Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 75 - 21. apríl 2005 Skansarnir eru ikki so tryggir Higartil hevur tað verið eins langt mill- um fullu úrtøkurnar á heimavølli, sum tað hevur verið millum útisigrarnar og javnleikirnar 4. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Heimaliðið vinnur oftast. Soleiðis plagar tað at vera tikið til, og soleiðis vísa søguligu tølini, at tað plag- ar at vera. Men í fýra teimum fyrstu umførunum í nýggju Formula kapping- ini hevur tað ikki verið so- leiðis. Bara í sjey av tjúgu royndum higartil hevur tað eydnast heimaliðunum at fingið fult. Í sjey førum hava útiliðini farið til hús við øllum, og í seks upp- gerðum hava liðini fingið eitt stig í part. Bara í tveimum førum hevur verið talan um heimasigrar, sum hava verið størri enn eitt mál. Báðu ferðirnar hevur tað verið luturin hjá uppflytar- unum í TB at leggja rygg til tapini, sum hava verið størri enn eitt mál. Í fyrsta umfarinum vunnu skála- menn 5-1 á TB, og í fjórða umfarinum var tað trífalda meistaraliðið HB, sum vann 3-1 á TB. Í fyrsta umfarinum vóru tríggir sigrar á útivølli við einum máli. Í øðrum umfari var eingin útisigur, í triðja umfarinum var ein útisigur við einum máli, og í fjórða umfarinum vóru tríggir úti- sigrar. GÍ vann 1-0 í Vági, og B36 og Skála vunnu 2-0 í ávikavíst Fuglafirði og í Klaksvík. Hvussu tað ber til, at tað er longri millum heima- sigrarnar, enn tað kanska plagar at vera, kunnu tað ivaleyst berast fleiri sjón- armið fram um, og tað er heldur ikki víst, at talan er um gongd, sum fer at halda fram, sum kappingin fer at eldast, og úrtøkan og har- við orsøkin til sjálvsálit fer at verða ymisk. Men talan er í hvussu so er um áhuga- verda staðfesting. Nú er undirlagið alla staðni á leið tað sama. Inn- til graslíkisvallirnir gjørd- ust vanligir í Føroyum fyri einum seytjan árum síðani, vóru undirløgini rættuliga ymisk, og tað var heldur ikki altíð soleiðis, at vallar longdirnar og breiddirnar vóru tær somu. Tað bar fyrimunir fyri heimaliðini við sær. Harafturat var tað oftast væl longri millum stuðlar- nar hjá útiliðunum, enn tað er nú á døgum, tá ið ferða- møguleikarnir eru títtari og betri, og tá ið stundirnar hjá fólki eru betri at fylgja fel- agnum, sum tað verður tik- ið undir við, kring landið, enn tað var í tíðini, áðrenn Føroyar gjørdust tað slagi av samfelag, sum talan nú er um. Tað hevur eisini nógv at siga. Tá ið Skála týskvøldið við 2-0 sigri í Klaksvík setti punktum fyri fjórða umfarinum, vóru ivaleyst eins nógv viðhaldsfólk hjá Skála kring vøllin í Klaksvík, sum tað vóru KÍ viðhaldsfólk. Í hvussu so er vóru tey frá fyrsta bríksli eins mælsk, sum heima- áskoðararnir vóru tað, og sum tíðin leið, og heima- liðið lá undir, og gestirnir alt meiri vóru omaná, vóru skálafólkini í skýlinum meiri at hoyra, enn vón- brotnu klaksvíkingarnir og norðoyingarnir. Spælararnir norðanfjørðs plaga at taka til, at umstøð- urnar í Vági og á Tvøroyri eru øðrvísi, enn tær eru aðra staðni, men higartil hava úrslitini ikki víst, at tað hevur verið bági