Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 19 - 28. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 19 - 28. januar 2000 JÓANNES HANSEN Tað ræður um at binda um heilan fingur, soleiðis at umhvørvisligar vanlukkur ikki sleppa at gera av við alingina, bæði hvat sjúkum viðvíkur og eisini fíggjar- liga. Og hóast tað ikki hoyrist so nógv um tað, so ger ali- vinnan ikki so lítið fyri at vera væl fyrireikað. Fyri at sleppa undan ein- um veldugum fíggjarligum smeiti, um tað skuldi vita Katastrofan skal taklast frammanundan Tað verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at sleppa undan vandunum, sum alla tíðina lúra í alingini, og tað verður alla tíðina syrgt fyri at minka um avleið- ingarnar, um alingin skuldi fingið ein smeit illa við, roynir alivinnan alla tíðina at betra um trygging- ina. Tryggingin tekur sín part av stoytinum, um tað vil illa við. Men talan er um so stóran upphæddir, at sjálvsábyrgdin hjá vinnu- lívinum er ivaleysa stór og ov stór hjá tí einstaka virk- inum, og tí hevur Havbún- aðarfelagið sjálvt ein grunn, sum hevur sum mál at rinda sjálvsábyrgdina, um tað verður neyðugt: – Smoltalarar og sjógval- arar rinda ávísa upphædd fyri hvørt smoltið í grunnin. Stovnsfæið er 20 milliónir krónur, og tað verður fram- vegis lagt afturat grunni- num, sum tískil verður betri førur fyri at taka við sjálvs- ábyrgdini hjá alarunum, um tað gerst neyðugt, at trygg- ingin skal uppí, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakka- frost. Viðbrekin vinna Alingin er eftir einum lítlum mansaldri vorðin ein hin týdningarmiklasta fram- leiðsluvinnan í landinum, eitt nú tá tað snýr seg um talið á arbeiðsplássum, og tá tað snýr seg um virði í útflutningi. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost á Glyvrum, kom í sínari lýsing av alingini við serligum atliti til Eysturoy, inn á vandarnar, sum lúra, og sum – um illa vil til – kunnu hava øgiligar avleið- ingar fyri virkini, arbeiðs- plássini og fyri útflutningin: – Alingin er viðbrekin, og tað er týdningarmikið, at tað alla tíðina verður arbeitt nógv og miðvíst fyri at sleppa undan vandunum, sum alla tíðina lúra. Tíbetur hevur tað tey seinnu árini eydnast at halda tær sjúkur- nar niðri, sum gjørdu um seg fyrru árini, men tað lúra alla tíðina nýggir vandar, segði Regin Jacobsen og vísti í hesum sambandi á bakteruisjúkuna ILA, sum hevur gjørt um seg t.d. í Skotlandi og í Noregi: – Enn hava vit ikki havt sjúkuna her. Men vit vita, hvussu meint hon rakar, og tí er tað sera týdningarmik- ið, at vit eru medvitandi um, hvat skal til fyri at minka um vandan fyri at sjúkan kemur higar. Eitt er, at hon kann koma við villum fiski. Tað kunnu vit ikki gera so nógv við. Hon kann eisini koma við útgerð, sum kem- ur frá støðum, har hon ger um seg, og í tí sambandi- num eiga vit at vera varðin. Og eitt triðja er, at vit mugu ansa eftir, at vit ikki sjálvi órógva umhvørvið, har alingin er, soleiðis at vit økja um sannlíkið fyri, at sjúkan kann gera um seg. Regin Jacobsen ásannaði, at alingin er ein potentiellur stórdálkari, men hann helt, at medvitið um týdningin av ikki at dálka og meiri skila- góð fóðring hevur nógvu tey seinnu árini havt við sær, at alingin dálkar ikki so nógv longur. – Dálkingin frá húsar- haldum og virksemi á landi er ivaleyst størri, enn tað frammanundan hevur verið mett. Nýggjar norskar kann- ingar vísa, at frárensl frá húsarhaldum dálkar nógv, og tí eigur tað at vera eitt mál, at kloakkir verða lagd- ar út á streymasjógv. Stór broyting Tey fýra fyrstu