fríggjadagur 28. januar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
Fríggjadagur 28. januar
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Kongadótturin í Nólsoy
Ólavur Rasmussen var í Nólsoy í heyst,
og tað kom ein stak hunalig sending
burturúr, sum varð send sunnukvøldið.
Í sendingini vóru bæði sagnir og nútíðar
søgur fortaldar við einum glimti í eyga-
num. Har var onki uppgjørt, søgurnar
komu soleiðis tilvildarliga hvør um aðra,
uttan at tað varð fokuserað uppá vert
ella teknikk. Hetta fær innsløgini at
standa nógv sterkari.
Eg havi altíð hoyrt, at nólsoyingar eru
eitt serligt fólkaslag, og aftaná send-
ingina haldi eg, at tað man vera nakað
um tað. Munnu tað vera fleiri bygdir í
Føroyum, sum hava so nógv listarfólk
av ymsum slag?
Øll kenna bøkurnar hjá Emil Thoms-
en, men tað munnu vera fleiri við mær,
sum ikki vistu um knívarnir og stólar-
nar. Tað er eitt óvanligt hugflog og tol,
sum skal til at gera so nógvar eina-
standandi vakrar og sjáldsamar lutir. Eg
vóni, hann einaferð fær gjørt stólin við
Evu eisini.
Uppskriftin til Fredrik var tíbetur við í
sendingini, tí er tað nakað, sum er tiltikið
um Nólsoy, so er tað løgurin, sum sigst
virka betur, enn hann smakkar. Spell at
hoyra, at traditiónin er um at doyggja
út, men tað gongur væl við Fredrik, sum
við øllum øðrum — nýggjar tíðir, nýggir
vanar.
Eg kann ikki annað enn taka undir
við, at tað hevði verið stuttligt, um hand-
an 300 ára gamla hurðin í Gortrastovu
hevði kunna tosað. Hon hevði helst
kunna sagt frá nógv fleiri stuttligum og
onkrum syrgiligum søgum úr Nólsoy.
Sendingarnar hjá Ólavi Rasmussen
eru altíð áhugaverdar, og tað er spell
fyri SVF, at hann hevur sagt upp. Gott
hjá hvalbingum, sjálvandi, men spell fyri
hyggjarnar hjá SVF kring landið.
Lindin og Rás 2
Komandi Hvalbiarprestur fekk meg at
hugsa um nýggju útvarpsrásina Lind-
ina, sum fór at senda í farnu viku. Tann
gongdin sum hevur verið í londunum
kring okkum í nógv ár er eisini komin til
Føroya. Áhugabólkar, feløg og fyritøk-
ur fáa sær sína egnu sendirás, har tey
kunnu gera tær sendingar, tey halda
tørvur er á. Tað kann t.d.vera talan um
eina ávísan átrúnaðarligan boðskap,
sum við Lindini. Á Rás 2 veit eg ikki
rættiliga, hvat beinleiðis endamálið við
støðini er, men countrytónleikur sveimar
út úr hátalarunum, hvørja ferð eg seti á
Rás 2, og tað kann tulkast sum um ÚF
ikki hevur nóg mikið av hesum slagi av
tónleiki.
Munurin á einum almennum stovni
og einum privatum felag er nettup fræls-
ið til at senda tað, tær lystir, so leingi tú
ikki brýtur lógina. Tað merkir samstund-
is, at málbólkurin helst verður væl minni
enn tann hjá tí almenna stovninum, sum
hevur skyldu at gera sendingar til og
fyri øll. Sendingarnar í Lindini og í Rás
2 siga ikki mær nógv, men tað er eisini
í lagi. Tey senda tað, tey vilja, og eg
havi frælsið at lata vera við at lurta.
Tað havi eg eisini, tá talan er um ÚF
ella SVF, men har vænti eg mær nakað
meira. Tey hava eina beinleiðis skyldu
at geva mær nakað fyri síggjara- og
lurtaragjaldið, tað hava Lindin og Rás
2 ikki.
Tey 10 boðini
Seinasta sendingin hjá Armgarð Arge
um tey tíggju boðini var í farnu viku.
