fríggjadagur 22. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 76 - 22. apríl 2005
– Tað, sum skuldi
vera ein møguleiki
hjá foreldrum at
kjakast um skúlan,
gjørdist í staðin mest
at kalla ein lokalur
politiskur valfundur,
sigur Jóna Olsen, ið
var einasta foreldur,
sum hættaði sær at
taka orðið á
foreldrafundinum,
sum Klaksvíkar býráð
hevði bjóðað inn til
mánakvøldið
ORÐASKIFTI
Anna V. Ellingsgaard
Myndir: Bárður Lydersen
Tað var lagt upp til tað heilt
stóra skúlaorðaskiftið í
Skúlanum við Ósánna í
Klaksvík mánakvøldið. Í
samráð við skúlastýrini,
hevði býráðið gjørt av at
samskipa árliga felags for-
eldrafundin við fyrilesturin
hjá Georg Metz, »Skolen
for livet«, sum ætlandi
skuldi geva íbástur til eitt
breitt kjak um skúlan í
Klaksvík í framtíðini. Eitt
frálíkt hugskot, hildu tey
flestu, men tíverri køvdu
lokalir politikarar bæði
Georg Metz og hugin hjá
foreldrunum at taka lut í
kjakinum.
Politikarar tóku yvir
Jóna Olsen var einasta for-
eldur, ið hættaði sær at taka
orðið á fundinum. Jóna helt
tað eisini vera eitt fínt
hugskot at lata fyrilesturin
hjá Georg Metz vera íblást-
ur til eitt breitt og menn-
andi kjak um skúlan og var
ti sera spent uppá fundin
mánakvøldið.
– Fyrilesturin hjá Georg
Metz var ótrúliga áhuga-
verdur og ein sera góður
møguleiki at lyfta hetta
afturvendandi kjakið eitt
sindur upp um tað gerands-
liga og lokala. Fyrilesturin
gav okkum foreldrum nak-
að at hugsa um, og eg ivist
ikki í, at vit vóru nógv, sum
kendu okkum stimbraði til
at taka orðið, sigur Jóna.
So langt komu foreldrini
tó ongatíð, tí áðrenn tað,
høvdu lokalir politikara
yvirtikið kjakið og beint tað
á eina leið, har fá kundu
vera við longur. Í staðin
fyri at kjakast um innihald-
ið í skúlanum og leiklutin
hjá skúlanum í samfelagn-
um sum heild, kom kjakið
at snúgva seg um fíggjar-
ætlanir, hølisviðurskiftið,
samanlegging av skúlum og
líknandi, sum má metast at
vera
kommunalir
av-
greiðsluspurningar heldur
enn upplegg til kjak.
– Sjálvandi er tað neyð-
ugt at kjakast um hesi við-
urskifti. Eg meini bara ikki,
at tey hoyra heima á einum
slíkum fundi, har øll for-
eldur eru boðin við at taka
lut í einum aðalorðaskifti.
Og eg eri als ikki samd við
teimum politikarum, sum
søgdu, at tað ikki ber til at
kjakast um innihaldið í
skúlanum, fyrr enn karm-
arnir eru í lagi. Vit hava
kjakast um karmarnar fyri
skúlarnar í Klaksvík sein-
astu 20 árini, so tað er ikki
so løgið, at fólk byrja at
ótolnast eftir ein kjaki um,
hvat tað er, hesir karmar
skulu vera karmar um, sig-
ur Jóna.
Keðilig byrjan
Tað undrar eisini Jónu, at
onkrir lærarar nýttu júst
hetta høvið at lufta sínar
frustratiónir um vánaligu
arbeiðsumstøðurnar í skúl-
unum í Klaksvík. Ikki tí,
hon ivast ikki í, at lærarar
eisini hava brúk fyri at
kjakast um hesi viðurskifti,
men heldur, at eitt eitt slíkt
kjak hoyrir heima á einum
fundi millum lærarnar og
kommununa.
– Vit foreldur hava í øll-
um førum ikki røttu fyri-
treytirnar til at fyrihalda
okkum til, um ein fysikk-
stova er nóg væl útgjørd
ella ikki. Tí legði hesin
parturin av fundinum hel-
dur ikki upp til, at foreldr-
ini blandaðu seg uppí kjak-
ið, sigur Jóna
Jóna heldur tað vera sera
spell, at hetta aðalorðaskift-
ið fekk eina so keðiliga
byrjan. Hon vísir á, at tað
kann vera sera trupult at
savna foreldrini til slíkar
stórar fundir, men væntar
ikki, at tey hava fingið hug
at møta upp næstu ferð,
eftir fundin mánakvøldið.
