fríggjadagur 28. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Tjóðveldið sett
upp á pláss
Hvat man formaður Javn-
aðarfloksins í grundini
meina við, tá ið hann í eini
blaðgrein nú um dagarnar
segði, at Sambandsflokkur-
in fór í baklás tann dagin,
hann varð stovnaður? Tað
er rætt, at flokkurin frá
fyrsta degi hevur havt sum
aðalmál í ríkisfelagsskapi
við Danmark at menna før-
oyska fólkið og samfelagið
á øllum økjum, og hann ætl-
ar ikki at vika við tað. Eing-
in ivi kann vera um, at Jó-
annes Eidesgaard roynir at
gera støðufesti Sambands-
floksins til nakað ódámligt
fyri at leiða tankarnar hjá
fólki burtur frá tí støðuloys-
inum og politiska skinkli-
num, sum nú valdar í Javn-
aðarflokkinum.
Fyrr í tíðini hevði Javn-
aðarflokkurin eina greiða
politiska stevnu, sum bygdi
á tær sosialistisku hugsjón-
irnar, tó nakað lagaðar til
føroysk viðurskifti. Harav
navnið, ið fedrarnir góvu
flokkinum. Tað var einki
ringt í tí, tvørturímóti. Eisini
her í Føroyum hava vit javn-
aðarrørsluni nógv at takka
fyri. Á tí sosiala økinum
hevur flokkurin gingið á
odda fyri at veita teimum
minni mentu ábøtur á allan
hátt. Í hesum strevi hevur
flokkurin frá byrjanini av
fingið hollasta stuðulin frá
Sambandsflokkinum, sum
hóast liberalur, er ein sosialt
sinnaður flokkur.
Føroyski Javnaðarflokk-
urin er eins og allir teir sos-
ialdemokratisku flokkarnir
í Vesturheiminum seinastu
tíðina komnir rættiliga upp
í rasshaft, tí tann verka-
mannastættin, sum teir
skuldu hjálpa, og sum veitti
teimum flestu atkvøðurnar,
nú er vorðin til eina miðal-
stætt, sum nú er farin at at-
kvøða borgarligt. Tí er tað
seinastu árini vorðið meira
og meira vanligt, at teir sos-
ialdemokratisku flokkarnir
hava otað seg til høgru og
meira og meira hava rikið
borgarligan politikk. Ja,
nógvir borgarligir flokkar
hava sæð seg vera yvirhál-
aðar frá høgru av sosial-
demokratunum.
Hetta sama hava vit sæð
her á landi seinastu árini.
Samleikakreppan ger seg í
ólukkumát galdandi í Javn-
aðarflokkinum,
og
tað
mugu teir gera nakað við.
Seinastu tvey árini hevur
Javnaðarflokkurin kortini
verið heppin. Tí hann situr
í andstøðu til eina landsstýr-
issamgongu, sum ongan bú-
skapar-, mentanar-, sosial-
ella vinnupolitikk hevur rik-
ið, og sum heldur ongan
annan politikk ætlar sær at
reka hetta skeiðið enn at út-
vega Føroyum fullveldi.
Evsta vald!
Her sær Javnaðarflokkur-
in sína bjarging. Hann vil
sleppa upp í dansin. Men
ólukkutíð. Oddamenninir
hava gloymt grasrøturnar.
Flestu javnaðarfólk eins og
sambandsfólk hava gaman
í altíð verið tjóðskaparsinn-
að, men tey eru ikki loys-
ingarhugað. Tey vilja fegin,
at vit skulu gerast so sjálv-
bjargin sum gjørligt og
vinna fram til at stýra okk-
ara egnu viðurskiftum sum
mest, men vit skulu varð-
veita tey bondini og tað skil-
agóða og frísinnaða sam-
starvið vit hava havt við
Danmark. Heldur ikki javn-
aðarfólk vilja hava fullveld-
isdans. Tey vilja hava, at
flokkurin rekur samfelags-
politikk, at politikkararnir
hava fremst í huganum væl-
ferðina hjá tí einstaka borg-
aranum og ikki einans
hjálpa Hoydal at gera per-
sónliga dreym sín til veru-
leika.
