hósdagur 21. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2005
9
Bárður Nielsen váttar,
at fyrstu mánaðirnir í
ár hava sýnt eini
minni-inntøku fyri
avgjøld, men hann
bæði vónar og roknar
við, at hetta fer at laga
seg í árinum
FÍGGJARLÓGIN
Jákup Mørk
Tað tykist vera vandi fyri,
at landskassaroknskapurin
fyri inniverandi ár fer at
gerast væl ljótari, enn tær
228 milliónirnar, sum sein-
astu framrokningarnar ann-
ars søgdu.
Keldur, sum Sosialurin
hevur tosað við, siga, at
talan væl kann gerast um
eitt hall, sum verður upp
ímóti 400 mió kr., tá av-
tornar. Hetta tí inntøkurnar
til landshúsarhaldið gerast
væl minni enn tað, sum
roknað varð við.
Væntar eina betran
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum, Bárður Nielsen,
váttar, at talan í løtuni er
um lægri inntøkur enn tað,
sum mett varð í fíggjar-
ætlanini.
– Sjálvur hvørki vóni eg
ella rokni við, at talan fer at
gerast um nøkur stórvegis
frávik í inntøkumetingun-
um. Skattainntøkurnar fyri
fyrstu tríggjar mánaðirnar
eru á leið tað, sum roknað
varð við, og nú bæði hýsu-
og toskaprísirnir eru kvink-
aðir nakað uppeftir, sam-
stundis sum russaraavtalan
hevur skapt nakað av virk-
semi, vænti eg ikki, at apríl
mánaður verður lakari.
– Hinvegin er talan um
eina minni inntøku av av-
gjøldum. Tað kundi bent á,
at nýtslan hjá fólki hevur
verið minni enn mett fyrstu
tríggjar mánaðirnar, men
tað kann so eisini hava
sínar orsøkir. Eitt nú kann
hugsast, at seinkanin av
nýggju avgjaldslógini hev-
ur havt eina broyting í inn-
flutningsmynstrinum við
sær, sigur landsstýrismað-
urin, sum eisini roknar við,
at hetta fer at javna seg í
árinum.
– Vit hava framvegis eina
byggivinnu, sum hevur
nógv at gera, og eitt nú
skulu eini 175 sethús
byggjast í Hoyvíkarhagan-
um, so tað er einki sum
bendir á, at aktiviteturin fer
niður í bræði. Lønarút-
gjaldingarnar hava eisini
verið á leið tí, sum roknað
varð við, og tí trúgvi eg
einki uppá, at minkanin í
avgjøldunum verður var-
andi.
Gjaldførið er gott
Tað hevur eisini ljóðað, at
ein lánstøka upp á eina
hálva milliard er neyðug
hjá landskassanum, soleiðis
at gjaldførið kann betrast,
men hetta kennis Bárður
Nielsen als ikki við. Hann
heldur, at talan helst byggir
á eina misskiljing.
– Tað er rætt, at vit hava
tosað um møguleikan fyri
lántøku, men hetta er sum
so ikki tengt at gjaldfør-
inum í Landsbankanum.
Har kunnu vit hava eitt
yvirtrekk upp á 70% í
óavmarkaða tíð, so talan er
als ikki um nakra akutta
støðu.
– Hinvegin, so er rentan
metlág í løtuni, og tá vit
vita, at vit í heyst skulu um-
fíggja 375 mió í lánsbrøv-
um, so er spurningurin
meira, hvørt vit skulu taka
eitt lán her og nú, ella um
vit skulu bíða til heystar,
sigur altso landsstýrismað-
urin.
Hallið kann gerast størri
Í hesum døgum hevur
AFS Føroyar fleiri
kunningarfundir um
virksemið hjá
felagsskapinum.
Millum annað sakna
fyriskipararnir sjálv-
boðin, sum kunnu
vera við til at gera
uppihald og uppliv-
ingar annars so góð
og jalig sum møguligt
AFS
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Geografiska fjarstøða Før-
oya er ofta uppi og vendir,
og tað kann hava bæði fyri-
munir og vansar. Í førinum
hjá AFS Føroyum hevur tað
mest vansar við sær, tí or-
sakað av fjarstøðuni, hevur
higartil verið torført at
eftirútbúgva
tey
sjálv-
bodnu.
Men nú er vend við at
koma í. Nú verða fýra fólk
um árið send til eftirút-
búgvingar í Danmark, og í
hesum døgum verður skip-
að fyri fleiri kunningar-
fundum og verksmiðjum
saman við trimum vitjandi
frá AFS Interkultur í Dan-
mark.
