Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 • hósdagur • 21. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Við einum hampuliga tryggum sigri í einum til tíðir vánaligum dysti, otaði HB seg – fyribils í øllum førum – upp á oddasessin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Teir komandi tríggir heimadystirnir skulu geva trý stig. Somikið einfalt er tað. Soleiðis ljóðaði boð- skapurin frá Jákupi á Borg, eftir at HB í Vági hevði verið fyri næsta tapinum í bert trimum dystum. Og higartil er líkt til, at boð- skapurin er komin fram. Í øllum førum fekk HB mikukvøldið annan sigurin á rað, og hetta lyfti teir eisini upp á oddasessin í Formula-deildini. Og har verða teir í øllum førum verandi fram til sunnu- dagin. Tá fara hini liðini í deildini undir fjórða um- farið, meðan HB skal dystast móti íslendsku meistarunum úr FH. Byrjaðu væl Heilt nógv fólk høvdu leitað sær til Gundadals at hyggja, og fyrstu løtuna fingu hesi staðfest, at HB framvegis vil vera oddalið, og at GÍ enn ikki hevur teir kvalitetir, sum skulu til, áðrenn teir aftur kunnu fáa tað spjaldrið um hálsin. Á snøgt sagt øllum økjum var liðið hjá HB betri. Hóast talan ikki gjørdist um so øgiliga nógvar møguleikar, so hekk spælið væl saman. Nógvar flytingar vóru, og serliga í vinstru dugdu John Heri Dam og Janus M. Joensen væl at finna út av, nær miðvøllurin trekti inn, so bakkurin slapp upp. Nakað sum skapti hópin av inn- leggum, sum tó ikki gjørd- ust nóg vandamikil. Eitt mál fekk HB tó, tá Hans á Lag drønstútaði hornaspark í kassan. Tamir gøtumenn Hjá GÍ var tað fyrstu løtuna nærum skelkandi, hvussu ringum skørum liðið tykist vera í. Setningurin hjá gøtu- monnunum í ár er fyrst og fremst, at eitt nýtt lið skal byggjast upp, og tí verður í stóran mun dúva á yngru kreftirnar. Eitt nú hevði Krzystof Popczynski triðja dystin á rað sett seg sjálvan á beinkin, fyri at loyva øðrum framat. Men samstundis er einki at ivast í, at yngru leikar- arnir væl kundu havt tørv á Krzystof sum stuðuli úti á vøllinum. Her hekk alt ov nógv á Súni Olsen og Sámali Joensen, men einsa- mallir megnaðu teir ikki tað heilt nógva. Heldur ikki hóast Súni fleiri ferðir hevði rykk, sum kundu blivið heilt vandamikil. Men tá spælari skal renna 20-30 metrar við bóltinum, fyri at koma til møguleika, so kostar hetta á seinastu metrunum. Í aðrar mátar var ov lítið, sum GÍ hevði at bjóða. Kanska eitt sindur hart sagt, so eru ov nógvir av spælarunum, sum ikki megna tey elementeru ting- ini í fótbólti. Dómarin setti ferð á HB Sum fráleið, so dovnaði dysturin heilt nógv, og vóru gøtumenn bara eitt lítið sidnur hepnir, so kundu teir javnað fyri steðgin. Nakrar ferðir var heilt nær við møguleikar, men tað var ikki fyrr enn sein- astu 20 minuttirnar, at ferð aftur kom á dystin. Upp- havið til hetta var helst, tá dómararnir kolldømdu eitt mál, sum HB’arnir stóðu púrasta óskiljandi yvirfyri. Hetta gav líka sum nakað av øði í HB-liðið, sum sein- astu løtuna rendi GÍ um- koll. Jákup á Borg lyfti við handaru stong bóltin í kassan til 2-0, áðrenn Tór- Ingar slapp leysur, tá GÍ misti í uppspælinum. Talan kundi eisini verið um meira, hevði dómarin ikki bríkslað, tá Hendrik Rubeksen av røttum skuldi fingið fyrimun, men ístaðin slapp GÍ so at minka í evstu løtu eftir fríspark úr vinstru. Hetta var tó ikki meira enn at pynta um úrslitið. Og tað kundi á ongan hátt viska burtur, at GÍ enn hevur nógv og hart arbeiði eftir, áðrenn teir aftur kunnu medda móti før- oysku fótbóltstindunum. Tað ætlar HB í ár, men higartil hava avrikini tó verið dekan ov óstøðug til at meta um, hvørt liðið aftur í ár skal leggja seg heilt fram í oddin. Á snøgt sagt øllum plássum var HB betri, men hetta segði kanska meira um GÍ, enn tað gjørdi um HB Mynd: www.hb.fo Fakta um dystin HB-GÍ 3-1 (1-0) 1-0: Hans á Lag, 8. 2-0: Jákup á Borg, 67 3-0: Tór-Ingar Akselsen, 74 3-1: Símun Louis Jacobsen, 90 HB: Bárður Johannesen – Hallur Daniel- sen (Svenn Jacobsen, 70.), Jóhannis Joensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen – Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, John Heri Dam (Rókur Jespersen, 70.) – Tór-Ingar Akselsen, Hans á Lag (Hendrik Rubeksen, 78.) GK: Rúni Nolsøe 32, Janus M. Joensen 45. GÍ: Hallur Hansen – Hans Pauli Petersen, Robert Rzeczycki, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen (Áslakkur Petersen, 67.) – Jónreid Dalheim (Krzystof Popczynski, 76.), Sámal Joensen, Súni Olsen, Símun Louis Jacobsen, Poul Henning Jacobsen – Poul Arni Jacobsen GK: Sámal Joensen, 77. Dómari: Lassin Isaksen. Hevði ikki sín besta dag. Linjan varð ikki hildin í nóg stóran mun, og í nøkrum førum varð als ikki floyta, tá gult kort hevði verið nærliggjandi. HB-GÍ 3-1 (1-0): HB á oddasessin Dystir um vikuskiftið Fótbóltur Formula-deildin Dag. Dystur Dómari 24.04 Skála-VB Suni Johansen 24.04 B36-KÍ Dagfinn Olsen 24.04 NSÍ-ÍF Birgir Sondum 24.04 TB-EB/S Eiler Rasmussen 1. deild kvinnur 24.04 EB/S-GÍ Johnleif Gerðisá 24.04 FSV04-B36 Kristin av Kák 24.04 KÍ-AB Jóannes Mikkelsen Hondbóltur Sunset-kappingin 24.04 Stjørnan-Neistin 24.04 VB-StÍF