Slíkar sendingar fáa vit ongantíð ov
nógvar av eftir mínum tykki. Tað er
frískligt at hoyra evnir úr Bíbliuni við-
gjørd í álvara, uttan at tað á nakran
hátt verður prædikað og moraliserað.
Armgarð Arge hevur megnað at víst á
týdningin hjá teimum tíggju boðunum
fyri fólki í dag. Við góðari hjálp frá gest-
um í útvarpsstovuni, tók hon fram tað
áhugaverda og aktuella í hvørjum boði,
og helt hon prátinum á einum meira
filosofiskum enn religiøsum stigi.
Fjølbrottur tónleikur
Edvard Nyholm Debes hevði vitjan av
feðgunum Alexi og Andrassi Sólstein í
sendingini Tvey ættarlið spæla tónleik.
Sendingin er altíð stuttlig at lurta eftir, tí
gestirnir oftast eru virknir tónleikarar.
Hesuferð var onki undantak.
Fáir føroyskir tónleikarar hava spælt
so leingi og so nógv, sum Alex, og
synirnir hava allir arva spæligleðina og
evnini. Tað var týðuligt, at hóast Alex
og Andrass hava ein felags áhuga í
tónleiki, so er tað sera ymiskt, hvat slag
JÁKUP MØRK
Í hesum døgum heldur BBC Prime fimm
ára føðingardag, og er tað í hesum
sambandi, at yvirskriftin er funnin fram
aftur.
Ruðulleikin, sum tá valdaði tóktist fyri
mongum at vera øgiligur, tó at onnur
helst hildu, at málið um sjónvarpsrásir-
nar var blást nakað upp.
Fyrst varð bert World sent, síðani bert
Prime, aftur til World. Eingin semja
tóktist í eygsjón, men brádliga kom
onkur við hugskotinum um at víðka talið
av rásum, og tá bar til.
Tískil kunnu vit í dag velja, um vit
vilja hava Prime, World,bæði…ella
hvørki.
Væl umtókt
Tað var nú ikki fimm ára gamla ruðu-
Prime, World ella bæði
leikan hetta skuldi snúgva seg um, men
eg kundi tó ikki bara mær fyri at vera
eitt sindur afturlítandi í hesum sam-
bandi.
BBC hevur síðani Prime kom til, víðk-
að alt meira um sendiøkið, og fyri stutt-
um kom hyggjaratalið upp um tær átta
milliónirnar.
Hyggjast kann eftir rásini úr Føroyum
til Suðurafrika, og komandi tíðina hevur
leiðslan ætlanir um at víðka enn meira
um hyggjaraskaran, so hesin eisini
kann fevna um Ísrael og Miðeystur.
At rásin er væl umtókt tykist ikki at
vera nakað ivamál, og m.a. kunnu bret-
arnir breggja sær av, at teir eftir bert
átta mánaðum í Suðurafrika, eru komnir
á eitt 8. pláss á listanum fyri best um-
tóktu sjónvarpsrásirnar.
Sambært Wayne Dunsford, ið er leið-
ari fyri BBC rásirnar, hevur BBC ongar
ætlanir um at slaka, men vilja tvørtur
byggja víðari á menningina, soleiðis at
BBC eisini kann vera við til at mynda
fjølmiðlaøkið, nú vit eru farin um gáttina
til nýggju øldina.
Í hesum sambandi verður arbeitt við
av tónleiki teimum dámar. Í sendingini
var alt frá klassiskum tónleiki til 70’ara
rock spælt.
At enda í sendingini slapp triðja ætt-
arliðið eisini uppí part. Páll, sonur An-
drass, hevur eisini arva tónleikaáhug-
an hjá pápanum og abbanum. Hann
fortaldi, at hann spælir kornet, og at
honum best dámar tónleikin hjá Queen.
Tað var týðuligt, at tað hevur hann bara
arva frá pápanum, ikki abbanum.
