Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 21. apríl 2005 11 VIÐMERKINGAR - órealistiskt og poppulistiskt í Føroyum Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen Sitandi danska stjórnin hevur síðani hon tók við, fyri trimum árum síðani, arbeitt miðvíst við at stytta bíðilistarnar til sjúkraviðgerð í Dan- mark. Hetta hevur verið ein sólskinssøga, við tað at fleiri eru komin í viðgerð, bíðilistarnir eru styttir og sjúklingarnir eru nøgdir. Men tá Sam- bandsflokkurin roynir at tala fyri, at ein líknandi skipan eigur at verða sett í verk í Føroyum, so verður uppskotið kallað órealistiskt og populist- iskt. Talið av skurðvið- gerðum á donskum sjúkrahúsum er økt við 70.000 um árið, síðani stjórnin setti sær sum mál, at eingin skuldi bíða í meira enn tveir mánaðar eftir viðgerð, og 42.000 fólk hava tikið av tilboðnum um at fáa viðgerð uttanlands ella á privatum sjúkra- húsum. Næsta stigið hjá stjórnini verður at stytta bíðilistarnar heilt niður í ein mánað. Hetta ber væl til í Danmark, og hetta eigur sjálvsagt eisini at bera til í Føroyum. At tað kostar nógv at fáa eina tílíka skipan at virka, er einki at ivast í, men í longdini vinna vit í hvussu so er ein stóran part av útreiðslunum innaftur, við tað at fólk verða styttri frá arbeiði vegna sjúku. Vit kunnu lýsa hetta við einum einføldum dømi: Ein persónur skal hava sjúkraviðgerð, og er fyribils óarbeiðsførur. Men av tí at bíðitíðin til viðgerðina er long, má hann ganga fyri einki í langa tí, hóast sjálv við- gerðin kann avgreiðast eftir stuttari tíð. Tá hann so endiliga kemur í við- gerð, er hann orsøk til at onnur noyðast at bíða. Úrslitið er, at tað alla tíðina gongur onkur og bíðar. Um vit stytta bíðilist- arnir, so merkir tað, at nógv fleiri sjúklingar fáa viðgerð ta tíðina meðan bíðilistarnir minkað, og tað hevur sjálvsagt øktar útreiðsla við sær. Men í somu løtu sum bíðilist- arnir eru burtur, lækkar talið av viðgerðum niður aftur á umleið sama støði sum í dag. Munur- in er bara, at tá gongur eingin óarbeiðsførur og bíðar eftir viðgerðini. Almennu útreiðslurnar til sjúkraviðgerð lækka tí aftur, meðan inntøkur- nar hjá landskassanum hækka, tí fólk koma skjótari út aftur í ar- beiðslívið. So alt í alt hevði hetta í fyrsta umfari verið ein útreiðsla, men í longdini kundu vit vunnið ein stóran part av útreiðsl- uni innaftur, og fram um alt, so høvdu vit havt nøgdar sjúklingar - nak- að sum ikki skal undir- metast. Hetta er ein sólskins- søga í Danmark, hví skal tað so ikki eisini bera til í Føroyum ? Líka so væl sum vit verða noydd at senda sjúklingar av landinum meðan bíðilistarnir minka, so kunnu vit eisini bjóða útlendskum sjúklingum at fáa við- gerð í Føroyum, tá bíði- listarnir einaferð eru burtur. Tað undrar meg, at uppskot Sambandsflok- sins hevur verið kallað órealistiskt og populist- iskt, men líkamikið hvat onnur siga um tað, so ætlar Sambandsflokk- urin kortini at stríðast fyri, at bíðilistarnir til sjúkraviðgerð í Føroyum innan 3 - 4 ár verða styttir niður til í mesta lagi tveir mánaðar. Sólskinssøga í Danmark Finnur Helmsdal tingmaður Uppskotið frá vinnunevnd- ini, um at steingja fyri sølu av rundstykkjum og øðrum millum klokkan tíggju og tvey sunnudagar, er enn eitt dømi um ræðandi pseudo gudiligheitina, sum fær alt meira vald í samfelagi okk- ara. Um tað er sjúklig trongd at tekkjast ávísum veljaraskara, ella tað er ræðsla fyri sama skara, kann vera líka mikið. Tað, sum vit kunnu stað festa er, at ein stórur meiriluti av tinginum atkvøður fyri einum høpisleysum upp- skoti, tí teir eru bangnir fyri hákirkjuligum- og øðrum veljarum. At man so við at samtykkja uppskoti ger seg inn á vanlig hampafólk og annars sendir eitt hykleriskt dupultmoralskt pseudo gudiligt signal úr tinginum, ja, tað má so vera harvið. Um fólk sita á Hotel Før- oyum ella á Hotel Hafnia klokkan hálvgum eitt sunnudagar og eta eina feitan fleskabita, sum verð- ur skolaður niður við reyð- víni. Og um fólk hava drukkið eins snaps niður- undir, og fáa sær ein konjakk ella tveir omaná, ja, tað er ílagi, bara fólk ikki keypa rundstykki um somu tíð. Tað er, sambært tingsins hugburði, meira legalt at fara heim frá matstaði klokkan hálvgum tvey sunnudag við kenning, enn at fara ein fittan morg- untúr klokkan ellivu við hundinum eftir rundstykkj- um. Tað er ílagi, at vit keypa pittsa, Ekstrablaðið og skókrem klokkan 22.58 hvørt