hósdagur 21. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2005
23
fingu Merkið at ganga inn
undir, so sótu tey á áskoð-
araplássunum, tá ið setanin
fór fram.
Fronsku fyrireikararnir
vendu sær til donsku um-
boðsstovuna, og hagani
varð sagt, at føroyingarnir
saktans kundu ganga inn
undir Dannebrog. Men før-
oyingarnir stóðu við sítt, og
tá ið setanin var á skránni,
sótu føroyingarnir millum
áskoðararnar.
ÍSB boðaði síðani altjóða
sambandinum frá tilburðin-
um, og fronsku fyrireikar-
arnir fingu eina nøs fyri
hendingina.
Stutt eftir var altjóða fund-
ur í London, og tá løgdu
fraklendingar fram eitt upp-
skot um, at lond, ið ikki vóru
sjálvstøðug, blivu strikaði
sum limir. Hetta hevði havt
við sær, at føroyski lima-
skapurin bleiv strikaður, um
uppskotið bleiv samtykt.
Egga Jensen, sum var á
fundinum í London saman
við Jón á Steig, ivast ikki í,
at uppskotið var ein hevnis-
øka fyri tilburðin við flagg-
inum í París.
Tíbetur fyri ÍSB slóu norð-
urlendsku londini ring um
Føroyar. Tey boðaðu fund-
inum frá, at varð uppskotið
samtykt, og Føroyar harvið
blivu
ekskluderaðar
úr
altjóða samstarvinum, tóku
tey seg eisini aftur úr altjóða
felagsskapinum. Tískil varð
uppskotið tikið aftur.
Bar fram olympiska
eiðin
Av mongu teimum ógloym-
andi løtunum, ið eldsálirnar
í ÍSB, minnast aftur á, eru
tað tó nakrar, ið standa klár-
ari enn aðrar. Egga Jensen,
ið kanska er Mr. ÍSB burtur-
av, minnist aftur á Para-
lympics í New York í 1984.
Beint áðrenn setanina
skuldi byrja, kom eitt um-
boð fyri fyrireikararnar til
fólkini hjá ÍSB. Hann
greiddi frá, at tey høvdu
funnið út av, at Føroyar var
tað minsta av luttakandi
londunum, og tí skuldi eitt
av føroysku ítróttarfólkun-
um bera fram olympiska
eiðin. Hesin heður fall
Ólavi Kongsbak í lut, og
tað gjørdi hann til lítar.
Harumframt slapp Ólavur
Kongsbak eisini at heilsa
upp á táverandi ameriknska
forsetan, Ronald Reagan, í
hesum sambandi.
Krevur nógva
fíggjarliga orku
Ikki óvæntað krevur tað
nógvar pengar at verða eitt
so virkið sersamband, sum
ÍSB nú einaferð er. Mongu
uttanlandaferðirnar hjá før-
oysku ítróttarfólkunum eru
kostnaðarmiklar, og tað er
vert at hava í huga, at hjá
ÍSB vil tað altíð verða mun-
andi dýrari at ferðast enn
hjá øðrum sersambondum,
tí at tað vanligani er neyð-
ugt hjá fleiri av íðkarunum
at ein hjálpara við.
Árligi umsetningurin hjá
ÍSB liggur oman fyri eina
millión. Nakað av stuðuli
fæst frá landinum og Tórs-
havnar Býráð. Harumframt
fær ÍSB ein part av vedd-
ingarpengunum, men fram-
vegis noyðist sersambandið
sjálvt at útvega meiri enn
helmingin av øllum inntøk-
unum, ið skulu til.
Í hesum sambandi eru
høvuðsstuðlarnir hjá ÍSB,
Føroya Lívstrygging og
Skemman, av sera stórum
týdningi fyri virksemi hjá
sersambandinum.
Báðir
hesir stuðlar hava verið
knýttir at ÍSB í drúgva tíð,
og Johan Samuelsen, ið
hevur ábyrgdina av fíggjar-
liga partinum hjá ÍSB, sig-
ur, at týdningurin hjá stuð-
ulunum kann ikki lýsast við
orðum.
Vanligani eru ikki nógvir
áskoðarar til kappingarnar,
ið ÍSB skipar fyri, og tí er
tað altíð ókeypir at koma
inn til kappingarnar.
Tíbetur hevur ÍSB eitt
sera virkið stuðlafelag, sum
í mong harrans ár trúfast
hevur skipað fyri ymsum
tiltøkum, ið hevur útvegað
ítróttinum fyri brekað í
Føroyum pengar.
Nógv mál eru rokkin
Lítandi aftur á hesi 25 árini,
sum nú eru farin aftur um
bak, duga bæði Egga Jen-
sen, Johan Samuelsen og
Elna Skylv Hansen at
síggja, at nógv av teimum
málum, ið upprunaliga
vóru sett, eru rokkin, og tað
er at frøðast um.
Í veruleikanum er ÍSB
komin so mikið langt, at av
tí at fleiri av málunum í lóg-
ini fyri ÍSB eru rokkin, og tí
er neyðugt at fara undir at
endurskoða viðtøkurnar.
Í løtuni eru tey farin und-
ir at arbeiða við hugsjónini
og
virðisgrundarlagnum
aftan fyri ÍSB.
Hesi 25 árini hava tað
eisini verið fyriskipaðar
fleiri kappingar í Føroyum.
Eitt nú var NM í svimjing í
Føroyum í 1987, og tað er
ivaleyst størsta tiltakið, ið
ÍSB hevur staðið fyri.
Komandi ár skal ÍSB so
verða vertur fyri norður-
lendska meistaraskapinum
í boccia. Men leiðslan í ÍSB
heldur ikki, at umstøðurnar
til at hýsa veruliga stórum
tiltøkum ella kappingum
fyri brekað í Føroyum eru
nóg góðar.
- Tað er serliga innan gist-
ing, at trupulleikin er stórur.
Eitt nú hevur annað av
teimum báðum stóru gist-
ingarhúsunum í Havn einki
kamar, ið er gjørt til brekað,
og yvirhøvur eru umstøð-
urnar hjá teimum brekðu
sera vánaligar í Føroyum,
siga tey trý við ein munn.
Ítróttarsambandið
fyri
Brekað í Føroyum fevnir í
dag um fleiri ymisk ítróttar-
tilboð, ið eini 250 íðkarar
kring alt landið taka lut í.
Ítróttargreinarnar eru hesar.
svimjing, boccia, borðtenn-
is, frælsur ítróttur og
bóltspøl.
r tey brekaðu
Eitt heimskort hongur á bróstinum í felagshøl-
unum hjá ÍSB í ÍSF-húsinum. Tey trý, Elna
Skylv Hansen, Egga Jensen og Johan Samuelsen
halda, at tað hevði verið stuttligt, um onkur
hevði sett nálir í allastaðnis, har fólk frá ÍSB
hava vitjað, tí tey støðini eru mong í tali
Mynd: Jens Kr. Vang
Heidi Andreasen hevur verið ein tann fremsti íðkarin hjá ÍSB
seinnu mongu árini. Her er hon avmyndað saman við venjara
sínum, Remi Lamhauge, undan Paralympics í Athen í fjør.
savnsmynd
Ein tann best umtókta ítróttargreinin í ÍSB-høpi er boccia.
Her eru nakrir av vinnarunum av einari kapping, sum var í
Klaksvík.
savnsmynd
Durita Strøm vann fleiri heiðursmerkir í svimjing, tá ið
Special Olympics var í Dublin í 2003
savnsmynd