fríggjadagur 22. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2005
9
Atlantic
bjargaði
Prix-tøkni
Føroyska flogfelagið
breyt vakt fyri at fáa
serliga ljósútgerð til
Atlantic Music Event
til landið. Teir stóru
kassarnir passaðu
ikki inn gjøgnum
lastahurðina á flog-
farinum, og tí vóru
serliga stig tikin fyri
at loysa trupulleikan
PRIX
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað sigst, at ljósmaðurin
Gardar Hall dansaði av
gleði, tá ið hann sá teir
átta kassarnar við ljós-
útgerð standa á gólvin-
um í Norðurlandahúsin-
um í gjár.
Tað var annars um
reppið, at Atlantic Mu-
sic Event mátti haldast
uttan tað serliga ljósið,
sum
fyrireikararnir
høvdu leigað úr Dan-
mark.
Tá ið teir átta kassar-
nir við útgerðini skuldu
lastast í flogfarið hjá
Atlantsflogi týsdagin,
passaðu kassarnir ikki
inn gjøgnum lastahurð-
ina. Kassarnir vóru heilt
einfalt ov stórir, og tað
var ikki hugsandi at taka
viðbreknu útgerðina úr
kassunum.
Tí stóðu kassarnir
eftir í Kastrup, og fyri-
reikararnir av AME
vóru í ringum lagi, tí
leigaða
ljósútgerðin
hevði stóran týdning
fyri tiltakið.
Flugu aftur um nátt-
ina.
Nú vóru góð ráð dýr,
men føroyska flogfe-
lagið, sum er ein av
dyggastu stuðlunum hjá
Prix Føroyum, var ikki
hjálparleyst.
Mikunáttina
varð
flogfarið sent aftur til
Danmarkar við serligum
teknikkarum hjá At-
lantsflogi, og teir klár-
aðu at geva pláss fyri
teimum stóru kassun-
um, fáa teir inn í lasta-
rúmið, og so fleyg før-
oyska flogfarið heim-
aftur við ljósútgerðina.
– Vit halda, at hetta er
heilt fantastiska flott
gjørt av Atlantsflogi. Vit
høvdu havt ein stóran
trupulleika, um vit ikki
fingu útgerðina heim,
og tí eru vit sera fegin
um hjálpina, sum vit
fingu, sigur Fróði Vest-
ergaard, sum er sam-
skipari av Prix Føroy-
um.
Málsetningurin fyri P/f
Vágatunnilin er, at tá tú
koyrir í tunnlinum skalt tú
vera eins tryggur, sum tá tú
koyrir á vegunum. Tað er
orðað á henda hátt: Trygdin
móti persónsskaða skal ikki
vera verri pr. km av tunnli,
enn pr. km av vegi. Tí hevur
ein arbeiðsbólkur gjørt eina
tilbúgvingarætlan
fyri
tunnilin.
Tað
arbeiðið
byrjaði í 2001, longu eitt ár
áðenn tunnilin lat upp.
Venjingin mikukvøldið
var ein týðandi liður í at
royna tilbúgvingarætlanina.
Og eftirmetingin av venj-
ingini, sum endaliga kemur
um nakrar vikur, verður
grundarlag fyri møguligum
broytingum og dagføring-
um av ætlanini.
Professionella hjálp
Venjingin er tilrættisløgd
av dønum, ið hava eina
sonevnda «Risk Manage-
ment Group«. Tað var eisini
hesin bólkurin, ið er vanur
við eftirgjørdar vanlikkur
og tilbúgvingarætlanir, ið
hevði ábyrgdina av venj-
ingini. Teir vóru somuleið-
is eygleiðarar og dómarar,
og høvdu til uppgávu at
meta um avrikið.
Venjingin var býtt upp í
20 ymiskar partar, harav í
minsta lagið 80% skuldu
vera væleydnað fyri at
venjingin varð góðkend.
Eftirmetingarfundur var
á Hotel Hafnia hósmorg-
unin.
