Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 19 - 28. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 19 - 28. januar 2000 – Suðuroyingar verða ikki snýttir Hergeir Nielsen sigur, at hóast meiriluti ikki er í Vinnunevndini fyri at leggja oljuhavnina sunnanfjørðs, so hevur hann ikki snýtt oyggjafelagar sínar. Og hann dugir heldur ikki at síggja tað sum eina forðing fyri, at oljuhavnin ikki kortini kann liggja í Suðuroynni SVEINUR TRÓNDARSON – Eg havi ikki snýtt suð- uroyingar í hesum føri, og eg ætli mær heldur ikki at gera tað. Eg haldi ikki, at tað er rætt, at seta eitt upp- skot fram í tinginum - upp á hvamsvís - tí fellur tað, kunnu komandi landsstýris- menn í oljumálum tulkað tað soleiðis, at tingið er í móti at oljuhavnin skal leggjast í Suðuroynni. Og tað er ikki meiningin, sigur Hergeir Nielsen. Tá Suðuroyar Oljuvinn- uráð fyri eini tíð síðan spurdi politisku flokkarnar um teirra støðu til eina olju- havn í Suðuroy, svaraði Tjóðveldisflokkurin, at teir tóku undir við tankanum. Seinni kom tó fram, at tað bert vóru partar av flokkin- um, sum tóku undir við brævinum, og Hergeir Niel- sen hevur alla tíðina sagt, at hann er ein teirra. Nú lógin um fyrsta út- bjóðingarumfar var fyri í vinnunevndini, tók Tjóð- veldisflokkurin kortini ikki undir við broytingarupp- skotinum hjá minnilutanum til lógaruppskotið. Hetta broytingaruppskot fær bert undirtøku frá Javn- aðarflokkinum, og tað held- ur Hergeir gera við politisk- um løtuvinningi fyri eyga. Tjóðveldisflokkurin er ikki ímóti Hóast Vinnunevndin í hes- um føri hevur valt at standa sum ein maður, so sigur Hergeir Nielsen, at tað ikki merkir, at Tjóðveldisflokk- urin er ímóti at oljuhavnin skal liggja í Suðuroynni. Skilir tú, um suðuroying- ar kenna seg illa viðfarnar av Tjóðveldisflokkinum nú? – Nei, tað geri eg ikki. Vit eru sum sagt ikki ímóti, at oljuhavnin verður løgd í Suðuroy, men vit vilja bara tryggja okkum, at møgu- leikin stendur opin aftaná eisini. Tað skal skiljast so- leiðis, at hóast tað ikki verð- ur staðfest í hesum lógar- uppskotinum, hvar olju- havnin skal liggja, so merkir tað ikki, at myndugleikar- nir ikki einaferð seinni kunnu geva boð um at hon júst skal liggja í Suður- oynni. Eg kann heldur ikki fara inn og noyða okkara tingmenn at atkvøða sum eg vil hava teir at gera, sigur Hergeir. Kortini er hann bangin fyri, at um uppskot Javnað- arfloksins fellur, so hava komandi landsstýrismenn møguleikan at siga, at tingið feldi uppskotið um, at havn- in skuldi vera sunnanfjørðs, og so avgerða, at hon skal vera norðanfyri. – Og tað vilja vit fyri alt í verðini sleppa undan, sigur hann. Myndugleikarnir avgera staðið Fólk, bæði í vinnuni og pol- itikkarar eru ymisk á máli, hvørt tað er rætt av polit- ikkarunum yvirhøvur at blanda seg upp í hvar ein framtíðar oljuhavn skal vera. Skilir Hergeir hesa tví- støðu og heldur hann, at tað yvirhøvur er uppgávan hjá politikkarunum at blanda seg í hesum máli. – Nei, tí skilji eg púrt einki av, og eg haldi, at tað er ein sjálvfylgja at mynd- ugleikarnir avgera hvar oljuhavnin skal vera, sigur Hergeir. Hann vísir á, at politikk- arar avgera so mangt annað í hesum landi, og tí er tað einki løgið í, at teir avgera plaseringina hjá