fríggjadagur 22. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 76 - 22. apríl 2005
Hetta vikuskiftið er
25 ferð at koyrt
verður formel 1 á
Immola breytini
FORMEL 1
Niels Uni Dam
Immola breytin liggur í
Ferrari landi, stutt frá
Maranello høvuðstøðini hjá
Ferrari. Hendan breytin er
tiltikin fyri at nógvir Ferrari
fjepparar sokallaðir Tifosi
koma
til
koyringina.
Immola liggur í Italia, men
er tó tann almenna San
Marino koyringin. Hetta
tykist kanska eitt sindur
løgið, men Italia hevur
longu
eina
formel
1
koyring í Monza, og eitt
land kann ikki hava meira
enn eina almenna koyring.
So við at umdoypa koyring-
ina til almennu San Marino
koyringina slepst undan
trupulleikum.
Immola gjørdist í 1994
karmur um eitt tað syrgi-
ligasta vikuskiftið í formel
1 søguni. Fríggjamorgun,
koyrdi Rubens Barrichello
við nógvari ferð á. Hann lá
í koma fyrstu tíðina, men
slapp undan varandi mein.
Leygardag
doyði
ungi
eysturríski koyrarin Roland
Ratzenberger og sunnudag
doyði
brasiliumaðurin
Ayrton
Senna.
Ayrton
Senna, var ein tann dugna-
ligasti formel 1 koyrarin
nakrantíð,
og
Immola
breytin fer altíð at verða
samantvinna við hansara
navn. Breytin er umbygd
eitt sindur síðan 1994 og
vandamikla
svingið
Tamburello, har Senna
doyði, er ikki longur líka
vandamikið.
Vágbingar leita eftir
málunum, og á Skála
skulu nýggju
menninir fyri fyrstu
ferð royna seg á
heimavølli
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Vágbingar hava trupulleik-
ar við at gera mál. Tað vísir
støðutalvan, og tað ásann-
aði venjarin, John Christen-
sen, eftir tepra tapið á
heimavølli móti GÍ.
– Vit nýta teir spælararn-
ar, sum vit hava. Teir hava
áður víst, at teir duga at
gera mál. Vit arbeiða við
søkini, og eg vóni og havi
álit á, at tað fer at gleppa,
sigur VB venjarin.
At vágbingar kunnu vera
stinnir á útivølli sást í
Klaksvík, har teir megnaðu
at verja tepra leiðslu inntil
lítla løtu undan dystarenda,
tá ið KÍ skoraði við brots-
sparki. Tað er neyvan nakar
ivi um, at taktikkurin hjá
VB hesa ferð fer at minna
nógv um tann, sum teir
nýttu ta ferðina.
Á Skála er lagið gott. 2-0
sigurin í Klaksvík bar
oddasessin við sær. Hann
tók HB mikukvøldið, men
teir læna hann bara inntil
sunnudagin, tá ið Skála
aftur kann leggja seg á
toppin.
– Tað ræður um at fáa
hugsanirnar frá sigrinum í
Klaksvík og snaraðar til
avbjóðingina sunnudagin,
verður sagt av Skála.
Sunnudagin hava nýggju
útlendingarnir fyri fyrstu
ferð møguleikan at spæla á
heimavølli.
Vongverjin, Bárður Dani-
elsen, varð skaddur undir
upphitingini í Klaksvík, og
tað varð í gjár ikki mett
serliga sannlíkt, at hann
verður tøkur sunnudagin.
Skála og VB hava spælt
tríggjar ferðir í landskapp-
ingini á Skála, og tað er
synd at siga, at talan hevur
verið um málríkar uppgerð-
ir. Í 2002 vann VB 1-0, og
tvær tær síðstu ferðirnar
hava skálamenn vunnið
1-0.
Leygardagin fara AB
og B71 og LÍF og B68
undir telvingina um,
hvør skal verða
partur av finaluni í
lítlu
steypakappingini
FSF STEYPIÐ
Jóannes Hansen
Nú fer at nærkast, at sjøtul
fer at verða settur á lands-
kappingina í næstbestu
deildini. Annan leygardag,
30. apríl, verður fyrsta um-
farið.
2. deildar feløgini hava
fingið
dystarvenjing
í
kappingini um FSF steypið
ella í lítlu steypa-kapping-
ini, sum hon varð nevnd
longu í fjør, tá ið hon var
fyrstu ferð á skránni, og
B71 vann hana.
Nú er komið fram til
hálvfinaluumfarið. Fyrru
dystirnir verða spældir nú
leygardagin. Tá skulu LÍF
og B68 spæla í Leirvík, og
AB og B71 skulu spæla á
Argjum.
Seinnu
hálv-
finalurnar skulu sambært
skránni spælast 2. hvítu-
sunnudag, sum er 16. mai.
Finalan verður leygardagin
2. juli ella leygardagin eftir
at 2. deild verður farin í
summarfrí.
FCK úr
Parkini
Við at megna
javnleik í seinnu
hálvfinaluni
syrgdi Brøndby
fyri, at tað verða
teir og ikki FCK,
sum verða mót-
støðulið hjá FCM í
steypafinaluni
DANSKA STEYPA-
KAPPINGIN
Jóannes Hansen
Fótbóltsfepurin
í
danska høvuðsstaðnum
er størri, enn hann hev-
ur verið í ógvuliga
mong ár. Brøndby og
FCK hava stríðst fleiri
ferðir nú í vár, og
áskoðarafjøldin er stór
hvørja einastu ferð.
Mikukvøldið
var
seinna hálvfinalan í
steypakappingini
á
skránni, og 25 túsund
møttu upp í Parkini.
Útgangsstøðan
hjá
Brøndby var 1-0 sigur-
in frá uppgerðini í
Brøndby. Tann sigurin
var hentur hjá teimum
gulu og bláu at hava í
viðførinum.
Úrslitið
mikukvøldið var 2-2.
Brøndby var framman-
fyri 1-0 og 2-1. Harvið
rann FCK støðugt aft-
aná.
Talan var um sera
tætta
og
spennandi
uppgerð. Álvaro Santos
stútaði FCK upp á 1-1,
eftir at Zuma hevði lagt
snildisliga innfyri, og
útjavnandi málið til 2-2
var framúr langskot úr
vinstru hjá Janne Saari-
nen. Morten Skoubo
legði Brøndby framum
fyrru ferðina, og Tho-
mas Kahlenberg skor-
aði seinna Brøndby
málið.
Eingin
spenningur
var, tá ið FC Midt-
jylland fyri 20. ferð átti
heimavøll á nýggja
stadion
í
Herning.
FCM hevðí vunnið 4-0
í Horsens, og enn eina
ferð eydnaðist tað teim-
um at fara av heima-
vøllinum uttan at hava
tapt. FCM vann 1-0 og
samantalt 5-0. Danska
steypafinalan
verður
millum nummar eitt í
l a n d s k a p p i n g i n i ,
Brøndby, og nummar
trý, FCM, í Parkini
Kristi himmalsferðar-
dag.
Skála-VB:
Bara eitt mál hvørja ferð
Áðrenn Immola
Hálvfinalurnar á skránni
Lesið Sosialin - so eru tit við
www.sosialurin.fo