hósdagur 21. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2005
7
r:
tvørtur um floksmørk
bygdi fyrstu atløgubryggj-
una á Húsum, og hann stóð
eisini fyri arbeiðnum, tá ið
nýggjar
atløgubryggjur
vórðu bygdar á Húsum í
1947-1948 og á Syðradali í
1950-1951. Atløgusíðan á
Syðradali varð útbygd í
1970-unum og hevur sein-
astu árini verið nýtt til
farma-og ferðafólkaflutn-
ing millum Kalsoynna og
Klaksvíkina.
- Eg vænti, at tit geva
mær rætt, tá ið eg sigi, at
besti hátturin at hátíðar-
halda hetta 75-ára jubileum
er við eini spildurnýggjari
samferðsluhavn, sum nú er
klár at taka í nýtslu, segði
Bjarni Djurholm.
Siglingarsøgan
Strandfaraskip
Landsins
hava avgjørt, at Sam fram-
yvir skal røkja siglingina í
Kalsoynna.
- Sam verður sostatt
nýggjasta skipið í eini røð
av skipum og bátum, sum
hava røkt sambandið í
Kalsoynna. At menningin
av
samferðsluni
hevur
gingið
skjótt,
er
Kalsoyggin besta dømi um,
segði landsstýrismaðurin.
Hann vísti á, at tað er ikki
meira enn ein mansaldur
síðan, at róð varð við
árabáti í oynna við posti,
farmi og ferðafólki.
Bjarni Djurholm greiddi
síðan frá, hvussu gongdin
við flutningi hevur verið
seinastu mongu árini.
- Í 1927 keypti Samson
Joensen, ið var postmaður
og sum róði í Kalsoynna og
gekk norður um Fjall, deks-
bátin Guttaberg. Báturin
hevði motor og sigldi týs-
dag, hósdag og leygardag
millum Klaksvíkina, Kun-
oyarbygd og Kalsoynna við
posti, farmi og ferðafólki.
Hann vísti á, at í 1948
yvirtók P/F Hugo Gardar
siglingina, fyrst við Leyna-
fossi, síðan við Polaris til
miðskeiðis í 1960-árunum,
tá ið Barsskor varð settur í
sigling. 1. apríl 1974 yvir-
tók Strandfaraskip Lands-
ins hesa sigling.
- Tað skal vera mín vón,
at Sam – hóast talan ikki er
um eitt nýtt skip – fer at
roynast líka væl, sum tey
skip og teir bátar, sum hig-
artil hava røkt hesa farleið,
segði Bjarni Djurholm.
Politiskur vilji
Í røðu síni legði hann dent
á, at sitandi landsstýri hev-
ur sett sær sum mál at betra
um viðurskiftini á útoyggj.
- Ásannast má, at eitt væl
útbygt og væl virkandi
samferðslukervi – við veg-
um, tunlum og ferjulegum
– hevur alstóran týdning
fyri trivnaðin í útjaðaran-
um, fyri vinnuna og fólkið
sum heild. Alt verður ikki
gjørt eftir einum degi, men
Kalsoyggin er eitt dømi um
politiskan vilja tvørtur um
floksmørk at betra um við-
urskiftini
hjá
fólki
á
útoyggj.
Bjarni Djurholm segði, at
byggingin av samferðslu-
havnini í Kalsoynni hevur
gingið væl, síðan verklags-
lógin varð samtykt í løg-
tinginum, 13. februar 2003.
- Men byggingin hevur
verið nakað darvað av veðri
og vindi, legði hann aftrat.
Landssýrismaðurin nýtti
at enda høvið at takka
øllum, sum eiga lut í verk-
ætlanini, Landsverki, ráð-
gevum, arbeiðstakarum, ar-
beiðsfólki, strandferðsluni
og játtandi myndugleikun-
um.
- Uttan tykkum var henda
verkætlan
verandi
ein
tanki. Tit hava gjørt tankan
til veruleika – og hava flutt
okkum fram á leið, segði
Bjarni Djurholm.