Ùrslitið
Per Theilgaard, ið var leið-
ari fyri venjingini, sigur
hósmorgunin, at tað sjálv-
sagt altíð er torført at fáa alt
fungera optimalt, tá ein so
stór bjarging fer fram.
– Men høvuðsniðurstøð-
an má vera, at venjingin var
útførd nøktandi. Tað fara
altíð vera nøkur ting, sum
kunnu gerast betri næstu
ferð. M.a. hildu vit, at
leiðslan
og
samskiftið
ímillum ymisku partarnar
kundi verið betri. Men tað
er heilt náttúrligt at hetta
eru tingini, sum kiksa undir
eini venjing, sigur Per
Theilgaard.
Hann sigur seg ikki vita
júst hvussu nógv % av
ymisku pørtunum vórðu
útførd væl, men generelli
dómurin er, at venjingin var
nøktandi.
Um nakrar vikur kemur
so endaliga rapportin, ið fer
at greina út, júst hvørjir
partar áttu at verið betri,
hvørjir partar vóru o.k. og
hvørjir partar av venjingini
vórðu væl loystir.
Men alt í alt kunnu vit
trygt koyra ígjøgnum Vága-
tunnilin.
longur. Ein fyrispurningur
kemur,
um
ambulansir
eisini skulu sendast inn
Leynamegin, men svarið er,
at fyrsti læknin Vágamegin
er á veg inn í tunnilin, og at
bíðast skal við ambulans-
unum, til hann hevur mett
um støðuna.
Kl. 20.35 kemur fyrsta am-
bulansan á staðið. Hon
kemur úr Vágunum, og
brátt kemur ein afturat
hagani. Portørarnir fara inn
í bussin, har nógvir brand-
menn eisini eru. Uttanfyri
bussin verða børur settar
upp, og nú kemur eisini
fyrsti læknin á staðið. Hann
rennur yvir til bussin, men
av tí, at bussurin er fullur av
brandfólki og portørum, má
hann bíða eina løtu, áðrenn
hann sleppur inn í bussin.
At síggja til er alt kaos í
løtuni. Nógvar hendur at
hjálpa, sum tó ikki heilt
vita hvat tær skulu gera...
Løgreglan er komin, og nú
verða offrini, sum hava
gingið og malið, síðan van-
lukkan
hendi,
endiliga
savnað og sett inn í ein bil.
Kl. 20.42 verður fyrsta
offrið hjálpt úr bussinum.
Unga kvinnan verður løgd
á eina børu og førd yvir í
ambulansuna. Løtu seinni
kemur eisini næsta offrið út
úr bussinum. Boð koma nú
um, at tyrla er boðsend at
hjálpa við sjúkraflutning-
inum. Tvey illa skadd fólk
liggja á børum uttanfyri
tunnilsmunnan, har tyrlan
fer at lenda, og allatíðina
koyra sjúkrabilar til og frá
við fleiri sjúklingum. Fleiri
læknar eru komin a staðið,
og taka hond um tey
skaddu.
Kl. 20.52 lendir tyrlan.
Tvey offur verða flutt inn í
tyrluna.
Kl. 20.59 lættir tyrlan aftur.
Boð koma um, at sjúkra-
bilar skulu standa klárir
hinumegin sundið, tí tyrlan
fer ikki at flúgva heilt til
Havnar, men bert flyta tey
skaddu tvørtur um Vest-
mannasund, og tey mugu so
flytast á Landssjúkrahúsið
við sjúkrabilum.
Kl. 21.00 koma boð um, at
sjey fólk eru eftir inni í
bussinum, og harafturat eru
nøkur uttanfyri bussin.
Kl. 21.20 koma so endaligu
boðini um, at øll nú eru
flutt av staðnum. Talan var
um 20 fólk. Harímillum
teljast eisini tey, sum ikki
yvirlivdu.
Niðurstøðan: Nøktandi