oljuhavn- ina eisini. – Fleiri oljufólk hava sagt, at tey heldur vilja hava myndugleikarnar at avgera hvar havnin skal vera, tí so fara teir har hon verður løgd og tað eru greið boð frá vinnuni, sigur Hergeir. Sjálvsagt betrar tað um samferðsluna Viberg Sørensen sigur aðra- staðni í blaðnum í dag, at kom oljuhavnin í Suður- oynni, so var eisini ein vón um, at samferðslan við meginøki fór at batna í framtíðini. Tí spyrja vit Hergeir, um hetta eisini er ein partur av orsøkini til, at suðuroyingar vilja hava fingrarnar í oljuna. – Tað sigur seg sjálvt, at tað er ein síðuvinningur, sum allir suðuroyingar høvdu fegnast um. Tú skalt eisini minnast til, at fólk úr oljuvinnuni sjálvari hava sagt, at tey fegin vilja vera við til at fíggja betri sam- ferðslu við Suðuroynna, so sjálvandi er tað ein partur av orsøkini, sigur Hergeir. Hann leggur kortini dent á, at høvuðsmálið er at fáa lív aftur í virksemi sunnan- fjørðs. – Vit skulu eisini minnast til, at verður virksemi lagt har suðuri, so verður tað útgerðarstøðin og okkurt annað, sum verður avmark- að til Suðuroynna. Restina av tí handilsliga virksemin- um fær restin av landinum gagn av, tí eg ivist onga løtu í, at fyritøkur norðanfjørðs vilja sleppa upp í part, sigur Hergeir. Og tí heldur hann, at tað er skeivt av Javnaðarflokk- inum at leggja uppskotið fyri tingið nú. – Tað kann geva bakslag og tað hevði verið óbóta- ligur skaði, sigur hann. – Suðuroyingar verða ikki snýttir. Men eg eri bangin fyri, at tað kann geva bakslag, um so er, at uppskot Javnaðar- floksins fellur, og tað hevði verið óbótaligur skaði, sigur Hergeir Nielsen ÓLAVUR Í BEITI Elsta elverkið í landinum, Eleverkið í Botni í Suðri, sum var bygt í 1921, skal nú setast í stand, og gamla betongrørið við stáli í skift- ast við eitt stálrør. Arbeiðið byrjar tann 15. apríl og skal verða liðugt tann 1. septem- ber í ár, sambært stjóranum í SEV, Klæmint Weihe. Øll útgerðin er longu bí- løgd, og er tað Møller En- ergi úr Noregi, sum letur tað 650 metur langa stálrørið, 600 millimetur í diametur, og leggur tað, meðan før- oyskar fyritøkur fara at gera annað arbeiði í samband við nýggja rørið, t.d. at stoypa nýggju stabbarnar til rørið frá Rykisvatnið og oman til Elverkið í Botni. Arbeiðið at útskifta elek- troteknisku útgerðina á ork- Elverkið í Botni um- vælast fyri 14 mió Arbeiðið byrjar tann 15. apríl og skal verða liðugt 1. sep- tember í ár. Gamla betongrørið verður útskift við stálrør og øll tann elektrotekniska útgerðin á orkustøðini verður skift eisini uverkinum verður SEV at standa fyri. Samlaði kostn- aðurin av hesi nýgerð av Elverkinum í Botni í Suðri kemur at kosta einar 14 mió. kr. Elverkið í Botni, sum kom uppí SEV í 1963, letur 5 mió. kWh í miðal árliga, sum er 1/4 av samlaðu nýtsluni í Suðuroynni. Úrval av føroyskum troyggjum ÷40% Merc. bummull 10,- kr. Vanligt bummull 8,- kr. Natúr tógv 10,- kr. Frá hósdegi til leygardag lata vit av allari ikki útsøluvøru ÷10% Vikuskiftistilboð: Føroyskt tógv 29,- kr. Sverrisgøta 19 - 100 Tórshavn Tlf. 315264 sosialurin - 311820 Úr Løg- tinginum Leggja einki í Suðuroynna Grønlendingar spjaða virksemi Viberg Sørensen heldur tað verða løgið, at føroyingar, sum liva í so lítlum landi, ikki lata útjaðaran