Javnaðarflokkurin veit, at
hann hevur mist nógv av
sínum trúvirði millum velj-
ararnar orsakað av tí tví-
skinningspolitikki,
hann
hevur ført við at eta kirsuber
við Høgna Hoydal. Í besta
føri fær hann steinarnar aft-
ur í knokkin. Javnaðar-
flokkurin hevur í sjálv-stýr-
ismálum skift støðu so ofta,
at onkur hevur samanborið
hann við ein væl smurdan
veðurhana.
Uttanveltaðu
tjóðveldisserfrøðingarnir úti
um í samfelagnum eru al-
tráir eftir at fáa Javnaðar-
flokkin við í eina breiða
semju um fullveldismálið.
Upprunaliga konseptið
hjá samgonguni er álvars-
liga krakelerað. Vit hava
sæð, hvussu Høgni Hoydal
hevur annekterað øll argu-
mentini frá teimum, ið hava
øðrvísi hugsan, og sum
hann ikki hevur kunnað aft-
urvíst. Í staðin fyri at vísa
teimum aftur , hevur hann
tikið tey upp sum síni egnu
fyri soleiðis at teppa alla
andstøðu í føðingini. (Tann
seinasta søgan, sum gongur
er, at hann vil gera Nýskip-
anaruppskot
Sambands-
floksins til einkis við at um-
doypa Fullveldi til Nýveldi;
men hetta man bara vera
skemt. Tendensurin er ið
hvussu er greiður).
Kaffifundirnir og seinasta
útmeldingin frá løgmanni
benda á, at tað verður ein
útvatnað avtala, teir fara at
koma aftur við, tí Føroya
fólk skal góðkenna hana, og
teir vita, at í upprunaliga
líkinum hevur hon ikki ein
kjans. Tá ið teir koma aftur
fara teir at feira avtaluna við
champanju, og Javnaðar-
flokkurin verður boðin við,
tí hann var so positivur og
hjálpti til við loysingini.
Jóannes Eidesgaard livir
í teirri trúgv, at hann og
Javnaðarflokkurin
geva
fullveldisætlanini mótspæl.
Tað ger hann ikki. Tí teir
taka ikki ímóti mótspæli.
Tann politiskt trillrundi løg-
maðurin fær javnaðarfor-
mannin at tuska runt í man-
eguni við at siga, at hann
dyrgir eftir eini breiðari
semju. Nú má tað skjótt fara
at ganga upp fyri Eides-
gaard, at ein breið semja
fæst einans uttan um Tjóð-
veldisflokkin, um Javnaðar-
flokkurin meinar nakað við,
at loysnin skal vera innan
fyri ríkisfelagsskapin.
Um nakað er í tí, sum
Eidesgaard sigur, at eingin
flokkur hevur lagt so nógv
brenni til loysingarbálið
sum Sambandsflokkurin, so
kundi tað hent, at hann um
stutta tíð varð yvirhálaður
av Føroya Javnaðarflokki,
um hann ikki skjótt heldur
uppat at spæla sirkushestur.
Uppskot Javnaðarfloksins
til Sjálvstýrislóg og Nýskip-
anaruppskot
Sambands-
floksins er einasta veruliga
grundarlagið fyri eini breið-
ari semju, og tað kann
tryggja tí einstaka húski-
num vælferðina í víðastu
merking, og tað eigur at
vera høvuðsmálið í føroysk-
um politikki.
Eilif Samuelsen
Er støðufesti Sambandsfloksins
tað sama sum at fara í baklás?
SO hendi tað aftur. Tjóðveldisflokkurin rumblar eitt
sindur móti fólkaflokspolitikkinum, ið hendan sam-
gongan førir, men kúvendir so, tí fullveldismálið
verður sett upp ímóti øllum øðrum. Fólkaflokkurin
veit sjálvsagt, hvussu landið liggur og kann tí týggja
sær sum hann vil í samgonguni. At Fólkaflokkurin
hevur vunnið ein politiskan sigur yvir Tjóðveldis-
flokkin, sæst á tí, sum ein fólkaflokstingmaður
segði í Krosskast í hesi vikuni um at lata eitt part-
afelag standa fyri Vágatunnilinum: “Tað er nakað
ideologiskt í hesum”.
