Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22. apríl 2005 7 Braquet við fløgu flaggdagin Bólkurin Braquet kemur út við fløgu flaggdagin. Bólkurin er tó við á AME leygar- dagin við einum bási, har fløgan verður løgd fram TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Braquet er andaligur bólkur, sum tó ikki kann trýstast undir heitið gospel, metir Arni Zachariassen úr Braquet. – Talan er um rocktón- leik. Harðan og prog- resivan rock, men limirnir í bólkinum eru andaligir og merkir tað sjálvandi bólkin so ella so, sigur Arni. Arni og Marni Tyril, ið hevur fyritøkuna Nörd, hava gjørt húsan. Fløgan hjá Braquet kemur út mánadagin, flaggdagin, men bólkurin er eisini við á AME leygardagin við einum bási, har fløgan verður løgd fram. Og at talan er um eina EP er við vilja, tí so troyttast fólk ikki av so nógvum løgum, men hoyra tað, ið er valt út til at koma á fløguna. Og tað hóskar væl leygardagin, har nógvir útlendskir gestir eru til staðar, ið hava sam-band við altjóða tónleika- heimin. Og at klára seg í al- tjóða høpi, at kunna liva av tónleikinum, er avgjørt ein dreymur hjá limunum í Braquet, sum fyri stuttum var upphitari til stóru Petra konsertina í Føroyum. – Mær dámar væl Petra, so at hita upp til teirra konsert er ein dreymur, ið gerst veru- leiki. Ein kann siga, at teir eiga heiðurin av at eg spæli, sigur Arni. Konsertferð Braquet byrjaði í 2001, tá limirnir gingu á studentarskúla í Kambs- dali. Í Prix kappingini í 2003 gjørdist tað álvari við venjing og sang- skriving, og væl gekst teimum í kappingini, har teir fingu finalu-pláss. So kom ein steðgur, men 2005 og Prix Føroyar gjørdist startskot til at spæla aftur av álvara. Í samband við nýggju útgávuna, sum Tutl gevur út, fer Braquet á konsertferð til Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Havnina. Til ber at vitja heimasíðuna www.braquetband.com har tilfar teirra eisini er at hoyra. Býráðssamgongan í Tórs- havnar kommunu hevur nú lagt eina heildarætlan út upp á 92 milliónir krónur. Peningurin skal deilast millum ymiskar verk- ætlanir. – Hetta er framvegis ein ætlan. Hetta er ikki nakað, sum vit skulu samtykkja, tí hon kann broytast. Vit binda býráðið til at brúka 92 milliónir krónur í íløg- um. Her eru skúlar, eldra- økið, vegir, ítróttarøki, læknamiðstøð, fríðkan av býnum, og so framvegis, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Allar gongubreytirnar í Havn skulu umvælast. Kommunan er eisini farin í holt við umhvørvið, tí Hav- nin skal gerast reinari at búgva í. Nýtt vatnreinsi- verk skal gerast í Havnar- dali, vatnbyrging skal ger- ast í Kollafirði fyri 20 milliónir, og Brennistøðin skal umvælast fyri 15 milliónir. Umframt tað skulu børn uttanfyri Havn- ina hava møguleika fyri at koma á bíðilista. Heðin Mortensen sigur, at kommunan hevur ráð at gera slíka stóra íløgu upp á 92 milliónir. Hann sigur, at kommunan skyldar mest- sum ongar pengar í dag, bert 16 milliónir í einum láni, sum ikki kann sigast upp enn. -hkm Hesum spurningi roynir Tórshavnar kommuna at fáa greiðu á. Tórshavnar kommuna sendi í mars mánaði 900 spurnarbløð út við 50 spurningum til framhaldsflokkarnar í kommununi. Heðin Mor- tensen, borgarstjóri, sigur, at endamálið við kanning- ini er at finna útav, hvussu næmingarnir í framhalds- flokkunum hava tað í kommununi. – Vit spyrja hvat tit brúka tykkara tíð til. Roykja tit? Drekka tit øl? Arbeiða tit? Er tað lønt ella ólønt ar- beiði? Íðka tit ítrótt? Eru tit í ungdómshúsum? Tað er øgiliga gott hjá kommun- uni at fáa at innlit í hesi tingini. Henda býráðssam- gongan ætlar nevniliga at gera nakað við henda spurningin útfrá teimum svørunum, sum tit hava givið okkum, segði Heðin Mortensen, sum tók ímóti nøkrum framhaldsskúla- flokkum í Snarskivuni hós- morgunin. Svørini verða nú við- gjørd, og síðani verður eitt álit gjørt til býráðspolitik- ararnar at taka støðu til. -hkm TÍÐINDASKRIV frá Havnar Sjónleikarfelag 30. apríl verður árligi marknaðardagurin í Sjón- leikarhúsinum. Hesin dag- urin er bert møguligur, av tí at fólk eru so røsk at bera okkum lutir. Vit uppliva ferð eftir ferð, at onkur finnur júst tað sum tey kunnu brúka, og so má sig- ast, at marknaðardagurin hevur rokkið eitt av sínum málum. Umframt at fáa pening til vega til Sjónleikarhúsið, er hetta eisini dagurin at hitta nógv fólk og fáa eina hugnaliga løtu. Vit fara sum vant at hava køkutom- bola, fiskibrunn og bjóða ein drekkamunn. Marknaðardagurin er ein stór hjálp at gera ábøtur í Sjónleikarhúsinum. Í ár ber til at bera okkum lutir hvønn dag frá kl. 8.00 til kl. 20.00. Undantiknir eru dýri biðidagur, sunnu- dagur og flaggdagur. Tey, sum ikki hava møguleika at koyra lutirnar í Sjónleikarhúsið, kunnu ringja 311132 millum kl. 8.00 og 16.00 og gera eina avtalu við húsavørðin um heintan av lutum, síðan heinta vit lutirnar frá 26. apríl og fram til marknað- ardagin. Lutirnir skulu lat- ast inn gjøgnum høvuðs- dyrnar. Vit gleða okkum til marknaðardagin og vóna at síggja nógv fólk í Sjónleik- arhúsinum henda dagin. Vit byrja kl. 10.00. Rannvá Mortensen lat hós- dagin framsýning upp í Snarskivuni. Fitt av fólki hevði leitað sær til ferniser- ing. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði væl- komnum, og síðan spældi Mia Káradóttir eitt brot úr Syrinx hjá Debussy. Málningarnir hjá Rannvu Mortensen eru flest allir gjørdir seinasta árið, og íblásturin hevur hon fingið úr nógvum ymiskum hend- ingum og støðum. Myndin av Nólsoyar Páll er ein av teimum heldur sermerktu, har málningur og myndamontaga renna saman í eina hægri eind. Rannvá segði seg dáma væl at arbeiða við montagum, og myndin av Nólsoyar Páll var ognað tjóðskaparstríðn- um. Framsýningin sæst í Snarskivuni mánadag til fríggjadag 9.00-16.00, tó hósdag til klokkan 18.00. Nólsoyar Páll í Snarskivuni Rannvá Mortensen við mynd av Nólsoyar Páll Trívist ungdómurin í Havn? Lutakast var millum teir 38 luttakandi flokkarnar í spurnarkanningini. 8.b í Eysturskúlanum vann ein túr út at bowla og eta pizza. Her er tað Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum tekur í hondina á Bjarta Vestergaard, ið var umboð fyri 8.b úr Eysturskúlanum Mynd: Tórshavnar býráð Nú er tíð at fara at rudda Býráðið brúkar 92 milliónir