Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 75 - 21. apríl 2005 Sleppur ongan veg Myndugleikarnir í Ísrael hava gjørt av, at kjarnorku- verkfrøðingurin Mordechai Vanuno skal halda seg inn- an fyri ísraelska landamarkið í minst tólv mánaðir afturat, tí sambært myndugleikunum er hann ein hóttan ímóti landsins trygd. Í 1986 varð Vanuno dømdur átjan ára fongsul fyri at hava avdúkað ísraelsk hernaðarloyndarmál í einari samrøðu við bretska blaðið Sunday Times. Av teimum átjan árunum sat hann samfull tólv ár fyri seg sjálvan. Síðani hann slapp úr fongslinum í fjør, hevur Vanuno søkt um uppihaldsloyvi í fleiri londum. Herfyri bað hann um at sleppa til Noregs, men norska stjórnin segði seg ikki kunna veita honum uppihaldsloyvi. Ísraelska stjórnin sigur, at Vanuno má ikki tosa við útlendsk tíðindafólk teir næstu tólv mánaðarnar. Fólk, sum eru ímóti avgerðini hjá stjórnini, siga, at í veru- leikanum er Vanuno politiskur fangi í Ísrael, og at av- gerðin hjá stjórnini er í stríð við altjóða reglur um pol- itisk og sivil rættindi. Professarar mótmæltu Týsdagin gingu umleið hundrað professarar mótmælis- gongu uttan fyri tann størsta lærda háskúlan í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo. Hetta var aðru ferð, at teir egyptisku professararnir gingu mótmælisgongu, har teir mótmæltu, at teir polit- isku myndugleikarnir leggja seg út í arbeiðið á teimum lærdu háskúlunum. Tann fyrra mótmælisgongan var ttan fyri ein lærdan háskúla har suðuri í landinum mánadagin. Mótmælisgongan týsdagin endaði við, at professar- arnir handaðu myndugleikunum eitt skriv, har teir mót- mæla, at tær egyptisku trygdardeildirnar leggja seg út í viðurskifti á háskúlunum. Teir mótmæltu eisini, at ein professari er sagdur úr starvi utta nakra greiða grund- geving. Síðani Hosni Mubarak, forseti, broytti grundlógina fyri trimum mánaðum síðani, hava altsamt fleiri egypt- ar kravt st'ørri nýskipanir og meiri demokrati í landinum, skrivar AP úr Kairo. Stór framgongd Tann stóri búskaparvøksturin í Kina stendur við, og tølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár vísa, at bæði íløgur og framleiðsla hava næstan sett nýtt met. Vøksturin í búskapinum var 9,5 prosent í januar árs- fjórðingi og sostatt á leið tannn sami sum í sama tíðar- skeiði í fjør, tá vøksturin var 9,7 prosent. Tølini vísa, at framleiðslan í ídnaðinum vaks heili 16,2 prosent, men tað var kortini hálvt annað prosent minni enn tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í 2004. Kinesarar hava gjørt stórar íløgur í samferðslukervið tey seinastu árini, og soleiðis er eisini í ár. Í januar ársfjórðingi vuksu íløgurnar 22,8 prosent, og tað var á leið sami vøkstur sum í sama ársfjórðingi í fjør. Fekk 640 ára fongsul Fyrrverandi argentinski heryvirmaðurin Adolfo Scil- lingo hevur fingið 640 ára fongsul fyri fólkamorð, yvirgang og fyri at hava pínt fangar undir hernaðar- stýrinum hjá Augusto Pinochet, forseta. Adolfo Scillingo bleiv stevndur fyri ein dómstól í Madrid, og hann er tann fyrsti, sum er ákærdur í Spania fyri at hava brotið mannarættindini í einum øðrum landi. Hann bleiv eisini dømdur í Madrid. Rætturin staðfesti millum annað, at hann hevði tveitt 30 livandi fangar úr einum flogfari niður í havið. Ákæruvaldið