GLOYMD er framferð landsstýrisins móti undan-
farna Landsverkfrøðingi, og Tjóðveldisflokkurin —
størsti samgonguflokkur - er saman við samgong-
uni og Sambandsflokkinum við til at blástempla
framferðina hjá Finnboga Arge móti Landsverk-
frøðinginum.
ØLL ætlanin er ikki sørt ivasom. Partafelagið Vág-
atunnilin kann í prinsippinum seta prísin at sleppa
um Vestmannasund sum tað vil. Hettar segði
Finnbogi Arge í omanfyrinenvdu sjónvarpssending.
Hettar merkir við øðrum orðum, at vágafólk og
onnur, ið koma at nýta undirsjóvartunnilin í prin-
sippinum onga vissu hava fyri, at tey sleppa tvørt-
urum fyri sama prís, sum í dag, ella minni. Hettar
er fyrsta stig til brúkarabetaling av tí, ið átti at
verið almennar tænastur í Føroyum. Hvat verður
tað næsta?
VIT hava fyrr nevnt tað skeiva í, at ein partur av
føroyska veganetinum kann gerast ogn hjá út-
lendskum kreditorum, og at eitt alment partafelag
ikki er undir lógini um alment innlit. Spurningurin
er um Heini O Heinesen ikki eisini hevur rætt, tá
hann sigur, at alt landsveganetið í Føroyum átti at
havt sama eigara. Harmiligt er bert, at Tjóðveldis-
flokkurin gevir seg í hesum ideologiska máli.
Hvussu verður næstu ferð ein tunnil skal borast í
Føroyum? Nógvir tunlar eru einsporaðir, og gerast
heldur ikki yngri. Skulu onnur partafeløg standa
fyri tí? Er brúkaragjald vegurin frameftir? Hvussu
verður tá við útjaðarinum?
TAÐ mest ótrúliga í argumentatiónini hjá Finn-
boga Arge er, at hann sigur, at partafelagsformurin
er neyðugur fyri at sleppa uttanum íløguloftið á
fíggjarlógini. Hví hava vit eitt íløguloft á fíggjar-
lógini? Tað má vera fyri ikki at ovurupphita bú-
skapin. Heldur landsstýrismaðurin í Vinnumálum,
at landið, við at lánifíggja eina íløgu uttanum
fíggjarlógina, sleppur undan ovurupphiting? Bert
tað, at landsíløgur vera lánifíggjaðar fyri fyrstu ferð
í nógv ár, átti at fingið onkran at øtast. Lánifíggjaða
íløgan hjá landstýrismanninum hevur nógv størri
ávirkan á búskapin enn t.d. ein íløga, har landið
innflytir tól til eitt nú Landssjúkrahúsið.
VIT eftirlýsa enn einaferð góð argument móti, at
hesin tunnilin verður gjørdur av Landsverkfrøð-
inginum, eins og flestu undanfarnu tunlar í Føroy-
um. Fíggingin kann vera beint av fíggjarlógini ella
fíggjað úr einum grunni uttanfyri fíggjarlógina, har
peningurin verður játtaður av fíggjarlógini, uttan
at hann noyðist at brúkast upp fyri hvørt ár. Vil
man Landsverkfrøðingsstovninum og føroyskari
tunnilsgerð til lívs, so er ivaleyst bert at taka undir
við anleggslógini hjá Finnboga Arge.
Á pallin í kvøld
Í kvøld fara Eivør Pállsdóttir við manning og Shalder
Geo at spæla á Café Natúr
DAGFINN OLSEN
Sum partur av størri tónleik-
aferð í Føroyum, Danmark,
Finnlandi, Estlandi og Sám-
alandi, fara Shalder Geo og
Eivør Pállsdóttir Kvartett í
kvøld á pall.
Byrjanin til ferðina, sum
er frá januar til juni í ár,
verður í kvøld á Café Natúr.
Við í Shalder Geo eru
Kristian Blak, Heðin Z.
Davidsen, Mikael Blak og
Høgni Klakkstein.
Saman við Eivør leika
Búi Dam, Mikael Blak og
Brandur Jacobsen.
Eivør Pállsdóttir
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum við
gávum, blómum, sangi, fjarritum og á annan
hátt vóru við til at gera silvurbrúdleypsdag
okkara hin 28. des. 1999, ógloymandi.
Heilsan
Berghild og Erolf
Tøkk
íslendski fiskimála-
ráðharrin á vitjan
Í gjár kom nýggi íslendski fiskimálaráðharrin, Árni M.
