hósdagur 21. apríl 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hans Joensen
Garðsgøta 19, Argir
Harra
innlendismálaráð-
harri Jógvan við Keldu.
Enn einaferð er so út-
lendingamálið
uppi
og
vendur og ikki kann sigast,
at hesu ferð er handfaringin
væl úr hondum greidd.
Havi nærmast hug at siga
landaskomm um hetta mál,
og skammist ikki sørt sum
vanligur borgari í Føroyum
at uppliva, at harra Jógvan
við Keldu, landsstýrismað-
ur, við sínum alski til móð-
urmálið, ikki vil skriva á
donskum til danskan stovn,
men tvíheldur um móður-
málið.
Lat tað verða sagt hart og
týðuliga, at útlendingamál-
ið ikki snýr seg um móður-
málið.
Tað snýr seg um livandi
persónar, sum búgva her á
landi og sum skulu søkja
um loyvi at verða her í
Føroyum eina ferð um árið.
Tað allar minstra krav
hesir persónar eiga, er í
roynd og veru at fáa svar
frá landsins myndugleik-
um. So vinarliga, Jógvan
við Keldu, set fólkið hjá
tær í innlendismálaráðnum
í gongd beinanvegin, og av-
greið hesi mál (á donsk-
um).
Sum skilst, so er Jógvan
firtin, tí politiið følir seg
sum gísla í hesum máli,
men so er ikki. Gíslin er
tíverri útlendingurin, og tað
hevur hann verið alla
tíðina.
10
Nr. 75 - 21. apríl 2005
Sama Løgting, ið vil útseta nakað so umráðandi sum
fiskapakkan, hevur ongar trupulleikar við at samtykkja
onnur ting, ið als ikki hava sama skundin sum fiska-
pakkin. Tingið samtykti við aðru viðgerð eina nýggja
upplatingarlóg, ið skuldi vera ein liberalisering. Tað er
hon helst eisini á flestu punktum, men eitt markant
undantak er.
Tað verður, sum vit longu hava umrøtt á hesum stað í
farnu viku, álagt øllum handlum íroknað bakaríum og
bensinsølum at stongja millum tíggju og tvey sunnu-
og halgidagar. Við øðrum orðum vil Løgtingið sam-
tykkja í 2005, at eingin skal sleppa at keypa í kirkjutíð.
Sjálvandi skal man hava virðing fyri teimum, ið ganga
høgt uppí sítt trúarlív og lata vera við at skipa fyri
tiltøkum undir kirkjuveggi í kirkjutíð, men máti skal
verða við øllum. Nær ein gongur á møti ella í kirkju,
ella um ein yvirhøvur gongur á møti ella í kirkju er eins
egna søk, og tí ger Løgtingið nakað nógv av, tá tað
samtykkir at bert tey, ið eru uppi áðrenn klokkan tíggju
sunnumorgun kunnu keypa sær rundstykkir og annað.
Um fólk hava eitt brennandi ynski um at binda frið
millum tíggju og tólv sunnudag, so finna tey óivað
sjálvi útav tí, uttan Løgtingsins innblandan.
Tað er, sum vit innleiddu, eitt relativt lítið luksusmál,
um handlar skulu sleppa at selja nakað í kirkjutíð, og
nógv meira týðandi liggur á láni sum til dømis
áðurnevndi fiskapakki. Tó eiga Løgtingslimir at siga
borgarum hví, teir vilja lukka handlar sunnudag. Er tað
tí at tað er kirkjutíð, ella er tað umsorgan fyri starvs-
fólkið?
Vit sita eftir við varhuganum, at tað er tað fyrra, hóast
tinglimir ikki vilja viðganga hetta. Um tað var
umsorgan fyri starvsfólkunum, so kundi tingið bert
ásett eitt tímatal, sum handlar kundu havt opið sunnu-
og halgidagar, og so kundu hesir handlar sjálvir
avgjørt, nær opið skuldi verið. Hetta hevði verið nógv
skilabetri. Um allir handlar í Havn ella Klaksvík vóru
lukkaðir millum tíggju og tólv uttan ein í hvørjum
staði, so hevði hesin eini handil ella bakarí uttan iva
havt úr at gera. Hetta bendir á ein tørv. Er uppgávan hjá
tinginum ikki júst at tryggja, at borgarans tørvur verður
nøktaður?
Um so var, at fakfeløg og onnur høvdu eitt sterkt ynski
um, at limir teirra ikki skuldu arbeitt millum tíggju og
tólv sunnudag, so var øðrvísi, men hetta nýggja
uppskot kemur frá tinginum sjálvum, uttan serstaka
grundgeving annað enn "hvat ger tað, at fólk binda frið
nakrar tímar sunnudag?". Svarið til henda spurning er
helst millum lítið og einki, men um grundin hjá Løg-
tinginum er átrúnaðarlig lóggáva, so eiga vit at spyrja,
hvat tað næsta verður. Bann móti dansi í føstu? Einki
kortspæl á almennum støðum í føstu? Lóg móti barna-
spæli og bilkoyring í kirkjutið? Vit spyrja bara. Vit fáa
at síggja hvussu leikur fer í hesum máli. Og tað gjørdu
vit seinnapartin mikudagin, tá hetta blað fór til prent-
ingar. Tá skuldi tingið nevniliga við 3. viðgerð taka
støðu til málið aftur og har fleiri tingmenn komu við
broytingaruppskoti um at stegða lógini, sum varð sam-
tykt við 2. viðgerð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Lukkað í kirkjutíð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Finnleif Guttesen
Nú vit skriva 2005…
Hvat er hatta fyri ein
dupultmoralur og innantóm
heilagralótir, sum løgtings-
fólk vísa Føroya fólkið við
afturlatingarlógini
Nú ætlar løgtingið at lóg-
geva nær fólk skulu fara á
møti ella í kirkju. SvF vísti
fleiri løgtingsfólk, ið við
himmalvendum eygum og
gloriu um høvdi, tóku undir
við afturlatingarlógini, tí
tað skuldi verða so gott fyri
okkum øll.
Størri møsn enn tað vit
hoyrdu í SvF frá løgtings-
limum skulu vit leita leingi
eftir og enn tá var tað ein
ungur prestur, sum segði, at
so kundu børnini binda frið
í tíðarskeiðinum millum kl.
10 og 14.
Eitt skilagott uppskot var,
og tað kom adventistaprest-
urin við, har hann segði, at
løgtingi skuldi slett ikki
blanda seg uppí upplating-
artíðirnar.
Latið
handilseigarar,
starvsfólk
og
fakfeløg
teirra avgera, nær og um
tey vilja hava opið, og lat-
um okkum fáa frið fyri
tykkara dupultmorali og
innantómu heilagralótum.
Útlendingamálið – skandala !!!
Lóggeva okkum 100 ár aftur í tíðina
Kári Leivsson
sálarfrøðingur
Um tað er eitt avstressað
samfelag, sum politikarar-
nir ynskja við lógarupp-
skotinum um, at allur
handil skal bannast sunnu-
dag millum kl 10 og 14, so
áttu teir heldur at lagt alt
samfelagið lamið hvønn
dag hesar tíðir – ella tað,
sum sunnan fyri verður
kalla siesta.
Vísundarlig
gransking
vísir, at avstressing ikki
kann avmarkast til ein dag
um vikuna, hon má vera
støðug.
Stressless ella lógarfest siesta