kravdi hann dømdan meiri enn 9.000 ára fongsul. UTTAN ÚR HEIMI Russisku myndug- leikarnir eru givnir at kanna, hvat hendi, tá fleiri túsund polskir heryvirmenn vórðu avrættaðir í 1940 KANNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyri einum mánað síðani góvust russisku myndug- leikarnir at kanna tilburðin, tá tann loyniliga sovjetska løgreglan avrættaði fleiri túsund polskar heryvirmenn í Katyn-skóginum uttan fyri býin Smolensk í 1940. Russar vilja vera við, at tað finnast prógv fyri, at umleið 1.800 fólk vórðu avrættað, men polskir søgufrøðingar siga, at minst 14.000 pólendingar vórðu avrættaðir í Katyn- skóginum. Í 1943 funnu týskir hermenn líkini av 4.500 polskum heryvir- monnum í fleiri hópgravum í skóginum. Í 1990 viðurkendi Mik- hail Gorbatjov, at Sovjet- samveldið hevði fulla ábyrgd av tí, sum hendi, og í 1992 handaði Boris Jelt- sin polska forsetanum Lech Walesa loynilig skjøl, sum vístu, at tað var Josef Stalin, sum gav boðini um at myrða teir polsku fang- arnar. Leiðarar um allan heim hava fagnað tí nýggja pávanum, men mong halda hann vera ov gamlan og afturhaldssinnaðan PÁVAVAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Í Rom vóru umleið 100.000 fólk á Pæturstorg- inum og fagnaðu tí nýggja pávanum, og í Týsklandi var stór frøi, nú kardinalar- nir høvdu valt tann fyrsta týska pávan í næstan 500 ár. - Tað er ein stórur heiður fyri alt Týskland og allar týskarar, at Benedikt 16. er úr Týsklandi. Hann er ein virðiligur eftirmaður hjá Jóhannesi Páll páva Øðr- um, segði týski kanslarin, Gerhard Schrøder, í sínari viðmerking til pávavalið. Hann legði afturat, at tann nýggi pávin kennir ta katólsku kirkjuna betur enn nakar annar, og at hann er ein viðurkendur guðfrøð- ingur. Joseph Ratzinger, sum nú eitur Benedikt 16., er ætt- aður úr býnum Markti í Bayern, og har savnaðust fólk í stórum tali at fagna tí nýggja pávanum. Afturhaldssinnaður Men minni enn so allir katolikkar eru líka fegnir um tann nýggja pávan. Í Kanada og í USA eru nógv fólk vónsvikin, tí sum kard- inalur hevur Joseph Ratz- inger gjørt greitt, at hann er ímóti fyribyrging og fostur- tøku. Hann hevur eisini blankt víst aftur at viður- kenna rættindi hjá sam- kyndum, og hann er eisini ímóti, at kvinnur kunnu virka sum prestar í katólsku kirkjuni. Í Suðuramerika er tann nýggi pávin heldur ikki ser- liga væl umtóktur. Har vísa tey ár, at Ratzinger stríddist ímóti teimum frælslyntu guðfrøðingunum, sum fóru at gera um seg í Suðuram- erika í sjeyti- og áttatiár- unum, og sum settu seg upp ímóti hernaðarstýrunum við kravi um rættvísi og demokratiskar nýskipanir. - Hatta var tað ringasta, sum kundi henda. Hann fer at halda somu kós sum undanmaður hansara, sigur argentinski guðfrøðingurin og professarin Ruben Dri við AP. Eisini í Danmark eru katolikkar misnøgdir við pávavalið, tí teir halda hann vera alt ov afturhaldssinn- aðan, og í Italia og Frak- landi verður roknað við, at undir hansara leiðslu fer tann katólska kirkjan at missa nógvar limir. Russar givnir at kanna hópmorð Bernedikt 16. fær blandaða móttøku Týski kardinaurin Joseph Ratzinger eitur nú Benedikt pávi 16. Hann arbeiddi saman við undanmanninum í mong ár og verður hildin at vera minst líka afturhaldssinnaður sum hann