Mathiesen, til Føroya til fiskivinnusamráðingar
JOHN JOHANNESSEN
Í gjár byrjaðu fiskiveiðisam-
ráðingarnar fyri ár 2000
millum Ísland og Føroyar á
Hotel Hafnia í Havn.
Hetta er fyrstu ferð, at
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður, skal samráðast
við nýggja íslendska fiski-
málaráðharran, Árna M.
Mathiesen. Áður hava sam-
ráðingarnar verið við fyrr-
verandi fiskimálaráðharran,
Þhórsetin Pállson.
Jørgen Niclasen sigur, at
samstarvið var ógvuliga
gott við Þhórstein Pállson,
og vónar hann, at sama fer
at verða galdandi við sam-
starvinum við Árna M. Mat-
hiesen.
Skulu víðka um
útnorðursamstarvið
Høgni Hoydal heldur tað kann verða Føroyum at stórum gagni, arbeiða vit
fyri at víðka um útnorðursamstarvið suðureftir og vestureftir
JOHN JOHANNESSEN
– Vit mugu blása lív í norð-
urlendska samstarvið áðr-
enn tað brotnar av um tvør-
an.
Hetta var høvuðsboð-
skapurin í fyrilestrinum við
Høgna Hoydal, ið Norrøna-
felagið í Føroyum skipaði
fyri í Losjuni í Havn í gjár.
Høgni Hoydal vísti í fyri-
lestrinum á týdningin, norð-
urlendskt samstarv hevur
fyri Føroyar. Serliga heldur
hann, at tað kann fáa týdn-
ing fyri okkum, fáa vit
grannalondini fyri sunnan,
Nova Scotia og Kanada við
í samstarvið.
Áhugin fallandi
Høgni Hoydal vísti á, at á-
hugin fyri útnorðri tykist
vera alsamt fallandi innan
norðurlendskt samstarv. Or-
søkina til hetta heldur hann
vera, at í samstarvinum er
mark komið upp ímillum
útnorður og skandinavisku
londini somuleiðis, sum
mark eisini hevur stungið
seg upp millum útnorður-
londini saman við Noreg og
tey skandinavisku londini,
ið eru limir í ES.
– Samstundis, sum áhug-
in fyri londunum í útnorði
er fallandi innan norður-
lendskt samstarv, er áhugin
fyri Baltalondunum alsamt
vaksandi. Hetta haldi eg
vera skeivt.
Høgni Hoydal vísti á, at
hetta minnir ikki sørt um
imperialismu. Tí tað tykist,
sum Norðurlond royna, sum
tann stóri lærumeistarin, at
læra Baltisku londini um
fólkaræði.
Tó segði Høgni Hoydal
seg ikki vera ímóti áhugan-
um fyri Baltalondunum,
men helt hann, at hugsað
eigur at verða um, hvussu
hetta samstarv er skipað.
Men fyri at styrkja um
leiklutin hjá londum í út-
norði í norðurlendskum
samstarvi, heldur Høgni
Hoydal, at vit eiga at ar-
beiða fyri at fáa Kanada,
Nova Scotia, Hetland og
Skotland við upp í sam-
starvið. Fáa vit hetta, er
hann sannførdur um, at vit
hava tryggjað okkum pallin
út í heim.
Eydnast tað ikki, at
styrkja útnorðursamstarvið
á henda hátt, sær Høgni
Hoydal stóran vanda fyri, at
samstarvið brotnar av um
tvøran.
Viðkomandi
umhvørvispolitikkur
– Umhvørvispolitkkur er
nakað, ið nógv verður gjørt
við innan norðurlendskt
samstarv, men eg haldi tó,
at tað er burturvið at tosa
um ein havumhvørvispolit-
ikk, uttan, at londini í Norð-
uratlantshavi eru við.
Í hesum sambandi vísti
Høgni Hoydal aftur á týdn-
ingin av at fáa Skotland,
Hetland, Kanada og Nova
Scotia saman við Grøn-
landi, Íslandi og Føroyum
við upp í útnorðursamstar-
við, so vit kunnu vera við
til at seta dagsskránna fyri
verjuna av tilfeinginum í
Norðuratlantshavi.