kvøld í vikuni (eisini sunnukvøld), men vit skulu ikki sleppa at keypa rund- stykki sunnumorgnar aftan á klokkan tíggju. Ræðist pseudo gudiligheit Um ávísir tingmenn so fegnir vilja umskapa Før- oyar til eitt fundamental- istiskt samfelag, so skulu hesir bara tóna reint flagg. Men tað hava teir sjálvandi ikki politikskt dirvi til. Teir velja heldur at lansera eina sjúkliga pseudo gudiligheit. Onkur kann siga, at tað kanska ikki er so vanda- mikið, at tað er gott, at vit fáa frið sunnumorgnar. Men tað skal eingin ivi valda um, at vit ganga vandaleið. Tí í tráð vit at menn lata seg lokka til at fremja ivasamar politiskar dispositiónir, m.a. tí lokal áhugamál skulu lúkast, so verður samvitskan reinskað við at spæla sjónleik fyri teimum hákirkjuligu. Og ein kann ikki lata vera við at hugsa ella bera bangheit fyri, hvør næsti leikur verður, tá hetta uppskotið er komið ígjøgnum. Skal tað tá verða bannað at lýsa við rundstykkjasølu, ella skal talið á bakaríðum avmarkast. Ella skal alt, sum bara minnir um morg- unmata sunnudag bannast. Kári P syngur um rund- stykkir í sanginum Súrligar nætur, kanska skal hann bannast... Tað næsta verður helst, at fólk skulu í kirkju ella á møti klokkan ellivu sunnudag. Hví ikki lata føroyingi sjálvan avgera, um hvussu hann skipar vikuskiftið. Bara hann ikki ger seg inn á onnur, so eig- ur tað at vera hansara per- sónliga val, um hann svev- ur leingi, hugnar sær við morgunmatarborðið saman við sínum, ella hann fer íkirkju ella á møti. Rokni ikki við, at nakar fær betri sømdi på den ene dag, um hann hevur keypt rund- stykkini áðrenn klokkan tíggju sunnumorgun. Viðgangi, at hesar við- merkingar eru ógvusligar og argandi, kanska langt úti, sum vanliga verður tikið til. Men eru mínar viðmerkingar so langt frá líka langt úti, sum uppskot- ið um skerdu rundstykkja- søluna sunnumorgnar er. Haldi, tað er eitt tað mest skítbýtta, sum er lagt fyri tingið seinastu nógvu árini. Lena Jacobsen Harmist, at tað ikki eydn- aðist Franki at vinna valið. Hann er so dugnaligur. Hevur verið so nógv ár í politikki. Og er so penur! Tað verður torført hjá flokkinum at vera so royndan politikkara fyri- uttan. Men familjan verður helst glað, tí hann við av- gerð síni longu hevur beint fleiri forðingar av vegnum. Undrist á, hví politikk- arar ikki fingu tingmanning og floksleiðslu at velja for- mannin, tá tað er meira demokratiskt enn eitt lima- val. Ella er tað minni demokratiskt? Hví stóðu limadyrnar upp á víðan vegg framman undan valinum, so fleiri túsund limir kundu tekna seg aftrat? Sá eingin ”vand- an” í hesum, men bara “vinning”? Helle kom, sá og sigraði Vónandi megnar hon at skilja millum ”mál” og ”bagatellir”. Millum poli- tikk og politiskt ”viðfesti”. Millum seriøsar atfinningar og atfinningar, elvdir av, at hon er óroynd kvinna, ið bjóðar royndum manni av. Sum tíðin líður, fáa vit at síggja, hvør stirðil er í henni. Um hon hevur vilja og umstøður at náa teim málum, hon ætlar. Lætt verður tað ikki hjá henni. Frank Davidsen Er tað nakað at siga til, teir tríggir løgtingslimir fólka- floksins vóru bæði lotir og lágmæltir í Degi og viku herfyri. Jørgen, sum vera man, kundi bert staðfesta, at tað var ein katastrofa fyri Vágar, um annar flogvøllur varð gjørdur, meðan lands- stýrismaðurin í samferðslu- málum var noyddur at við- urkenna, at tær 200 milli- ónirnar, ið løgmaður so hegnisliga hevði telvað við Anders Fogh um, vóru oyramerktar til Vága Flog- havn. Triði løgtingslimur fólkafloksins kendi seg á heimavølli og meinti, at fyri tær 200 mill. kundi man byggja ein nýggjan flogvøll fyri, ikki sannheit. Vit onnur kunnu bert fegnast um tað hegni og samráðingarevni, ið løg- maður hevur víst í hesum máli. Serliga tá hugsað verður um ta oyðimarkar- gongd, ið skiftandi lands- stýrismenn hava gingið í hesum máli. Ringt er at spáa um framtíðina og ætlanirnar um ein annan flogvøll ger- ast veruleiki einaferð. Vit eru og verða ongantíð heimsins nalvi, og regulari- teturin á Vága Floghavn er so gott sum tann sami sum í Kastrup. Og hvør veit um skoð- bráðið, ið løgmaður so hegnisliga veitti Vága Flog- havn, kemur at hava við sær, at tøkniligi framburð- urin komandi árini, saman við einum uppaftur betri regulariteti, ger at tað ikki verður neyðugt við eini milliarda íløgu í annan flogvøll. Livst so spyrst. Løgmaður til 13-tal Ræðandi pseudo gudiligheit Neyðars maður og kvinnan!