fáa burturav, nú ein nýggj vinna stingur seg upp og vísir á, at grønlendingar eru farnir at miðspjaða SVEINUR TRÓNDARSON Fyrradagin var Vinnu- nevndin hjá løgtinginum liðug at viðgera løgtings- málið um fyrsta útbjóðing- arumfar og nakrar tímar seinni var álitið lagt fyri tingið. Niðurstøðan av nevndar- viðgerini var, sum sagt í blaðnum í gjár, at undirtøka ikki fekst fyri at leggja eina framtíðar oljuhavn í Suð- uroy. Javnaðarflokkurin stóð einsamallur við sínum broytingaruppskoti, sum tí neyvan verður samtykt. – Tað var einastandandi keðiligt, at tað hatta skuldi vera endin, men vit boyggja okkum fyri meirilutanum, sigur formaðurin í Suðuroy- ar Oljuvinnuráð, sum hevur gingið undan í stríðnum fyri at tryggja suðuroyingum oljuvinnuna. Viberg Sørensen sigur, at hetta bara er enn eitt dømi um hvussu líkaglaðir polit- ikkararnir eru við Suður- oynna. – Tak til dømis Strand- ferðsluna. Hon liggur í hálvum gekki og vit kunnu nóg illa fáa eitt avloysara- skip meðan Smyril fer í dokk. Teir siga, at eingir pengar eru tøkir til tað, sigur Viberg Sørensen. Fáa vit als einki burturav Úrslitið av, at tað ikki fekst undirtøka fyri at leggja olju- havnina í Suðuroynni verð- ur, sambært Viberg Søren- sen, at nú verður Suður- oyggin við sviðusoð. Frá- støðan til oljuøkini, sum eru í fyrsta útbjóðingarumfari, eru stytst úr Suðuroynni, men, heldur hann, tað tykj- ast politikkararnir vera full- komiliga líkaglaðir við. – Um so var, at oljuhavn- in varð løgd her suðuri, so hevði tað givið av sær norð- ureftir av náttúrligum ávum. Verður oljuhavnin løgd norðanfjørðs, so fáa vit púr- asta einki burturav. Men hevði vandin ikki ver- ið, at t. d.. øll umsitingin kortini hevði verið í Havn. Umstøðurnar eru munandi betri til tað her norði? – Tað er møguligt, men varð oljuhavnin løgd her, so hevði í hvussu er ein partur av umsitingini verið lagdur her, umframt alt annað, sig- ur hann. Men hvat ætla tit tykkum at gera við niðurstøðuna hjá Vinnunevndini? – Vit kunnu einki gera, tí vit fáa einki gjørt. Suður- oyar Oljuvinnuráð er ikki nakar maktfaktorur, og tí kunnu vit ikki gera annað enn at boyggja okkum fyri meirilutanum, sigur Viberg. Men merkir tað so, at tit hava verið ov vánaligir at gera tykkara arbeiði at á- virka politikkararnar? – Tað kanst tú kanska siga. Samferðslan hevði batnað Sum nevnt omanfyri, so heldur Viberg ikki nógv um viljan hjá politikkarunum at bøta um samferðsluviður- skiftini hjá Suðuroynni við meginøki. Gongdin, nú Strand- Viberg Sørensen er vón- brotin av at Vinnunevndin ikki vildi taka undir við og broyta útbjóðingarlógina soleiðis, at tað kom at standa í lógini, at olju- havnin skal vera í Suðuroy SVEINUR TRÓNDARSON Hóast allar súður ikki eru syftar enn, so sær í løtuni út til, at oljuhavnin í fyrsta um- fari er gloppin suðuroying- um av hondum. Álitið frá Vinnunevndini hjá løgting- inum ber í hvussu er á tað borðið, og Tað manglar ikki nógv í, at Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð ger tað sama. – Nú skal mann ikki geva skarvin yvir beinanvegin, men sum tað sær út nú so sær ikki gott út, sigur hann. Hann vísir á, at tað er ógvuliga tungt at arbeiða Suðuroynni at frama, tí pol- itikkararnir tykjast hava gloymt, at oyggin