– Tað er jú heilt náttúrligt,
at londini kring Norðuratl-
antshav seta dagsskránna
fyri verndini av Norðuratl-
antshavi, segði Høgni Hoy-
dal.
NORA lykilin
Ein lykil til at styrkja um
samstarvið í útnorði, er
sambært Høgna Hoydal,
NORA, ið er eitt samstarv
millum Grønland, Ísland,
Føroyar og strandalondini í
Noregi. Hetta samstarvið,
heldur Høgni Hoydal, kann
styrkjast móti Nova Scotia,
Kanada og grannunum
sunnanfyri.
Hetta sigur Høgni Hoydal
seg eisini hava skotið upp á
fleiri fundum í ráðharra-
bólkinum, har hann er lim-
ur. Men hóast Ísland hevur
stuðlað hesum hugskotin-
um, hevur móttøkan frá hin-
um ráðharrunum í bólkin-
um verið ógvuliga ymisk.
Tó er samstarvið komið
so mikið langt, at tað hálv-
gum er gjørt av at halda eina
ráðstevnu millum øll hesi
londini í Føroyum einaferð
í summar. Øll londini hava
játtað at verið við til ráð-
stevnuna, har spurningurin
um
burðardygga
veiðu
verður á skránni saman við
umhvørvismálum og øðr-
um.
– Fyri samráðingarnar í
ár er einki serligt á skránni.
Vit skulu bara syrgja fyri at
halda fast upp á tey rættindi
vit hava, sigur Jørgen
Niclasen og vísir á, at hetta
væntandi fer at bera til. Sum
hann hevur skilt, er nýggi
íslendski fiskimálaráðharrin
eins stórur føroyavinur, sum
aðrir íslendingar.
Eiga eisini at geva
Høgni Hoydal heldur tað vera øsømiligt at vera við Norðurlandaráðnum, bert fyri at fáa nakað burturúr
JOHN JOHANNESSEN
– Tað er skeivt, at Føroyar
eru við í Norðurlandaráð-
num, bert fyri at fáa nakað
burturúr. Samstundis, sum
vit fáa pening frá ráðnum,
eiga vit eisini at gjalda til
ráðið.
Høgni Hoydal heldur tað
vera keðiligt, at Føroyar
ikki eru beinleiðis gjald-
andi limir í Norðurlanda-
ráðnum. Orsøkina sigur
hann vera, at Føroyar eru í
ríkisfelagsskapi við Dan-
mark, og tí luttaka sum
partur av Danmark, uttan
sjálvstøðugan atkvøðurætt
og uttan at gjalda lima-
gjald.
Verða Føroyar sjálvstøð-
ugir limir, merkir hetta, at
vit skulu gjalda eitt lima-
gjald, ið liggur millum 1,5
til 1,8 milliónir. Somuleið-
is krevur hetta eisini, at vit
eisini einaferð skulu hava
formansskapin í øllum
teimum mongu ráðunum
innan
Norðurlandaráð-
num.
Høgni Hoydal sigur, at
tað sjálvsagt verður torført
hjá føroyingum at útfylla
hesar formansskapir. Men
hann vísir á, at Ísland hev-
ur roynt hetta, og tað gekst
væl. Ísland mannaði tá teir
formansskapirnar,
tað
kundi mannað, og síðani
lat tað restina av formans-
sessunum til Svøríki.
Nøkulunda
soleiðis
heldur Høgni Hoydal, at
Føroyar kundu borið seg
at, fingu vit sjálvstøðugan
limaskap.
Fiskimálaráðharri Íslands,
Árni M. Mathiesen, er
útbúgvin djóralækni og
serfrøðingur í fiskasjúkum
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í norðurlanda-
málum
støðirnar kring landið
Heimabio
Leiga videofilmar á hesum støðum:
Statoilstøðin í Gundadali tel. 314770
Statoilstøðin í Kollafirði tel. 421083
Statoilstøðin í Saltangará tel. 449133
Statoilstøðin í Klaksvík tel. 457353
Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001
Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001
Statoilstøðin í Leirvík tel. 443360
Nýggir filmar hvørja viku
UNIVERSAL
SOLDIER
NÅR GODTFOLK
KOMMER TIL BYEN
ARLINGTON
ROAD
THE MATRIX
Sosialurin - 311820