 100.000 íbúgvar høvdu 180 hesa sjúkuna. Tað vil so aftur siga, at einir 100 føroyingar hava hesa sjúkuna – ella høvdu hesa sjúkuna júst um tað mundið. Spurningurin er so, um hetta er ein títtleiki, ið er eins stórur í dag, ella um tað vóru serliga nógv tilfeldi í 1995. Samstundis vísa kann- ingar í grannalondum okk- ara rættiliga ymisk úrslit. Í Danmark hava lutvíst fleiri danir enn føroyingar par- kinson-sjúkuna, meðan títt- leikin í Grønlandi er mun- andi lægri enn her hjá okk- um. – Við hesi nýggju kann- ingini ynskja vit tí at fáa eitt betri innlit í, hví so er. Kann hugsast, at tað er PCB og útsetilsið av kvik- silvuri, sum ávirkar teir før- oysku sjúklingarnar meiri enn onnur? Kann ein koma fram til eitt úrslit við at hyggja eftir tí matinum, sum vit føroyingar eta? – Ella er mongdin av einum ávísum geni á arva- streinginum ein orsøkin til hetta? Hetta er tað, sum vit ætla okkum at finna fram til í kanningini, siga tey bæði, Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen. Spurningarnir eru nógvir, men tey vóna at tá henda granskingarætlanin er liðug um eini trý ár, at hava eina munandi betri fatan av hesi sjúkuni enn áður. Ein sukurmoli Ein trupulleikin við at kanna parkinson-sjúkuna er, at hon líkist so nógv øðrum sjúkum av líknandi slagi. Parkinson er jú ein sjúka við størri og smærri risting- um, og tí er hon ikki nóg væl definerað enn. Men greitt er, at ein so umfatandi kanning sum henda, har væl omanfyri 100 fólk kunnu verða kann- að, fer at geva eina rættiliga góða ábending um orsøk- ina. Pál Weihe lýsir hetta, við at finna fram til røttu or- søkina, við einum sukur- mola í eini sukurskál. Á borðinum frammanfyri hann stendur ein sukurskál við nógvum sukurmolum í. Skal ein finna fram til, um ein einstakur sukurmoli uppfyllir kriteri’ini fyri sukurmolar, so er neyðugt at kanna hvønn einasta sukurmola í skálini. Orsøk- in til hetta er jú tann ein- falda, at teir líkjast so nógv. Fyrst tá ein hevur kannað teir allar, kann ein siga, hvør teirra heldur mát og hvør teirra, ið ikki ger tað. Hetta sama skal nú gerast við nýggju kanningini, har ein ynskir neyvt at staðfesta hvat parkinson-sjúkan í veruleikanum er. Hundraðtals brøv Í hesum døgum fáa í hundr- aðtali av føroyingum brøv sendandi við fyrispurningi um tey ynskja at luttaka í hesi kanningini. Brøvini verða send út frá kommunulæknum, neuro- logi, sjúkrahúsunum og frá Apoteksverkinum. Óhugs- andi er ikki, at onkur kann fáa fleiri brøv, tá tey verða send frá so ymiskum støð- um. Brøvini verða send teim- um, sum á einhvønn hátt eru í viðgerð við tey sløgini av heilivági, sum verða nýtt í viðgerðini av parkinson- sjúkuni. Hinvegin so er ikki vist, at øll fáa hesi brøvini, sum áttu at fingið tey. Sagt verð- ur, at er onkur, sum hevur illgruna um at hann møgu- liga hevur hesa sjúkuna, so kann viðkomandi altíð venda sær til tey, ið gera kanningina. Í komandi viku ætlar Maria sær at ringja runt til tey 124 fólkini, sum hava fingið bræv frá Apoteks- verkinum. Hetta verður gjørt fyri at vita, um tey eru áhugað at vera við, og fyri at gera víðari avtalur um kanningarnar. Eitt samstarv Kanningin hjá Deild- ini fyri Arbeiðs- og Al- mannaheilsu er gjørd í samstarvi við Syd- dansk Universitet og Harvard Universitetið. Við í verkætlanini eru hesir granskarar: Maria Skaalum