Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22. apríl 2005 5 – Rundstykkini til familjumorgunmatin, blómutyssið til konuna og bensinið til bilin eru tryggjað, eisini allan sunnudagin UPPLATINGARTÍÐIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vaknar tú seint ein sunnu- morgun, er ongin vandi á ferð. Bæði rundstykkini til morgunmatin hjá familjuni, blómutyssið til konuna og bensinið til bilin eru bjarg- að. Í evstu løtu broytti Løg- tingið meining og avgjørdi, at handlar, sum bakarí, bensinsølur og blómu- handlar skulu eisini sleppa at hava opið sunnumorgnar ímillum klokkan 10 og 14. Løgtingið hevur brúkt drúgva tíð upp á at finna útav, nær handlar skulu sleppa at hava opið. Úrslitið var at nú kunnu allir vanligir handlar hava opið frá klokkan 6 á morgni til klokkan 11 á kvøldið frá mánadegi til leygarkvøld. Men sunnudagar kunnu eisini bakarí, blómuhandlar og bensinstøðir hava opið fra klokkan 6-23, bara handlarnir ikki eru størri enn 250 fermetrar. Annars var leingi upp á tal, at bakarí, blómuhandlar og bensinstøður skuldu vera noyddar at lata aftur sunnumorgnar ímillum klokkan 10 og 14. Hetta varð vinnunevndin hjá løgtinginum samd um og tað varð eisini samtykt í tinginnum. Men fyri at koma í gildið, skuldi lógin samtykkjast tvær ferðir. Og áðrenn hon varð sam- tykt aðru ferð, var tað at Kristian Magnussen úr javnaðarflokkinum traðk- aði til. – Tað vildi verið undar- ligt, at tú kanst fara inn á eina matstovu ein sunnudag ímillum klokkan 10 og 14 at keypa tær mat og øl og brennivín afturvið, men at tú ikki kanst fara til ein bakara at keypa tær eitt rundstykki, heldur hann. Hevði sett okkum aftur í tíðina Kristian Magnussen fekk sostatt Óla Breckmann úr fólkaflokkinum, Lisbeth L. Petersen úr sambandsflokk- inum og Heidi Petersen úr tjóðveldisflokkinum, at leggja uppskot fyri tingið saman við sær um at fáa tingið at samtykkja, at bak- arí, blómuhandlar og ben- sinstøðir eisini skulu sleppa at hava opið sunnudagar ímillum klokkan 10 og 14. Og tað varð eisini samtykt. – Eg havi búð í Havn síðani í 1975 og tað hevur altíð borið til at keypa rundstykki sunnudagar, eis- ini ímillum klokkan 10 og 14. At forða fyri hesum nú, vildi verið at sett okkum aftur í tíðina og tað kann ikki vera ætlanin. Vit mugu eisini ansa eftir, hvussu tvørligt vit gera tað hjá fólki, tí her skal vera liviligt hjá øllum, eisini teimum, sum vilja hava rundstykki ein sunnudag ímillum klokkan 10 og 14, hóast tað kannt tykjast at vera eitt ógvuliga lítisvert mál. – Tað vóru allar møgulig- ar grundgevingar fyri at tað skuldi vera stongt ímillum klokkan 10 og 14 sunnu- dagar, men eg haldi, at alt botnaði í, at løgtingslimir hildu, at alt skuldi vera stongt í kirkjutíð, sigur Kristian Magnussen. Men hann dugir ikki síggja, at tað er verri at keypa sær eitt rundstykki ein sunnumorgun enn tað er at standa á fótbóltsvøllin- um nakrar fáar tímar seinni og rópa og skrála eftir ein- um fótbóltsliðið. – Eg havi eisini varhugan av nógv av teimum, sum atkvøddu fyri at at tað skuldi vera stongt ein part av sunnudegnum, høvdu ikki hugsað seg nóg væl um og angraðu tað, og tá ið málið so kom fyri aftur, atkvøddu tey fyri, at tað skuldi vera loyvt at hava opið. Hann heldur, at tað er nógv greiðari, at tey, sum plaga at selja slíkar vørur, sleppa at halda fram við tí. – Er tørvur á morgun- breyði sunnudagar ímillum klokkan 10 og 14, skulu fólk nokk finna útvegir fyri at nøkta tann tørvin. Tað kann enda við, at hotel og matstovur eisini fara at selja rundstykki ella tað kann enda viðå onkrum heilt øðrum. Tað er undir slíkum umstøðum, at hug- flogið fer á flog og so er bara vandi fyri, at okkurt merkiligt kemur burturúr. So er tað betri, at tey, sum plaga at selja hesar vørur, eisini sleppa at gera tað sunnudagar ímillum klokk- an 10 og 14, sigur Kristian Magnussen. Leygarkvøldið verður M-kvøld í Hvalba, við ókeypis andaligari og likamligari føði M-KVØLD Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygarkvøldið verður M- kvøld í Hvalba. Hetta er eitt mentanar- kvøld, har bæði andalig og líkamlig føði eru á skránni. Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri slíkum M- kvøldi í Hvalba og hinar báðu ferðina vóru yvir 200 fólk við hvørja ferð Tað er ikki neyðugt at melda til frammanundan og tað er alt ókeypis. M- kvøldið í Roynhøllini leygarkvøldið byrjar klokk- an sjey og endar væntandi tá ið klokkan er farin av 10. Á mentanarkvøldinum hesuferð fer gamli hvala- stingarin, Niels Holm Jacobsen, at hugleiða um stórhvalaveiði undir Føroy- um og Niels Petur Olsen fer at greiða frá um Lítlu Dímun. Men tey yngru eru eisini von at sleppa eisini framat hesi kvøldini og í ár verða tað teir báðir næmingarnir í 9. flokki, Trygvi Thomsen og Johan Eli Poulsen, sum fara at greiða frá eini verk- ætlan teir gjørdu í skúlan- um um ta gomlu smiðjuna í Sandvík. Somuleiðis fara skúla- børn at dansa føroyskan sang. Fyrireikararnir ásanna, at kristnilívið er ein týðandi partur í mentanarlívinum og á M-kvøldinum hesu- ferð, fer barna- og ung- dómskórið, Sóljan, úr Missjónshúsinum, at syngja. Inn ímillum verður so felagssangur. Og mettuna fáa fólk eis- ini, tí á M-kvøldinum verð- ur eisini kalt borð við nógvum ymsum mati. Triðja árið á rað Hesi mentanarkvøldini, sum byrjaðu í 2003, eru úrslitið av eini tilvildar- ligari samrøðu eitt kvøld ímillum tveir kenningar í Hvalba. – Har komu vit inn á, at tað hendi ikki so nógv á mentanarliga økinum, siga teir báðir Norðleif við Krógv og Niels Olaf Eyvindsson. – Men vit hildu eisini, at tað nyttaði onki bara at lasta øðrum fyri at onki hendi. Vit máttu eisini sjálvir taka í egnan barm og gera nakað. – Vit tóku sostatt stig til at kalla felagsskapir, áhugabólkar og feløg í sóknini, saman við tí fyri eyga at stovna ein mentan- arbólk. Endamálið var, at hann skuldi vera mentanarlívin- um í sóknini at gagni. Men áhugin var lítil og fá møttu upp. Men teir hildu, at hugskotið skuldi ikki sleppa at doyggja, um teir so skuldu draga mestsum allan vognin einsamallir. Og tað gjørdu teir so og fyrsta kvøldið var í 2003 og í fjør var aftur eitt. Tá ið fólk sóu at her var talan um eitt sera væleydn- að tiltak, vaks áhugin og í fyrireikingarbólkinum hesuferð hava sitið Niels Olaf Eyvindsson, Norðleif við Krógv, Lonnie Bengt- sen, Jens Mørk, Otto West, Thorstein Thomsen, Niels Nattestad og Steinvør S. Olsen. Av tí, at alt er ókeypis, fer ein drúgvur partur av tíðini at savna inn pening og tað gera fyrireikararnir við at skipa fyri ymsum tiltøkum, sum kasta nakað av sær, eins og lutaseðlar verða seldir á M- kvøldinum leygarkvøldið. Fyri at alt ikki skal hanga á teimum somu, er nú ætl- anin at gera M-bólkin til eitt limafelag og tað fara teir at kalla saman til eina- ferð seinni. Rundstykkini eru bjargað allan sunnudagin á tamb Fáa bæði andaliga og likamliga føði í Hvalba Fríggjakvøldið syngur Eivør Pálsdóttir á Rex TÓNLEIKUR dagfinn@sosialurin.fo Fríggjakvøld er aloftast live-kvøld á Rex í Havn, og so er aftur hesa vik- una. Fríggjakvøldið fer Eivør Pálsdóttir á pallin í Rex. Eivør skal leygar- kvøldið syngja til stóra tiltakið AME í Norður- landahúsinum, men hon liggur ikki á løtu síðuni, nú hon vitjar heima. Fríggjakvøldið er hon í Rex og talan er eina so- nevnda unplugged kon- sert. Eivør unplugged á Rex Niels Olaf Eyvindsson og Norðleif Norðberg tóku stig til mentanarbólkin í Hvalbga og teir eru framvegis ein drívmegi í honum Kristian Magnussen var við til at bjarga okkum rundstykkini, eisini sunnudagar ímillum klokkan 10 og 14 sunnudagar. Tað vildi verið løgið, at tú kanst fara á hotel at keypa mat og brennivín afturvið, men at tú ikki kanst fara til ein bakara at keypa tær eitt sundstykki, heldur hann