fríggjadagur 28. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
í høvuðsheitum hevur ar-
beitt fyri fríhandli fyri vør-
ur.
– Tá ið sáttmálin um
EFTA varð undirskrivaður,
vóru 7 limalond: Danmark,
Eysturríki, Noreg, Portugal,
Svøríki, Sveis og Stórabret-
land.
Í 1967 kom danski lima-
skapurin at fevna um Før-
oyar. Finnland gjørdist lim-
ur við avmarkaðum rætt-
indum í 1961, Ísland gjørd-
ist fullur limur í 1970 og
Liktinstein fullur limur í
1991.
Flestu
limalondini
í
EFTA eru síðani vorðin lim-
ir í ES. Føroyar fóru burt-
urúr EFTA í 1973 saman
við Danmark. Og Eftir í
felagsskapinum eru nú bara
Ísland, Noreg, Liktinstein
og Sveis. Bara sjálvstøðug
lond kunnu vera í EFTA.
Av tí at EFTA ikki er ein
tollsamgonga, kunnu lima-
londini føra egnan handils-
politikk mótvegis londum,
ið ikki eru limir. ES er týdn-
ingarmesti samstarvsfelagi
hjá EFTA.
Í 1990 var farið at sam-
ráðast um ein nýggjan leist
í samstarvinum millum ES
og EFTA.
Hesin leistur er róptur
EBS (Evropiska Búskapar-
EFTA sáttmálin og EBS
sáttmálin verða uppsagdir.
– Noreg kann í dag
metast sum eitt týdn-
ingarmikið bindilið í hesum
høpi, av tí at Ísland, Sveis
og Liktinstein hava sera
ymisk
áhugamál.
Sum
støðan er í dag, ber Noreg
meginpartin av fíggjarligu
byrðini
hjá
EFTA
londunum í EBS skipanini.
Missa ræðið á
fiskiríkidøminum
Annfinn Kallsberg sigur, at
skulu vit tosa um føroyskan
limaskapí ES, førir tað tveir
høvuðstrupulleikar við sær.
Annar er rættarstøða Før-
oya og hin er fiskivinnu-
politikkur ES.
Men viðvíkjandi lima-
skapi eru harafturat tveir
kostir í at velja:
Antin kunnu Føroyar ger-
ast partur av danska lima-
skapinum í ES ella gerast
limur í ES sum sjálvstøðugt
land.
Við øðrum orðum skulu
vit antin lata danir umboða
okkum í ES, ella skulu vit
hava okkara egnu, føroysku
umboðan.
– Men um Føroyar gjørd-
ust limir í ES, hevði felags
fiskivinnupolitikkurin í ES
verið settur í verk í Før-
oyum.
– Hetta hevði verið ó-
heppið, tí tá hevði ræðið á
fiskatilfeingi Føroya komið
undir umsiting hjá ES
myndugleikum.
Anfinn Kallsberg sigur, at
Landsstýri heldur ikki, at
áhugamál okkara verða
tryggjað í fiskivinnupoli-
tikkinum hjá ES, uttan mun
til, um limaskapurin er
beinleiðis ella umvegis
Danmark.
– Vandi kundi verið fyri,
at Føroyar í longdini høvdu
mist sítt fiskatilfeingi, um
Føroyar vórðu limur í ES.
Í hesum sambandi nevndi
hann, at trupulleikarnir við
fiskivinnupolitikkinum hjá
ES eru væl kendir í Bret-
landi.
– Har er støðan tann, at
reiðararar úr Spania ogna
sær bretsk fiskiskip og
kvotur teirra, skifta mann-
ingarnar út við spanskar og
avreiða síðani fiskin í øðr-
um londum enn í Bretlandi.
– Í okkara føri høvdu av-
leiðingarnar av slíkum
skjótt máað støðið undan
føroyska
búskapinum,
segði løgmaður.
