Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 76 - 22. apríl 2005 Talan var tíbetur bert um eina venjing, men bjargingarskipanin fekk av álvara staðið sína roynd, tá ein eftirgjørd vanlukka í Vágatunnlinum kravdi fleiri manna- lív, umframt at nógv vórðu løstað REPORTASJA Orð: Eydna Skaale Myndir: Jens Kristian Vang Vanlukkan: Ein bussur, fullur av ferða- fólki, er á veg til Vágarnar. Brádliga punkterar eitt av hjólunum og førarin missir tamarhaldið á bussinum. Hann koyrir frontalt inn í ein mótkoyrandi bil og báð- ir bilar steðga á staðnum. Ein lastbilur, ið eisini er á veg til Vágar, og sum koyrir aftanfyri bussin, nær ikki at steðga, men renir upp í reyvina á bussinum, og eld- ur kemur í. Kl. 19.53 nýtir bussførarin eina av neyðtelefonunum. Hann fær beinleiðis sam- band við alarmcentralin í Havn og boðar frá, at 18 fólk eru í bussinum, 2 eru fastkloynd í mótkoyrandi bilinum, og ein førari er somuleiðis fastur í last- bilinum. Tað er eldur í, og nógvur roykur. 1,9 km eru til munnan Vágamegin, 3,0 km eru til munnan Leyna- megin. Uml Kl. 19.58 fær alarm- sentralurin eina fráboðan afturat. Ein bilur er farin inn í tunnilin Leynamegin, men orsakað av nógva roykinum frá fyrstu van- lukkuni, hevur hann mist tamarhaldið, og hevur rent inn í tunnilsveggin. Fýra fólk eru inni í bilinum, meðan ein er uttanfyri. Tey eru stødd 50 metrar frá munnanum Leynamegin. Hvat víðari hendi her, veit Sosialurin ikki, eftir- sum vit vóru stødd har stóra vanlukkan hendi. Kl. 20.13 koma boð um- vegis samskiftistólið, at sløkkiliðsmenn frá Vág- oynni eru uttanfyri tunnilin. Teir koyra inn í tunnilin, og siga allatíðina frá, hvussu langt inn teir eru komnir, og um teir síggja nakað. ...»1,2 km, vit síggja fram- vegis einki«... »1,4 km, nú síggja vit okkurt«... »1,6 km, vit síggja ein buss, og tað rýkur úr honum. Her er nógvur roykur« Kl. 20.18 eru fyrstu brand- menninir komnir á staðið. Eini fýra ella fimm av offrunum, sum hava gingið og malið síðan vanlukkan hendi, leypa á sløkkiliðs- menninar og rópa og skríggja um hjálp. Tey vera skúgvað til viks, meðan brandmenninir bera skjótt at, og byrja at sløkkja eldin. Í bussinum banka fólk á rútarnar, og rópa um hjálp. Offrini uttanfyri bussin ganga og mala, púra hjálp- arsleys. Umvegis samskift- istólið koma fyrispurningar frá báðum tunnilsmunnum, um hjálp skal koma inn. Sagt verður, at ambulans- urnar skulu bíða, tí fyrst fara teir at sproyta við skúmi. Ein brandbilur aft- urat kemur frá Vágoynni. Kl. 20.25 fer fyrsti brand- maðurin inn í bussin. Hann boðar frá, at tað eru 12 fólk inni í bussinum og eini 4 ella 5 ganga og mala uttan fyri bussin. Nøkur eru illa skadd, meðan onnur eru betri fyri. Innsatsleiðarin Leynamegin boðar frá, at tvær ambulansur eru tøkar teirru megin, og spyr um tær skulu sendast inn. Leið- arin inni í tunnlinum heldur tað vera frægast at fáa ambulansuna at koma frá Vágunum, av tí, at nógvur roykur framvegis er, og vindurin blæsir hann ímóti Leynum. Løtu seinni stað- festa teir Leynamegin, at roykurin er nógv minkaður, og tað er trygt at koyra. Kl. 20.34 kemur fyrsta hjálpin frá Leynamunn- anum. Tað er ein brandbilur úr Kvívík. Eingin roykur er Sunrid Isaksen, Kvívík Ferðsluoffur: Illa brend, bangin Sat í einum bili nakað innanfyri tunnils- munnan, Leynamegin Hvussu upplivdi tú hesa bjargingina? – Eg helt, at