hósdagur 21. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
21. apríl. Florentius. Fleiri halgimenni eru við
hesum navni. Hesin dagurin er ásettur til minnis um
teir allar.
75 ára føðingardagur
Hósdagin 21. apríl verður Martin Hammer, Nes, fyrr-
verandi trúboðari 75 ár. Føðingardagurin verður
hildin saman við familjuni í heiminum hjá dóttrini
Olgu Johannessen á Toftum.
Silvurbrúdleyp og 50 ár
22. apríl kunnu hjúnini Irena og John Larsen, Vágur,
halda silvurbrúdleyp. Sama dag fyllur John 50 ár, tey
eru burturstødd.
Hósdagin 21 apríl fyllir
Martin Hammer á Nesi 75
ár.
Martin er ættaður av
Tvøroyri og er sonur Símun
og Helenu Hammer. Tey
fingu 9 børn og av teimum
eru enn 8 okkara millum.
Sum ungur fór Martin til
Danmarkar á Haslev Ud-
videde Højskole. Hetta
dámdi honum avbera væl,
og hevur hann ofta tosað
um hvussu góð og lærurík
hendan tíðin var fyri hann.
Serliga væl dámdi honum
at sita undir Orðinum frá tí
vælkenda
prestinum,
Christian Bartholdy sála.
Hin 24. apríl 1962 giftist
Martin við Danu Hansen,
ættað úr Gerðinum á Nesi.
Tey búsettust í Tórshavn.
Tey fingu 6 børn saman.
Elsti sonur teirra, Jóhan
bleiv einans 5 dagar gamal.
Hini børnini hava higartil
vælsignað Martin og Danu
við 16 abba- og ommu-
børnum.
Eitt skifti arbeiddi Martin
sum slaktari í Kjøtbúðini
hjá Otto Reinert í Tórs-
havn, samstundis sum hann
bygdi hús á Argjum. Bæði
Martin og Dana vóru um
hetta mundi sera virkin í
Meinigheitshúsinum
í
Havn.
Dana
hevði
Streingjakórið sum mong
minnast aftur á við gleði.
Men sum tíðin gekk vaks
hugurin og longsulin hjá
Martin eftir at standa
dagliga í Harrans tænastu.
Hetta førdi hann inn sum
trúboðara
hjá
Heima-
missiónini. Hann hevði sítt
virkið fyrst í Klaksvík frá
1972-78, og síðani á Tvør-
oyri heilt til juni mánaða í
1989! Martin var ein sera
avhildin trúboðari. Hann
vitjaði útoyggjarnar sum
fáur. Eitt serligt hjarta
hevði hann fyri Skúvoynni
sum hann vitjaði regluliga
heilt til hann vegna sjúku
ikki megnaði hetta longur.
Hann hevði Missiónsvikur í
øllum bygdum og kom at
standa í mongum veking-
um. Hann var ein sum vitj-
aði øll fólk. Hann tók ikki
dagar ímillum í hvørji sam-
komu tey hoyrdu heima í.
Tað brann í hjarta hansara
eftir at síggja menniskju
koma til trúgv. Hansara
virksemi sum trúboðari var
bygt á tað sum Paulus sigur
í Gal 6,14: Men tað veri
langt frá mær at rósa mær
av øðrum enn av krossi várs
harra Jesu Krists; tí at fyri
hansara skuld er heimurin
krossfestur fyri mær og eg
fyri heiminum.
Eftir
at
Martin
var
noyddur at leggja frá sær
sum trúboðari í 1989 bú-
settust hann og Dana í
barnaheiminum hjá Danu á
Nesi. Har búgva tey bæði
enn. Á Nesi hevur Martin
serliga fingið mangar vinir
í egningarskúrinum hjá
Glúpi. Har var hann fastur
egnari heilt til hann vegna
blóðtøpp
í
heilan
var
noyddur at leggja frá sær á
vári 2001. Hetta bleiv ein
dyggur smeitur fyri Martin.
Tí væl dámdi honum at
práta við alskyns fólk, men
blóðtøppurin
gjørdi
so
stóran skaða, at hann síðani
henda dag hevur sitið bæði
lamin og málleysur. Hóast
hetta hevur hann ongantíð
mist lívsmótið. Lovsongur-
in sum altíð ljóðaði á hans-
ara varrum býr enn í hans-
ara hjarta. Tær foldaðu
hendurnar bera enn boð um
at trúgvin á hin upprisna og
livandi Jesus Kristus heldur
honum uppi til hansara
síðstu sælu stund!
Tær verður ynskt hjar-
taliga tillukku á tínum stóra
degi og ein tøkk verður
eisini send til Danu sum so
trúfast hevur verið um teg
hesi 4 árini tú hevur verið
sjúkur.
Martin Hammer 75 ár
Dana og Martin Hammer
i