Reyði tráðurin hvørvur
At enda noyðist eg at koma við einum
hálvum hjartasuffi. Hví skulu tað knapp-
liga vera so nógvar svenskar og enskar
krimiraðsendingar í SVF? Mær dámar
ónatúrliga væl hesar røðirnar, men tá
fleiri koma í senn, og ikki verða sendar
kvøld um kvøld, men við eini viku ímill-
um, so missi eg tráðin. Ber tað ikki til at
hava onkran stakan film okkurt kvøldið,
og so toyggja røðirnar til longur út á
várið?
Fólk flest munnu kenna yvirskriftina, men hvat hevur
hon við dagin í dag at gera? Jú, liðin eru nú fimm ár
síðani at hetta rokið tók seg upp
Annika Joensen,
setursskrivari,
skrivar
at skapa ein nýggjan samleika fyri støð-
ina, men hvat hetta inniber, vita vit tó
ikki.
Ivaleyst er tó, at BBC Prime eisini fer
at verða sent tey fimm komandi árini,
og helst nakað væl longri enn tað.
JAN MÜLLER
Ein meiriluti í Vinnunevnd-
ini mælir tinginum til at
samtykkja uppskotið frá
landsstýrinum um 1. út-
bjóðing óbroytt. Um somu
tíð mælir ein minniluti í
nevndini, sum eru umboðini
hjá Javnaðarflokkinum og
Sambandsflokkinum til at
gera ta broyting, at pláss
verður gjørt fyri einum al-
mennum føroyskum olju-
felag (optión), har partur
tess verður 1 til 5% av loyv-
inum. Umboðini fyri Javn-
aðarflokkin mæla so eisini
til at broyta standardloyvið
soleiðis, at har kemur at
standa, at feløg, sum fáa
loyvi, skulu lata virksemi
sítt ganga út frá Suðuroynni.
Eiga at vera varug við
vandar
Meirilutin í Vinnunevndini
ger annars rættiliga nógv
burtur úr tí ávirkan, sum ein
møgulig oljuvinna kann fáa
á føroyska samfelagið og
sigur m.a.:
-Føroyingar hava altíð
dugað væl at farið um sítt
umhvørvi og hava burturav
livað av náttúrunnar gávum
úr bø, haga, firðum og havi.
Fyri framman liggur ein
møgulig oljuvinna, sum, um
hon fær fótin fyri seg, fer at
ávirka føroyska umhvørvið
og samfelagið munandi bú-
skaparliga, vinnuliga, ment-
anarliga og sosialt.
Vandi kann eisini verða
fyri, at sosialu og mentan-
arligu broytingarnar skjótt
kunna kollrenna føroysku
bygdasamfeløgini eins og
miðstaðarøkið. Neyv atlit
eiga tí at verða tikin hesum
viðvíkjandi, so at føroy-
ingar eisini frameftir fara at
kenna seg væl í egnum landi
við óspiltum umhvørvi,
egnum máli og egnari ment-
an.
Henda nýggja vinnan fær
ein enda og fer ikki á sama
hátt sum fiskivinnan at
halda lív í sær sjálvari við
skynsamari stovnsrøkt. Hon
er tí ein stór avbjóðing fyri
eitt samfelag, sum í øldir
hevur livað av náttúrunnar
gávum úr einum óspiltum
umhvørvi.
Vandi er í hvørji vælferð.
Leypa vit fram av og lata
kolvetnisvinnuna og pen-
ingavaldið fara avstað við
okkum, kann hetta koll-
renna føroyska samfelagið,
soleiðis at tað, tá ið æv-
intýrið er av, ikki er at kenna
aftur sum fiskivinnusam-
felag og kanska fær ilt við
at fóta sær aftur sum slíkt
sigur samgongumeirilutin í
nevndini.
Hann heldur ananrs, at
landsstýrið í síni umsiting
eigur at leggja dent á, at
kapping er millum oljufel-
øgini. Samstundis eiga vit
at ansa eftir, hvørjar íløgur
vit gera, soleiðis at hesar
ikki verða burturspiltar í
kapping millum økini.
Víðari verður víst á, at tað
í fíggjarlógaruppskotinum
fyri ár 2000 sæst, at keyp
av vørum og tænastum
kosta landskassanum 550
mió. kr. árliga, og liggur
dastið av hesi vinnu í mið-
staðarøkinum. Sjálvsagt er,
at júst hendan vinnan eisini
fer at veita vørur og tæn-
astur til oljuvinnuna uttan
mun til, hvar í landinum
vinnan setir seg niður verk-
liga.