Hann legði dent á, at tá
ið tosað verður um føroysk-
an ES limaskap, er fyrsta
treytin, at ræðið á fiskatil-
feingi Føroya er føroyskt.
– Men hetta sær ikki út
til at vera gjørligt eftir gald-
andi ES-reglum, legði hann
afturat.
Besta loysnin
Sostatt er bara tann triði
møguleikin eftir, og tað er
at gera handilsavtaluna við
ES betur, og tað er hendan
loysnin, sum Landsstýrið
fer at virka fyri.
– Eftir kanningum um
tættari samstarv við ES,
bendir alt á, at okkara á-
hugamál kunnu verða ging-
in á møti í eini betri avtalu.
– Tí hetta vil í fyrstu at-
løgu siga, at vit sleppa bæði
undan tí felags fiskivinnu-
politikkinum, sum ES lima-
skapur ber í sær og tí kostn-
aðarmiklu fyrisiting, ið EBS
skipanin ber í sær.
Anfinn Kallsberg sigur, at
nýggja hetta verður sett í
verk við samráðingum um
at gera nýggjar ískoytissátt-
málar til handilssáttmálan,
sum er ímillum partarnar.
Hann sigur, at líkt er til,
at tað ber til at fáa fyrimun-
irnar í EBS samstarvinum
við, um handilssáttmálin,
sum longu er, verður víðk-
aður við ískoytissáttmálum.
– Við øðrum orðum forð-
ar einki í grundini fyri, at
tey fýra frælsini í EBS leist-
inum, og onnur viðkomandi
øki, fara at ganga inn í eina
nýggja samstarvsskipan.
Hann sigur, at ískoytis-
sáttmálar kunnu gerast fyri
hvørt øki.
Tey fýra frælsini fevna
um: Vørur, tænastur, kapital
og fólk. Harumframt eru
hesi øki knýtt at teim fýra
frælsunum: Kappingarregl-
ur, reglur fyri almennum
stuðuli til vinnulív og tað,
sum verður nevnt vatnrætt
samstarv, ið hevur týdning
fyri tey fýra frælsini.
Vatnrætta
samstarvið
fevnir um: Almannapoli-
tikk, tøkniliga menning,
ferðavinnu, brúkaravernd,
kunningartænastur, útvarps-
og sjónvarpsmál, umhvørvi,
útbúgvingar, íbúgvavernd,
hagtøl, vinnuútbúgvingar,
vinnulívsrætt, ungdómsvið-
urskifti, gransking og stuð-
ulsskipanir fyri smáar og
miðalstórar fyritøkur.
– Verða ískoytissáttmálar
knýttir at handilssáttmálan-
um, áttu føroyingar stórt
sæð at fingið við allar teir
fyrimunir, EBS leisturin í
dag fevnir um. Hetta gevur
okkum somu sømdir sum
EBS londini fáa, tá ið hugs-
að verður um tilknýtið til
ES.
Hann legði afturat, at
Sveis er í holt við at fáa sær
eina líknandi samstarvs-
skipan við ES
– Verður hugsað um
gongdina í Evropa í dag, tvs
víðkanina av ES eystureftir,
møguligum norskum lima-
skapi í ES, framtíðarútlitini
og vansarnar við limaskapi
ES og EFTA/EBS, er fræg-
asta leiðin til tættari sam-
starv við ES at víðka sátt-
málan við ískoytissáttmál-
um, sigur Anfinn Kallsberg,
løgmaður.
Limaskapur í ES hevði skjótt máað
støðið undan føroyska búskapinum
– Tá ið tosað
verður um før-
oyskan ES lima-
skap, er fyrsta
treytin, at ræðið
á fiskatilfeingi
Føroya er før-
oyskt. Men hetta
sær ikki út til at
latra seg gera
eftir galdandi ES-
reglum, sigur An-
finn Kallsberg,
løgmaður
ÁKI BERTHOLDSEN
–Verða Føroyar limur í ES,
hevði ræðið á fiskatilfeingi
Føroya ligið í hondunum á
ES myndugleikum.
