hósdagur 21. apríl 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2005
25
KÍ visti einki
Í tíðindaskrivi av-
sannar leiðslan í fel-
agnum, at tey kendu
nakað suk helst til
ikki-skrásettu spælar-
arnar undan dystin-
um móti Fram
KÍ
Jákup Mørk
KÍ sendi seinnapartin týs-
dagin út tíðindaskriv, har
tey upp á tað harðasta av-
sanna, at nakar í felagnum
skal hava kent til vantandi
spæliloyvini hjá trimum
leikarum.
Skrivið er sent, eftir at vit
í útgávu okkara í gjár skriv-
aðu, at seiglívað leysatíð-
indini hava gingið um, at
felagið kendi til hetta.
Í tíðindaskrivinum sigur
KÍ, at tá dómsnevndin hjá
FSF ein av fyrstu døgunum
skal viðgera málið, kunnu
tey ikki viðgera málið al-
ment í smálutum. Men fel-
agið slær fast, at tey ikki
vóru varugt við mistakið
fyrr enn tann 24. mars.
Samstundis setti felagið seg
í samband við ÍF og FSF og
ger vart við mistakið.
Somuleiðis sigur KÍ, at
tey hava verið í samband
við nevndarlimir í ÍF, og at
hesi hava váttað, at talan
ikki
hevði
verið
um
samband millum feløgini
um spæliloyvi av nøkrum
slag, áðrenn tann 24. mars.
At enda sigur KÍ, at
málið um leikara loyvini
verður av leiðslu felagsins
tikið í størsta álvara og
verður tí í løtuni roynt at
gera alt fyri at felagið ikki
verður straffa órímuliga
hart ítróttarliga fyri eitt
mistak sum er farið fram á
skrivaraborðinum.
- Felagið fer sjávsagt at
taka einhvørja niðurstøðu
frá dómsnevndini til eftir-
tektar og kann felagið held-
ur ikki gera beinleiðis við-
merkingar til málið fyrr
enn dómsnevndin er komin
til eina niðurstøðu.
Flaggdags-
renning
Felagið hjá blóðgevum í
Suðuroy fer mánadagin
25. apríl kl 15.00 at skipa
fyri flaggdagsrenning við
skúlan
í Trongisvági.
Teinurin er 5 km. Øll fáa
diplom, og heiðursmerki
verða givin fyri bestu tíð-
irnar. Tiltakið varð roynt
fyrstu ferð í fjør. Vit vóna
at nøkur fleir finna vegin
inneftir hesuferð, so vit
fáa høvi til at breiða út
kunnleika um okkara fel-
ag, samstundis sum vit
hugna okkum. Enn er
tørvur á nýggjum blóð-
gevarum fyri at røkka
eitt gott grundarlag, og
byrgja upp fyri tí frá-
gongd sum nú einaferð er
náttúrulig.
Tiltakið er alment og øll
kunnu møta.
Í blaði fyri tveimum vik-
um síðani varð nakað
skrivað um, tá ÍF fyri 17
árum síðani vann 1-0 í
Vági. Hetta var seinasti
sigurin hjá ÍF í Vági fram
til í ár.
Í greinini skrivaðu vit,
at ta ferðina var tað Mein-
hardt Dalbú, sum var
málskjúttin í tepra sigr-
inum, men hetta er tó ikki
heilt rætt.
Málskjúttin í dystinum
var Birgir Thomsen, so
vónandi skuldi tann part-
urin nú verið komin upp á
pláss.
-jm
Birgir og ikki
Meinhardt
Kurvabóltsfelagið Hamar
fer leygardagin at skipa fyri
kapping. Kappingin fer at
ganga fyri seg í høllini í
Studentarskúlanum
í
Hoydølum, og verður lagt
fyri kl. 12.
Kappast verður í seks
bólkum. Gentur 14-17,
kvinnur, dreingir 10-14,
dreingir 14-17, menn og
mix.
-jm
Kurvabóltur í Hoydølum