-Landsstýrið eigur at
skipa so fyri, at allar Før-
oyar fáa lut í úrtøkuni og
menningini av kolvetnis-
vinnuni, og hetta gerst ein-
ans við, at øllum landinum
verður tryggjaður lutur í og
umsiting av útgerðarvinn-
uni, longu tá leitingarskeið-
ið tekur seg upp og fram-
eftir sigur meirilutin og
heldur fram:
-Tann tøkniliga menning-
in, ið stendst av hesi nýggju
vinnu, eigur at koma før-
oyska framtíðarsamfelagn-
um til gagns til at byggja
upp eitt vitanarstøði, ið nýt-
ast kann í avleiddum vinn-
um frameftir, eins og á-
leggjast kann fremmanda
kapitalinum at byggja út og
framleiða mest møguligan
part av síni útgerð í Før-
oyum.
Vit eiga somuleiðis at
brúka neyðugan pening til
gransking, vørumenning og
annað mennandi arbeiði, ið
kann vera við til at stuðla
upp undir og skapa karmar
um framtíðarrættaðar vinn-
ur, ið eru vitanartungar og
geva nógv avkast til før-
oyska samfelagið. Tað vil
siga, at føroyska samfelagið
(fólkið) er ført fyri at taka
kappingina upp, tá oljan
ikki er her meir.
Í álitinum frá Vinnu-
nevndini, sum viðgjørdi
uppskotið til løgtingslóg um
kolvetninsvirksemi, verður
upplýst, at oljufeløgini, ið
hendan
nevndin
hevði
vitjað, mæltu frá at seta
teimum ov nógvar treytir, tí
tað kom av sær sjálvum.
Harafturímóti vóru stór-
tingslimir í Noregi ikki í iva
um, at rætt er at seta treytir,
sum innan rímilig mørk
kunnu stýra kolvetnisvirk-
seminum út á so stóran part
av landinum sum møguligt
og samstundis kunna ansa
eftir, at nýggja virksemið
ikki kollrennir annað virk-
semi.
Ein samd vinnunevnd
mælir tí til, at landsstýrið í
øllum avgerðum sínum
frameftir tekur neyðug fyri-
lit, grundaði á omanfyri
standandi viðmerkingar, og
at infrastruktururin verður
skipaður soleiðis, at virk-
semið av oljuvinnuni kemur
at gagna øllum landinum.
Vinnunevndin
heldur
eisini, at landsstýrið eigur
at koma við ítøkiligum upp-
skoti um, hvussu fíggjarliga
avkastið av oljuvinnuni
verður umsitið.
Meirilutin í nevndini
(Heini O. Heinesen, Jógvan
á Lakjuni, Jákup Suni Joen-
sen og Jákup Sverri Kass)
tekur undir við málinum og
mælir Løgtinginum til at
samtykkja uppskotið ó-
broytt.
Alment oljufelag og
útgerðarhavn
Ein minniluti í nevndini
(Alfred Olsen, Henrik Old
og Katrin D. Jakobsen) tek-
ur undir við uppskotinum,
men mælir Løgtinginum til
at broyta uppskotið soleiðis,
at tað verður álagt lands-
stýrismanninum at tryggja,
at eitt møguligt framtíðar
alment føroyskt oljufelag
skal kunna fáa ein part í
loyvinum.
Samsvarandi hesum setir
hesin minnilutin fram so-
ljóðandi broytingaruppskot:
„Í loyvum sambært stk. 1
skal landsstýrismaðurin
treyta sær, at eitt møguligt
alment føroyskt oljufelag
skal kunna fáa ein part í
loyvinum (optión), sum er
millum 1 og 5%.“
Ein annar minniluti í
nevndini (Henrik Old og
Katrin D. Jakobsen) mælir
harumframt Løgtinginum
til at broyta uppskotið so-
leiðis, at tað í standard-
loyvinum verður ásett, at
virksemið hjá loyvishavar-
anum í Føroyum skal ganga
úr Suðuroy. Hann sigur
m.a.:
-Undir 1. viðgerð boðaði
framsøgumaður Javnaðar-
floksins frá, at hann ikki
kundi góðtaka, at vinnan
einsamøll
skuldi
taka
avgerðina um útgerðarstøð-
ir, tí henda avgerð fær stórar
samfelagsligar avleiðingar.