– Og tá kundi vandi verið
fyri, at Føroyar í longdini
høvdu mist sítt fiskatil-
feingi.
Anfinn Kallsberg, Løg-
maður, heldur ikki, at Før-
oyar skulu blíva limur í Ev-
ropasamveldinum, ES.
Og tað verður ikki undir
hesum landsstýrinum, at
Føroyar fara at søkja um
limaskap ES
Tá ið løgmaður mikudag-
in legði fram frágreiðing
sína um uttanlandsmál,
gjørdi hann nokk so fitt
burturúr framtíðar støðu
Føroya í Evropa, ikki minst,
hvat tilkýti Føroyar skulu
hava við ES-londini
Men Landsstýrið heldur
ikki, at tað er ráðiligt at
søkja um ES limaskap.
Landsstýrið ætlar heldur
ikki at arbeiða fyri at fáa
Føroyar uppí EBS sam-
starvið
Hinvegin heldur lands-
stýrið at besta loysnin fyri
okkum er at taka upp sam-
ráðingar við ES um at
rúmka ta handilsavtalu, sum
vit longu hava við Evropa
samveldið.
Løgmaður sigur, at hann
hevur kannað eftir, hvør ið
best gongda leiðin í einum
tættari samstarvi við ES er.
– Í fyrstu atløgu eru trígg-
ir møguleikar. Føroyar
kunnu antin gerast partur í
EFTA og EBS, ella Føroyar
kunnu gerast limur í ES.
Og triði møguleikin er, at
Føroyar gera eina betri
handilsavtalu við ES.
Hevur onga framtíð
Løgmaður heldur, at teir
báðir fyrstu møguleikarnar
eru ikki tann gongda leiðin
fyri Føroyar.
Fríhandilsfelagsskapurin
EFTA
(European
Free
Trade Association) varð
settur á stovn í 1960. Hetta
er ein fríhandilsskipan, sum
liga Samstarvið). EBS sátt-
málin knýtir EFTA londini
tættari at innmarknaðinum
í ES. Átjan lond eru við í
EBS samstarvinum, um-
framt tey fimtan ES londini
eru Ísland, Noreg og Likt-
instein við.
Løgmaður
sigur,
at
grundsjónarmiðið við EBS
sáttmálanum er at skipa eitt
virkið og einsháttað bú-
skaparligt samstarv, ið skal
fremja eins reglur og kapp-
ingartreytir millum londini.
EBS londini í EFTA , sum
eru Ísland, Noreg og Likt-
instein, hava felags lóggávu
við ES fyri innmarknaðin,
men hava sínar egnu stovn-
ar á politiskum og fyrisit-
ingarligum stigi. ES og
EFTA londini hava hvør
sína eftirlits og dómstóls-
skipan.
Samstarvið fevnir ikki um
fiskivinnu- og landbúnað-
arpolitikk, hóast sáttmálin
fevnir um handil við fiska-
vørum.
Sigast kann, at EBS skip-
anin í grundini var ætlað
sum ein fyribilsskipan, ið
fleiri av EFTA londunum
tóku sum eitt stig á leiðini
fram ímóti fullum ES
limaskapi og tað er sumt,
sum bendir á, at EBS sam-
starvinum verður neyvan lív
lagað.
Ein av stóru trupulleik-
unum er at EFTA londini í
EBS hava ikki beinleiðis at-
gongd til avgerðirnar.
Serliga er hetta ein trup-
ulleiki fyri eitt land sum
Noreg. Lítið rúm er fyri
politikki í skipanini, tó hitt-
ast ráðharrar í EBS ráðnum
árliga. Sostatt gongur so at
siga alt fyri seg á embætis-
mannastigi.
– Tað er ongin dyna-
mikkur í EBS skipanini aft-
urímóti sáttmálunum, sum
ES hevur við mið- og eyst-
urevropisku londini, men
hon verður verandi, sum
hon er, til hon fellur burtur.