Lene
Godiksen,
Mia
Hvilshøj og Anne Sofie
Johansen koma nevniliga
til Føroya fyri at geva
íblástur til AFS virksemið
her heima.
Byrja í Vestmanna
Orsøkin til, at tær tríggjar
koma er, at í Damark er
møguleiki fyri tey sjálv-
bodnu í AFS Interkultur at
eftirútbúgva seg á fleiri
ymsum skeiðum og verk-
smiðjum.
– Vit hava leingi roynt at
fingið í lag, at vit í Før-
oyum eisini skuldu fáa
møguleika fyri eftirútbúgv-
ing, tí vit, orsakað av geo-
grafisku fjarstøðuni, so at
siga eru við skerdan lut, tí
okkara møguleikar eru ikki
teir somu, greiðir Elisabeth
Holm frá AFS Føroyum frá.
Byrjað verður við einum
kunningarfundi
í Vest-
manna skúla hósmorgunin,
har næmingarnir á fram-
haldsdeildini verða kunn-
aðir um nýggja norðuratl-
antiska summarprogramm-
ið, heilársprogrammið og
vertsfamiljuprogrammið.
Síðani verður farið til
Hoydalar, har ein annar
kunningarfundur,
um
møguleikarnar hjá teimum,
ið eru yvir 18 ár. Har eru
nevniliga tvey serlig progr-
amm, har ein hevur møgu-
leika at fara til lond kring
allan heim at arbeiða sjálv-
boðið, búgva hjá eini verts-
familju og harafturat fáa
innlit í land, mál, mentan
og øllum tí spennandi, sum
hartil hoyrir.
Lokalfelagsarbeiði
Stórur tørvur er á sjálv-
bodnum í Føroyum, sum
vilja seta tíð av at geva
bæði ungum føroyingum og
ungum útlendingum eina
so góða uppliving sum
møguligt.
Elisabeth Holm vísir á, at
AFS gevur nógv aftur til
samfelagið
og
skapar
møguleikar. Tað eru nógvir
føroyingar, ið hava verið
við AFS, ið hava eitt heilt
serligt innlit í mál og ment-
an í einum ávísum landi, og
tað kann heilt vist geva
ágóðar seinni.
Tær donsku kvinnurnar
koma millum annað at
kunna
um,
hvat
fyri
møguleikar eru – bæði fyri
vertsfamiljur og fyri tey, ið
send verða avstað.
Fríggjadagin verður tað
serliga lokalfelagsarbeiðið,
ið verður á skránni. Hetta
verður eisini í studentaskúl-
anum í Hoydølum, og er
fundurin fyri øll, sum hava
áhuga fyri lokalfelags-
arbeiði. Tørvur er millum
annað á fólki, sum hava
áhuga í at arbeiða við
sendiprogramminum
og
vertsfamiljuprogrammin-
um.
AFS upp at standa
– Vit vilja fegin hava AFS
Føroyar ordiliga upp at
standa aftur, soleiðis at øll
kunnu verða so væl fyri-
reikað sum møguligt. Bæði
tey, ið verða send avstað og
tey, ið koma til Føroya,
sigur Elisabeth Holm.
Tað er eins og áður eisini
møguleiki fyri at gera
vertsfamilja fyri einum
útlendskum skiftisnæmingi
her heima í Føroyum. Hetta
fara tey í AFS at kunna um
leygardagin – eisini í Hoy-
dølum. Her fara tey at
greiða frá, hvat krevst fyri
at gerast vertsfamilja, tí
ofta vísir tað seg, at fólk
ikki tora at taka ímóti
einum heilt fremmandum
næmingi.
Hesir dagarnir eru ein
upplagdur møguleiki fyri
fólk, ið eru forvitin at finna
útav, hvat AFS gongur út
uppá, og hvussu ein kann
gerast ein partur av einum
væl virkandi felagsskapi,
sum arbeiðir fyri at niður-
bróta fordómar, skapa vin-
arløg og byggja brýr land-
anna millum.
Kunningardagar um AFS
Nógvir AFS´arar hava vitjað Føroyar millum ár og dag. Her er tað týska Carolin Pecho saman við vertsfamiljuni, sum búði í
Føroyum í 2002/2003
Mynd: Jens Kr. Vang
- Eg bæði rokni við og vóni, at inntøkurnar av avgjøldum fara
at økjast, soleiðis at talan ikki verður um negativ frávik á
inntøkusíðuni, sigur Bárður Nielsen