tað gekk heilt ótrúliga skjótt fyri seg. Politiið úr Havn var har beinanvegin, aftaná, at vit ringdu. Og ein ambu- lansa út Vestmanna. Eg var yvirraskað av, hvussu stutt tíð gekk til teir vóru hjá okkum. Merkti tú, at tú fekk ta hjálpina, sum tú hevði viljað havt, um tað var veruligt? – Teir dugdu øgiliga væl at snakka við okkum, og sissa okkum. Men eg var illa brend, og tí tóku teir sær slett ikki av. Tað var kanska eitt sindur keðiligt. Men eg bleiv beinanvegin sett inn í ambulansan, meðan teir fóru at leita eftir øðrum offrum. Okk- ara vanlukka var so lítil, í mun til hina, sum var longur inni í tunnlinum, men politiið tók sær sera væl av okkum. Ert tú betryggjað, nú tú hevur sæð, hvussu ein bjarging fer fram? – Ja, tað eri eg. Malan Johansen, Streymnes Ferðsluoffur: Smekk- að høvdið í, pínu í høvdinum, forvirrað Sat í bussinum, 1,9 km inni í tunnlinum, vága- megin Hvussu upplivdi tú hesa bjargingina? – Tað er eitt sindur ringt at siga, tí eg veit ikki hvussu bjargingarmenninir áttu at prioritera undir bjargingini. Men vit royndu í øllum førum at gera tað so veruligt sum gjørligt. Eg sat inni í bussinum, og eg var eitt sindur ótolin. Eg helt ikki at tað gekk serliga skjótt fyri seg. Merkti tú, at tú fekk ta hjálpina, sum tú hevði viljað havt, um tað var veruligt? – Brandmenninir komu fyrst á staðið, og teir gjørdu tað, sum brandmenn eiga, nevniliga at sløkkja eldin. So komu teir inn í bussin til okkum, sissaðu okkum, og hugdu at skaðunum. Men teir gjørdu einki fyri at hjálpa. Eg haldi, at tað gekk ræðuliga long tíð inn- til læknin kom. Og ambu- lansan kom eisini langt aftaná brandmenninar. Eg hevði ein so mikið lættan skaða, at eg bleiv ikki raðfest serliga høgt, og tí kom hjálpin ógvuliga seint til mín. Men hetta var fiktivt, og tað ávirkaði eisini tað heila. Man merkti, at teir tóku tað ikki so seriøst. Ert tú betryggjað, nú tú hevur sæð hvussu ein bjarg- ing fer fram? – Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi, at tað gekk ræðu- liga long tíð, til offrini fingu hjálp. Gerda Mortensen, Streymnes Ferðsluoffur: Brotið nøsina, bangin Sat í bussinum, 1.9 km inni í tunnlinum, vága- megin. Gekk aftaná bjargingarmonnunum og »órógvaði« teir í arbeiðnum Hvussu upplivdi tú hesa bjargingina? – Jú, eg haldi, at tað gekk hampiligt. Men eg føldi ikki, at nakar tók sær av mær, og hinum, sum vóru nøkulunda fyri eftir óhappið. Vit gingu bara og mólu. Brandmenninir settu okkum bara til síðis, og tað sama gjørdi portør- arnir. Ikki fyrr enn politiið kom á staðið, var tað onk- ur sum tók sær av okkum. Og tá blivu vit eisini bara trýst inn í ein lítlan pick- up bil. Tað hevði virkað øgiliga ógvusligt upp á meg, um tað var hent ordi- ligt. Merkti tú, at tú fekk ta hjálpina, sum tú hevði viljað havt, um tað var veruligt? – Nei, vit fingu ongan respons frá brandmonn- unum, sum vóru fyrstir á staðið. Teir søgdu bara við okkum, at »bíða nú, ambulansan fer at koma«. Men man merkti eisini væl, at tað bert var ein venjing. Onkur av bjarg- ingarmonnunum flenti bara, tá vit togaðu í teir. Og vit høvsu nokk eisini verið meiri hysterisk, um tað var ein verulig van- lukka. Men ert tú betryggjað, nú tú hevur sæð hvussu ein bjarging fer fram? – Ja, tað eri eg. Tað virkaði sum teir vistu hvat teir gjørdu, og tað merktist væl, at hetta bara var ein venjing. Vanlukka í Vágatunnlinum