Framsøgumaðurin boðaði
samstundis frá, at minni-
lutin vildi gera tað, sum var
neyðugt til tess, at henda
avgerð gjørdist politisk.
Ein ávís miðsavnan av
virksemi og her serstakliga
innan umsiting og tænastu-
vinnu hevur altíð verið og
fer altíð at verða. Men til
tíðir er henda miðsavnan
virknari enn vanligt, og
seinastu 20 árini hevur hon
rættiliga tikið dik á seg.
Nú alt meira verður tikið
upp og mett út frá markn-
aðarbúskaparligum treyt-
um, so tykist tað vera mun-
andi torførari at grundgeva
fyri at leggja vinnuvirk-
semi, almenna umsiting og
tænastuvinnur í útjaðara-
num. Hetta er bara ein av
nógvu
veruleikunum
í
gongdini seinastu árini.
Minnilutin hevur fyri
drúgvari tíð síðan ásannað,
at gongdin, sum nú er, um
ikki alt ov langa tíð, verður
trupul fyri ikki at siga
ógjørlig at venda. Fólkatalið
í ávísum økjum er í stórari
minking, stórt burðarhall er,
og ungdómurin vendir ikki
aftur eftir lokna útbúgving.
Skal henda gongd vend-
ast, so er neyðugt, at hesi
øki umframt vanligt virk-
semi eisini fáa arbeiðspláss,
sum krevja ymiskar før-
leikar. Førleikar, sum eisini
útjaðaraungdómurin hevur
nomið sær, men har ar-
beiðsplássini, ið seta hesi
førleikakrøv, í løtini eru
heldur sparsom í útjaðarum.
Stóri vøksturin innan al-
menna umsiting seinastu ár-
ini hevur so dyggiliga und-
irstrikað hetta.
Minnilutin tekur hesar
trupulleikar í størsta álvara,
og heldur hann, at tað eigur
at verða tikin ein politisk
avgerð um, hvar framtíðar
oljuvirksemið skal liggja.
Hetta eigur ikki at verða lat-
ið upp í hendurnar á út-
lendskum kapitali at gera
av, tí avgerðin hevur í sera
stóran mun samfelagsligar
avleiðingar, alt eftir hvar
henda vinna fær sína høv-
uðsmiðstøð.
Samsvarandi hesum setir
hesin
minnilutin
fram
broytingaruppskotum, at
„Leitingar- og framleiðslu-
virksemi úr Føroyum, her-
undir m.a. við útgerð-
arstøðum, skal ganga úr
Suðuroy“.
-Landsstýrið eigur at skipa so fyri, at allar Føroyar fáa lut í úrtøkuni og menningini av kolvetnis-
vinnuni, og hetta gerst einans við, at øllum landinum verður tryggjaður lutur í og umsiting av út-
gerðarvinnuni, longu tá leitingarskeiðið tekur seg upp og frameftir sigur meirilutin í Vinnunevnd-
ini í álitinum til útbjóðingarlóg. Hann ávarar eisini negativu móti avleiðingunum av eini olju-
vinnu, bera vit okkum ikki rætt at frá byrjan
Allar Føroyar eiga at fáa
lut í kolvetnisvinnuni
Eftir øllum at døma hevur
tað eydnast umboðum fyri
Oljumálastýrið at sann-
føra í hvussu er ein meiri-
luta í Vinnunevndini um,
at tað er skilabest ikki at
gera broytingar í upp-
runaliga uppskotinum.
Her vitjar aðalstjórin í
Oljumálastýrinum, Her-
álvur Joensen í Vinnu-
nevndini, har formaðurin
Heine O Heinesen tekur
ímóti. Mynd Jens K. Vang