yvirhøvur er til. Ikki allar vónir brostnar Kortini hevur hann eina vón, um at tingið kortini fer at samtykkja eitt broyting- aruppskot, sum Javnaðar- flokkurin hevur boða frá, at teir fara at leggja fram. – Flokkurin hevur sagt, at teir fara at leggja fram eitt broytingaruppskot undir aðru viðger, og tí mugu vit bara krøkja okkara vónir til tað, sigur Viberg. Um tað uppskotið fer at vinna frama er ikki gott at vita. Fyri einari tíð síðani spurdi Suðuroyar Oljuvinn- uráð politisku flokkarnar um teirra ætlanir við olju- virkseminum, men hugurin at svara var ikki serliga góð- ur. Onkrir flokkar svaraðu als ikki, meðan aðrir vóru lunkaðir. Kortini svaraður Javnaðarflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin at teir tóku undir við, at oljuhavnin verður løgd í Suðuroynni. Seinni hevur Tjóðveldis- flokkurin kortini sagt alm- ent, at flokkurin ikki er samdur um hetta innan- hýsis. – Men hetta er bert eitt tekin um, at politikkararnir skifta meining alla tíðina, so tað er ikki gott at vita, sigur hann. Hann hevur kortini vónir um at einstakir politikkarar fara um floksmark og at- kvøða fyri broytingarupp- skoti javnaðarfloksins í tinginum. Grønlendingar staðfest trupulleikan Viberg Sørensen heldur tað annars vera serstakliga løg- ið, at føroyingar á henda hátt miðsavna alt virksemi um høvuðsstaðarleiðina. – Tað er eingin lóg, sum sigur, at virksemið skal liggja í meginøkinum, og tað er t. d. beint øvugt av tí, sum grønlendingar gera, tí teir eru farnir at miðspjaða heldur enn miðsavna alm- enna virksemi, sigur hann. Í lesarabrævið í m. a. So- sialinum í fyrradagin sigur Viberg Sørensen, at grønl- endingar hava staðfest, at skulu teir búgva í Grønl- andi, so skulu teir búgva í øllum landinum og ikki bara í einum lítlum parti. – Hetta er ikki gjørt út frá einari kostnaðarligari støðu, men lívið hevur onnur og størri virðir og tí hava teir lagt á annan bógv. Tað grønlendingar m. a. hava gjørt er, at flyta t. d. navigatiónsskúlan úr Nuuk til Paamiut, farma- og bingj- uumsitingina til Manitsoq, hóast høvuðsbingjuplássið er í Nuuk og alla umsiting av íbúarblokkum og bústaðarplássum úr Nuuk til Sisimiut. Suðuroyggin vælegnað – Og Føroyar er bert ein elalítil brotpartur sammett við Grønland - men her verður miðsavnað sum ong- antíð fyrr, sigur Viberg. Tá vit spyrja Viberg, sum Suðuroyggin hevur neyð- ugu sosialu umstøðurnar at bjóða einari komandi olju- vinnu sigur hann, at tað fyri so vítt kann vera líka mikið. – Oljufeløgini siga, at teir í hvørjum einstøkum føri byrja av nýggjum, og tí høvdu tær sosialu umstøð- urnar verið óviðkomandi, sigur Viberg, sum kortini leggur dent á, at umstøður- nar í Suðuroynni annars eru avbera góðar. Men er tað kortini ikki vandamikið, um tingið nú fer at lóggeva hvar ávíst virksemi skal liggja. Er ikki vandin, at norðoyggjar fara at krevja okkurt líknandi og Vágoyggin tað sama? – Nei, tað haldi eg avgjørt ikki, sigur Viberg avgjørdur. – Hetta hevur nakað við tað at gera, at vinnuligu er Suðuroyggin nógv verri fyri enn restin av landinum, og tað er tann veruligi trupul- leikin, sum vit kundu hjálpt nógv uppá, um so var, at oljuhavnin varð løgd her. Tann trupulleikin hava hini økini ikki, sigur Viberg Sør- ensen at enda. Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð, er sera vónbrotin av, at Vinnunevndin ikki kundi semjast um at leggja eitt felags álit um, at ein framtíðar oljuhavn skal liggja í Suðuroynni ferðslan skal hava avloys- araskip fyri Smyril, hevur ikki gjørt hann veikari í trúnni uppá, at politikkar- arnir leggja ov lítið í tað sum fyriferst í Suðuroynni. Tí er hann serliga vón- brotin av, at oljuhavnin ikki verður løgd í Suðuroynni. Tað hevði nevniliga eisini havt við sær, at samferðslan á ein ella annan hátt hevði verið gjørd betri. Virksemið sunnan fyri hevði tá verið so stórt, at politikkararnir høvdu verið noyddir at bøta um samferðsluna við Suð- uroynna, og tað hevði gjørt tað meira liviligt har suðuri. Jógvan á ting Jógvan Mikudagin tók Jógvan Lützen sæti á tingi fyri Jógvan við Keldu JOHN JOHANNESSEN Á tingfundinum miku- dagin tók Jógvan Lützen úr Klaksvík sæti á tingi fyri Jógvan við Keldu. Tingformaðurin boðaði frá skrivi frá Jógvani við Keldu, dagfest 25. januar, tinglimurin úr Klaksvík søkir um farloyvi. Jógvan við Keldu søkti um farloyvi úr tingarbeið- inum fyri hesa vikuna og nøstu viku, og bað hann um, at næsti maður á lista Fólkafloksins í Klaksvík slapp at taka sæti fyri seg. Samtykt varð uttan at- kvøðugreiðslu, at Jógvan Lützen, ið áður hevur sit- ið á tingi, skuldi taka sæti fyri Jógvan við Keldu. Jógvan Lützen fekk til valið í 1998 52 atkvøður á Fólkaflokslistanum í Norðoya valdømi, og fekk hann sostætt fjórð- mestar atkvøður á lista Fólkafloksins í Norð- oyggjum. Frammanfyri hann vóru Rúna Sivertsen við 114 atkvøðum, Jógv- an við Keldu við 220 at- kvøðum og Anfinn Kalls- berg við 509 atkvøðum. Fimm møttu ikki JOHN JOHANNESSEN Tríggir av løgtingslimun- um, ein landsstýrismaður og rískisumboðskvinnan møttu ikki á tingfundin- um mikudagin. Løgtingsmenninir, ið ikki møttu, vóru Edmund Joensen úr Sambands- flokkinum, Marjus Dam úr Sambandsflokkinum og Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum. Landsstýrisflokkurin var Signar á Brúnni, landsstýrismaður í menta- málum. Tríggjar fyrstu viðgerðir JOHN JOHANNESSEN Tingfundur nummar 44 hesa tingsetuna varð sett- ur í gjár klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Fimm mál vóru á skránni. Av hesum fimm málunum var talan um eina triðju viðgerð, tríggjar fyrstu viðgerðir og framløgu. Fyrst á skránni var triðja viðgerð av tingmáli nummar 26/199, sum er uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefon- verki Føroya Løgtings. Uppskotið varð samtykt. Næsta málið á skránni var tingmál nummar 45/ 1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll. Tal- an er um mál, sum upp- skot, sum Karsten Hans- en, landsstýrismaður í fíggjarmálum vegna landsstýrið legði fyri ting- ið 25. januar í ár. Triðja málið á dags- skránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 46/ 1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meir- virðisgjald. Talan er um uppskot, sum Karsten Hansen legði fyri tingið 25. januar í ár. Seinasta viðgerðin áðr- enn framløgurnar var við- gerð av tingmáli nummar 47/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um ferðslu. Talan er um uppskot, ið Katrin Dahl Jacobsen legði fram vegna Javnað- arflokkin 25. januar.