Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Johan var stak væl nøgdur Skála venjarin held- ur ikki, at hansara spældu upp til sítt besta, og hann hevði ikki ætlað at havt nakran av nýggju monnunum á liðn- um SKÁLA Johan Nielsen At vinna 2-0 í Klaksvík er ikki so galið. Og serliga ikki tá ið havt verður í huga, at Skála ongantíð áður hevði megnað at fingið fult har norðuri. Johan Nielsen, Skála venjarin, sum í fjør megn- aði at fáa liðið frá at vera botnlið og til at vera har, sum tað er hugaligt at kappast, tykist aftur í ár at hava fingið Skála at hoyra til millum tey mest áhugaverdu. - Spælið hekk í løtum væl saman, men eg haldi ikki, at vit kunnu siga, at tað var støðugt saman- hangandi. Men okkara menn stríddust væl, teir spældu seg til fleiri góðar møguleikar, og tá ið teir megnaðu at halda mót- støðumonnunum burturi frá at gera mál, so var tað nóg mikið, at teir skoraðu tvær ferðir, staðfestir Skála venjarin. Tá ið Skála sunnudagin var í Klaksvík, høvdu teir ongan av nýggju spælar- unum í hópinum. Týs- kvøldið vóru teir allir tríggir við. Á veg til Klaksvíkar fingu skála- menn boð um, at loyvini nú vóru í lagi. Høgri vongverjin, Janel, og málverjin, Fili- povic, vóru millum teir fyrstu ellivu, meðan Milic Corcic varð skiftur inn. Hevði tú tvær uppstill- ingar í høvdinum, tá ið tú fyrireikaði teg til týs- kvøldið? - Nei, eg hugsaði bara um eina uppstilling. Satt at siga ætlaði eg ikki, at nýggju spælararnir skuldu vera á liðnum. Men Eug- en Voda, sum er mál- mansvenjari og sum hev- ur vart málið í trimum teimum fyrstu umførun- um, helt, at tað var best, at nýggi maðurin slapp at royna seg. Ætlanin var, at Bárður Danielsen skuldi vera vongverji í høgru, men hann varð skaddur undir upphitingini, og so var einki annað at gera enn at geva Janel møgu- leikan, greiðir Skála venjarin frá. Í fimta umfarinum skal Skála á heimavølli ímóti VB royna at halda tørn um oddasessin. Nr. 75 • hósdagur • 21. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Liðformaðurin ásannar,at avrikið var alt annað enn gott móti Skála,og at úrslitið ber við sær,at KÍ er undir trýstið,tá ið teir fara í Gundadal KÍ Jóannes Hansen Klaksvíkingar vóru í ring- um skørum, tá ið teir fóru til hús í góðveðrinum týs- kvøldið. Glottin var, at uppgerðin móti Skála var avgreidd í fínum líkindum og ikki í illveðrinum, sum leikaði í sunnudagin. Hvat tí fótbóltsliga viðvíkur vóru so at siga eingir glott- ar. - Hatta var vánaligt. Vit løgdu væl fyri, og tað hevði kanska tikið seg heilt øðrvísi upp, um vit høvdu fingið mál beinan- vegin, heldur KÍ liðfor- maðurin, Atli Danielsen. – Hví mistu tit alt á gólvið? - Eg haldi, at Skála var betri skipað. Teir vóru støð- ugt yvirmannaðir á mið- vøllinum, og teir fluttu seg væl og arbeiddu betri fyri hvørjum øðrum, enn vit megnaðu. Tíverri vunnu vit ikki returbóltarnir, sum eru so týdningarmiklir at vinna, tá ið konseptið er, sum tað var hjá okkum. Tá ið tú sjáldan hevur bóltin, verður alt meiri torført, heldur Atli Danielsen. KÍ hevur bara fingið eitt stig burturúr