fríggjadagur 28. januar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
ORÐ: DÁNJAL HØJGAARD
MYND: JENS KR. VANG
47
ára
gamli
Tamby
Gaetanulrie er úr oyggjarík-
inum Móritius í Indiahavi.
Seinastu 17 mánaðirnar
hevur hann ferðast kring
hálvan jarðarknøttin við
línuskipinum Borðoyarnesi,
sum eitt skiftið sigldi undir
navninum Golden Eagle.
Borðoyarnes hevur roynt
í Suðuríshavinum og heilt
har suðri í Indiahavi. Teir
hava verið út fyri Vestur-
afrika, men í seinastuni
hava teir mest roynt á køldu
havleiðunum í Norðurat-
lantshavi. Fiskasløgini hava
verið nógv og ymisk hesa
tíðina Tamby hevur verið
við, líka frá tannfiski og
tunfiski til svartkalva. Ella
sum Tamby málber seg:
-Black fish, red fish.
Every kind of fish.
Fylgir skipinum
Hesa tíðina, Tamby hevur
verið umborð, hevur Borð-
oyarnes bæði verið útflagg-
aður og heimflaggaður. Í
dag er hentleikaflaggið skift
út aftur við tað føroyska.
Men tað eru ikki bert fløgg-
ini, sum eru útskift. Eisini
manningarnar hava verið
skiftandi, og umframt Mó-
ritius-búgvar og føroyingar,
hava nógvir aðrir national-
itetir eisini mannað Borð-
oyarnes hesi árini, skipið
hevur verið í eksil.
Í dag er Tamby tann ein-
asti umborð, sum ikki er
føroyingur. Hinir national-
itetirnir eru langt síðani
farnir av, men Tamby hevur
verið trúgvur móti Borðoy-
arnesi, líka síðani hann
mynstraði fyrstu ferð á Mó-
Seyðarhøvd – no problem
Altjóða fiskimaður. Hann hevur roynt eftir tannfiski suður móti Antarktis og
eftir svartkalva norði við Grønland. Hann er dekkari á Borðoyarnesi, og
hevur siglt við skiftandi manningum og undir skiftandi fløggum og
skipanøvnum
ritius fyri 17 mánaðum síð-
ani.
-Eg dugi tað mesta, sum
er at gera umborð á einum
skipi. Og so dugi eg eisini
fleiri mál, bæði enskt,
franskt og portugisiskt, sig-
ur hann, og bjóðar okkum
inn í kahyttina, sum er full
av
øllum
møguligum
dragsli.
Góður matur
– No problem, sigur Tamby,
tá vit spyrja hann hvussu tað
er at vera millum so nógvar
føroyingar.
– Eg eri komin at kenna
lyndið á føroyingum. Still-
førir menn, sigur fiskimað-
urin av Móritius, sum hevur
familju í subrobiska oyggja-
ríkinum, men nú fær garna-
tálg afturvið døgverðanum
heldur enn chili sós.
– Eg eti allan føroyskan
mat, líka frá seyðakjøti og
røstum fiski til grind og
seyðarhøvd. Tað er fínasta
slag , sigur hann uttan at
blunka.
Á manningini skilst, at
tann døkkleiddi dekkarin er
vorðin ein nattúrligur partur
av Borðoyarnesi. Eftir øllum
at døma er hann eisini væl
lýddur, tí tá Sosialurin spyr,
hvussu tað er at vera eins-
amallur fremmandamaður
millum so nógvar føroy-
ingar, leggur ein av føroysku
manningini uppí.
– Her umborð er Tamby
eingin
fremmandamaður,
slær hann avgjørdur fast.
Borðoyarnes fór í vikuni
av Klaksvík. Leiðin gekk
móti Rock All. Og Tamby
var sjálvsagt við umborð.
Móritius
➧ Oyggjaríki í Indiahavi eystanfyri Madagaskar.
2.000 ferkilometrar til víddar. Uml. 1 millión
íbúgvar, 70 % av indiskum uppruna.
➧ Átrúnaður: Hinduar 50%, kristin 30%, musl-
imar 20%. Dyrka sukurrøtur, og hava ferða-
vinnu. Fiskivinnan og ídnaðurin í menning.
➧ Hálendingar løgdu Móritius undir seg í 1598.
Franskt hjáland í 1715 og bretskt í 1810. Óheft
ríki í1968. Hevur verið merkt av spenningum
millum teir ymsu fólkabólkarnar.