Áhugin fyri EBS skipan-
ini og áhugin fyri at gera
broytingar fyri at ganga
EFTA londunum á møti,
minkar so hvørt sum áhugin
fyri mið- og eysturevrop-
isku londunum veksur.
Sum nevnt kunnu bara
sjálvstøðug lond verða lim-
ur í EFTA og EBS. Hin-
vegin skuldi einki verið í
vegin fyri føroyskum lima-
skapi, um Føroyar fáa full-
veldi. Men EBS skipanin er
dýr og krevur stóra almenna
umsiting.
Anfinn Kallsberg sigur, at
velur Noreg at gerast limur
í ES, er stórur vandi fyri, at
Tað verður ikki undir hesum landsstýrinum at Førooyar fara at søkja um limaskap í ES.
Landsstýrið heldur, at besta loysnin fyri Føroyar er at víðka handilsavtaluna, sum vit
longu hava við ES, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður
Nýggja flogfarið hóskar illa til Føroyar
Nýggja Challenger-flogfarið hjá
donsku verjuni er illa egnað til
flúgving í Føroyum og Grønlandi
Nýggja vaktar- og flutn-
ingsflogfarið hjá danska
flogvápnum fær harðar á-
breiðslur í CS-Blaðnum,
sum er blað hjá starvsfólk-
unum í donsku verjuni.
Fólk av flogstøðini í Vær-
løse verða endurgivin fyri
at siga, at Challenger-flog-
farið, sum er avloysarin hjá
Gulf Stream flogfarinum,
sum datt niður í Vágum í
1996, er illa egnað til flúgv-
ing í Føroyum og Grøn-
landi.
Sagt verður, at Challeng-
er-flogfarið er væl egnað til
feðafólkaflutning, men tað
stendur seg ikki væl í síðu-
vindi, og tað lastar nógv
minni enn Gulf Stream
flogfarið gjørdi. Tað var júst
síðuvindur sum gjørdi, at
Gulf Stream flogfarið datt
niður í Vágum.
Ein flogskipari og eigarin
av flogfelagnum Sun-Air
taka undir við atfinning-
unum, og tað verður eisini
ført fram, at um flogfarið
skal á flog við fullari last
krevst ein breyt, sum er í
minsta lagi 1.780 metrar
long. Bæði í Vágum og í
Grønlandi eru flogbreyti-
rnar styttri enn tað.
Flogvápnið væntar, at
Challenger-flogfarið verður
góðkent til at flúgva í sama
veðri sum Gulf Stream flog-
farið var. Challenger kostar
175 milliónir krónur, og tað
eru 40 milliónir færri enn
Gulf Stream.
ek
Hjartamálini liggja á láni
Fólkaflokstingmenn eru misnøgdir við, at landsstýrismað-
ur við fíggjarmálum einki ger við teirra hjartamál í sam-
gonguskjalinum
EYÐUN KLAKSTEIN
Tingmenn hjá Fólkaflokki-
num taka nú harðliga til
orðanna um, at nøkur av
teirra hjartamálum í sam-
gonguskjalinum
verða
skúgvað til viks.
Teir halda, at landsstýris-
maðurin einki ger fyri lætta
um skatta- og avgjaldstrýst-
ið, soleiðis sum avtalað ann-
ars er í samgonguskjalinum.
Formaður fyri Fólka-
flokkin á tingi, Óli Breck-
mann, og formaðurin í
fíggjarnevndini hjá løgting-
inum, Bjarni Djurholm,
komu við hørðum atfinn-
ingum móti Karsteni Han-
sen, landsstýrismanni, á
tingfundinum týsdagin.
Teir hildu, at landsstýris-
maðurin einki fær á skafti,
og Óli Breckmann segði seg
ikki áður hava upplivað eitt
tvey ára skeið, har so lítið
hendi á skattaøkinum.
