hósdagur 21. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 75 - 21. apríl 2005
Ársmøtið hjá
Heimamissiónini
savnar í túsundatali
av yngri og eldri fólki
í Leguhúsinum í
Nesvík. Umframt
møtir og bíbliutímar
verður arbeiðið í
rørsluni somuleiðis
viðgjørt við pallborði
og frágreiðingum
SAMKOMUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nesvík: Sangmøti við vitn-
isburði er fyrsta tiltakið á
ársmøtinum, sum Heima-
missiónin fer at skipa fyri
um vikuskiftið.
Ársmøtið 2005 byrjar við
møti í kvøld kl. 19:30 í
Leguhúsinum í Nesvík, og
síðani verður hildið á allar
dagarnar fram til sunnu-
kvøldið, tá seinasta tiltakið
er á skránni.
Heitið fyri møtini hesa-
ferð er »Missión – ein av-
bjóðing« og verður tað lýst
við talum, sangi, framløg-
um og eisini einum pall-
borðsfundi.
Fólk úr øllum landinum
plaga at koma til hesi árs-
møtini hjá Heimamissión-
ini, sum hevur meiri enn
100 ár á baki her á landi.
Kring oyggjar okkara ger
Heimamissiónin eitt anda-
ligt arbeiði millum børn,
ung og tilkomin. Eingin er
limur í Heimamissiónini,
men hinvegin kann vísast á,
at málgagnið hjá rørsluni –
Trúboðin – kemur út í 2000
eintøkum hvørja ferð.
Samansjóðing
Heimamissiónin
er
ein
rættiliga virkin rørsla, og
hevur m.a. sunnudagsskúl-
ar á 50 støðum kring oyggj-
arnar.
Møtir verða eisini hildin
regluliga á mongum støð-
um. Og fyri líkasum at
samansjóða alt hetta ar-
beiðið verður júst hetta eitt
av evnunum á ársmøtinum í
ár.
Seinnapartin fríggjadag-
in verður nevniliga ein pall-
borðsfundur, har spurning-
urin um, hvussu ein saman-
sjóðar eina so stóra og vítt-
fevnda rørslu sum Heima-
missiónina, verður tikin
fram.
Við pallborðið fara at sita
Hilda Viderø, Laila Høj-
gaard, Thomas Dam og
Christian Joensen.
Eitt annað áhugavert evni
á ársmøtinum er frágreið-
ingar frá teimum mongu
ymisku arbeiðsgreinunum
hjá rørsluni. Hetta verður
gjørt seinnapartin leygar-
dagin, har eisini formans-
frágreiðing og fíggjar-frá-
greiðing er á skránni, eins
og samrøður verða hildnar
við umboð fyri tríggjar av
arbeiðsgreinunum.
Gleðiboð
Ein annar partur av hesum
tiltakinum, sum savnar í
túsundatali av fólki, eru
møtini um kvøldarnar.
Her hevur ein í ár valt at
hava eitt ávíst evni til hvørt
møti, út frá tí sum er
høvuðsyvirskriftin yvir alt
tiltakið.
Fríggjakvøldið fer so-
leiðis Alfred Olsen av Toft-
um at tosa um evnið »Vit
fingu eini gleðiboð at
hoyra«, og leygarkvøldið
Niels Jacob Nielsen av
Strondum um evnið »Vit
fingu eini gleðiboð at
eiga«, meðan Alfred Peter-
sen úr Havn sunnukvøldið
fer at tosa um evnið »Vit
fingu eini gleðiboð at
bera«.
Í Heimamissiónini er eitt
ríkt sang- og tónleikalív, og
fara kór, bólkar, solistar og
onnur at seta sín serstaka
dám á øll tiltøkini um viku-
skiftið.
Hesi tiltøkini eru fyri alla
familjuna, og tí verður eis-
ini skipað fyri barnaansing
undir tiltøkunum.
Fyrstu
framskrivingarnar til
fíggjarlógararbeiðið
fyri 2006 vísa, at talan
er um hall, sum er úti
við hálva milliard
FÍGGJARLÓGARSMÍÐ
Jákup Mørk
Í Fíggjarmálaráðnum eru
tey nú farin undir smíðið av
fíggjarlógini fyri komandi
ár, og líkt er til, at talan
aftur í ár verður um stóra
uppgávu, um alt skal hanga
saman.
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður sigur, at fram-
skrivingarnar siga, at talan
verður um eitt hall, sum er
einastaðni millum 400 og
500 mió kr.
– Men hetta er so út-
gangsstøðið, og í so máta er
støðan óbroytt í mun til
undanfarnu
fíggjarárini.
Bæði fyri 2005 og 2004
byrjaðu vit jú við eini fíggj-
arlóg, sum sýndi eini 400
mió kr. í halli. Síðani varð
raðfest
av
nýggjum,
rationaliseringar og niður-
skerjingar framdar o.s.fr.,
og tær ferðirnar megnaðu
vit so at fáa eina fíggjarlóg,
har hallið varð avmarkað.
– Og tað er tann parturin
av arbeiðinum, sum nú er
eftir. Tað er so sjálvandi
eisinin tann størsti parturin,
og fyrr enn tað er komið
nakað væl áleiðis, ber illa
at siga nakað um, hvussu
endaliga
fíggjarlógin
kemur at síggja út staðfestir
landsstýrismaðurin.
Hálv milliard í
reyðum tølum
Eitt ársmøti at samansjóða fólkið
Leguhúsið í Nesvík verður karmur um ársmøtið hjá Heimamissiónini, har missiónsvinir úr øllum
landinum seta hvørjum øðrum stevnu um vikuskiftið