Hópur av fólki var til hátíðarhaldið í Kalsoynni
týsdagin
Mynd: Bárður Lydersen
Borgarstjórin í Hús-
ar kommunu, segði
seg vóna, at nýggja
ferjusambandið
kemur at føra til
framburð í oynni,
samstundis sum
sambandið við bygd-
irnar norðanfyri
verður nógv betur
KALSOYGGIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Magni Garðalíð, borgar-
stjóri í Húsar kommunu,
sum eisini fevnir um
Syðradal, helt í røðu síni
fyri, at hetta er ein stórur
dagur fyri alla Kalsoynna.
- Vit hava glett okkum
ómetaliga nógv til hendan
dagin, og nú stendur sam-
ferðsluhavnin liðug, sam-
stundis sum eitt nýtt tíðar-
skeið er byrjað fyri kalsoy-
ingar. Vit kunnu siga, at vit
í dag eru nærri meginøkin-
um, enn vit áður hava
verið.
Hann vísti á, at sam-
stundis, sum hetta er ein
hátíðardagur í oynni, er
tíðin eisini komin til at
siga Barskor farvæl –
rutubátinum, sum hevur
verið álitið hjá kalsoying-
um í fleiri ártíggjur.
- Vit fara at sakna ta
samveru, sum hevur eyð-
kent túrarnar um Kalsoy-
arfjørð og teir menn, sum
hava siglt við Barskor.
Eingin nevndur, eingin
gloymdur. Tøkk skulu tit
eiga fyri hesa tíðina!
Magni segði seg vóna, at
nýggja
ferjusambandið
kemur at føra til framburð,
samstundis
sum
sam-
bandið við bygdirnar norð-
anfyri verður nógv betur.
- Tað er lættari at draga
eina línu í felag heldur
enn, at tvær verða drignar
av færri.
Hann nam eisini við
kjakið um kommunusam-
anlegging, nú tær báðar
bygdirnar norðanfyri hava
lagt saman við Klaksvíkar
kommunu, meðan Húsar
kommuna framvegis er
sjálvstøðug kommuna.
- Nú er møguleiki at
koma og fara við bili.
Fólk, sum hava tilknýti til
oynna, men ikki dagliga
eru her, fara ivaleyst at
vitja oftari, nú túratalið er
fleirfaldað.
Magni takkaði teimum,
sum standa aftanfyri hesa
verkætlan – og ikki minst
vendi hann sær til teirra,
sum hava arbeitt hjá J&K
Petersen, arbeiðstakara.
- Tykkum, sum hava
havt tykkara dagliga ar-
beiði her norðuri, vil eg
takka fyri dugnaskap.
Dagurin hevur mangan
verið rokasligur, og ikki
altíð hevur tykkara arbeiði
verið heilt vandaleyst.
Borgarstjórin segði seg
vóna, at asfalt beinanveg-
in verður lagt á havnalag-
ið, soleiðis at økið verður
nossligari og lættari at
ferðast eftir.
Magni Garðalíð takkaði
eisini Klaksvíkar komm-
unu og Landsverki fyri, at
tey vildu standa saman
við Kalsoynni um hátíðar-
haldið.
- Eftir samkomuna her á
nýggja havnalagnum bjóða
Húsar kommuna og Klaks-
víkar kommuna øllum
hjartaliga
vælkomnum
heim til Húsar til døgurða í
bygdarhúsinum.
Borgarstjórin
endaði
við hesum orðum:
- Seinast av øllum vilja
vit bjóða Sam hjartaliga
vælkomnum og takka
Barskor fyri tíðina og trú-
skap hesi mongu ár, nú
hann skal syngja sín
svanasong, segði Magni
Garðalíð.
Kalsoyingar
eru nú nærri
meginøkinum
strandferðsluni, og hvørjar
møguleikar nýggja ferju-
legan og nýggja ferðasam-
bandið kemur at hava fyri
kalsoyingar.
um møguleikum
Andras Jensen, deildarleiðari
hjá SL, greiddi frá leikutin-
um hjá strandferðsluni og
teimum møguleikum, sum
nýggja farleiðin kemur at
geva kalsoyingum
Mynd: Bárður Lydersen