Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 21. apríl 2005 15 ðarrák og lagasmíð Hvat dámdi tær Petra? Sámal, 32 ár Klaksvík Hetta var alvorliga gott. Eg eri glaður fyri, at teir spældu okkurt gamalt, eg havi lurtað eftir Petra nógv, men kenni best tað eldra. Hans Gunnar, 11 ár Havn Væl, mær dámdi væl. Alt var gott. Ása Sólbrún, Strendur Tað var øðiliga gott, alt var ordiliga kul. Lillian 24, Ljósá Mær dámdi væl konsertina. Deiligt at hoyra okkurt av tí gamla eisini. Kendi betur Petra fyrr, í 90’unum, kenni ikki tað nýggja so væl. Men tað var eisini gott. Jan Erik, 34, Leirvík Hatta var sera gott. Eg haldi, at tað er ótrúligt, at so gamlir menn syngja og spæla so væl. Hevði tú lurtað uttan at sæð teir, hevði tú hildið, at tað vóru ungir menn sum spældu. Andrias stóð enn og gløddi at Arna, og hóast hann millum løgini tosaði við áskoðararnar, tyktist hetta kunstigt, og einki samband varð veruliga. Arni Zacha- riassen harafturímóti hevði frálíkt samband við áhoyr- arnar, og sum ein nýggjur Yngwie J. Malmsteen svingaði hann við gittaran- um, hoppaði runt, lá á knæ og spældi og undirhelt fólkið. Fjøldin kókaði Braquet gjørdust betur og betur, tá teir gjørdust heit- ari. Teir borðreiddu við fleiri heilt góðum løgum. Seinasta lagið hjá bólkin- um var instrumentalt, og Arni fekk veruliga luft undir veingirnar. Tað var kanska ikki uttan orsøk, at tað varð í júst einum in- strumentalum lag, at fjøldin kókaði mest. Teir vórðu róptir út at spæla umaftur. Sum eykalag spældu teir »All I want«, sum er eykalag á 15 teimum bestu hesa vikuna. sert takkaði bólkurin fyri seg og fór av pallinum. Tá nógv varð klappað, komu teir út aftur, fyrst trummu- leikarin, sum spældi trummisolo í fleiri minuttir. Síðan komu hinir og end- aðu konsertina við tveim- um løgum, og einum minni vekingarmøti. Gittarleikar- in tók orðið. Hann bað tey, sum høvdu tørv á kristnari vegleiðing, um at fara inn í eitt rúm har vegleiðarar bíðaðu eftir teimum. Eyka trýst var lagt á tey, tá hann bað øll hini, sum vistu at doyðu tey nú, komu tey heim til Jesus, koyra hond- ina upp. Myndir: Jens Kristian Vang