Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22. apríl 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Silvurbrúdleyp Týsdagin 26. apríl kunnu Ady og Jónsvein Knudsen, Saltangará, halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin 30. apríl á Hotel Føroyum fyri innbodnum. Dagurin 22. apríl – Dýri Biðidagur. Cajus, deyður ár 296. Hann var Pávi. Fríðrikur Petersen varð føddur hend- an dagin í 1853. 23. apríl. Georgius, deyður umleið ár 300. Halgi- søgan sigur, at hesin kristni riddarin feldi ein dreka og bjargaði kongsdóttrini har í staðnum. Hann varð seinni tikin av døgum fyri trúar sakir. Dagurin er valdur til almennan skótadag um allan heim. Grikska navnið merkir hann sum dyrkar jørðina. 24. apríl - sunnudagur.Albertus, deyður umleið ár 997. Biskupur í Prag. Týska navnið merkir edilingur ella lýsandi. 25. apríl. Flaggdagur Føroya. Tað var tann 25. apríl í 1940, at studentaflaggið Merki varð viðurkent sum Føroya tjóðareyðkenni. Tað gamla navnið á degnum er markusarmessa, til minnis um evangelistin Markus. Týdningin av navninum er óvissur. Tøkk Vit takka hjartaliga tykkum, sum mintust 70 ára føðingardagar okkara. Somuleiðis takka vit tykkum, sum mintust okkum á gullbrúdleypsdegnum. Takk fyri gávur, blómur, telegramm og uppringingar. Vinarligastu heilsanir Johild og Niels Tøkk Vit vilja fegin takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt hjálptu okkum, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir og abbi Magnus Magnussen Húsavík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum vóru við okkum, at fylgja Magnusi til hansara síðsta hvíldarstað. Tøkk til prest fyri troystarrík orð. Og tøkk til Jóhannu sum so trúliga var um Magnus hansara síðstu tíð her á foldum. Tøkk fyri blómur og kransar, og fyri peningagávu til felagið blóðgevi. Vegna familjuna Gerda, Bergur, Bjarki og Súsanna Ritgerðarkappingin "Dópur og navna- gáva" er nú av og vinnararnir funnir. Samstundis er komið fram eitt nýtt orð, sum ikki er niður- skrivað áður á Føroyamálsdeildini VIRÐISLØNIR Snorri Brend Havn: Mikudagin vórðu vinnarnarnir av seinastu ritgerðarkappingini hjá Fróðskaparsetrinum avdúk- aðir. Henda ritgerðarkapp- ingin hevði heitið "Dópur og navnagáva". Ein dómsnevnd varð sett at meta um ritgerðirnar, sum komu inn. Anfinnur Johansen, lektari og Jákup Reinert Hansen, sóknarp- restur sótu í nevndini. Niðurstøðan hjá teimum var at tvær ritgerðir vóru javnt góðar og áttu tí at fáa virðisløn. Samstundis mettu teir, at tvey onnur handrit áttu at fáa viður- kenning fyri luttøkuna. Á samkomuni mikudagin avdúkaði rektarin, Jóan Pauli Joensen, at systrarnar Nicolina Dahl úr Klaksvík og Tóra Dahl Sandberg úr Keypmannahavn áttu annað vinnarahandritið, og at Selma Sandá úr Vági átti hitt handritið. Annað handritið, sum fekk viðurkenning, átti Elin Mortensen úr Havn, og hitt ein rithøvundur, sum vildi vera ónevndur. Nýtt orð í seðlasavnið Á samkomuni helt An- finnur Johansen lítla røðu vegna dómsnevndina. Hann greiddi frá, at tað hevði verið hugaligt og stuttligt hjá teimum báðum at lesa ritgerðirnar. Eisini var nógv ymiskt komið fram, sum ikki var so væl lýst frammanundan, so hetta var gott og virðismik- ið tilfar at fáa hjá granskar- um. Harafturat kom eitt orð fyri í tveimum av handrit- unum, sum ikki var upp- skrivað í stóra seðlasavnin- um á Føroyamálsdeildini. Tað var orðið ‘húgvu- gumma’. Frammanundan fanst orðið ‘kýsagumma’, men samheitið ‘húgvugumma’ var ikki skrásett áður, so tað er eisini eitt ítøkiligt úr- slit av hesi ritgerðarkapp- ingini. Sagt verður, at Fróðskap- arsetrið fer aftur at lýsa við nýggjari ritgerðarkapping í heyst. Tvær systrar vunnu kappingina Týsdagin 26. apríl letur Poul Justinussen listamaður upp málningaframsýning á Torginum í SMS. Á framsýningini eru 25 málningar við føroyskum myndaevnum. Poul er annars kendur fyri at smíða knívabløð og gera grindaknívar. Hann hevur eisini fingist við málningalist í nøkur ár. Framsýningin verður opin til og við leygardagin 30. apríl Poul Justinussen, listamaður: Málningaframsýning í SMS Eileen Sandá tók ímóti heiðrinum fyri móður sína, Selmu Sandá úr Vági. Aftanfyri síggjast tveir av limunum í dómsnevndini, Anfinnur Johansen (vm.) og Jákup Reinert Hansen (hm.) Nicolina Dahl úr Klaksvík (myndin) vann kappingina saman við systur síni, Tóru Dahl Sandberg