Tað er heldur ikki á hvørj-
um degi, vit fáa høvi at
hoyra ein slíkan kapasitet
sum Georg Metz, og tí var
tað eisini eitt stórt vónbrot,
at fyrilesturin ongantíð
fekk tann leiklut, hann
hevði uppiborið og átti at
fingið, heldur hon.
– Sum eg skilji, var
Georg Metz bara tann fyrsti
í eini røð av fyrilestrahald-
arum, sum fyrieikarnir
hava fingið at koma til
Klaksvíkar í sambandi við
hetta aðalorðaskifti. Eg veit
ikki, hvussu tey ætla at
skipa fundin næstu ferð,
men fyri meg tóktist tað
fullkomiliga burturvið, at
Georg Metz skuldi sita har
og lurta eftir einum lokal-
um kjaki um bygningar og
smálutir, sum hann ongan
møguleika hevði fyri at
fylgja við í, sigur Jóna
Skipast øðrvísi
Óluva Klettsgarð, formaður
fyri skúlastýrið í Skúlanum
við Ósánna, skilur mis-
nøgdina hjá foreldrunum
eftir fundin mánakvøldið.
Hon hendur tó framvegis,
at hugskotið við at sam-
skipa fyrilesturin hjá Georg
Metz við árliga felags for-
eldrafundin var gott og hev-
ur avgjørt fatan av, at
áhoyrarnir fingu nógv bur-
turúr fyrilestrinum.
– Tíverri gjørdist kjakið
ikki tað, vit høvdu ætlað og
vónað. Hetta hava vit eisini
lært av og arbeiða nú við
ymsum hugskotum um,
hvussu næsti fundur kann
verða skipaður øðrvísi,
sigur Óluva Klettsgarð
Nýggjur leiðari
Strendur: Í eina tíð hevur Bygdarhúsið á Strondum
verið uttan leiðara. Men nú er nýggjur leiðari settur.
Fíggjarnevndin hjá Sjóvar kommunu hevur nevniliga
sett Mainhild Harrysdóttir sum leiðara fyri bygdar-
húsið á.
Mainhild er longu byrjað í starvinum, tí fyrsti
arbeiðsdagur hennara var í farnu viku.
sb.
Fløga um ferðing
Gøta: Nú skal ferðavinnan eisini taka ta nýggju
tøknina í nýtslu.
Arbeitt hevur verið við útgávu av eini DVD-fløgu,
har allir upplýsingar um Føroyar sum ferðamanna-
land eru í.
Fyri at fíggja hesa útgávuna hava fyrireikararnir
m.a. søkt Gøtu bygdaráð um stuðul, og á bygdaráðs-
fundi mánakvøldið var málið til viðgerðar.
Umsóknin ljóðaði uppá 15.000 kr., men bygdaráð-
ið samtykti ístaðin fyri beinleiðis stuðul, at keypa
fyri 2.000 kr. í fløgum.
sb.
30 pør á hjúnabandslegu
Havn: Seinasta vikuskiftið skipaði samkoman Fila-
delfia fyri skeiði ætlað hjúnum á Hotel Føroyum.
Skeiðið varð skjótt fullteknað, tí 30 pør boðaðu frá
luttøku.
Undirvísari á skeiðnum var norðmaðurin, Eivind
Frøen, sum hevur verið í Føroyum fleiri ferðir, bæði
sum prædikumaður, men eisini sum undirvísari.
– Í eini tíð, har fleiri og fleiri hjún velja at skiljast,
er eitt slíkt skeið av stórum týdningi fyri at fyribyrgja
hesi syrgiligu gongdini, verður sagt.
Á skeiðnum varð nortið við týdningin av samskift-
inum millum mann og konu, og um tann ymiska
tørvin, ið hesi bæði hava. Nortið varð eisini við,
hvussu ymisk tey bæði eru av lyndi, bæði likamliga
og sálarliga.
Sagt verður, at Eivind dugdi sera væl at greiða frá,
og kom ofta við skemtiligum, men kortini beinrakn-
um søgum um álvarsemið í einum hjúnarlagi.
Skeiðið varð lagt soleiðis til rættis at luttakararnir
búðu á hotellinum, og varð hetta mett sum eitt stórt
pluss fyri luttakararnar.
sb.
Foreldrafundur:
Politikarar køvdu foreldrakjak
Jóna Olsen var einasta foreldur, ið hættaði sær at taka orðið á felags foreldrafundinum, sum Klaksvíkar býráð hevið bjóðað inn
til mánakvøldið
Í staðin fyri at gerast íblástur til kjak, varð fyrilesturin hjá
Georg Metz køvdur av politiskum innleggum, sambært fleiri
foreldrum