tveimum teimum síðstu royndunum á heimavølli, og tað legg- ur trýst á undan útidyst- inum í Gundadali ímóti B36. - Talan verður sjálvandi um heilt øðrvísi uppgerð, og B36 hevur víst, at teir eru á veg rætta vegin. Vit hava nógv at hugsa um, bæði í álopspartinum og í verjuni. Hetta var fyrsta ferðin, vit ikki hava skor- að, og mótstøðumenninir hava í øllum dystunum skorað ímóti okkum. Tað kostar, at mál fara ígjøgn- um, tá ið vit sjálvir ikki megna at gera mál. KÍ leggur trýst á seg sjálvt Fyrsti sigurin hjá Skála í Klaksvík varð vunnin, tá ið skála- menn vóru skjótari og hugflogsríkari enn ógvuliga ráðaleysu og ótolnu klaksvíkingar- nir KÍ-SKÁLA Jóannes Hansen Skála er á sama plássi, sum teir vóru undan summar- steðginum í fjør. Teir eru oddalið, og tað kann væl fara at vísa seg, at teir fara at vera drúgvir í fremstu røð. Teir hava fleiri streing- ir at spæla uppá, enn teir høvdu í fjør, og nýggi mál- verjin vísti seg í fyrstu royndini at vera sannur brandur. Hann verður fong- ur hjá skálamonnum. Iva- málið er, hvussu ofta hann fer at vera burturi frá. Um hann støðugt fer at vísa sjónleikaraevnini, sum hann vartaði upp við í góð- veðrinum týskvøldið, so eigur hann fleiri leikbann fyri framman! KÍ er ovari á støðutalv- uni, enn teir vóru inntil endan á kappingarárinum í fjør. Og fyrsta korterið megnaðu teir at kroysta gestirnar uttan av Skála- fjørðinum av álvara. Atli Danielsen og Høgni Mad- sen høvdu gott tak á mið- vallar spælinum, Kristoffur Jacobsen í høgru og Heðin á Lakjuni komu fleiri ferðir ígjøgnum í borðunum og løgdu innfyri, og onkrir góðir møguleikar vóru. Eft- ir frísparksinnlegg og Ova Nysted stútari sendi skála- maður í egið tvørtræ, tá ið hann royndi at rudda burt- ur. Erling Fles fluktaði upp- um úr góðari støðu eftir innlegg úr høgru, og Vlada Filipovic í málinum bjarg- aði meistarliga, tá ið hann tveitti seg niður og við vinstru hond, eftir góða skotroynd frá Erlingi eitt sindur til høgru, beindi bóltinum til horna. Skálamenn fótaðu sær so við og við, og síðstu fimm korterini gekk tað mesta fyri seg eftir teirra treytum. Á miðvøllinum vóru teir í diamant uppstilling og tættir. Liðformaðurin, Pauli G. Hansen, røkti verjukenda sentrala leiklutin, og Bjarni Jørgensen framrættaða plássið. Iulian Florescu staðfesti enn eina ferð á vinstra vongverja, at hann er ein tann besti bóltspælarin í landinum, og Jónhard Fred- eriksberg og Bogi Greger- sen vóru á toppinum støðug hóttan ímóti tungu miðverj- unum hjá heimaliðnum. Eftir einfaldar eitt tvey samanspælingar mitt fyri hevði Jónhard Frederiks- berg longu verið tvær ferðir leysur í KÍ brotsteiginum, áðrenn Skála fekk hol á. Serliga í seinna førinum var talan um so stóra søpling, at tað næstan ikki kann sigast frá tí. Jónhard hevði mesta partin av KÍ hálvuni fyri seg sjálvan, og Karstin Joensen var komin út á brotsteigarmarkið, tá ið bólturin eftir skotroyndina, ella hvat tað skal nevnast, fór út til innkast! Málið, sum bar við sær, at tað, ið eftir var, gekk fyri seg eftir Skála floytuni, kom í 25. minutti. Miðvallarin í høgru, Nenad Stankovic, streyk til baklinjuna, inn- leggið fór aftur um handara stólpan, og so endaði hann hjá miðvallaranum í vinstru, sum á brotsteigarmarkinum, fekk tíð at temja og medda til, hóast fleiri klaksvíkingar vóru í nánd av honum. Tað sang í nettakinum við nærra stólpan, og síðstu løtuna av fyrra umfarinum var tað fleiri ferðir um reppið, at Skála økti. Ótolið og uttan hugflog Klaksvíkingar tóktust eftir steðgin hava viljan, sum skuldi til fyri at koma afturí- aftur. Men í 58. minutti oyðiløgdust fyritreytirnar heilt. Eftir langa Skála fram- legging snittaði Kristoffur Jacobsen, sum eftir steðgin var vongverji í høgru, bóltin upp um Ova Nysted, ið tóktist at hava tak á. Jónhard Frederiksberg gjørdist púra leysur, rak í brotsteigin og lyfti upp um KÍ málverjan, og so var fagnaðurin í skýl- inum óførur. KÍ royndi at trýsta og trýsta, men tað var óvanliga fátækt. Í staðin fyri at hava tol og varðveita bóltin í roynd at mynda spælið og álop, so var tað oftast so- leiðis, at miðverjarnir báðir løgdu langar sendingar fram í borðini. Skálamenn, sum vóru sera skilagóðir í verjuni, vunnu í flestu førunum nærdystirnar, og sentralu KÍ miðvallararnir, sum í uppbyggjandi partin- um høvdu leiklutin sum áskoðarar, megnaðu ikki at seta seg ígjøgnum og vinna returbóltarnar. Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Erling Fles eru serliga skjótir spælarar, men tað tóktist ikki sum um, at KÍ hevði avrádda spæliætlan, sum gekk út uppá, hvussu hesar dygdirnar skuldu koma til sín rætt. Í Skálabrotsteiginum vóru onkrar spentar støður, og Hjalgrím Elttør hevði gyltan møguleika, tá ið hann varð spældur blankur í vinstru, men í staðin fyri at seta á málið og smekka til, so valdi hann at traðka á bóltin, og so var tann møguleikin burtur. Í hinum endanum var fleiri ferðir um reppið, at Skála økti um leiðsluna. Besta møguleikan fekk Nenad Stankovic, tá ið hann gjørdist púra blankur, men Karstin Joensen bjarg- aði. Tað mundu skálamenn kortini leggja vertin á. Teir vunnu fyri fyrstu ferð nakr- antíð landskappingardyst í Klaksvík, og nú eru teir einsamalt oddalið! KÍ-Skála 0-2 (0-1): Nú eru skálamenn einsamallir Skála er nú aftur oddalið í bestu deildini. Hesum syrgdu teir fyri, tá teir vunnu útsetta dystin í Klaksvík 2-0 Mynd: Bárður Lydersen KÍ-Skála 0-2 (0-1) 0-1: Hanus Thorleifsson 25. 0-2: Jónhard Frederiksberg 58. Dómari: Petur Skarðenni KÍ: Karstin Joensen - Jan Andreassen (Arnhold Jo- ensen, 46.), Niclas Niclassen, Ovi Nysted, Eyðun Klakstein - Kristoffur Jacobsen, Høgni Madsen, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni - Erling Fles (Julian Samuelsen, 80.), Hjalgrím Elttør Gult kort: Niclas Niclassen, Heðin á Lakjuni, Høgni Madsen Skála: Vlada Filipovic - Janel Gorgonaru, Pætur Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen, Iulian Florescu - Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen, Bjarni Jørgensen, Hanus Thorleifsson - Jónhard Frederiksberg (Rói Jacobsen, 90.), Bogi Gregersen (Milic Corcic, 80.) Gult kort: Bogi Gregersen FAKTA UM DYSTIN