hósdagur 21. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 • hósdagur • 21. apríl 2005 • 79. árg.
Mitsubishi Grand
Pajero hevur fingið
eina "facelift" og fæst
nú eisini í eini væl
útgjørdari Dakar-
útgávu. 3,2 litur
turbodiesel motor-
urin við 160 hk er
kvikur og hóskar væl
til bilin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mitsubishi Pajero er ein
kendur og væl umtóktur
jeepur, sum hevur verið á
marknaðinum í mong ár.
Pajero verður nógv brúktur
av teimum sum hava ser-
ligan flutningstørv sum t.d.
koyring á vánaligum vegi,
ella tey hava brúk fyri ein-
um bili til at draga ein tung-
an trailara sum t.d hesta-
transport.
Í tey 27 árini heimsins
torførasta skipaða koyring,
"Dakar Rally", hevur verið
gjøgnumført, hevur eingin
annar framleiðari av bilum,
lastbilum ella motorsúkkl-
um vunnið so nógv sum
Mitsubishi. Teir hava til-
samans vunnið hesa koyr-
ing 10 ferðir, harav fimm
tey seinastu árini á rað.
Í hesum sambandi hava
Mitsubishi valt at marknað-
arføra Grand Pajero í eini
Dakar-útgávu, ið er ein væl
útgørdur bilur. Bilurin hev-
ur eisini fingið eina "face-
lift" við ymiskum broyting-
um sum t.d. nýggjum køl-
aragittari, stórum víðvinkul
síðuspeglum eins og broyt-
ingum í kabinuni.
Í
Dakar-útgávuni
er
Mitsubishi Grand Pajero
eisini sera væl útgørdur við
deilvís leðurkabinu.
Grand Pajero hevur ikki,
eins og nógvir jeepar, leysa
chassisrammu ið karossa-
ríið er sett omaná, men
sjálvberandi karossarí við
innbygdari chassisrammu
eins og flestu persónbilar.
Hetta ger sítt til, at bilurin
merkist so lættur at koyra,
hóast hann vigar umleið
tvey tons.
Umframt trygdarskipanir
sum EBD, ELR, SRS, hev-
ur Grand Pajero aðrar inn-
bygdar trygdarskipanir sum
t.d. MATC (Mitsubishi
Active Traction Control).
Talan er um antispinn- og
stabilitetskontroll,
sum
forðar fyri at at hjólini fara
at spola á hálum undirlagi,
og minkar um vandan fyri
at bilurin glíður út, um
ferðin er nógv í svingum.
Eisini er ein onnur skipan
MASC (Mitsubishi Active
Stability Control), ið regu-
lerar og tryggjar bremsu-
kraftina í svingum, stabili-
tet og neutralar koyriegin-
leikar.
Bilurin hevur automatgir,
og motorurin er ein kvikur
4 syl. 3,2 litur turbodiesel
við 160 hk. Grand Pajero
fæst eisini í styttru útgáv-
uni við 3-hurðum og sum
Van.
Mitsubishi Grand Pajero
í Dakar útgávu
Motorurin
3,2 litur
4syl. turbodiesel 160 hk
0-100 km/t
13,8 sek.
Oljunýtsla
9,5 km/l
Dekkstødd
265/65-17
Stødd og vekt
Longd
480,0 cm
Breidd
188,0 cm
Hædd
185,0 cm
Eginvekt
2.100 kg
Viðførisrúm
415 / 1700 litrar
Prísur
kr. 550.000,- ( 7-pers.)
kr. 310.400,- (Van) + MVG
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Primera og
Laguna
Ætlanin er at Nissan
Primera skulu fram-
leiðast á somu verk-
smiðju sum Renault
Laguna. Sparast kunnu
upp til 750.000 milli-
ónir krónur við at
framleiða
bilarnar
saman, upplýsir vara-
stjórin hjá Nissan
Kelda: Motor Magasinet
Besta ár
hjá Honda
Honda hevði sítt besta
ár í Evropa í fjør við
eini sølu upp á yvir
250.000 bilar. Hetta
var ein vøkstur upp á
17,6 prosent. Civic-
serian hjá Honda seldi
best
Kelda: Motor Magasinet
Kinesiskir
bilar til
Evropa
Fyrstu kinesisku bil-
arnir koma til Evropa í
vár. Talan er um kines-
iska bilmerkið Jiang-
ling, sum hevur gjørt
avtalu við bilainnflyt-
arar í Hálandi og
Belgia
Kelda: Motor Magasinet
Mitsubishi Grand Pajero Dakar 3,2 Di-D
Mitsubishi Grand Pajero 3,2 Di-D í
Dakar-útgávuni við stórum krom
víðvinkul síðuspeglum og 17" alufelgum
Grand Pajero hevur sjálvberandi karossarí við innbygdari chassisrammu eins og flestu
persónbilar
Kabinan hevur eisini fingið eina "facelift". Í Dakar-útgávuni
er bilurin útgørdur við deilvís leðurkabinu