aliloyvini vórðu útskrivað av lands- stýrinum í 1979. Eitt ali- loyvi fór til Klaksvíkar, eitt fór á Skálafjørðin, eitt á Funningsfjørð og eitt á Kaldbak. At brúkini vórðu løgd á hesum støðum boðar frá, at tá var tað mest týdningar- mikið at ala, har stormur og alda ikki komu at. Skála- fjørðurin og Funningsfjørð- ur vóru mest áhugaverdu al- iøkini í Eysturoy, men nú er hetta púra broytt. Nú gongur mesta sjógvalingin í oynni fyri seg á Lambavík, Gøtuvík, Fuglafirði og und- ir Funningslandinum: – Tøknfrøðisligi fram- burðurin hevur verið stórur. Tað ber til at ala á økjum, har útskiftingin er størri, enn hon var, og tað hevur aftur við sær, at skarn frá fiskinum og fóðurrestir verður tikið burtur so at siga beinanvegin. Alivinnan bið- ur sjálv uttanfyri standandi myndugleikar kanna, hvussu tað sær út á botni- num í nánd av alingini. Bio- far í Kaldbak plagar at taka sær av hesum, umframt at norðmenn eisini hava verið her, og tað er staðfest, at dálkingin undir sjógvali- støðunum á omanfyri nevndu støðum er lítil og eingin. – Vit hava umhvørvisgóð- kenning frá Heilsuligu Starvstovuni. Tað ber nógv- ar kanningar við sær, og harvið trygd fyri at ávaring- arskipanir fara í gongd bein- anvegin, um skipanin fer av lagið. Landsdjóralæknin er eisini uppií, og tað hevur higartil verið soleiðis, at fiskurin á Lambavík, Gøtu- vík, á Fuglafirði og undir Funningslandinum hevur verið væl fyri. Teljast millum teir stóru Regin Jacobsen vísti í síni lýsing, hvussu alivinnan í Føroyum og í Eysturoy er ment sammett við aðrar partar av heiminum. Tað er serliga síðsta tíggju ára skeiðið, at vøksturin hevur verið stórur, og í al- tjóða høpi er tað ikki fyrr- enn nú, at framleiðslupart- urin hjá Føroyum er farin at vaksa, sammett við tann hjá øðrum alitjóðum. Tað eru sjey tjóðir, sum serliga hava gjørt og gera seg galdandi í alingini av laksi og sílum. Í 1990 var samlaða alingin 280 túsund tons, í 1995 var hon 500 túsund tons, og tað verður roknað við, at heimsfram- leiðslan í 2005 fer at røkka 1,19 milliónum tonsum. Noreg eigur nógv størsta partin av aliframleiðsluni, og tað verður mett, at norska alingin í 2005 fer at vera umleið helmingin av samlaða tonsatalinum. Í 1990 var føroyski part- urin 3%, í 1995 var hann 1,5 %, og tað verður roknað við, at í 2005 fara føroying- ar at eiga 6 % av samlaða tonsatalinum. Næststørsta alitjóðin í heiminum er Kili, Írland eigur eisini ein stóran part, og umframt Føroyar eru eisini Skotland, Kanada og Japan millum størstu ali- tjóðirnar. Barnburðargrunnurin skal setast á stovn Lógaruppskotið kemur ikki fyri tingið fyrrenn í fyrsta lagið eina ferð seint í hesum árinum JÓANNES HANSEN Landsstýrismaðurin í vinn- umálum, Finnbogi Arge, segði í tinginum seinna- partin mikudagin, at hann vónar, at lógaruppskot um barnsburðargrunn fyri priv- ata arbeiðsmarknaðin kem- ur í løgtingið eina ferð seinni í ár. Men tað verður ikki í hesi tingsetuni, og so- leiðis sum orðini hjá lands- stýrismanninum fullu, so tykist tað ivasamt, um upp- skotið verður greitt at leggja fyri tingið í hesum álmanakkaárinum. Lands- stýrismaðurin segði seg vóna, at uppskotið verður klárt til løgtingið at viðgera eina ferð í seinna helmingi av hesum árinum. Skulu finna formann Tað var Páll á Reynatúgvu, tjóðveldismaðurin, ið er formaður í trivnaðarnevnd- ini, sum í ófráboðaðum fyr- ispurningi fregnaðist hjá landsstýrismanninum, hvussu tað gongst við at fyrireika barnsburðar- grunnin. Landsstýrismaðurin svaraði, at fyrsta takið verður at seta eina nevnd at lýsa málið