Tað sum tingmenninir hjá
Fólkaflokkinum eru so mis-
nøgdir við er, at nøkur av
teimum málunum, sum teir
stríddust fyri at fáa í sam-
gonguskjalið, als ikki verða
førd út í lívið.
– Tað er einki hent fyri at
lætta um skatta- og av-
gjaldstrýstið hjá húsarhald-
um og framleiðsluvinnuni,
soleiðis sum vit annars
høvdu avtalað. Og allar
royndir siga, at skal nakað
gerast við slík mál, so skal
farast undir tey beinanveg-
in. Men nú eru tvey ár ging-
in av hesum valskeiðnum,
og tað er einki hent enn,
sigur Bjarni Djurholm.
Stúrir fyri
partafelagsskattinum
Í samgonguskjalinum hava
Fólkaflokkurin, Tjóðveldis-
flokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin avtalað, at av-
gjaldstrýstið á húsarhald og
framleiðsluvinnuna
skal
lækkast.
Arbeiðast skal fram ímóti
størri skattfríari grundupp-
hæd, arbeiðið fram móti
eini bruttoskattaskipan skal
halda fram, og hjún, har
annar hevur alla inntøkuna,
skulu javnstillast við hjún,
har bæði hava inntøku.
– Men vit kunnu staðfest-
a, at einki er hent í hesum
málum, og tað eru vit sera
misnøgdir við. Vit hava ferð
eftir ferð framført hetta á
samgongufundum, men tað
hevur einki hjálpt, sigur
Bjarni Djurholm, formaður
í fíggjarnevndini.
Í november mánaði gjørd-
u samgonguflokkarnir eina
pappírsleysa avtalu um at
lækka partafelagsskattin,
men nú stúrir Bjarni Djur-
holm fyri, at einki uppskot
verður lagt fyri tingið um
hetta, áðrenn freistin er úti
í mars mánaði.
– Hetta er stórt spell. Vit
vóru sera fegin um at fáa
hesi mál við í samgongu-
skjalið, men tað er als ikki
nøktandi, at einki lands-
stýrismaðurin einki ger við
málini, sigur hann.
Bjarni Djurholm heldur,
at øll uppskotini, sum higar-
til eru komin frá landsstýris-
manninum, hava verið lóg-
artekniskar broytingar og
Bjarni Djurholm er misnøgdur við, at einki verður gjørt fyri at føra nøkur av
hjartamálinum hjá Fólkaflokkinum út í lívið
tillagingar.
– Tað er einki gjørt fyri at
gera álvara av teimum
politisku málunum, sum vit
hava sett okkum fyri, sigur
hann.
Vit royndu í gjár at fáa
eina viðmerking frá Karst-
eni Hansen, landsstýris-
manni við fíggjarmálum,
men tað eydnaðist okkum
ikki at fáa fatur á honum.
JÁKUP MØRK
Fyri stuttum var ført fram í
føroysku fjølmiðlunum, at
millum tær broytingar, sum
ætlandi skulu gjøgnumfør-
ast í ferðslulógini, eru
broyttar revsireglur fyri
promillukoyring og ferðmi-
kla koyring.
Fyri mong ljóðar hetta
kanska eitt sindur øvugt, nú
vit í fleiri ár hava tosað um
0-hugsjónina. Er talan ikki
um eina partvísa legaliser-
ing av hesum lógarbrotum,
um revsireglurnar nú verða
broyttar, soleiðis at talan
ístaðin gerst um treytaðan
dóm, ístaðin fyri at koyri-
kortið verður tikið beinan
vegin.
Ikki linari revsing
Jón Kragesteen, leiðari á
Ráðnum fyri ferðslutrygd
(RFF), sigur við Sosialin,
at nevndin í RFF, ikki tekur
undir við, at revsingin á rús-
drekkaøkinum skal linkast.
Fyrstu ferð málið var til
viðgerðar, var annars beint
undan ársskiftinum 1994/
1995, og hevði nevndin tá
sera stutta tíð at umráða seg
í.
