Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 75 - 21. apríl 2005 ÍSB 25 ÁR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Komandi leygardag verður skipað fyri stórari veitslu í sambandi við, at ÍSB her- fyri fylti 25 ár. Eisini verð- ur skipað fyri einum fundi fyri tey norðurlendsku sam- bondini fyri ítrótt hjá brek- aðum. Í leiðsluni í ÍSB dylja tey ikki fyri, at hini norðurlendsku sersam- bondini hava verið sera dyggir stuðlar í sambandi við strembanina hjá ÍSB at fáa altjóða viðurkenning. Hugskotið kom eftir vitjan í Noreg Tað var í sambandi við eina vitjan hjá Egga Jensen á einari venjingarmiðstøð fyri brekað í Beitostølen í Noreg, at hugskotið til at stovna ein felagsskap innan fyri ítrótt fyri brekað kom. Egga, sum hevur sitið í nevndini í ÍSB øll 25 árini, ið sersambandið hevur ver- ið til, bleiv so hugtikið av norsku venjingarmiðstøð- ini, at hann gjørdist sann- førdur um, at okkurt átti at gerast fyri at skipa ítróttina fyri brekað í Føroyum. Egga fór tí árið eftir aftur til Beitostølen við ítróttar- flokkinum hjá sær á Føroya Læraraskúla. Tey gjørdu eina avtalu við venjingar- miðstøðina um, at tey kundu koma á vitjan, um tey afturfyri høvdu eitt Før- oyakvøld fyri teimum, ið hildu til á miðstøðini. Millum næmingarnar í ítróttarflokkinum hjá Egga var Eydis Eidesgaard av Tvøroyri, og saman við Egga og Jón á Steig, mynd- aði hon eina fyrireikingar- nevnd, ið legði lunnar undir ÍSB. Tað var tó ein trupulleiki í viðtøkunum fyri ÍSF, sum kundi forða fyri, at ÍSB varð sett á stovn. Viðtøkurnar siga nevnliga tað, at tað skulu verða minst trý feløg innan eina ítróttargrein, áðr- enn eitt sersamband verður sett á stovn. Hetta krav megnaði ítrótturin fyri brek- að ikki at lúka, men táver- andi ÍSF-forsetin, Jógvan Arge, kom tó ÍSB til hjálpar, og hann syrgdi fyri, at eitt undantak bleiv gjørt í sam- bandi við stovnanina av ÍSB. Síðani bleiv lýst til stovnandi aðalfund, og tann 10. apríl 1980 bleiv Ítróttar- sambandið fyri Brekað sett á stovn. Góður stuðul frá grannalondunum Eitt tað fyrsta, ið nýtstovn- aða sersambandið fór undir, var at fáa altjóða viður- kenning bæði við norður- lendskum limaskapi og limaskapi í heimshøpi. Hetta gekk eisini rættu- liga væl. Egga Jensen greiðir frá, at tá ið ÍSB søkti um norðurlendskan limaskap, stúrdu tey eitt sindur fyri, at danir fóru at mæla ímóti, men so var ikki, tí upptøkan bleiv ein- mælt samtykt á norður- lendskum fundi. Síðani var farið undir at fáa altjóða limaskap. Hetta gekk eisini væl, og ein av høvuðsorsøkunum til, at tað gekk so væl, var tann, at øll norðurlendsku londini stuðlaðu føroysku umsókn- ini um altjóða limaskap. Norðurlond eru standa sera sterk í altjóða samstarvin- um innan ítrótt fyri brekað og hava tí nógv at siga, tá ið avgerðir skulu takast. Føroyar blivu upptiknar í ISOD, ið er altjóða felags- skapurin, í 1981 á fundi í París. Tað var Eydis Eides- gaard, ið umboðaði ÍSB á fundinum, og tað tók ikki drúgva tíð at fáa føroyska limaskapin upp á pláss. Fundarstjórin nevndi før- oysku umsóknina, og so var eitt stórt spott sett á Eydis, har hon sat mitt í stóra fundarsalinum. Síðani reistust allir fundarluttakar- arnir og klappaðu, og har- við var føroyski limaskap- urin staðfestur. Hava vunnið bæði OL- gull, HM-gull og EM- gull Tað er einki at taka seg aft- ur í, at síðani ítrótturin fyri brekað í Føroyum fekk skipaði viðurskiftir, hevur hann verið í einari rúkandi menning. Talið av íðkarum er vaksið støðugt, og ótelj- andi ferðir eru føroysku íðkararnir komnir aftur frá altjóða kappingum við full- ari last av medaljum. Fyrstu ferð, at íðkarar frá ÍSB luttóku í einum altjóða meistaraskapi, var í 1983, tá ið norðurlandameistaraskap- ið í svimjing var í Vest- mannaoyggjunum. Tá eydn- aðist ikki føroysku íðkarun- um at fáa nøkur heiðurs- merkir við heim aftur, men tað var heldur ikki væntandi. Tvey ár seinni var skipað fyri NM í svimjing í Fin- landi, og tá vann ÍSB sær sítt fyrsta gullmerki. Tað var tann tá einans 15 ára gamla Katrin Johansen, ið gjørdist norðurlendskur meistari. Hetta var byrjanin upp á eina sera glæsiliga tíð hjá Katrin og ÍSB við nógvum heiðursmerkjum fyri framman. ÍSB hevur hesi árini megnað at vunnið bæði OL-gull, HM-gull og EM-gull. Ikki bara ein dansur á rósum Hóast ÍSB størstan partin av teimum 25 árinum, ið sersambandið hevur verið til, hevur havt vind í seglin- um, so hevur tað ikki altíð verið ein dansur á rósum. Egga Jensen minnist aftur á ein kapping í París í 1986. Fyrireikararnir høvdu ikki útvegað nakað føroyskt flagg, og tí var heitt á før- oysku luttakararnar um at ganga inn til setanina undir Danneborg, men hesum sýttu føroyingarnir fyri. Teir søgdu bart út, at um tey ikki Eingin tekur Fyrr í hesum mánaðinum fylti Ítróttarsambandið fyri Brekað 25 ár. Hesi 25 árini hava brekaðu ítrótt- arfólkini ferð aftaná ferð umboðað Føroyar í altjóða kappingum, og sjáldan eru tey komin aftur sum av torvheiðum Egga Jensen hevur sitið í nevndini fyri ÍSB øll tey 25 árini, ið ÍSB hevur verið til, og hann verður av mongum mettur at verða Mr. ÍSB mynd: Jens Kr. Vang Johan Samuelsen er ein av eldsálunum í ÍSB. Hann var sjálvur í mong ár virkin innan svimjingina, og hann hevur sitið í leiðsluni í ÍSB bróðurpartin av teimum 25 árunum Mynd: Jens Kr. Vang Elna Skylv Hansen umsitur til dagligt skrivstovuna hjá ÍSB, og hon syrgir fyri, at alt er í lagi í sambandi við eitt nú ferðir til kappingar uttanlands Mynd: Jens Kr. Vang