Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 75 - 21. apríl 2005 Hýrurin var góður á áskoðaranum, Braquet hevði hitað tey væl upp, og nú skuldu tær veruligu hetjurnar royna seg, og Petra royndust væl, vit sluppu eina ferð í teirra sangskatti UMMÆLI Niels Uni Dam Salurin var stúgvandi fullur av fólki. Tónleikararnir komu spakuliga út á pallin, og gjørdu eina evarska lítla ljóðroynd fyri fullum sali og løgdu so til brots við fyrsta lagnum. Eins og hjá Braquet tyktist byrjanin eitt sindur trek, ljóðið var ikki heilt gott. Men hetta loysti dugnaligi ljóðblandarin skjótt, og longu miðskeiðis í fyrsta lag, ljóðaði væl. Sangarin John Schlitt, segði, at teir vóru sera glaðir fyri at vera aftur í Føroyum, og at teir fóru at halda fram við einum lagi, sum var um, at tað ikki er avgerandi hvat man veit, men hvønn man kennir. Fyrstu løgini vóru rættu- liga nýggj, og hóast gott lív var í, so livdi ikki allur salurin við. Tað var ikki fyrr enn nøkur av eldru løg- unum vórðu spæld, at kon- sertin veruliga byrjaði at kóka. Petra hevur verið til síðan 1972, og hesi árini hevur tónleikurin ferðast gjøgnum nógv tíðarrák. Hesið tíðarrák vóru løtt at hoyra aftur í løgunum. Bólkurin spældi eina sera fjølbroytna blanding av løgum. Felags fyri løgini var, at tey vóru góð og lætt lurtilig. Men originalitet- urin var lítil og eingin, og tey tyktust ikki serlig á nakran hátt. Eg veit satt at siga ikki, um tað er tí Petra hava so stórt fokus á tekst- inum og boðskapinum, at tónleikurin verður eitt sindur tilvildarligur. Tón- leikurin tykist bara at gerast ein spegling av teirri tíðini hann er gjørdur í. Men bólkurin dugur at gera góð løg, og teir duga eisini at gera eitt gott rokk’n’roll show. Har vóru gittarsoloir, basssoloir og trummusoloir, og trummi- stikkarar vóru kastaðir høgt upp, og loftaðir aftur. Petra vísti at, sjálvt um rokk- showið er kristið - So er tað eitt rokkshow. Tá Petra spældi lagið »Lord I Lift Your Name on High« sang allur salurin við. Næstan allur salurin dugdi lagið. Rokkkonsertin minti knappiliga um eitt sangmøti. Rokkkonsertin gjørdist aftur sera verulig, tá tungmálmslagið »Jackyl and Hyde« bleiv spælt. Soleiðis rokkaðu Petra víðari Aftan á eina langa kon- Petra er ein ferð gjøgnum tíð Áhugin fyri Petra var stórur, tá Mentanar- húsið í Fuglafirði týs- kvøldið var karmur um stórfingna konsert, men áhoyr- arnir vóru eisini spentir at hoyra Braquet, sum hitaðu upp fyri heimsgitnu Petra UMMÆLI Niels Uni Dam Tá dyrnar vórðu latnar upp í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, var gongin full av fólk, eisini uttan fyri húsið stóðu nógv fólk. Áhugin fyri Petra var stórur. Men stundisliga uppmøtingin bar eisini boð um, at áhoyrarnir vóru spentir at hoyra Braquet, sum skuldu hita upp fyri Petra. Hetta var samstundis útgávukonsert í samband við fyrstu fløguna hjá Braquet. Sjónligir nervar Braquet vóru skjótir á pall- in. Bólkurin er ikki heilt óroyndur longur, men framman fyri einum strúgv- andi fullum Mentanarhúsi vóru nervarnir nokkso sjónligir. Fyrsta lagið ljóð- aði rættuliga trilvandi, og sangarin, Andrias Højgaard hevði lítla orku í røddini, hetta hendur onkuntíð, tá nervarnir eru ringir. Hann stóð við liðini til fulla salin og hugdi beint yvir á gittar- leikaran, Arna Zacharias- sen, meðan teir spældu alt fyrsta lagið. Har var einki samband við áhoyraran. Lagið sjálvt var annars framúr gott. Braquet hava ment seg nógv sum bólkur síðan Prix Føroyar finaluna í 2003. Men Andrias tykist hvørki at hava ment seg sum sangara ella sum front- maður í bólkinum. Hann er lívligur á pallinum, men kemur ongantíð útum pall- kantin, fær ongantíð fatur í áskoðarunum. Stendur mest sum og dansar innan í sær sjálvum. Brúka ikki vokalin rætt Andrias hevur ikki bestu sangrøddina í heiminum. Men tað eru tað so nógv sum ikki hava. Trupulleikin er, at Braquet brúka rødd- ina hjá honum, sum um hon var fantastisk. Her áttu Braquet at lært av Makrel. Røddin hjá Ára Rouch er ikki serliga yndig. Men við effektum og mest av øllum umhugsni, so er Ári Rouch eitt stórt pluss hjá Makrel. Andrias er ein partur av Braquet, tónleikurin er mentur, og samanspælið er ment, nú er stundin komin, at Braquet fara at arbeiða við vokalinum, tillaga hann til fyritreytirnar og løgini. Frálíkt samband Annað lag hjá Braquet, »No excuses« gekk betur enn fyrsta lag. Nervarnir tyktust burtur hjá trumm- um, bassi og gittara. Men Braquet hitaðu fólkið upp