hósdagur 21. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 75 - 21. apríl 2005
Í Onglandi er ein
fyritøka sum framvegis
heldur lív í Morris
Minor. Talan er um
fyritøkuna "Charles
Ware`s Morris Minor
Centre" í suðurenska
býnum Bath.
Bilarnir eru í besta
standi og kunnu
keypast fyri millum 2
og 4.000 pund
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í Onglandi koyra enn í dag
umleið 150.000 Morris
Minor, sum fyrstu ferð
komu á marknaðin í 1948.
Her hjá okkum vóru teir
eisini væl umtóktir tann tíð
tað var, serliga sum pick-up
og vørubilar.
Tað er fyritøkan "Charles
Ware`s
Morris
Minor
Centre" í suðurenska bý-
num Bath, sum síðan 1976
hevur spesialiserað seg í at
restaurera Morris Minor í
teimum ymisku útgávun-
um.
Í Onglandi verða bilarnir
seldir fyri millum 2 og
4.000 pund. Hetta er tað
sama sum ein umleið 8 ára
gamal bilur í somu stødd
kostar. Tey flestu sum
keypa hesar bilarnar í Ong-
landi brúka teir dagliga.
Teir er lættir at umvæla og
bíligir at koyra í, bensin-
nýtslan er umleið 14-15
km/l.
Bilarnir verða bygdir upp
av nýggjum. Um t.d. teir
berandi lutirnir eru rustaðir,
verða teir skiftir út við
nýggjar lutir, sum koma frá
eini indiskari verksmiðju,
ið fyritøkan samstarvar við.
Tað mest áhugaverda við
hesum bilum er, at teir
síggja út sum spildurnýgg-
ir.
Adressan er: Charles
Ware’s
Morris
Minor
Centre, Charlton Buildings,
Lower Bristol Road, Bath,
BA2 3EA. Fleiri upplýs-
ingar eru at finna á heima-
síðuni:
www.morrisminor.org.uk
Morris Minor
– síggja út
sum spildur-
nýggir
Morris Minor (sedan)
Motorurin
1,1 litur 4 syl. bensin 50 hk
0-80 km/t
14,8 sek
Bensinnýtsla
14-15 km/l
Dekkstødd
5.00 x 14
Stødd og vekt
Longd
376,0 cm
Breidd
155,0 cm
Hædd
152,0 cm
Eginvekt
750 kg
(Data frá 1966)
Hesir vóru nógv brúktir sum arbeiðsbilar í Føroyum í 50 og 60-unum, bæði sum pick-up og
sum innilokaður vørubilur. Ein bilur sum hesin kostar 3.850 pund, umleið 42.000 krónur
Til ber at ogna sær ein Morris Minor, ið
sær út sum spildurnýggjur frá fyritøkuni
"Charles Wares Morris Minor Centre" í
suðurenska býnum Bath
Bilarnir verða bygdir upp av nýggjum, um t.d. teir berandi lutirnir eru rustaðir, verða teir
skiftir út við nýggjar lutir
Sigird av Reyni (1916-1994), sum stovnaði fyritøkuna Reyni Service í Rættará í 1947, var umboðsmaður fyri Morris bilarnar í Føroyum og seldi nógvar Minor. Á
myndini er ein Morris Oxford, ein Leyland lastbilur við krana, og ein Morris Minor pick-up