Peter- sen, farmaceutur og PhD-lesandi; Jónrit Halling, farmaceutur og PhD-lesandi; Sára Bech, lækni; Lene Wermuth, neurologur, Kim Brøsen, profess- ari; Philippe Grand- jean, professari og Pál Weihe, yvirlækni. Kanningin hevur ikki peningaligan áhuga fyri nakran, hvørki granskarar, starvsstovur ella stovnar. Kanningin er fíggj- að av danska Parkin- sonfelagnum, sum á heysti 2004 lat 300.000 kr. til gransk- ingarætlanina. Parkinson-sjúkan Eyðkenni fyri hesa sjúkuna eru: • ristingar • vøddastívleiki • seinar og trekar rørslur • trupulleikar við balansuni Eyðkennini kunnu skifta frá einum per- sóni til annan, og er treytað av, hvussu leingi ein hevur havt sjúkuna. Sjúkan kann eisini skifta frá einum degi til annan. Orsøkin til sjúkuna er ókend. Men eyð- kennini eru fyri ein stóran part orsakað av tørvinum á einum evni í heilanum – dopamin. Umleið 100 føroy- ingar hava sjúkuna, og umleið 6.000 danir. Miðalaldurin, tá sjúkan verður staðfest, er 61 ár. Sjúkan kann viðger- ast, men ikki grøðast. Heiligvágur kann í stóran mun minka um eyðkennini og hækka lívsvirðið hjá tí ein- staka sjúklinginum. Sjúkan styttir ikki longur um lívið hjá tí sjúka. Ætlanin er góðkend Henda granskingar- ætlanin er góðkend av Vísindasiðsemisnevn- ini. Verkætlanin er eis- ini góðkend av Dátu- eftirlitinum, treytað av at verkætlanin fylgir ásetingunum um trygd í Løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persóns- upplýsingum. Høgur títtleiki Kanningar, sum áður eru gjørdar av før- oyskum Parkinson- sjúklingum hava víst, at títtleikin av hesi sjúkuni er tvær ferðir so høgur sum í grannalondum okkara. Eingin veit við vissu hví, men ávirkanin av dálkingarevnum í náttúruni kann møgu- liga viðvirka til at sjúkan brýtur fram. Tað hevur víst seg at vera samband millum sjúkuna og niðursett virkni av einum enzymi, ið kallast CYP2D6. Kanningar hava víst, at títtleikin av fólkum við niður- settum enzymi av hes- um slagi er hægri mill- um parkinson-sjúkl- ingar enn hjá frískum fólki. Orsakað av hesum, er ætlanin at kanna títtleikan av føroysk- um sjúklingum við niðursettum virkni og at kanna mongdirnar av PCB og kviksilvuri í blóðinum hjá hesum sjúklingum. Fýra tímar Sjálv kanningin tekur fýra tímar og gongur fyri seg á Deildini fyri Arbeiðs- og Almanna- heilsu, og kann fara fram yvir fleiri dagar. Kanningin umfatar eina likamskanning við serligum atliti til miðnervalagið, og verður hetta gjørt fyri at tryggja at diagnosan er røtt. Tikin verður ein blóðroynd og ein hár- roynd. Spurt verður somuleiðis til matvan- arnar hjá fólki, um al- menn viðurskifti og um heilsuna. Kann- ingin er vandaleys. Anonymt Eingin óviðkomandi sleppur fram at teim upplýsingunum, sum sjúklingarnir sjálvir geva. Úrslitini av kann- ingini verða goymd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og verða viðgjørd í trún- aði. Ein partur av kann- ingunum kann bert fara fram uttanlands, men verða hesar gjør- dar navnleysar, áðrenn tær verða sendar av landinum, eftir at tann kannaði persónurin hevur givið sítt sam- tykki til tað. Fleiri føroyingar hava parkinson enn onnur Tey hava sett sær eitt áhugavert mál – Maria Skaalum Petersen, farmaceutur og PhD-lesandi og Pál Weieh, yvirlækni: Kannast skal nú, um dálkingarevni í náttúruni ávirka heilsustøðuna hjá fólki Mynd: Jens Kr. Vang