og koma við tilráðing um, hvussu hann skal skipast, hvussu víða hann skal fevna, einari meting av hvat hann fer at kosta og hvussu hann skal fíggjast. Finnbogi Arge upplýsti, at nevndin er ikki farin undir arbeiðið enn, tí teir leita framvegis eftir einum formanni. Onkur er spurd- ur, men tá ófráboðaðir fyr- ispurningar vóru á dags- skránni frá klokkan hálvg- um tvey og ein hálvan tíma fram mikudagin, hevði landsstýrismaðurin ikki fingið svar. Lítið ítøkiligt Landsstýrismaðurin kundi í svarinum ikki siga nakað serliga ítøkiligt um, hvat kostnaðurin verður av grunninum. Hann nevndi møguleikan, at grunnurin fer at kosta onkra staðni í- millum tólv og fjøruti mill- iónir krónur. – Tað verður upp til nevndina, sum fer til verka, tá formaðurin er settur, at lýsa spurningin, og nevnd- in skal eisini koma við til- mælum til landsstýris- mannin um, hvussu grunn- urin skal leggjast til rættis. Kostnaðurin verður m.a. treytaður av, um hann skal fevna um allan tann privata arbeiðsmarknaðin, og um hann skal fevna um bæði foreldrini, segði Finnbogi Arge í svari sínum til Páll á Reynatúgvu. Seinnu árini hevur tað eydnast at halda sjúkur niðri, men tað lúra alla tíðina nýggir vandar, sigur Regin Jacobsen og vísir í hesum sambandi á bakteruisjúkuna ILA, sum hevur gjørt um seg t.d. í Skotlandi og í Noregi Mynd: Jens Kristian Vang Eysturoy í fokus Vinnulívið í Eysturoy skipaði mánakvøldið 10. januar fyri áhugaverdum fundi. Á skránni var ein lýsing av støðuni hjá vinnuni og eitt orðaskifti um framtíðar menningarmøguleikar. Umleið hálvt annað hundrað fólk vóru á fundinum. Fleiri áhugaverd upplegg vóru á skránni og eitt sera sakligt orðaskifti, har bæði vinnulívsfólk og politikarar tóku lut. Í síðstu viku endurgóvu vit nakað av tí, sum Símun Hammer, vinnulívsráðgevi segði í einari lýsing av vinnuni í oynni sum heild. Í dag tríva vit í nakað av tí, sum Regin Jacobsen, stjóri á Bakka á Glyvrum, hevði at siga um alingina í oynni. Í komandi viku er ætlanin at hava okkurt tilfar afturat frá fundinum. 350 fólk liva av ali- vinnuni í Eysturoy Søluvirðið hjá teimum gott og væl trí- ati eindunum, sum fáast við aling í Eysturoynni er omanfyri 900 milli- ónir krónur JÓANNES HANSEN Tað var í Skálafirði, at ali- vøggan stóð fyri 35 árum síðani, og tá Regin Jacob- sen, stjóri á Bakkafrost, á fundinum, sum vinnar í Eysturoy hevði fyri góðum tveimum vikum síðani, tók saman um, og lýsti týdn- ingin, sum alingin nú hevur fyri Føroyar og ikki minst fyri Eysturoy, so var tað sjón fyri søgn, at menningin hevur verið øgilig. Edmund Joensen, løg- tingsmaður, var við á fundi- num. Hann var fyrsti maður, sum Júst í Túni, sáli, bað til arbeiðis á Oyrabakka, har sjósílæini vórðu sett út. Ed- mund Joensen staðfesti í síni viðmerking undir orð- askiftinum, sum var eftir at ymsu vinnurnar vóru lýstar, at tølini vísa, at menningin hevur verið øgilig henda stóra mansaldurin, síðani fyrstu sílini vórðu sett í hylj- arnar í Skálabotni, og fyrstu makkapirrurnar vórðu settar í hyljarnar á Oyrabakka. Í áttati árunum var hug- burðurin, at alingin meiri ella minni skuldi líkjast traðarbrúki á sjónum. Fram til 1991 vóru 55 aliloyvir givin, men framleiðslan kom ongantíð upp um tíggju túsund tons, og at raksturin ikki bar til hevði við sær, at tað fóru stórar umskipingar fram. Eindir- nar gjørdust nógv færri og størri, framleiðlsan varð samantvinnað, soleiðis at smoltstøðir, alistøðir og virki í nógvum førum komu í somu feløg, og fíggingar- stovnarnir kravdu, at egin- fíggingini skuldi økjast upp í umleið 