Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 22. apríl 2005 17 Ræðubókin Í skuggalandinum Liz Jensen,Louis Drax’niende liv, Aschehoug,2005 Í farnu viku kom nógv umrødda ræðubókin The Ninth Life of Louis Drax, eftir enska høvundan Liz Jensen, út á donskum. Bókin er ein sálarlig ræðusøga, sum gongur fyri seg í skuggalandinum millum lívið og deyðan. Nýggju ára gamli Louis Drax er ein gløggur drongur við óvanliga livandi hugflogi, men eisini ein manipulerandi lygn- hálsur, sjúkliga hugtikin av deyða og oyðilegging. Hann hevur yvirlivað átta illgruna- samar ólukkur, eina á hvørjum ári í lívinum. Á sínum nýggju ára føðingardegi dettur Louis oman av einum brøttum bergi undir sera løgnum umstøðum. Pápin hvørvir uttan spor eftir vanlukkuna, og mamman er í sjokk. Louis endar á sjúkrahúsi, har hann liggur í óviti. Men spakuliga byrjar læknin at fáa varhuga av, hvørji loyndarmál fjala seg í dulvitinum hjá dronginum. Lagt er upp til eina sera marg- háttliga og spøkilsiskenda ræðusøgu, sum kortini ongantíð missir sambandið við veruleikan. At pápin kemur undir illgruna fyri vanlukkuna, og læknin forelskar seg í mammuni gevur søgugongdini eina óvanliga kensluliga tyngd av eini ræðubók at vera. Bókin hevur verið lisin sum góðanáttsøga í BBC og verður í løtuni gjørd til film av einum amerikanskum filmsfelag Louis Drax’ niende liv er fyrsta bókin hjá Liz Jensen, sum er umsett til danskt. ave Viðmæli Andin frá Texas Anna V. Ellingsgaard Egon Clausen,Øje for øje. En beretning fra det modernes bagside, Gyldendal,2003 Í einum fongsli í Texas situr ungi, svarti Khristian Oliver og bíðar eftir, at hansara deyða- dómur fyri eitt harðligt morð verður útintur- ein deyðadómur, sum nevningatingið bygdi á "eyga fyri eyga" ímyndir úr Gamla Testamenti, heldur enn lógir og paragraffir. Danski journalisturin og høvundurin Egon Clausen fekk frænir av skelkandi søguni, tá hann fór til Texas at skriva eina bók um kristna fundamentalismu í amerikanskum hami, sum spældi ein so stóran leiklut, tá George W. Bush varð valdur til forseta fyrru ferð. Um hon eisini gjørdi tað seinnu ferð, kann lesarin sjálvur meta um. Hóast, ella júst tí, bókin er ein lýsing av baklandinum hjá George W. Bush, man Øje for Øje vera síðsta bókin, forsetin hevur hug at lesa. Frásøgnin hjá Clausen er alt annað enn uppbyggiligur lesnaður hjá teimum gudsóttandi amerikanarnum, sum liva sítt lív við spentum bíbilubelti og revolvarahana. "Ein sera sjáldsom mentanarlig- og átrúnaðarlig atfinning, har kristna fundamentalisman í Suðurstatunum verður løgd ber í øllum sínum ørvitisskapi og endaleyst óhugnaliga makt og veldi", skrivar Klaus Rothstein á Weekendavísini. Ein tankavekjandi bók um eitt ótespiligt fyribrigdi, sum høvundurin nevnir "Andin frá Texas". Tú kennir hann anda teg heitt í nakkan, sum ein ræðumynd av, hvat kann henda, tá markið millum lógarverk og átrúnað hvørvir ... Rani Nolsø, menningarstjóri Hvørja bók lesur tú í løtuni? Bill Clinton, My life. Forseta- skeiðið hjá Clinton var sera áhugavert uppá mangar mátar, ikki minst, tá man hugsar um uttanríkispolitisku úrslitini á t.d. Balkan og í Miðeystri. Tí er My life eitt ‘must’ í mínari verð. Allen Carr, Endelig røgfri. Her er bókin, sum kann fáa einhvønn at sleppa úr sálarligu angistini, ið forðar milljónum av menniskjum at taka avgerðina at kvitta royk- ingina! Oyndarfjarðarbókin, har eg loksins fái eg innlit í míni familjuviðurskifti í Oyndarfirði. Ein góð og áhugaverd bók, sum Freydis Poulsen hevur greitt hegnisliga úr hondum. Peter K.A. Jensen, Menneskets afstamning. Sera hugtakandi at lesa um ta undrunnarsomu søg- una hjá mannaættini - frá okkara elstu forfedrum - sum fóru uppá tvey bein at ganga - og til tað modernaða menniskja, sum nú fullkomiliga stýrir heiminum. Nevn eina bók, tú minnist serliga væl? Stephen Covey, Seven habbits of highly effective people. Hevur givið mær grundleggjandi innlit í, hvussu okkara persónligi og kompleksi psykologiski heimur fungerar, og hvussu vit við okkara sunnu fornuft kunnu stýra honum. Hvør var fyrsta bókin tú las? Tað minnist eg ikki rættiliga. Ivaleyst onkur, vit lósu í skúlan- um. Hvørja bók, vildi tú ynskt, tú hevði lisið? Millum tær, sum eg í næstum fari í holt við, kann eg nevna On the origin of species hjá Charles Darwin og sjálvandi stóru bókarøðina hjá Garry Kasparov, My great predecessors. Eisini kundi eg hugsa mær at lisið nakrar lívssøgur, eitt nú hjá Charles Chaplin, Anwar Saddat, Henry Ford o.l. Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bók lidna? Ja! Sigi ikki, at hvør einasti kapitul í yrkisbókum verður trálisin, men jú, annars lesi eg bøkur úr enda í annan. ave Á stóru barnabókamessuni í Bologna í Italia í farnu viku vakti føroyska barnabókin Ein hundur, ein ketta og ein mús við teksti og tekningum eftir Bárð Oskarsson stóran ans. Danska agenturið ICBS, ið hevur átikið sær at umboða Bárð Oskarsson úteftir, vísti bókina fram fyri nógvum útlendskum forløgum. - Fólk vóru sera áhugað og halda bókina vera ógvuliga spennandi, so møguleiki er avgjørt fyri, at bókin kemur út á øðrum málum, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Ein hundur, ein ketta og ein mús er um teir tríggjar jassarnar, hundin, kettuna og músina, sum keða seg illa, tí alt er vorðið øðrvísi enn fyrr. Men tá ið músin slær hundin á halan við hamara, gerst alt nógv stuttligari.... Fyri hesa bókina og hinar, ið hann hevur teknað til, fekk Bárður Oskarsson í februar gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Grundgevingin at lata unga listamanninum gávugóðsið var, at hann longu sum blaðungur hevur víst "eyðsýndar gávur at tekna og mála (...). Hann hevur ment sín egna, sermerkta stíl, eyðkendan av hugflogi og humor, sum nógv bæði í Føroyum og uttanlands, hava givið sær far um." Hvat útlendski áhugin kann føra til, fer tíðin at vísa... tk Eg og bøkurnar Bókatíðindi Hundurin, kettan og músin vakt ans í Bologna Bókarøðin hjá mæta telvaranum Garry Kasparov er millum fyrstu bøkurnar Rani Nolsø ætlar sær í holt við Sermerkti teknistílurin hjá Bárði Oskarsso vekir nú eisini ans uttanlands