fyri gestirnar. VB hevur tríggjar ferðir verið á heimavølli í landskappingini og eina ferð í steypakappingini. Í einum landskappingardysti hava vágbingar vunnið (1-0 á HB) og í hinum trimum førunum eru gestirnir farnir við øllum. Higartil hevur TB bara eina ferð verið á heimavølli, og tá var úr- slitið málleysur javnleikur ímóti B36. Tilrættaleggingin Tað kann hugsast, at ein av orsøkunum til, at úrtøkan hjá útiliðunum higartil hev- ur verið júst so stór, sum hon hevur verið hjá heima- liðunum, hevur verið til- rættaleggingina at gera. Altso at útiliðini serliga hava lagt dent á verju- spælið, og at vertirnir í snarálopum hava verið sektaðir, tá ið teir treyta- leyst hava lopið á. Í einstøkum førum hevur tað ivaleyst verið soleiðis. Men tað er torført at siga, tí gongdin í einstøku upp- gerðunum valdast ógvuliga nógv, hvussu spælið tekur seg upp. Ella sum Allan Simonsen plagdi at taka til, at hvør einstakur dystur er ein søga fyri seg sjálvan, sum er treytað av so ógvu- liga nógvum. Í Fuglafirði sunnudagin og í Klaksvík týskvøldið var tað ikki serliga sjónskt frá fyrsta bríksli, at útiliðini vóru komin at vitja við tí fyri eyga at grava seg niður í og kring egnan brotsteig. Í báðum førunum eydn- aðist tað gestunum at leggja seg framum, og so ansaðu teir væl eftir, og so vórðu heimaliðini sektað eina ferð afturat, tá ið tað var tunnligt í verjuni. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað hevur so ógvuliga stóran týdning, hvør fær fyrsta málið. Tað er líka mikið, um tað er heimaliðið, ella um tað er útiliðið. Tað snýr seg um at fáa spælið at ganga eftir tínum treytum, og tað gerst best, tá ið tú ert komin framum. Tí kann tað roknast við, at tað framvegis fer at verða soleiðis, at liðini - um tey so eru útilið ella heimalið - framvegis fara at leggja størsta dentin á at byrgja fyri, at mótstøðumenninir fáa mál, áðrenn tað fer at verða lagdur stórur dentur á sjálvur at søkja at og royna at fáa bóltin í málið aftan- fyri málverjan hjá mót- støðumonnunum. Fyrsta uppgerðin í fimta umfarinum var á skránni longu í gjárkvøldið, tá ið HB hevði vitjan av GÍ. Dýra biðjudag er einki á skránni hjá liðunum í bestu deildini. Skráin sunnudag- in, tá ið fýra teir síðstu dystirnir í fimta umfarinum koma fyri, sær annars so- leiðis út: Skála-VB, B36- KÍ, NSÍ-ÍF og TB-EB/- Streymur. Sunnudagin fæst at síggja, um býtið millum heimasigrar og útisigrar framvegis fer at verða so javnt, sum tað higartil hev- ur verið og harvið um tølini enn eina ferð fara at vísa, at tað at spæla á heimavølli ikki longur er so gott út- gangsstøði fyri góðum úr- sliti, sum tað plagdi at vera. Tað hevur verið merkisvert ofta, at útiliðini hava verið omaná fyrstu umførini Mynd: Jonhard Hammer vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Skála 4 2 - 2 - 0 10 4 6 8 2 B36 4 2 - 1 - 1 3 1 2 7 3 ÍF 4 2 - 1 - 1 8 8 0 7 4 KÍ 4 2 - 1 - 1 7 7 0 7 5 HB 4 2 - 0 - 2 8 7 1 6 6 NSÍ 4 1 - 2 - 1 5 5 0 5 7 EB/Streymur 4 1 - 2 - 1 4 4 0 5 8 VB 4 1 - 1 - 2 2 3 -1 4 9 GÍ 4 1 - 0 - 3 6 8 -2 3 10 TB 4 0 - 2 - 2 3 9 -6 2