35 prosent. Tøl sum tala Í sínari lýsing av leikluti- num, sum alingin eftir lut- falsliga stuttari tíð hevur fingið í Eysturoy, legði Reg- in Jacobsen nógv áhugaverd tøl fram fyri teir umleiðs hálvt annað hundrað fund- arluttakararnar. At umleið hálvt fjórða hundrað fólk í Eysturoy fáa sína inntøku frá alingini kemst av, at tað í økinum eru virki í øllum liðum í framleiðsluni. Tað eru um- leið 30 eindir, sum við virkjum á ymiskum økjum hava við alingina í Eystur- oynni at gera, og tey eiga øll sín lut í virðisøkingini, sum hevur við sær, at sølu- virðið hjá virkjunum í Eyst- uroy er omanfyri 900 milli- ónir krónur. Samlaða útflutningsvirð- ið av allari alingini í Føroy- um í fjør var ein knapp mill- iard. At søluvirðið hjá aling- ini í Eysturoy var upp ímóti sama talinum vil sjálvandi ikki siga, at allur útflutning- urin kemur úr Eysturoy. Virkini í oynni eru í øllum liðum í alingini. Summi selja av landinum, meðan onnur selja til onnur virki í oynni og til virki aðra staðni í landinum, sum so aftur selja av landinum. Tað eru seks smoltstøðir í oynni. Tær rinda løn til eina staðni ímillum 30 og 40 fólk, og samlaða sølu- virðið av smoltstøðunum verður í ár mett at verða um- leið 68 milliónir krónur. Fimm feløg eiga sjey ali- støðir, og tær rinda eisini løn til eina staðni ímillum 30 og 40 fólk. Samlaða søl- uvirðið av sjógvalistøðu- num verður í ár 2000 mett at verða umleið 360 milli- ónir krónur. Tað eru trý kryvjivirkir í oynni, og um stutta tíð verða tey fýra. Um tað verður roknað um til árs- verk, so fáa upp ímóti eitt hundrað fólkum løn á kryvj- ivirkjunum, har arbeiðið er treytað av tøkuni og tískil er eitt sindur upp og niður. Samlaða søluvirðið á kryvj- ivirkjunum verður í ár mett at fara at verða umleið 42 milliónir krónur. Umframt alifiskin, sum fer heilur av landinum, so fáast tvey virkir í Eysturoy við at virðisøkja fiskin, so- leiðis at hann verður sendur av landinum í smáum port- iónum. Á hesum báðum virkjunum arbeiða tilsaman eini 100–120 fólk, og saml- aða søluvirðið verður í ár mett at fara at liggja um 200 milliónir krónur. Á fóðurvirkinum hjá Havsbrún, sum hevur 48 prosent av fóðursøluni, ar- beiða 25 fólk, og samlaða søluvirðið av fóður- framleiðsluni liggur um 200 milliónir krónur. Ewos hev- ur 40 prosent av fóðursøl- uni, Skretting hevur 10 pro- sent, og Biomar hevur tvey prosent. Á kassavirkinum á Bakka arbeiða fimm fólk, og á teimum trimum nótavirkju- num fáast tíggju fólk við alinótir. Samlaða søluvirðið av hesum virkseminum verður í ár mett at fara at verða ímillum trettan og átj- an milliónir krónur. Ringar í vatninum Eitt av eykennunum fyri al- ivinnuna er og hevur verið, at hon sammett við talið av arbeiðsplássum, framleiðsl- una og útflutningin ikki er serliga innflutnings- krevjandi. Tað vil við øðr- um orðum siga, at tað er ikki neyðugt at innflyta dýr framleiðslutól fyri at fara undir framleiðsluna og halda hana við líka. At hetta ikki er neyðugt kemst av, at føroyingar sjálvir syrgja fyri fram- leiðsluni av ringum, nótum, kørum og tøknfrøðini, sum verður brúkt í sambandi við fóðring og øðrum, sum skal til fyri at stýra framleiðsluni á sjógvi og landi, og Eyst- uroyggin eigur, sum tað er nevnt omanfyri, ein rættu- liga stóran part av hesum virkseminum. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost Mynd: Jens Kristian Vang Á fóðurvirkinum hjá Havsbrún, sum hevur 48 prosent av fóðursøluni, arbeiða 25 fólk, og samlaða søluvirðið av fóðurframleiðsluni liggur um 200 milliónir krónur Mynd: Jens Kristian Vang