Gjørt varð tá av, at taka
undir við fútanum í hesum
máli, men eftir at RFF síð-
ani hevur kannað málið
gjøllari, er nevndin seinni
komin til tað niðurstøðu, at
revsingin fyri rúsdrekka-
koyring ikki eigur linkast.
Støðan í løtuni er tó tann,
at nevndin í RFF situr í
minniluta hesum viðvíkj-
andi.
Hvat viðvíkur revsingini
fyri ferðmikla koyring, sig-
ur Jón, at hesin spurningur
tíverri er gloppin ímillum
hjá teimum. Vit hava í stór-
an mun roynt at leggja á-
herslu á, at ferðmarkið skal
lækkast, í tískil hava vit
kanska ikki gjørt nóg greitt,
at vit ikki taka undir við
Tekur ikki undir við linari revsing
Leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd, Jón Kragesteen, sigur at teir ikki taka undir við linari
revsing tá talan er um rúsdrekkakoyring. Harumframt heldur hann, at arbeiðshátturin í samband
við lógarsmíð á ferðsluøkinum ikki er hin rætti
linari revsireglum á hesum
øki.
Sjálvur metir hann, at júst
frádøming av koyrikort-
inum er ein revsing, sum
ger, at bilførarar hugsa seg
um meira enn tí einu ferð-
ina, áðrenn ferð verður sett
á bilin, og at tað tískil kann
vera sera óheppið, um hesin
revsimøguleiki dettur burt-
ur. Jón leggur tó afturat, at
Politistafelagið hevur peika
á hesi viðurskifti, og mæla
teir frá, at revsingin á øki-
num gerst linari.
Heldur smærri tillagingar
Annars sigur Jón Krage-
steen, at eftir hansara tykki
verður arbeiði viðvíkjandi
ferðslulógini gjørt á full-
komuliga skeivan hátt.
Sum
er,
er
eingin
broyting farin fram á øki-
num síðani 1988, og er hett-
a alt ov long tíð.
Nú skulu so fleiri umfat-
andi broytingar gerast, og
hóast semja er um stóran
part av hesum, so er hetta
ein alt ov stórur biti at
svølgja í senn. Heldur átti
arbeiði við ferðslulógini at
verið gjørt soleiðis, at talan
alla tíðina var um smærri
broytingar og tillagingar.
Eisini tí hetta hevði givið
ein nógv betri møguleika at
kannað eftir, hvørja ávirkan
einstøku broytingar hava.
Í hesum førinum er talan
um átta høvuðspunkt, sum
skulu broytast, og viðførir
hetta til samans at 45 lóg-
arbroytingar skulu gerast.
Hetta økir vandan fyri, at
lógarsmíðið ikki er nóg
gott, og at tað tískil kunnu
uppstanda hol í lógini, sum
møguliga ikki vera av-
dúkað, fyrr enn einstøk mál
eru endað í rættinum.
Talan er bert um
umseting
Eisini heldur Jón, at tað er
ein óheppin gongd, tá vit
so at siga nýta somu lógir
her á landið, sum verða
nýttar í Danmark. Tær
lógarbroytingar, sum nú
koma fyri, eru í stóran mun
ajourføringar av lógini, so
hon samsvarar við lógina í
Danmark, og er hetta sera
óheppið.
Viðurskiftini her á landi
eru jú als ikki tey somu sum
í Danmark, við tað at bæði
landafrøðiligu og mentun-
arligu umstøðurnar eru øðr-
vísi.
Harafturat heldur Jón tað
vera løgið, at ein arbeiðs-
bólkur skal setast, sum bert
hevur til endamáls at góð-
taka donsku lógirnar. Er
hetta endamálið, hevði
frægasta loysnin verið at
sett ein dugnaligan umset-
ara.
Tær flestu broytingarnar
í málinum eru í lagi, men
eftir mínari fatan, er ar-
beiðshátturin skeivur, sigur
Jón Kragesteen at enda
Jón Kragesteen, leiðari á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd