Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22.-24. apríl 2005 15 KÍ hevur ikki síðani 2000 vunnið í Gunda- dali móti B36, sum hesa ferð aftur fer at hava liðformannin í miðverjuni UPPTAKT Jóannes Hansen Týskvøldið var B36 venj- arin, Sigfríður Clementsen, millum áskoðararnar, sum sóu KÍ tapa 2-0 á heima- vølli móti Skála. B36 venj- arin hevur neyvan mist svøvnin av tí, sum hann sá í Klaksvík. B36 vann sunnudagin 2-0 í Fuglafirði, og tað tykist sum um, at teir eru á veg rætta vegin. Um metast skal út frá B36 avrikinum móti ÍF, og út frá KÍ avrikinum týskvøldið, so er sannlíkið ikki serliga stórt fyri poler- aðum fótbóltsspæli, men heldur um stríð og nógvar nærdystir, tá ið KÍ sunnu- dagin fer at vitja B36. Men nú verður talan um nýggja uppgerð, og tað kann væl fara at vísa seg, at tað ikki bara verður spennandi og harvið undirhaldandi, men eisini gott fótbóltsspæl. Bæði B36 og KÍ eiga góðar fótbóltsspælarar. Hagtølini siga, at tað er ógvuliga stórt sannlíki fyri, at áskoðararnir fara at vera vitni til fleiri mál í Gunda- dali. Seinasta ferðin, at tað endaði málleyst, tá ið B36 og KÍ hava spælt í høvuðs- staðnum, var í 1978. Í fjør spældi B36 í 1. hálvleiki KÍ sundur og saman og var frammanfyri 2-0. Eftir steðgin snaraðist alt á høvdið. KÍ fekk takið, teir javnaðu til 2-2, og síðstu løtuna var um reppið, at teir fingu sigursmálið. Í fyrraárið vann B36 7-1, og í 2002 var úrslitið 3-3. So søgan bendir á, at tað fara at verða skorað mál í Gundadali sunnudagin. Tá ið B36 sunnudagin var í Fuglafirði var liðfor- maðurin, Pól Thorsteins- son, ikki við. Tað verður roknað við, at hann aftur hesa ferð verður tøkur, og harvið fer Fróði Benjamin- sen at verða fluttur longri fram á vøllin. Í Klaksvík er Leon Bjartalíð tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur síðani KÍ var í Gøtu. Føroyski álops- spælarin styrkti mánakvøldið um sína støðu í Fremad Amager, har hann seinastu ferðirnar ikki hev- ur verið millum teir fremstu ÚTISETI Jóannes Hansen Andrew av Fløtum styrkti mánakvøldið um sína støðu í Fremad Amager. Eftir at før- oyski álopsspælarin fleiri tær fyrstu ferð- irnar eftir vetrarsteðgin var millum teir fyrstu ellivu, hevur hann tær tær seinastu ferðirnar bara spælt síðstu løt- una. At vandi hevur fyri, at dystarvenjingin skuldi minka, mundi mánakvøldið vera orsøk til, at Andrew var á U-21 liðnum hjá Fremad Amager, sum spældi á útivølli móti Holbæk. Og tað ber ikki til at siga annað, enn at Andrew tók av, og at hann harvið styrkti um sína støðu fyri í viku- skiftinum at vera mill- um teir fyrstu ellivu. Fremad Amager vann 2-1, og Andrew av Fløtum skoraði bæði Fremad málini. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Andrew javn- aði til 1-1 eftir horna og hálvbjarging, og hann skoraði sigursmálið beinleiðis upp á frí- spark. Í næstbestu deildini skal Fremad Amager sunnudagin spæla á heimavølli móti HIK. Tað eru ellivu ár síðani, at NSÍ vann á heimavølli móti ÍF, sum í Runavík skal royna at reisa seg eftir vónbrotið móti B36 UPPTAKT Jóannes Hansen ÍF hevur takið á NSÍ. Tað siga hagtølini, og í fjør var tað soleiðis, at tað fyrst og fremst vóru sigrarnir móti NSÍ, bæði á heimavølli og útivølli, sum vóru høvuðsorsøkin til, at ÍF slapp undan beinleiðis niðurflyting og síðani í endaspæli bjarg- aði sær rættin at halda fram í bestu deildini. NSÍ hevur ikki vunnið á heimavølli móti fuglfirð- ingum síðani 1994, tá ið úrslitið var 3-1. ÍF hevur síðani tá verið fleiri ár í næstbestu deildini, og NSÍ hevur eisini okkurt árið verið millum teir næstbestu. Hjá ÍF eru allir spælar- arnir tøkir. Sylla hevur havt trupulleikar við hæl- inum, men hann hevur vant í hesi vikuni, og alt bendir á, at hann verður í ÍF álopinum sunnudagin. NSÍ hevur higartil í ár bara verið eina ferð á heimavølli, og tá gekk tað einki serligt. Hóast teir royndu at trýsta TB, so megnaðu teir ikki serliga væl at spæla seg til upplagdar málmøguleik- ar, og tað var ikki fyrrenn við síðsta sparkinum í dystinum, at teir javnaðu til 1-1. Síðsta sunnudag megn- aðu teir at skjóta tvey mál á Mølini. Fokus skal sunnudagin vera á tí sam- stundis sum tað skal byrgjast fyri Sylla, Gunn- ari Nielsen, Magna á Lakjuni og hinum ÍF spælarunum. ÍF tapti fyrstu ferð sunnudagin. Harvið mistu teir oddasessin, og nú skulu spælararnir hjá Peturi Simonsen vísa, at teir eru førir fyri at reisa seg. NSÍ hevur ikki vunnið síðani í fyrsta umfarinum, tá ið teir í Gundadali fingu fult móti B36. B36-KÍ: Nógv mál tá ið KÍ vitjar B36 Andrew skoraði tvey mál Í fjør endaði tað við javnleiki, tá KÍ vitjaði hjá B36 NSÍ-ÍF: ÍF hevur takið á NSÍ Hóast EB/Streymur miðjar eftir heiðurs- merkjum, og TB stríðist fyri at sleppa av aftasta plássinum, so er tað eisini ein partur av veruleik- anum, at EB/Streym- ur enn ikki hevur vunnið á Sevmýri UPPTAKT Jóannes Hansen EB/Streymur miðjar høgt. Miðvallarin Jákup Martin Joensen, sum hevur verið liðformaður, men sum ikki hevur spælt higartil í ár, tí hann hevur verið skaða- plágaður, segði í leik- skránni síðsta sunnudag, og hetta er endurgivið á heimasíðuni hjá teimum, at hann metir fólkagrundar- lagið vera betri í ár, enn tað nakrantíð hevur verið tey árini, teir hava verið í bestu deildini. Við tí veruleik- anum í huga heldur hann tað ikki vera órímuligt, at teir miðja eftir fyrstu heið- ursmerkjunum. Skulu teir í EB/Streymi røkka so høgt, so er eitt av tøkunum, at teir vinna á Sevmýri. Higartil hava TB og EB/Streymur bara tvær ferðir verið í bestu deildini í senn, og EB/Streymur eigur framvegis fyrsta sigurin á Tvøroyri til góða. Í 2002 var 1-1, og í 1994 vann TB 4-1. Hjá EB/Streymi eru allir teir somu tøkir, sum vóru við í 2-2 uppgerðini á Mølini móti NSÍ. TB er einasta felagið, sum higartil í hesum kapp- ingarárinum ikki hevur vunnið. Sunnudagin taptu teir 3-1 í Gundadali móti meistarunum í HB, og tað vóru teir ikki so illa nøgdir við. Í fýra teimum fyrstu um- førunum hevur TB bara átt heimavøll móti B36. Takið hjá B36 er fyrst og fremst at sleppa av aftasta pláss- inum, og um tað skal eydn- ast, so verður neyðugt at fáa trý stig onkra ferðina. Ein av møguleikunum verður sunnudagin. Hjá TB eru allir teir somu, sum sunnudagin spældu móti HB, tøkir móti EB/Streymi. Síðsta ferðin, at TB vann landskappingar- dyst á heimavølli í bestu deildini, var í fyrsta umfarinum í 2002. Tá var úrslitið 1-0 móti VB. Hetta var 5. mai í 2002. TB vann ongan annan dystin í 2002, og í fjør og í fyrraárið vóru teir í næstbestu deildini. TB-EB/Streymur: TB hevur ongantíð tapt