hósdagur 21. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 75 - 21. apríl 2005
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður
Kalsoy dømi um politiskan vilja t
- Ásannast má, at eitt
væl útbygt og væl
virkandi samferðslu-
kervi – við vegum,
tunlum og ferjulegum
– hevur alstóran týdn-
ing fyri trivnaðin í
útjaðaranum, fyri
vinnuna og fólkið
sum heild. Alt verður
ikki gjørt eftir einum
degi, men Kalsoyggin
er eitt dømi um polit-
iskan vilja tvørtur um
floksmørk at betra um
viðurskiftini hjá fólki
á útoyggj, segði lands-
stýrismaðurin
KALSOYGGIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í røðu síni við nýggju ferju-
leguna á Syðradali týsdagin,
endurgav landsstýrismaður-
in
í
samferðslumálum,
Bjarni Djurholm, ein norsk-
an verkfrøðing, H. Horn,
sum fyri hundrað árum síð-
an tók soleiðis til í einum
áliti um framtíðar vegagerð
í Føroyum:
"På Kalsø og Kunø kan
der neppe blive spørgsmål
om veibygning, men går
man først igang med vei-
bygning på øerne, så vil der
stadig melde sig nye krav og
i fremtiden vil man få se vei
på steder, hvor man nu vil
anse det uoverkommeligt at
skaffe fremkomst.."
- Men á Kalsoynni gongur
sjón fyri søgn, vísti Bjarni
Djurholm á. Koyrandi er
millum allar bygdir í oynni,
og tað hevði neyvan nakar
ímyndað sær fyrst í farnu
øld.
Fløskuhálsur burtur
Landsstýrismaðurin segði,
at hóast møguleikarnir fyri
bilaferðslu í oynni vórðu
betraðir munandi, tá ið tunl-
arnir gjørdust veruleiki,
hevur ferjusambandið mill-
um Klaksvíkina og Syðra-
dal verið ein týðandi fløsku-
hálsur.
- Her hevur Barskor nú í
eitt langt áramál verið álitið,
og hóast hann hevur roynst
væl, skerst ikki burtur, at
hetta er eitt gamalt og ótíð-
arhóskandi skip – uttan
møguleikar fyri akfars-
flutningi. Nú kann Barskor
leggja frá sær, eftir at hann
trúfastur hevur tænt oynni í
nógv ár.
Bjarni segði, at ótíðar-
hóskandi ferjusambandið
millum Klaksvíkina og
Syðradal var orsøkin til, at
samferðsluhavnin
í
Kalsoynni varð raðfest so
frammarliga politiskt.
- Og her hava vit so
ítøkiliga úrslitið, nú vit í
dag skulu taka nýggju
samferðsluhavnina alment í
nýtslu. Tað er ikki fyrr enn
nú, segði landsstýrismaður-
in, at kalsoyingar fáa fullu
nyttuna burtur úr vegasam-
bandinum í oynni.
Hann fegnaðist um, at
við stuttum millumbili eru
tvær samferðsluhavnir tikn-
ar í nýtslu í Føroyum, onn-
ur í Suðuroy og nú hendan í
Kalsoynni, sum er eitt vala-
verk, ið ger tað møguligt at
seta eina bilferju í sigling
millum
Kalsoynna
og
miðstaðarøkið.
- Hetta eru tvær havnir,
sum komandi árini fara at
betra um liviumstøðurnar
hjá íbúgvunum í útjaðaran-
um.
Havnabygging
Landssýrismaðurin vísti á,
at við nýggju ferjuleguni
hava kalsoyingar skrivað
seg inn í føroysku sam-
ferðslusøguna og soleiðis
lyft arvin eftir teir, sum
gingu undan.
- Mær er sagt, at fyrsta
veruliga atløgubryggjan í
Kalsoynni varð bygd í
1930. So, í veruleikanum er
talan um eitt 75-ára jubile-
um í ár.
Hann segði, at tað var
Palli Norðuri í Stovu, sum
Tað var landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni
Djurholm, sum klipti snórin og kunngjørdi, at nú er nýggja
samferðsluhavnin á Syðradali alment tikin í nýtslu
Mynd: Bárður Lydersen
KALSOYGGIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Oyvindur Brimnes, lands-
verkfrøðingur og Andras
Jensen, deildarleiðari á
Strandfaraskipum Lands-
ins, søgdu eisini nøkur orð
við móttøkuna á Syðradali.
Tað var landsverkfrøð-
ingurin, sum alment hand-
aði
Strandfaraskipum
Landsins
nýggju
sam-
ferðsluhavnina til nýtslu.
Oyvindur Brimnes geiddi
frá, hvussu gongdin hevur
verið í Kalsoynni – við
tunnilsbyggingum og nú
við nýggjari ferjulegu.
Í stuttum lýsti hann, hvat
arbeiði liggur aftanfyri eina
slíka verkætlan sum hesa –
við eitt nú aldumátingum,
modell-royndum, projekt-
eringum, sáttmála og seinni
við trupulleikum við brim-
skaðum, vánaligum gróti
og botnviðurskiftum.
Vegna Landsverk takkaði
hann løgtingi, landsstýri,
kommunu, Landsbyggifel-
agnum,
arbeiðstakara,
arbeiðsfólki og øðrum fyri
samstarvið.
- Eg enda ynski eg tykk-
um øllum góða eydnu við
havnini – og við hesum
handi eg hana til Strand-
faraskip Landsins at nýta,
segði Oyvindur Brimnes.
Í røðu síni greiddi Andras
Jensen, deildarleiðari hjá
SL, frá leiklutinum hjá
Kalsoy: Ein nýggj tíð við nýggju
... og tað var Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sum al-
ment handaði Strandfaraskipum Landsins nýggju samferðslu-
havnina á Syðradali til nýtslu
Mynd: Bárður Lydersen